Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 99 - 27. mai 2003 Nr. 99 - 27. mai 2003 29 Deildarleiðari til Fiskimálaráðið Í Fiskimálaráðnum verður starvið sum deildarleiðari fyri fíggjar- starvsfólka- og umsitingarstápinum hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Deildin er nýskipað og er bygnaðarliga ein stápseind í Fiskimálaráðnum. Talan er um starv við spennandi avbjóðingum har ein týðandi partur verður at standa fyri menningini av virkisøkinum. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: Dagligu leiðsluna av deildini, herundir hava ábyrgd fyri: • Fíggjar- og roknskaparviðurskiftunum í Fiskimálaráðnum • Starvsfólkamálum í Fiskimálaráðnum • Umsitingarmálum í Fiskimálaráðnum • At samskipa uppgávur, ið eru tvørgangandi ella hava felags endamál innan virkisøkið • At samskipa felags stevið í innan- og uttanhýsis samskiftinum innan virkisøkið • Ráðgeva í tvørgangandi málum í Fiskimálaráðnum og til landsstýrismannin • Samstarva um tvørgangandi uppgávur í Fiskimálaráðnum annars Førleikakrøv: • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • Duga at samskifa á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Hollan kunnleika til almenna umsiting • Royndir at umsita fíggjarmál og starvsfólkamál • Kunnleiki til fíggjar- og búskaparskipan landsins er ein fyrimunur • Kunnleika til edv skipanir • Leiðsluroyndir • Góð samskiftisevni og hegni at fyriskipa • Duga væl við fólki Setanartreytir: Løn- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu millum avvarðandi yrkisfelasg og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Aðalskrivstovan. Starvsheitið er deildarleiðari og tann,ið settur verður,hevur beinleiðis tilvísing til aðalstjóran. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinsta lagi mánadagin 16. juni 2003 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið postsmoga 347 110 Tórshavn. Upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálaráðið á tlf.353030 og tosa við Kaj P.Mortensen,aðalstjóra. Fiskimálaráðið Aðalskrivstovan Á Toll- og Skattstovu Føroya,Vága Øki er avloysarastarv,at byrja sum skjótast og 5 mðr fram, svarandi til fulla starvs- tíð, leyst at søkja. Arbeiðsuppgávur Talan er um tollarastarv, hvar arbeitt verður eftir vaktar- plani. Tann sum settur verður, kemur at arbeiða sum tollari og annars fjølbroytt skrivstovuarbeiði. Førleikakrøv Tað er ein fyrimunur at hava s.s. skrivstovuútbúgving e.l., navigatørútbúgving e.l., hava kunnleika til EDV, og enskt mál, annars at vera arbeiðssamur, fyrikomandi og duga væl at leggja arbeiði til rættis. Stórur dentur verður lagdur á, at viðkomandi arbeiðir sjálvstøðugt, er vanur við telduarbeiði - kunnleika til EDV er ein treyt - og skal vera førur fyri at mynda avgerðir í dagliga arbeiðnum. Tað er eisini ein fyrimunur við arbeiðsroyndum innan lóggávuna sum Toll- og skattstov- an umsitur. Setunarviðurskifti Løn og setunarviðurskifti verða ásett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið. Umsóknir Umsókn við upplýsingum um útbúgving, arbeiðsroyndir og møgulig viðmæli skulu sendast til Toll- og Skattstovu Føroya,Vága øki innan 13 juni 2003. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Elsu Brimvík, økisstjóra á tlf. 357700. Toll- og Skattstova Føroya Vága Øki 380 Sørvágur Toll- og Skattstova Føroya Vága øki Avloysarastarv á Toll- og Skattstovu Føroya,Vága Øki Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinn- krevjing hja landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Vága Øki, har viðkomandi kemur at starvast, eru 11 starvsfólk. Aðalfundur Epileptikarafelag Føroya hevur ársaðalfund í MBF- húsinum,Íslandsvegur 10 12. juni kl. 19.00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Nevndin www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 29 28 Tað var Masa Trónd- heim, sum hesaferð fór avstað við sigrin- um um Føroya vakr- astu songrødd. Við songinum hjá Madonnu, "Like a prayer", sang hon seg til fyrstaplássið í kappingini um Ársins songrødd 2003 ÁRSINS SONGRØDD Rúna Sivertsen Masa Tróndheim úr Klaks- vík gjørdist vinnari av kappingini um ársins vakr- astu songrødd. Tað var ein spentur áhoyraraskari, sum var samankomin í Mentanar- húsinum í Fuglafirði leyg- arkvøldið. Húsið var full- sett, og lagið var gott. Rólig og uttan hóvasták kom 25 ára gamla Masa á pallin. Men skjótt vann hon áhoyrararnar og fekk øll við sær, tá hon sang songin hjá Madonnu, "Like a prayer". Professionel framførsla Við nýmótansgjørdu fram- førsluni av songinum frá 1989, "Like a prayer", megnaði Masa at syngja seg til fyrsta plássið. Framførsla hennara var professionel, og hon hevur røddina, sum skal til. Hon var sannførandi og sjálv- sikkur og sá knæsandi gott út. Hon hevur snøgt sagt alt, sum skal til, fyri at gera seg galdandi innan song- verðina. Tað sá út, sum hevði Masa ikki gjørt annað enn at staðið á einum palli. Og ikki er sørt, at hon hevur sungið fyri áhoyrar- um fyrr. Von at syngja Masa er dóttir Dagny og Gerhard Tróndheim, og í heimi teirra hevur tónleikur og sangur átt eitt stórt pláss. Pápi hennara sang frá ungum av við bólkinum, sum kallaðist, Kvartettin í Betesda, og mamma henn- ara hevur sungið í kóri í mong ár. Í faðirætt hevur hon ætt Undir húsinum í Leirvík, har fleiri kendar songrøddir eru, eitt nú Teitur Lassen, Elin Heinesen og Pætur við Keldu. Eisini á móðursíðu, sum er abbadóttir Dávur úr Gerðum, finnast góðar songrøddir og tónleikarar. Hon og systrar hennara hava av og á sungið til veitslur, sum brúdleyp, føð- ingardagar og onnur tiltøk. Tá hevur pápi teirra oftast havt undirspælið. Eisini syngur Masa í kóri, og í løtuni syngur hon við kvinnukórinum, Suð í Klaksvík. Ovfarin Sjálv er Masa ovfarin av, at hon gjørdist best. Hon sigur, at hini vóru øll so góð, at hon als ikki hevði væntað sær at vunnið. - Eg havi altíð ynskt mær at sloppið við til ársins songrødd, men havi ongan- tíð havt mót ella torað. Men skuldi tað verða, so mátti tað verða nú, áðrenn eg verði ov gomul, sigur Masa. Masa arbeiðir í løtuni sum avloysari í Norðoya Sparikassa, og seinni í ár byrjar hon í læru har. Uppundir vikuskifti gjørdist hon forkølað, men hon brúkti heimaráð frá ommu sínari, so røddin kundi verða klár leygar- kvøldið. - Tað var ein einastand- andi uppliving at syngja í Mentanarhúsinum. Ljóð- klangurin var nógv betur har enn í KÍ-høllini, sjálv- sagt, sigur hon. Masa er ógvuliga glað um fyrsta plássið, men hon loypir ikki uppá báðum beinum, hóast tað. Hon ætlar at taka tingini, sum tey koma, sigur hon. Í bankalæru Nú stendur læran fyri dur- um, og Masa eigur lítla sonin, Ísak, sum er tvey ára gamal, so nóg mikið er at takast við fyribils. Umframt tær 10.000 krónurnar, sum var høvuðs- vinningur, vann hon eisini eina Rosendal stálskál, sum graverað er í, eina fløsku av sjampanju og eitt Toble- rone, sum var um ein metur og vigaði fleiri kilo. - Men Toblerone sá Masa ongantíð aftur, tað fóru nakrir av ovfarakátu áhoyr- aranum avstað við, flennir Masa, sum var so glað um sigurin, at hon ikki tímdi at gráta um mistu sjokulátuna. Masa vakrastu songrødd Útselt var í Mentan- arhúsinum í Fugla- firði leygarkvøldið, tá "Ársins songrødd 2003" skuldi finnast. Kappingin millum luttakararnar var jøvn, men tá avtorn- aði, gjørdist Masa Tróndheim úr Klaks- vík nummar eitt. Og tað var væl uppi-bor- ið, siga fyrireikarar- nir ÁRSINS SONGRØDD Rúna Sivertsen Sjálvt um verkfall er, settu fyrireikararnir sær fyri, at finalan við „Ársins Song- rødd 2003" skuldi vera sum ætlað. Tað vísti seg eisini at vera eitt gott hugskot, tí úselt varð í Mentanar-hús- inum í Fuglafirði leygar- kvøldið. Bæði foreldur, avvarðandi og hópin av áhoyrarum vóru til staðar, tá ið kappingin byrjaði. Ljós og ljóð riggaðu til fulnar, og ein sera vælupp- løgd áskoðarafjøld setti sín dám á tiltakið. Tað var ein rættiligur gleðisrómur, tá ið tey bæði frásøgufólkini, Jákup Jacobsen og Ragnhild Ellingsgaard, bjóðaðu fyrsta finalistinum upp á pallin. 12 luttakarar sungu seg inn í hjørtuni á teimum nógvu áskoðarunum, og ikki man nakar vera ósamd- ur, í at øll sungu sera væl. Hækkandi tónlistaligt støði Tónlistaliga støðið tykist alsamt at vera hækkandi á hvørjum ári, og tað kunnu vit sjálvsagt frøast um. Men hetta er ein kapping, og onkur má vinna. Í ár er tað Klaksvík, ið eigur vakrastu og bestu songrødd í Føroyum. Tað úrslit komu teir seks dómararnir, sum rættiliga høvdu eina torføra uppgávu, í hvussu er til. Sum skilst, var tað serstakliga javnt ímillum nr. 1 og nr.2, men tá ið av- tornaði bleiv tað væluppi- borið, Mása Trondheim, sum vann kappingina „Àrsins Songrødd 2003". Nr.2 bleiv Nomi Háberg Hansen úr Havn, og nr.3 gjørdist Óluva Højgaard úr Kollafirði. Fyrsti vinningur var ein gávukekkur uppá 10.000 krónur. Annar vinningur ein gávukekkur frá „Konto- in" hjá Føroya Banka uppá 5.000 krónur. Triði vinn- ingur var ein gávukekkur uppá 3.000 krónur. Øll hini, ið vóru við í kappingini, fingu eitt gávukort frá Pizza 67. Tað vóru høvuðsískoyt- arin, Føroya Banki, Demm- us í SMS og Touché á Hálsi, sum stuðlaðu „Ár- sins songrød 2003". Fyrireikararnir enda við at takka øllum teimum mongu, sum vóru við í kappingini í ár. - Vit kunnu øll síggja fram til eina sera spennandi kapping komandi ár, tá ið vit skulu finna ´"Ársins songrødd 2004". Ársins songrødd 2003 Masa Tróndheim úr Klaksvík gjørdist vinnari av Ársins songrødd 2003. Hon hevði uppiborið sigurin, siga fyrireikararnir. Sannførandi og sjálvsikkur sang hon seg til eitt fyrsta pláss við sanginum hjá Madonnu, "Like a prayer" Mynd: Jonhard Hammer Tónlistaliga støðið tykist vera hækkandi ár undan ári, siga fyrireikararnir av „Ársins songrødd". Hesaferð vóru 12 luttak- arar, sum kappaðust um fyrsta plássið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið Mynd: Jonhard Hammer