týsdagur 27. mai 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 26]
[ 27]
Skráin er so at siga
full hjá Brandi Enni í
næstu framtíð. Hann
skal á tveir festivalar í
summar, har hann
hevur fingið høvið at
syngja og upptraðka á
teimum stóru pallun-
um. Harafturat stend-
ur ein stór uppgáva
fyri framman, tá
Brandur skal syngja
tjóðsangirnar hjá
ávíkavist Føroyum og
Týsklandi til lands-
dystin í juni. – Tú
skalt trúgva uppá teg
sjálvan, og eg fari at
gera tað so gott sum
møguligt, sigur ungi
tvørádrongurin
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
Brandur Enni má sigast at
vera ein tann mest umbidni
føroyski tannáringurin –
um ikki tann mest umbidni.
Skráin fyri komandi tíð-
ina er væl pakkað, og hann
hevur fleiri stórar fram-
førslur fyri framman.
Seinast í mai mánaði skal
hann upptraðka á Jelling
Festivalinum á stóra pallin-
um, og seinast í juni mán-
aði gongur leiðin til Nibe.
Brandur skal upptraðka
ímillum stór og kend nøvn,
sum eitt nú Nik & Jay,
Shubidua,
Kashmir
og
onnur.
– Eg má venja nógv, so
eg kann liva upp til allar
hinar tungu fýrarnar á
festivalinum. Tað vera nógv
fólk á festivalinum, so eg
má gera mítt besta, sigur
Brandur.
Brandur, sum bert er 14
ár, er ein fittur og fyrikom-
andi unglingi. Hóast sín
unga aldur, so er hann
komin rættiliga langt innan
tónleikaheimin, og ringar-
nir kunnu skjótt spreiða seg
víðari í vatninum.
Feitt
– Eg havi ongantíð upp-
traðka á festivali fyrr.
Nakað líknandi var í fjør
summar, tá eg skuldi syngja
fyri fleiri túsund fólkum til
íslendska tjóðardagin, so eg
veit ikki rættiliga, hvørjar
væntanir eg havi, sigur
Brandur.
– Tað er bara at hava
sjálvsálit, so gongur alt.
Um tú byrjar at ivast og ikki
trýr uppá teg sjálvan, so
gongur tað galið.
Og
sjálvsálit
hevur
Brandur. Tað feilar ikki.
Hurðarnar til festivalar-
nar vórðu latnar upp eftir,
at Brandur hevði havt eina
framførslu í Fuglafirði
fríggjadagin undan Prix
Føroyar finaluni. Har sang
hann nakrar sangir, og fyri-
reikararnir av festivalinum
hava dámt tað so væl, at teir
hava gjørt av, at kroysta
Brand inn í skránna, sjálvt
um hon er løgd fyri langari
tíð síðani.
– Teir hava arbeitt fyri at
kroysta meg inn, og tað
haldi eg er ógvuliga stutt-
ligt og væl klárað av teim-
um. Hetta er eisini nakað,
sum man kanska kann
brúka víðari, og hetta kann
gerast eitt stórt aktiv hjá
okkum í Danmark. Kanska
ein møguleiki at sleppa við
til aðrar festivalar uppá,
greiðir ungi tvørádrongurin
frá.
Spurdur um hetta kann
gerast tað stóra gjøgnum-
brotið í Danmark, sigur
hann seg ikki vita, men tað
er skjótt, at ringarnir í vatn-
inum kunnu breiða seg.
– Tú skalt trúgva uppá
teg sjálvan og ikki altíð
kenna teg so lítlan. Eg fari
niður og geri tað so gott
sum møguligt.
Framførslan hjá Brandi
fer at vera umleið 20
minuttir. Hann sigur sjálv-
ur, at tað fer at vera umleið
tað sama, sum var tá hann
var við á konsertini við
teimum í »Stjerne for en
aften« í Norðurlandahúsin-
um herfyri.
Deutschland
Tann 11. juni skulu Føroyar
spæla
landsdyst
ímóti
Týsklandi
á
Tórsvølli.
Hetta er ein týðandi lands-
dystur fyri Føroyar. Bæði
sum fótbóltstjóð og ferða-
mannaland, men dysturin er
eisini vorðin til ein stóran
møguleika hjá Brandi.
– Eg havi fingið ta æru at
skula syngja báðar tjóð-
sangirnar til dystin, sigur
Brandur.
– Eg syngi ikki, uttan so,
at eg haldi, at eg klári at
gera tað væl. Týski tjóð-
sangurin er eitt avbera
vakurt lag, og eg eri fallin
»pladask« fyri málinum.
Fyrsti týskttímin var fyri
góðari viku síðani, og
síðani hevur Brandur vant
nógv.
– Okur fáa ikki týskt fyrr
enn næsta ár, so eg havi
roynt at konsentrerað meg
nógv og lagt meg væl eftir
úttalu og so víðari.
Brandur sigur, at hann
kennir seg væl fyrireikað-
an. Og verður tað ein stór
og spennandi uppgáva, sum
bíðar honum á Tórsvølli.
Fleiri milliónir av sjón-
varpshyggjarum fara at sita
niðri í Týsklandi og síggja
framførsluna.
– Tað gongur skjótt fyri
seg. Talan er bara um heilt
lítla tíð, sum tað tekur at
syngja sangirnar. Men hetta
er ein stórur møguleiki,
ásannar Brandur. – Hetta er
nakað stórt, og tað er
týdningarmikið, at duga at
brúka tað til nakað.
At syngja týska og før-
oyska tjóðsangin er ikki tað
sama, sum at syngja popp-
sangir, tað vita vit øll.
– Eg eri vanur við at
syngja popp, men eg haldi
tað er ógvuliga stuttligt, at
fáa eitt sjarmerandi mill-
umting at royna seg við. Eg
fari at leggja sálina í tað, so
eg fái tað so gott sum
møguligt.
Men tað er ikki bara tann
týska
tjóðsangin,
sum
Brandur venur av lív og sál
nú. Tann føroyski skal
eisini syngjast, og hann
verður eisini vandur væl og
virðiliga. Og Brandur sigur
sjálvur, at hetta verður
eisini ein stór avbjóðing.
– Eg gleði meg nógv. Tað
verður ein feitur stemning-
ur og nakað heilt serligt.
Meðan vit práta og
hyggja eftir heimasíðunum
hjá festivalunum trívur
Brandur av og á í týska
tjóðsangin, »Einigheit und
Recht und Freiheit«. Og tað
borgar fyri góðsku, so vit
kunnu øll bara bíða, og vita
og vóna, at tað fer at eydn-
ast væl tann 11. juni.
Tú skalt trúgva uppá teg sjálvan
Brandur Enni hevur fult pakkaða skrá í næstu framtíð. Tveir festivalar standa fyri framman, og eisini skal hann syngja týska og føroyska tjóðsangin á Tórsvølli tann 11. juni til landsdystin ímóti
Týsklandi
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
27
26