leygardagur 28. august 1993síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CSE. Nr 162 — 28. AUGUST 1993 Síða 3
Á
Kommunan
á kngunum
Úrslitið av rakstrinum hjá Runavíkar Komm-
unu
fyri 1992 vísir eitt hall upp á yvir sjey
milliónir. Og við fallandi skattainntøkunum
noyðist kommunan at venda hvørjum oyra
Eingin av teimum,
ið vóru til staðar
hevdi hug at vísa
styrki og spæla við
vøddunum — og
ikki var nøkur
grund til tess.
Býráðsfundurin í Runa-
vík hóskveldið var ein av
Hetta skal nú ikki skiljast
sum, at menn vanliga fara
til hendurs ella eru ørir,
men vanliga plagar orða-
skiftið um krónur og oyru
at vera nakað av tí lívlig-
asta, ið flestu kommunur
kunnu bjóða.
Scoleiðis var tað fyrr, tå
nakað var til av peningi.
Hann er ikki til longur, og
ikki minst merkist tað á
roknskapinum hjá Runa-
víkar Kommunu. Hon er
fíggjarliga á knøunum í
dag.
Samlaða skuldin hjá
Runavíkar Kommunu var
við árslok 1992 uppi á 119
milliónum krónum, harav
føstu lánini eru 97 mill-
jónir, og sjálvur raksturin
av kommununi vísti eitt
hall upp á góðar sjey mill-
tónir krónur tilsamans.
Hetta eru stór tøl, tá tal-
an er um eina kommunala
skuld, og skeltið uttan fyri
býráðshúsið, ið postulerar
»Runavikar Kommuna —
ein kommuna f menning«,
rakar heilt við síðuna av
veruleikanum.
— Hetta er ikki nakar
vakur roknskapur, vit her
hava framman fyri okk-
um. Hann er sera ljótur,
segði ein av býráðslimun-
um, Símun P. Jacobsen,
sum í sínum dagliga yrki
sjálvur arbeiðir við grann-
skoðan.
— Bert eitt er hjá okkum
at gera komandi árini, og
tað er at fáa vent hesum, so
vit kunnu pynta um rokn-
skapartølini. Og tað gerst
bert við at gjalda skuldina
niður, sum kommunan nú
hevur at dragast við.
Allir hava ábyrgd
Hann vísti eisini á, at
møguleikamir fyri at gera
nakað í kommununi nú
eru sera smáir, og vísti
hann á, at ein ábyrgd ligg-
ur á hvørjum einstøkum
av býráðslimunum at fáa
bøt um hetta.
— Eg eri samdur í, at vit
noyðast at repa seglini og
at minni kann verða gjørt í
komandi tíðunum, segði
Hans J. Lamhauge. — Vit
mugu bara véna, at tað ikki
verður so ringt, at fólkið
ikki verður búgvandi her.
Borgarstjórin síðstu ár-
ini, Hans Tausen Olsen,
tók eisini orðið á fundin-
um:
- Alt ov nógvar ílegur
vórðu settar í gongd, og alt
ov nógv varð lænt Hetta
sóu menn ikki fyrr enn í
1989, tá tað kom til sjónd-
ar, hvønn veg tað bar. Ser-
liga frá 1985 og frameftir
varð ov nógv sett í gongd,
segði hann. — Hetta sigi eg
ikki fyri at seta niður á
nakran, tí eg havi sjálvur
verið við í tí og havi sjálv-
ur sitið í býráðnum hesi
árini. Eg vil fegin sjálvur
vera við til at bóta um tað.
Býráðsformaðurin Ják-
up Lamhauge endaði hetta
orðaskifti við at sláa fast,
at tað er tann ovurstóra
lánibyrðan, ið oyðileggur
so nógv fyri roknskapin
Tann reyða lampan
lýsir longu, tá vit nú stað-
festa, at 66% av skattainn-
tøkuni fara til avdråtur og
rentur av lánum, segði
hann, áðrenn roknskapur-
in varð settur til atkvødu-
greiðslu.
Hann varð samtyktur
við øllom niggju atkvød-
hj.
Skeltið uttan fyri býráðshúsini í Runavík minnir um eina farna tíð Mynd: Hilmar Jan
Jákup Lam
hauge, býráðsformaður:
— Tvingandi
neyðugt at
Vit mugu bara síggja í
eyguni, at vegagerðir og
sovorðið, ið sær gott ut í
borgaranna eygum, ikki
longur kann koma upp á
tal, sum fíggjarsteðan hjá
kommununi er. Vit noyð-
ast at sigla við sera lágum
seglum, og tað er tving-
andi neyðugt, at vit skera
alt tað niður, sum enn tolir
at verða niðurskorið
Soleiðis målbar býráðs
formaðurin í Runavík, Ják
up Lamhauge, seg á fundin
um hóskveldið, tá rokn
skapunn fyri 1992 var á
skránni
Hesum fekk hann eisini
fulla undinøku fyri frá øll
um teimum, ið tóku orðið á-
fundinum. Umframt bý
rådslimimar og skrivaran
var bert Tíðindablaðið Sos-
ialurin á fundinum, so eftir
øllum at døma hugsa borg-
aramir í Runavikar Komm-
unu ikki serliga nógv um
hesi viðurskifti.
Men tað vera í síðsta enda
teir, ið koma at merkja, at
skera niður
j
ul avdrátur og lår
4% eru efur hjá kommun
rn t r ia
uni a Tæk
-ndamål
Tad er heilt givið, at 138
yvir Uj Onnur
er ov nógv brúkt tey síðstu
árini, sigur Jákup Lam
hauge í samrødu við Tid
indablaðið Sosialin
Við árslok 1988 var
kassapeningurin í komm
unum yvir 30 milliónir — í
dag er einki efur av tí. Og frå
1989 ul 1992 hevur komm
unan goldið 35,6 milliónir
burtur av lániskuldin:, 15 er
uppi á 97 milliónum í dag
Peninganýtslan hjá komm
ununi hevur snøgt sagt ver
ið alt ov høg hesi síðstu ár
ini
bj.
KVÍVÍKAR KOMMUNA
Dagroktarmamma
søkist til at byrja 1. sept.
Nærn um starvið fæst at vita frá leið-
aranum, ringið
Tlf. 21 263