týsdagur 27. mai 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 27. mai 2003
27
27
26
Nr. 99 - 27. mai 2003
Tá ið tað reið um
snarið, vóru tað
gestirnir av Toftum,
sum fóru við øllum av
Skála, har heimaliðið
nú hevur spælt í 270
minuttir uttan at
skjóta mál
SKÁLA–B68
Jóannes Hansen
Tríggjar dystir, einki stig og
málmunin 1–5. Tað er
úrtøkan hjá skálamonnum.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at teir hava spælt í
tríggjar ferðir 90 minuttir,
uttan at teir hava megnað at
skora mál. Einasta málið,
sum teir hava fingið, sygrdi
GÍ fyri mikukvøldið.
Í heimadystinum ímóti
B68 hevði Skála enn eina
ferð fleiri innlegg, uttan at
tey nógvu vóru serliga
vandamikil. Albert Sævars-
son í B68 málinum er stinn-
ur í luftini, og ta einu ferð-
ina, tá ið skálamenn vóru
rættuliga vandamiklir, stór-
bjargaði íslendski málverj-
in og vísti harvið, hvussu
sera týdningarmikið tað er
hjá einum liði at hava ein
klassamálverja. Tólv min-
uttir vóru farnir av seinna
umfarinum, tá ið Hanus
Thorleifsson slapp til bak-
linjuna í høgru, hann
spældi skrátt út frá til
Jónhard
Frederiksberg,
sum úr átta metra fjarstøðu
fekk tamarhald á bóltinum
og smekkaði til. Men B68
málverjin bjargaði ógvuliga
væl, og harvið var størsti
heima møguleikin farin.
Sigursmálið fekk B68, tá
ið tað restaðu tíggju minutt-
ir. Fróði Benjaminsen, sum
eitt vet til vinstru og við
stórari ferð kom í brotsteig-
in, spældi eitt tvey við Súna
Fríða Johannesen, og tá ið
mótstøðumaður royndi at
takla og nært við beinini
hjá landsliðsmanninum, so
lá hann flatur. Jens Petur
Brattalíð peikaði á ellivu
metra blettin, eingin hevði
orsøk at mótmæla, og
Dánial Hansen var púra
kaldur, tá ið hann við inn-
aru síðuni trillaði bóltin í
mótsatta borði av tí, sum
Eugen Voda tveitti seg.
Uppstillingin eftir
manningini
Tey seinastu árini eru alt
fleiri lið farin frá trimum
miðverjum og við dýpd í og
til at spæla við fýra spælar-
um í flatari verju. Ofta tyk-
ist hugburðurin vera, at tað
gera stóru liðini í sjónvarp-
inum, og so er tað in.
Eingin ivi er í, at fløt
verja við fýra spælarum
hevur betri fyritreytir fyri
fleiri møguleikum í sjálv-
um spælinum við sær. Men
tað eigur altíð at vera so-
leiðis, at spælskipingin
verður løgd eftir fólkinum,
sum er tókt. Soleiðis tykist
tað ikki altíð at vera.
Í fjør royndi B68 sum
oftast við flatari verju, og
tað hava teir eisini gjørt í
steypakappingini og í fyrsta
umfarinum í landskapping-
ini. Á Skála var Arnbjørn
Danielsen við fyri fyrstu
ferð, og venjarin valdi
3–5–2 spælskipanina. Hans
Fróði Hansen var aftastur,
og tað sást væl á avrikinum
hjá honum – serliga í 1.
hálvleiki – at hann ikki var
heilt uppi á dubbunum.
Tvær ella tríggjar ferðir var
um uppi í kiksaðum upp-
spæli, sum bar næstan
møguleikar við sær til lætt-
beintu Jónhard Frederiks-
berg og Alexandur Johan-
sen. Dánial Hansen og Arn-
bjørn
Danielsen
vóru
tryggir eftiransarar, og í 2.
hálvleiki, tá ið Skála fyrstu
løtuna hevði takið, riggaði
B68 miðverjan væl.
Hjá B68 hevði álops-
spælið lyndi til at detta í
vinstra borð. Øssur Hansen
var á miðvøllinum og hevði
nógv meiri sentralan leik-
lut, enn hann hevur havt.
Hann og Fróði Benjamin-
sen stóðu sterkir í myndini,
meðan yngru framrættaðu
menninir hesa ferð høvdu
torførari við at blanda seg
uppí.
Punkteraðu seg
sjálvar
Undan steðginum reið tað
støðugt um snarið. Bæði
liðini vístu vilja, men ov
ofta stóðust spentar støður
av kiksaðum uppspæli og
snarligum mótálopum, tá ið
verjurnar ferð eftir ferð
vóru um reppið at verða
yvirspældar.
Eftir steðgin hevði Skála
hug at trýsta, uttan at teir
vórðu serliga vandamiklir,
og uttan at miðvallarspælið
hesa ferð hekk so væl sam-
an, sum tað hevur gjørt
undanfarnu ferðirnar. Tá ið
tað restaðu tjúgu minuttir,
fekk Alexandur Johansen
reytt kort fyri hevnisøku
ímóti Fróða Benjaminsen,
sum hevði gjørt fríspark til
gult kort ímóti honum. Tá
tóktist
møguleikin
hjá
Skála at vinna so við og við
at hvørva. B68 gjørdist
vandamikið, og so eydnað-
ist teimum at fáa sigursmál-
ið í uppgerð, sum hvat upp-
løgdum
málmøguleikum
viðvíkur annars kundi havt
endað málleys.
Skála–B68 0–1 (0–0)
0–1: Dánial Hansen 80.
Dómari:
Jens
Petur
Brattalíð
Skála: Eugen Voda – Agnar
Højgaard (Rói Jacobsen,
85.), Pauli G. Hansen,
Dusan Jaic, Arnhold Berg –
Hanus Thorleifsson (Pétur
Geir
Svavarsson,
77.),
Alexander Jovevic, Sveinur
Justinussen, Bogi Greger-
sen –– Jónhard Frederiks-
berg, Alexandur Johansen
Gult kort: Agnar Højgaard
Reytt
kort:
Alexandur
Johansen 69.
B68: Albert Sævarsson –
Dánial Hansen, Hans Fróði
Hansen, Arnbjørn Daniel-
sen – Jóhan Petur Poulsen
(Bogi Petersen, 77.), Fróði
Benjaminsen,
Jan
Ingi
Petersen, Øssur Hansen,
Øssur Jacobsen – Súni
Fríði Johannesen, Kristian
Anton Andreassen (John
Heri Dam, 61.)
Gult kort:
Jóhan Petur
Poulsen, Fróði Benjamin-
sen
Eftir at føroyski
álopsspælarin við
sigursmálinum ímóti
FCM hevði tryggjað
FCK oddasessin, legði
Todi Jónsson trýst á
FCK leiðlsuna við at
endurtaka, at hann
fegin vil halda fram í
felagnum
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Gongst tað, sum tað er
skrivað, og verður Todi
Jónsson bara ein stóran
mánað afturat í FCK. Um
tað gongst, sum Todi Jóns-
son ynskir, so fer hann at
halda fram í felagnum. Tað
staðfesti føroyska álopsess-
ið hjá FCK aftur leygardag-
in, tá ið hann var stóri
gloypibitin hjá pressuni, tí
hann sera hegnisliga hevði
skorað sigursmálið hjá
FCK og harvið hevði
tryggjað felagi sínum odda-
sessin.
– Einki er avgjørt um,
hvar eg fari at spæla eftir
summarsteðgin. Men tað
skal ikki vera nøkur loyna,
at eg fegin vil halda fram í
FCK, sigur Todi Jónsson,
sum harvið leggur stórt
trýst á FCK leiðsluna um at
boyggja seg og í orðsins
sanna týdningi at seta rætta
prísin á málmaskinuna,
sum Todi í vár hevur víst
FCK leiðsluni og áskoðar-
unum, sum halda so nógv
av honum, at hann er.
Niels–Christian Holm-
strøm og Flemming Øster-
gaard sótu á Ikast stadion,
og tað hevði ivaleyst passað
teimum nógv betri, um
onkur annar av hinum
tíggju FCK spælarunum –
og
ikki Todi
Jónsson
– hevði skorað. Men enn
eina ferð fingu teir staðfest,
at Todi er gull verdur fyri
FCK. Hóast hann hevur
spælt sera lítið og aftur
hesa ferð var á beinkinum,
so hevur hann í fimm
dystum skorað fýra mál, og
nú er hann toppskjútti hjá
FCK í superliguni.
2–1 sigursmálið skoraði
Todi minni enn ein minutt
eftir, at hann eitt lítið korter
undan leikloki endiliga
slapp upp í part. Liðfor-
maðurin, Peter Nielsen,
stakk eftir miðásinum til
Toda, sum røttu megin
rangstøðumarkið fekk bólt-
in við sær, streyk frá mið-
verjuni og var ósvikaliga
tryggur, tá ið hann stóð
andlit til andlit við lands-
liðsmálverjan Peter Skov
Jensen.
Sigurin hevði við sær, at
FCK leygarkvøldið var nýtt
oddalið í superliguni. Teir
varðveittu sessin sunnudag-
in, tá ið Brøndby við Jón
Róa Jacobsen á beinkinum
allar 90 minuttirnar ikki
megnaði meiri enn 0–0 á
heimavølli ímóti AB. Hetta
var fyrstu ferð í 45 dystum,
at Brøndby ikki fekk mál.
Størsta heiðurin fyri tað átti
U–21 landsliðsmálverjin í
AB
málinum,
Stephen
Andersen. Hann var ein
sannur brandur. Danska
pressan
staðfestir,
at
Brøndby tvær ferðir í fjúrt-
an dagar ikki hevur megnað
at hildið tørn um oddasess-
in, og at tað harvið tykist
sum um ungu menninir fáa
gummibein, tá ið teir skulu
vísa, at teir eru broyttir frá
at vera dreingir og til at
vera menn.
Tað resta fýra umfør, og
sum tað sær út í løtuni, so
verður talan um sanna
finalu, tá ið FCK í næst-
síðsta umfarinum, miku-
kvøldið 18. juni, fer at vitja
í Brøndby.
Farum tapti fyri triðju
ferð á rað, og nú rillar
bronsuplássið.
Esbjerg
vann 3–2 í Farum, og
esbjergensarnir løgdu seg
harvið undir liðini á FCM á
fjórða plássi, bara tvey stig
aftanfyri Farum.
OB leigaði undan kapp-
ingarbyrjan Steffen Højer
úr Viborg, har teir ikki
hildu seg hava brúk fyri
álopsmanninum. Tað iðra
teir seg ivaleyst um nú. OB
vann 3–1 í Odense, og
Steffen Højer skoraði í 1.
hálvleiki tvey mál!
Botnurin tættur
Sunnudagin varð mest sum
greitt, at Herfølge næsta
kappingarár verður einasta
umboðið úr Køge komm-
unu í superliguni. Køge
tapti 4–1 á heimavølli ímóti
AGF. Í átta dystum hevur
Køge bara fingið eitt stig,
meðan hetta var fyrsta
ferðin síðani 1999, at AGF
hevur spælt fimm ferðir á
rað uttan at tapa. Nú er
stórfelagið í Århus fýra stig
frá niðurflytingarstrikuni.
Silkeborg er dygst niðan-
fyri og AaB dygst omanfyri
strikuna. Tí var talan um
lykladyst, tá ið hesi bæði
liðini hittust í Silkeborg.
Hvørgin parturin vildi tapa,
og so endaði tað málleyst.
Seks feløg eru framvegis í
niðurflytingarvanda. Tvey
feløg telvast um gullið, og
hini stríðast um bronsu-
merkini og UEFA Cup
pláss. Harvið hava øll okk-
urt at spæla fyri í fýra
teimum síðstu umførunum.
Skála–B68 0–1 (0–0):
Tað koppaði úteftir á Skála
Todi trýstir FCK
Við avgerandi málinum ímóti FCM setti Todi enn einaferð eina striku undir týdning sín fyri
gullvónirnar hjá FCK
C
M
Y
K
26
Longu undan kapp-
ingini varð B36 rópt
til stóra FM-favoritt-
in, men eftir tveir
dystir er bert eitt stig á
kontini, og tapið fyri
EB/Streymi sunnu-
dagin mundi svíða
meira enn gott er
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
EB/Streymur hevur longu
fleiri ferðir í ár givið tekin
um, at liðið veruliga skal
takast í álvara í ár.
Í
bólkaspælinum
í
steypakappingini var liðið
ósigrað á fyrsta plássinum,
og tó at tað her gjørdist til
eitt farvæl í dystinum móti
B36, so var tað í stóran
mun tilvildin, sum gjørdi,
at so var.
Skapti lítið
TÍ vóru teir í B36 í øllum
førum
ávaraðir
undan
heimadystinum sunnudag-
in, og tað er nokk einki at
ivast í, at teir í øllum førum
ikki tóku serliga lætt upp á
uppgávuna. Sum fremsti
gullfavoritturin vóru ráðini
hjá B36 til nakran stigamiss
heldur ikki serliga stór eftir
málleysa javnleikin í fyrsta
umfarinum, men tað skuldi
tó ikki ganga lang tíð, áðr-
enn EB/Streymur hevði
boðað frá, at her var kanska
okkurt í væntu.
Magni á Lakjuni, sum
saman við fleiri liðfeløgun-
um, hevur havt sína dagliga
gongd í B36-húsinum nøk-
ur ár, fekk bóltin. Staddur
við
brotsteigarhornið
royndi hann seg við skoti,
sum at síggja til ikki var
serliga vandamikið, men
onkursvegna fekk Tróndur
Vatnhamar als ikki hildið
skotinum,
sum
ístaðin
smoygdi sær inn í mesk-
arnar.
Hetta gjørdist startskotið
til eitt hampuliga stórt trýst
frá heimaliðnum. Gestirnir
tóku seg kanska eisini nak-
að longur aftur á vøllin, fyri
síðani at dúva upp á mót-
álop, men tað var heima-
liðið, sum setti kósina.
Hetta førdi eisini nakrar
vandastøður við sær, men
veruligar opnar málmøgu-
leikar gjørdist talan tó ikki
um. Gunnar á Steig hevði
tað sum so ógvuliga friðar-
ligt í EB/Streym-málinum,
men brádliga var kortini
javnvág í. John Petersen
sendi bóltin innfyri, og tá
Andrzej
Pacek
skuldi
toyggja seg eftir bóltinum,
var hann somikið óheppin
at beina bóltin í egið mál.
Hildu allan vegin
Við sálarligu barlastini,
sum útjavnandi málið átti at
givið, skuldi setningurin
hjá B36 í seinna hálvleiki
verið greiður. Men tað gekk
ikki long tíð, áðrenn gestir-
nir aftur høvdu sett kílar í.
Fríspark varð dømt nakað
uttan fyri brotsteigin, og
eftir eitt sindur av tosið
varð gjørt av, at hesum
skuldi Magni á Lakjuni
taka sær av. Skotið var
kanska ikki av teimum
harðastu,
men
bólturin
smeyg sær upp um múrin,
og meðan Tróndur Vatn-
hamar bert kundi hyggja at,
dalaði bólturin hegnisliga
niður í nærmasta málhorn.
Hetta gav aftur gestunum
høvi at spæla vanliga
kontraspælið, og tað var
eisini hetta, sum teir nú
løgdu seg eftir. Teir lótu
heimaliðið
hava
bóltin
stóran part av tíðini, men
hóast dúgliga varð roynt, so
megnaði B36 ongan tíð at
spæla seg ígjøgnum væl
skipaða verjupartin.
Og sjey minuttir fyri
leiklok fall so endaliga
avgerðin.
EB/Streymur
hevði í fleiri førum havt
upptrekk til kontra-møgu-
leikar, og hesa ferð varð
Sorin Anghel sendir avstað.
Hann var mest sum leysur,
men tá tveir havnarmenn
vóru um at renna hann upp,
steðgaði hann brádliga á.
Tók eitt lítið trekk og høgdi
so bóltin í kassan av brots-
teigarmarkinum, og so var
leyst og liðugt.
Nýggjar støður
Við sigrinum hevur EB/
Streymur togað seg upp
millum ovaru liðini á
stigatalvuni, og hóast góðu
steypaavrikini, so vóru tað
helst mong, sum framvegis
settu spurnartekin við liðið.
Hvussu tað fer at hylnast
í longdini, kann so heldur
ikki staðfestast enn, men
tað tykist í øllum førum so,
at liðið í ár er tað sterkasta,
sum nakran tíð hevur átt
heimavøll á Eiði. Ikki minst
tí breiddin á liðnum nú
tykist vera væl størri, enn
hon aloftast hevur verið.
Hjá B36 stendur hinvegin
nakað verri til. Liðið varð
longu undan kappingini
rópt til mest sum vísir før-
oyameistarar, men eitt stig
av seks møguligum benda í
øllum førum ikki tann
vegin. Sjálvandi kann fram-
vegis nógv henda, og enn
eru 48 stig at spæla um, so
avskrivast skala árstals-
felagið neyvan. Men tað er
einki at ivast í, at trýstið nú
liggur á liðnum. Komandi
vikuna skulu teir tvær
ferðir í Eysturoynna, og um
ikki dystirnir móti B68 og
Skála geva nakað, sum
líkist seks stigum av sær, er
einki at ivast í, at tolið hjá
mongu viðhaldsfólkunum
er um at vera uppi.
Dysturin í tølum
B36-EB/Streymur 1-3 (1-1)
0-1: Magni á Lakjuni
1-1: sjálvmál
1-2: Magni á Lakjuni
1-3: Sorin Anghel
B36: Tróndur Vatnhamar –
Allan Mørkøre, Pól Thor-
steinsson, Fróði Clement-
sen, Rúni Elttør – Kenneth
Jacobsen, Klæmint Matras,
Julian Johnsson, Heðin á
Lakjuni – John Petersen,
Jákup á Borg
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Bárður OIsen, Egil
á Bø, Andrzej Pacek, Esm-
ar Eiðisgarð - Marni Djur-
huus, Ronie Samuelsen,
Marek Wierzbicki, Magni á
Lakjuni – Hans Pauli
Samuelsen, Sorin Anghel
1. deild menn
v
t
d
v - j - t mál
mál +/-
stig
1 GÍ
3
2 - 0 - 1
4
3
1
6
2 EB/Streymur 2
1 - 1 - 0
5
3
2
4
3 HB
2
1 - 1 - 0
5
3
2
4
4 NSÍ
2
1 - 1 - 0
4
2
2
4
5 KÍ
2
1 - 1 - 0
3
2
1
4
6 B68
2
1 - 1 - 0
3
2
1
4
7 VB
2
0 - 2 - 0
2
2
0
2
8 B36
2
0 - 1 - 1
1
3
-2
1
9 FS V
2
0 - 0 - 2
2
5
-3
0
10 Skála
3
0 - 0 - 3
1
5
-4
0
Danska superligan
v
t
d
v - j - t mál
mál +/-
stig
1 FCK
29 15 - 8 - 6
45
30
15
53
2 Brøndby (M) 29 14 -10 - 5
53
29
24
52
3 Farum
29 14 - 2 -13
43
52
-9
44
4 FCM
29 11 - 9 - 9
44
36
8
42
5 Esbjerg
29 11 - 9 - 9
60
54
6
42
6 OB (S)
29 10 -11 - 8
48
41
7
41
7 AGF
29 10 - 7 -12
44
51
-7
37
8 Viborg
29
9 - 9 -11
48
50
-2
36
9 AB
29
8 -11 -10
34
40
-6
35
10 AaB
29 10 - 4 -15
36
44
-8
34
11 Silkeborg
29
8 - 9 -12
42
41
1
33
12 Køge
29
8 - 3 -18
41
70 -29
27
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói
Jacobsen (Brøndby)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t mál
mál +/-
stig
1 Herfølge
27 20 - 3 - 4
67
34
33
63
2 Frem
27 17 - 4 - 6
58
35
23
55
3 Fredericia
27 13 - 8 - 6
46
24
22
47
4 Randers F.
27 14 - 4 - 9
58
45
13
46
5 Vejle
27 13 - 4 -10
57
54
3
43
6 HFK Sønderj. 27 11 - 8 - 8
55
48
7
41
7 Skjold
27 12 - 4 -11
45
35
10
40
8 FC Aarhus
27 11 - 3 -13
44
48
-4
36
9 Ølstykke
27
9 - 8 -10
54
53
1
35
10 AC Horsens 27
9 - 7 -11
43
46
-3
34
11 Brønshøj
27
9 - 5 -13
40
48
-8
32
12 B 93
27
8 - 6 -13
40
46
-6
30
13 Hvidovre
27
7 - 7 -13
35
52 -17
28
14 B 1913
27
7 - 6 -14
33
54 -21
27
15 B 1909
27
6 - 7 -14
46
66 -20
25
16 HIK
27
5 - 6 -16
35
65 -30
21
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle),
Atli Gregersen (Randers Freja),
Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Óli Johannesen
(Hvidovre)
Norska tippeligan
v
t
d
v - j - t mál
mál +/-
stig
1 Rosenborg
7
7 - 0 - 0
19
4
15
21
2 Sogndal
7
4 - 2 - 1
13
9
4
14
3 Viking
7
3 - 3 - 1
14
8
6
12
4 Odd
Grenland
7
4 - 0 - 3
12
13
-1
12
5 Bodø/Glimt 6
2 - 3 - 1
9
7
2
9
6 Lyn
7
2 - 3 - 2
12
13
-1
9
7 Stabæk
6
2 - 2 - 2
8
6
2
8
8 Molde
6
2 - 2 - 2
8
7
1
8
9 Lillestrøm
7
2 - 2 - 3
6
12
-6
8
10 Bryne
6
2 - 0 - 4
9
11
-2
6
11 Vålerenga
7
1 - 3 - 3
8
11
-3
6
12 Brann
7
1 - 3 - 3
7
14
-7
6
13 Tromsø
7
1 - 2 - 4
12
17
-5
5
14 Aalesund
7
0 - 3 - 4
9
14
-5
3
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
B36-EB/Streymur 1-3 (1-1):
Favorittar á knøunum
Magni á Lakjuni var dagsins
maður í Gundadali
sunnudagin, men hesa ferð
mundu tað neyvan vera B36-
áskoðararnir, sum góvu
honum hendan heiðurin