týsdagur 24. august 1993síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 158 — 24. AUGUST 1993
danskur buskaparfør
Føroyingar mugu
fáa meiri avirkan
Oingur:
Trupulleikarnir i Fóroyum kunnu bert loysast, um føroyingar koma vid einum
útspæli, id føroyingar sjålvir trúgva upp á og vilja arbeiða fram ímóti. Føroyingar
mugu fåa størri åvirkan å gongdina.
Hesi avgjørdu orð eigur danski búskaparfróðingurin Lise Lyck, sum ikki er
ein og hvør. Umframt at hava neyvt innlit i bankamál og fígging, so hevur hollan
kunnleika til búskapirnar í útnorði.
Lise Lyck heldur ikki, at ein bankasamanlegging loysir teir grundleggjandi
trupulleikarnar. Fyri at loysa teir er neyðugt at skapa stórri álit og fáa meiri
virkisfýsni og sjálvsálit inn í búskaparpolitikkin.
Hon ber ótta fyri, at tað er liðið so nógv út við eini loysn, at vandi er fyri, at
ein loysn gerst so mikið dýr, at hon kemur at skaða viðurskiftini millum Føroyar og
Danmark.
-Fóroyingar mugu til at trúgva upp á seg sjálvar aftur. Eingin orsøk er til at
missa sjálvsálitið, tí føroyingar eiga eitt gott grundarlag at byggja á, eitt nú mong
vælútbúgvin fólk sigur Lise Lyck vid Tíðindablaðið Sostalin.
Uppá fyrispurning um tað
var rætt at bjarga Sjó-
vinnubankan í fjør sigur
Lise Lyck, at tað uttan iva
kann tjakast bæði fyri og
imét hesum. Tað veldst
um við hverjum brillum tú
hyggur at støduni tá. Men
tað er greitt, at tá ein valdi
at halda fram, so er altav-
gerandi, at ein fylgja av
hesum verður, at vit fáa
álit aftur á búskapinum.
-Og har má eg tíanverri
viðganga, at álitið tvørtur-
ímóu bara er vorðið minni
og minni sum tíðin er
gingin. Longu í februar
skrivaði eg í Poliukken
um júst tydningin av al
byggja uppaftur álijið á
búskapin og visti til aðrar
búskapir í arktiska øki-
num
Helmastyrisskipanin
-Fingu vit ikki áliuð upp á
pláss aftur, so fór stødan
bara at versna skrivaði eg
í blaðnum í februar.
Danski buskaparfrød-
ingurin sigur víðari, at
trupulleikin er tann, at tað
grundleggjandi modellið,
sum brúkt er til tess at
loysa tupulleikarnar er
skeivt.
-Trupulleikin liggur i
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
Tyskland
Svøriki
Noreg
Dollari
Pund
Króna
Króna
23.08.93
1035,57
Markur
Ultimo
sidsta mån.
678, 35
1004, 30
390, 08
82, 04
90, 93
689,95
406,75
86, 20
94,07
Frakland Frankur
Frankur
Frankur
Holland Gyllin
Italia Liri
Finnland Markur 118,74
Island Króna 9,65
Eysturriki Skillingur 57,804
Spania Pesetas 5,040
Escudos 4.018
Dollari 522,34
Yen 6,5485
Pund 964,22
Grikkaland Drakmur 2,896
117,06
19, 402
462,34
361,66
0,4311
113, 71
18, 610
444, 50
346, 22
0, 4182
114, 07
9, 33
55, 430
4, 686
3, 779
527, 16
6, 4728
939, 31
2, 840
Belgia
Sveits
Kelda: Føroya Sparikassi
141...
MUTANT NR VEN YE
sjálvari skipanini. Hyggja
vit at tí føroysku heima-
stýrisskipanini - og somu-
leiðis ti grønlendsku, so er
peningapolitikkurin ikki
eitt heimastyrismål. Tvs.
at eru staturin og tjóð-
bankin, sum hava åbyrgd-
ina og eftirlitið í einum
slíkum máli sum hesum.
Den Danske Bank
Lise Lyck sigur víðari, at
stóðan hevur verið tann, at
Den Danske Bank hevur
havt leiklutin sum opera-
tørur í hesum sambandi.
Hon heldur tó ikki, at tað
er rætt at leggja Den
Danske Bank til last tað,
sum nú hendir.
-Tað er greitt, at Den
Danske Bank vil minka
um síni tap, har tað ber til.
Vit mugu so heldur ikki
gloyma, at tað er heldur
ikki leikluturin hjá hesum
bankanum at virka sum
statsbanki.
-Men nú Den Danske
Bank hevur verið í Før-
oyum í meira enn 80 ár og
hann eisini hevur vunnið
væl av peningi í teimum
góðu tíðunum., er tað tá
meiraa enn náttúrligt, at
hann kennir sína ábyrgd í
ringum tíðum eisini?
-Jú, tað er rætt. Men vit
tosa í veruleikanum meira
um eina uppgávu og á-
byrgd, sum ein statsbanki
hevur.
Lise Lyck heldur einki
løgid vera í tí, at partaeig-
ararnir í Den Danske
Bank vilja sleppa úr
Føroyum, tá virksemið her
ikki gevur nakað av sær.
Ut frå einum
bankasjónarmiði er tað
rættiliga logiskt .
Lise Lyck heldur ann-
ars, at Den Danske Bank
hevur dugað væl at sam-
ráðst í hesum máli.
Bankin hevur verið
greiður yvir, hvat hevði
kunnað hent, um talan
varð um konkurs og hevur
bankaleiðslan sam-
svarandi ti roynt at minka
um sínar útreiðslur.
“Kluntet facon"
-Men aftur til kjarnan í
málinum sigur Lise Lyck
víðari. -Trupulleikan finna
vit, sum eg havi víst á
áður, í tí sannroynd, at
peningaskipanin er ikki
undir heimastýrislógini.
Spurningurin er tá, hvussu
tjóðbankin og staturin
vilja umstita hetta økid! I
négv år hevur danski
staturin ikki sæd orsøk til
at fyritaka sær nakad ser-
ligr å økinum. Trupul-
leikin tekur seg so upp, tá
føroyski buskapurin er
nakað yvirupphitadur, og
tå minni er til av fiski. Og
tá stingur spurningurin seg
upp um, hvussu staturin
kann fara virkin inn í skip-
anina.
Lise Lyck, sum hevur
fylgt væl við í hesum
málinum er komin til ta
niðurstøðu, at tað staturin
hevur gjørt er hent á ein
sera "kluntet facon” sum
hon målber seg.
-Tad visir seg at bliva
truplari og truplari at fáa
loyst upp fyri málinum, ti
álitið hvørvur í størri og
stórri mun.
Lise Lyck, búskaparfréðingur
í húsagang
Alitið
-Hvat heldur tú hevdi
verið rætt at gjørt?
-Eg havi onga patent-
loysn, men vil bert vísa á,
at tað hevði verið gott at
fingið ein meira áliusvekj-
andi politikk tvs. okkurt
nýtt og meira itøkiligt á
buskaparøkinum.
Knúturin í øllum hesum
er, at tut sleppa ikki at
devaluera, nú hetta er
neyðugt. Nú tå tað verður
skorið so nógv niður upp á
efurspurningin og tú ikki
hevur møguleika at
devaluera, so er eingin til
at bera í hinum endanum.
Og tá vinnulívið er so
eintáttað hava fólk ikki
annað at velja í enn at
flyta av landinum.
“Tænketank"
Lise Lyck heldur, at ein
máti at royna at venda
gongdini ul tað betra er at
skipa fyri einum hug-
myndabanka ella serfrød-
ingaráð - tað, sum á út-
lendskum verður nevnt
“Tænketank" ella “Brain-
trust". Tað vil siga, at tit
velja út nøkur fólk í Før-
oyum og aðrastaðni, sum
kenna til spurningar og
trupulleikar, sum teir tit
hava at dragast við nú og
lata hesi fólkini koma við
hugskotum um, hvat kann
gerast.
-Verður tað heitt á teg
um at vera við í slíkum
arbeiði fer tú so at játta?
-Um eg varð biðin um
at vera við hevði eg sagt
ja.
Lise Lyck heldur ikki
glið kemur á aftur, fyrr
Tíðindablaðið I
-Føroyar fara neyvan
enn føroyingar fáa nakað
av virkisfýsni og sjálvs-
álita inn i
buskaparpoliukkin.
Vælútbúgvið fólk
Hon heldur annars, at
føroyingar eiga eitt sera
gott grundarlag at arbeiða
út frá.
-Tit hava eitt sera væl-
útbúgvið fólk, og tían-
betur er nakað av kapitali
eisini í landinum og ikki
at gloyma, so eiga tit
eisini hugin til at fara í
gongd við nakað nýtt.
Men tað er greitt, at í eini
slíkari støðu sum hesi, so
er lætt at missa sítt
sjálvsálit og harvið hav ilt
at fáa eygað á teir
møguleikar, sum kortini
eru.
-Nú hava tveir fyrrver-
andi løgmenn úttalað, at
teir eru farnir at ivast í,
um tað var rætt at bjarga
Sjóvinnubankanum í fjør.
Hverja viðmerking hevur
tú til tað?
-Nú er tað altíð lætt at
vera klókur aftaná. Men
soleiðis sum stødan er
vorðin í dag, haldi eg ikki,
at tað var rætt at bjarga
bankanum. Annars haldi
eg ikki, at ein nú kann
loyva sær at finnast at, at
fólkini tá ikki lótu bankan
fara.
Meira átti at
verið tosað tá
Lise Lyck heldur tó, at tað
undan 6. oktober varð
tørvur á eini analysu av
avleiðingunum, um
bankin fór ella ikki.