Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 1993síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða4 Nr 162—28. AUGUST 1993 Karen Stærmose, produsari á TVA: Feroyingur skipar tíðindasendingina Eini 25 ymisk evni verða vidgjørd í donsku TV-avisen í DR hvort kvold. Karen Stærmose er millum tey, sum hava ábyrgdina av, at alt gongur rætt fyri seg Situr tú í stovu saman við eldri fólki - kanska serliga í Norðoyggjum, og hyggur at sjónvarpsteksunum, tá sendingin er av, eitt nú TV Aktuelt frá Danmarks Rad- 10, so kennast fleiri við navnið Stærmose. Tað er Karen Stærmose, producari í DR, sum varð borin í heim í Klaksvík fyri S1 árum síðan. Í brennideplinum í DR Karen Stærmose situr í brennideplinum í DR, har TV-avisen og aðrar aktu- ellar og politiskar sendingar verða gjørdar. Hesar krevja ofta serliga nógv av starvsfólkunum, tí skotbráðið er stutt og tíð- indini, sum koma inn, skuldu avgreiðast í skundi. Karen Stærmose er dóttir relenu Enniberg og Vagn Stærmose, lækna sála, sum var úr Nyborg á Fjóni. Pápin var lækni í Klaks- vík undir seinna heimsbar- daga. Har hitti hann Helenu og tey giftust í 1941 og fingu dóttrina Karen. Stærmose, lækni, kom á fyrsta sinni til Klaksvíkar at arbeiða á sjúkrahúsinum har í 1934. Hann fór aftur til Danmarkar, men kom aftur til Føroya stutt fyri, at annar heimsbardagi brast á. Stærmose, lækni var væl umtóktur í Klaksvík, men heilsan fór tíðliga at bila, og í 1949 doyði Stærmose, bert 39 ára gamal. Tað hoyrist ikki á tosing- arlagnum at Karen Stær- mose hevur búð og virkað í Danmark síðani 1960. Tá fór hon niður at útbúgva seg, eftir at hon hevði tikið studentsprógv í Havn. - Eg tosi bert føroyskt við mammu mína, sum eisini býr á Sælandi. Vit tosa sam- an í telefon hvgnn dag, men tað er einasta fólk eg tosi føroyskt vid um dagarnar, sigur Karen Stærmose bros- andi. Á Læraraskúla Upprunaliga fór hon at lesa til lækna, men bert tvey år seinni gavst hon. Karen Stærmose: - Tað var rættiliga skjótt, ateg var greið yvir at henda útbúgv- ingin var Ov drúgv fyri meg. Eg fór tí undir at útbúgva meg til læknaskrivara með- ani eg gekk á universiteti- num, og arbeiddi í hesum Síarvi í eini fýra ár. Karen Stærmose: - Mitt starvseki á TVA í Dan marks Radio er at hava ábyrgdina fyri tí tekniska í sendingunum, og at siga øllum í sendirúminum frá tí, sum fer fram í tíðinda sendingini, so hvert sum frálíður - Seinni fór eg á Lærara- skúla á kvøldskula í Keyp- mannahavn, meðan eg ar- beiddi sum læknaskrivari um dagin. Eg var liðug við læraraútbúgvingina í 1968, og fekk starv sum floks- lærari hjá 1. flokki í Keyp- mannahavn. - Tað var strævið, tí tað vóru heili 38 børn í flokk- inum, og eg fór tí undir at kanna møguleikarnar at fáa annað arbeiði enn einaferð. Skrivaði tíðindhandrit fyri upplesarar Í TVA - Tá var eitt hálvt starv lýst leyst á skrivstovu í DR, har vit Ld. skrivaðu handritini fyri upplesamar í TV- avísini. Har var eg nøkur år, men seinni í 1976 fekk eg starv sum produsara- hjálp- arfólk, og síðani 1981 havi eg arbeitt sum produsari burturav á TV -ávísini. - Hvat fevnir arbeiðið sum produsari um? - Tað er at leggja arbeiðið til rættis hvønn dag á TVA, taka lut í redaktónsfundum og at syrgja fyri tí teknisku síðuni av sjálvari sending- ini, tá hon verður send. Tíðindablaðið ÆSEM Tað er mín uppgáva a týsta á teir réttu knappar nar, og syrgja fyri at journa listar 0.0. fólk í sendinimi num fáa boð um hvat er næst á skránni, í hverji rød teirra innslag er, hvussu nógv tíð er ul at taka 0.s.fr - Tá sendingin fer út, hava tey arbeitt allan dagin í nóg - vum bólkum uttan fyri sjón varpshúsið, har journalistar og upptøkufélk eru umboð- að. - Seinnnapartin og út á kveldið koma tey aftur, og tá verða innsløgini klipt til og ein åvis raðfylgja verður gjørd fyri hvørt evni. Tilsamans eru eini 30 fólk um hesar sendingar vanlig- ar dagar. - Alt gongur við rúkandi ferð, og tá vit skulu hava gesur við í sendingunum, sum eru beinleiðis, koma hesir ikki fyrr enn fimm minuttir áðrenn tey skulu fram á skíggjan, og tá skulu tey eisini í smyrslstovuna. - Skal eg siga tað stutt hvat mítt arbeidsøki er, so er tað at hava ábyrgd fyri tí tekniska í sendingunum, og at siga øllum frå tí, sum fer fram í tíðindasendingini so hvert sum hon verður send. Góð viðurskifti hjá ymsu fakbólkunum Hóast nógv starvsfólk eru farin á aðrar sjón varpssteðir at arbeiða og onnur eru flutt á TV2, so hevur Karen Stærmose ongar ætlanir um at flyta í annað starv. - Mær dámar væl hetta ar- beiðið, og tað er stuttligt at arbeiða í DR, hóast vit ofta eru ósamd um virkisøki og fakmark. - Her eru eisini 4000 starvsfólk, og nógv fakfeløg eru her, sum áseta, hvat júst teirra limir kunnu átaka sær DR er gamal stovnur í mun til TV2, sum er skipað á annan hátt. Vit kunnu ikki bert biðja fólk koma til ar- beiðis í tíð og ótíð. Her verða reglumar ná- greiniliga hildnar, og tað er hetta sum hevur ført til 6- nøgd hjá summum. - Reglurnar eru tó gjørdar fyri at verja starvsfólkini, og hóast tær mangan eru torførar at arbeiða við, so haldi eg kortini at vunnin rættindi og fastar reglur í longdini eru gagnligar bæði fyri stovn og starvsfólk, sig- ur Karen Stærmose. Dagny Karen Stærmose í hugnaligu stovu síni, sum ber bod um , at hon er úr Føroyum. Standmyndina hevur Janus Kamban gjørt av Kareni, tå hon var fyra åra gomul