Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Jenis rakti seymin á høvdið MILLUM mongu viðmerkingarnar eftir samráðingar- nar í Danmark herfyri hava eisini verið tær hjá ting- manni Miðfloksins, Jenis av Rana. Eftir okkara tykki rakti hann seymin á høvdið, tá hann segði sína hugsan um samráðingarnar. Danska stjórnin hevur kunnað gjørt sær dælt av, um man kann siga tað so, hvussu góður føroyski búskapurin er í løtuni og setir út frá tí føroyingum stólin fyri hurðina. Hon vil ikki ganga við til longri skiftistíð enn 4-5 ár. Forsætis- ráðharrin brúkar m.a. stóra yvirskotið hjá lands- kassanum sum grundgeving. Tá føroyingar hava ráð til at leggja til síðis tað, sum svarar til 60 milliardir hjá eini danskari stjórn, so hava vit eisini ráð til at klára eina stutta skiftistíð. POENGIÐ hjá Jenisi var og er, at landsstýrið, við at binda fyri landskassan og leggja sektina á, at stórur partur av samfelagnum koyrir út av tromini, í veru- leikanum hevur sett fót fyri sær sjálvum og øllum tosi um sjálvstýri ella fullveldi. Tingmaðurin gjørdi sum eisini rætt er vart við tað høpisleysa í fíggjar- politikk-inum, sum hevur til endamál at fylla kassan upp til komandi fullveldi, líka mikið, hvussu so sjúkr- ahúsverk, almannaverk, strandferðsla og aðrir týð- andi almennir stovnar klára seg og sínar uppgávur. FORMAÐUR Tjóðveldisfloksins sigur, at varni fíggj- arpolitikkur hevur ikki nakað beinleiðis við fullveldið at gera. Tí eru vit ikki samdir í. At seta allar kreftir inn uppá at spara og spinka til fullveldið hevur sjálvandi við sær, at verandi almennir stovnar so sum sjúkrahúsverkið, ið longu eru niðurpíndir, ong- antíð koma at liva upp til tað, sum vit annars fegin lata okkara skattapengar til. Nakað annað er, og eingin er ósamdur við landsstýrið um, at tað er rætt at leggja upp fyri til verri tíðir og leggja seg eftir at hava eitt yvirskot. Men tað órímuliga í hesum er, at henda kúvendingin í fíggjarpolitikkinum gongur alt ov skjótt fyri seg. Og grundin til at hon skal gera tað, er fullveldið. Her koma við til kjarnan: at tingini ganga alt ov skjótt, og at samfelagshjólini bráddliga skulu mæla í eini ferð, sum passar inn í fullveldis- politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum. ANTIN tú velur størri sjálvstýri ella fullveldi her og nú, so hevur eingin politiskur flokkur loyvi til at neyð- taka eitt samfelag á slíkan hátt, sum eisini fyrrverandi løgmaður Atli Dam viðmerkti í blaðnum herfyri. Stórar og kollveltandi samfelagsbroytingar sum hesar mugu hava sína tíð. Fólkið má sleppa at sodna tær og umhugsa tær. Øll lið í samfelagnum mugu sleppa at geara seg inn til nýggju tíðina. Og hetta kann rætt og slætt ikki lata seg gera við rakettferð. Tað má ein skipað og stigvís gongd til skal hetta kunna hava við sær minst møguligt av negativum árinum. Tað er hetta, sum nú er við at ganga upp fyri fólkafloksfólki og ikki minst sjálvstýrisfólki, tað fer at merkja lands- fund Sjálvstýrisfloksins. Ein flokkur, sum altíð hevur vilja verið ímyndin av stig fyri stig politikki og sum hevur viljað farið hóvliga fram lat seg neyðtaka av Tjóðveldisrisanum. Ella rættari - ávís sjálvstýrisfólk hava lagt kropp til hesa neyðtøku - ikki baklandið - ikki grasrøturnar, sum nú tala harðliga at. Eitt nú í blaðnum í dag. Aftur til stig fyri stig politikkin hoyrast herrópini frá tí unga ættarliðnum av sjálvstýrisfólki. Spurningurin er bara um tíð til at hetta eisini fer at hoyrast frá fólkafloksfólki um alt landið. Formaður teirra hevur latið seg draga so langt út á djúpt vatn av Tjóðveldisflokkinum, at hann nú hevur ilt við at fóta sær aftur. Vendingar sum breið semja, lad os nu se ol. hava nú í langa tíð dult og fjalt, hvat løgmaður og formaður Fólkafloksins veruliga vil. Men hann veit innast inni, hvat hansara bakland vil, og tað er stig fyri stig sjálvstýri. Nakað, sum eisini Javnaðarflokkurin ynskir og vil. Lesarabrøv: Prisen for selvstyre! Den danske regering holder fast ved en overgangsord- ning på 3-4 år. Landsstyret ønsker en nedtrapning af rigsudgifter- ne efter 15-20 år. Der er langt mellem par- terne. Hvis rigsudgifterne falder for hurtigt, bliver det nød- vendigt med store besparel- ser dvs. der sker en forhø- jelse af skatter og afgifter. Efterspørgelsen efter ar- bejdskraft mindskes, det vil skabe arbejdsløshed og medføre at folk flytter ud af landet. Men andre ord, det bliver os, den almindelige løn- modtager, der kommer til at betale for landsstyrets am- bitioner. Vil vi det!!! Jeg har absolut ingen ønsker om at blive pålagt yderligere besparelser, efter min mening er både skatter og afgifter høje nok. Venlig hilsen Doris Rasmussen Trongisvágur Nú sunnudagin var val- borgsmessuaftan, tí 1. mei er valborgsmessa. Tvey eru tí ár runnin síðan tað minn- iliga val, har føroyingar sóp- aðu burtur tær myrkursins kreftur, sum í øldir hava forðað okkum í at fáa fólk- aræði í landi okkara. Vit valdu ein nýggjan løgtings- meiriluta, sum vil at alt ræði yvir landi okkara skal vera hjá tí føroyska fólkinum, og at vit skulu fara úr tí ríki, sum vit higartil hava verið í, og sum síðan 1450 hevur verið í ríkjasambandi við tað danska ríkið. Ikki kann sigast annað, enn at nógv er hent hesi bæði árini. Sjálvandi hevur landsstýri okkara samráðst við donsku stjórnina um hetta mál, og hava hesar samráðingar víst, at danska stjórnin ikki er fegin um at lata okkum fara. Hetta hevur hon helst sínar góðu grundir til, og fyri okkum er tað ser- liga áhugavert av tí at tað prógvar fyri okkum, at vit helst hava størri virði enn vit vanliga hugsa um. Men tað mest áhugaverda er tó at síggja ta broyting, sum henda nýggja støðan hevur elvt til í tí føroysku andstøðuni. Andstøðuflokkarnir eru teir, sum í veruleikanum hava havt valdið í Føroyum síðan 1906. Tað sum hevur givið teimum valdið hevur ikki verið teirra dugnaskap- ur, tí ikki kann sigast at teir hava prógvað at teir hava dugað at bygt upp eitt sam- felag, sum hevur givið livi- lig kor og tryggleika fyri tað uppvaksandi ættarliðið. Hin vegin hava vit sæð húsa- gangir í vinnulívinum og hópflyting av landinum av okkara uppvaksandi ættar- liði. Kollin á hesum oyð- ingarverki sóu vit fyrst í nittiárunum, tá øll tann ar- móðsskipan, hesir flokkar høvdu bygt upp, fór á heys- in við ræðuligum avleiðing- um fyri alt okkara samfelag. Men núverandi andstøð- uflokkarnir hava havt meir- ilutan í Føroyum einum fyri at takka, og tað er tí danska statinum, sum á hvørjum ári er komin teimum til hjálpar við almennum veitingum, so teir hava kunnað játtað almennan pening uttan at krevja at veljararnir fyrst skulu gjalda hesar upp- hæddir í skatti. Er hetta ikki genialt? Hugsa sær til at sleppa at brúka pengar uttan at hava Tvey ára minni stríðið av at fáa teir til vega! Men tíverri hava vit í bú- skaparfrøðini eitt hugtak, sum eitur: Tað er einki, ið eitur ein ókeypis morgun- matur. Tað sum nú kemur fram, er at núverandi andstøðu- flokkarnir hava latið donsku stjórnini nakað afturfyri tann meiriluta, sum danski stuðulin hevur útvegað teimum í Føroyum. Hetta hevur verið dønum so virð- ismikið, at teir nú, føroyska landsstýrið bjóðar sær til at sleppa dønum frá at gjalda hesar pengar, opinlýst forð- ar tí í hesum verki. So mikið hava vit longu funnið út av eftir tveimum árum, og tí er tað, at ein skjótt vaksandi meiriluti í Føroyum tekur undir við landsstýrinum í tess poli- tikki um at vit sjálvi skulu hava fult vald í landi okkara. Zakarias Wang, 30. apríl 2000 Væleydnaður skemtileikur í Sólarmagni Tað er ikki á hvørjum degi at høvi býðst at síggja sjónleik á Velbastað. Tað er so lætt at lata alt fara fram í Havn, held- ur enn at síggja til, at okkurt verður gjørt í heimbygdini av bygdafólkunum. Bæði vansar og fyrimunir eru hjá einari bygd at liggja einans hana- gleiv frá høvuðsstaðnum. Henda støða hevur ikki bara verið fremjandi fyri tað sindr- ið av samankomingum, ið eyðkendi bygdalívið heiman fyri Reynið fyri o.u. einum mansaldri síðan. Tí er ikki minni enn talan um eina stórhending at sjón- leikur, aftan á ein steðg í eini hálvthundrað ár, aftur verður spældur í Sólarmagni. 2. páskadag var skemtileik- urin “Gift teg” eftir norska høvundan Torvald Tu, frum- sýndur fyri fullum húsi. Tað, at felagshúsið ikki er serliga stórt — rúmar eini 40 fólk til hvørja sýning — gevur eina heilt serliga uppliving av nær- leika. Nakað, sum tú vanliga ikki upplivir í teimum størru leikhølunum í høvuðsstað- num. Longu karmurin — húsini og rúmi, har leikað verður — seta sínar heilt av- gjørdu avmarkingar til upp- setingina av leikinum, og tí var tað júst leikurin “Gift teg”, ið ungu stigtakararnir av Velbastað valdu at fara í holt við. Við góðari hjálp frá trim- um royndum leikarum úr Nólsoy og Havn var farið undir at venja leikin, beint eftir føstulávint. Samstundis hevur verið arbeitt við at fáa pallin upp á pláss. Og sigast má, at tað er eitt stórt avrik, ið hesir sjey ungu og evna- ríku leikarar, her hava greitt úr hondum. Tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa alt tað handaliga, sum slíkt arbeiði krevur, at ganga upp. Tíbetur hava feløg, fyritøkur og ein- staklingar verið sinnað at veita teimum eina hjálpandi hond, bæði við ráðgeving, leiðbeining, handaligari hjálp og fíggjarligum stuðli. Ser- liga er vert at nevna MáF, Havnar Sjónleikarfelag, Balslev og Ungmannafelagið Royndina í Nólsoy. Gift teg er ein skemtileikur av tí góða, gamla slagnum, frá teirri tíðini, tá ið tað ráddi um at giftast við tí rætta/ røttu. Hann fer fram í tí gamla bóndasamfelagnum, sum var fyri o.u. 50-100 ár- um síðan, og hóast Velbastað kann sigast at vera “bónda- bygd” burturav, tann dag í dag, er neyvan nøkur grund til at halda, at giftarmálini verða sett í verk sum í hesum skemtileiki. Men hetta er heldur ikki so umráðandi. Harímóti er talan um eina góða søgu, ið sum frá líður kann tykjast torskild og fløkj- alig, men ikki er tað kortini. Spælið er lætt og ekta. Tey fimm korterini, leikurin varir, flúgva avstað. Hóast leikurin er av tí gamla slagnum, hevur tað hepnast leikstjóranum væl at fáa naka av tí nýggja málburðinum við, og soleiðis fáa skemti at sita. Tó at leik- ararnir eru ungir, er hetta eingin forðan fyri at skilja stóra aldursmunin á persón- unum í leikinum. Sjálvsagt er ikki lætt hjá einari 19 ára gamlari ungmoy at spæla leiklutin sum eldri einkja. Men við smyrsli og hóskandi leikbúnum ber væl til at minka um munin. Hóast onkur av leikarunum skaraði framúr, kann sigast øllum til rós, at teir megnaðu væl at halda leikinum saman og geva honum ta natúrligu gongd, sum er neyðug og av- gerandi fyri ein lættan leik, sum hendan. Leikararnir hava tikið hvør sín leiklut í fullum álvara og eru farnir undir uppgávuna við stórum dirvi og eldhuga. Leikararnir hava víst, at væl ber til at spæla sjónleik, hóast trongar karmar, bæði tá talan er um leikpall og leikaratilfeingi á staðnum. Eingin orsøk er at setast aftur. Leikararnir eru Eva Brekk- stein, Amalia Danielsen, Beinta Jacobsen og Hanna Jacobsen av Velbastað, Hall- ur Hjalgrímsson úr Havn og Nicolaj Falck og Aksel Sig- mund Joensen úr Nólsoy. Leikstjóri er Eva Brekkstein og Sverri Egholm hevur ráð- givið. Leikurin verður sýndur aft- ur í Sólarmagni á Velbastað leygardagin 29. og sunnudag- in 30. apríl, báðar dagarnar kl. 17 og 19.30. Leygardagin 6. mai verður leikurin spæld- ur í Royndarhúsinum í Nóls- oy. Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 220296. John Dalsgarð DAGFINN OLSEN Landsfundur Sjálvstýris- floksins er um vikuskiftið. Ein, ið fegnast um ábend- ingarnar um, at í fullveld- ismálinum verður lagt á var- ligari bógv, er formaðurin í Norðoya Sjálvstýrisfelag, Jan Asbjørnson Joensen. Hann metir, at tað kann ikki koma óvart á nakran, um farið verður varligari til verka í fullveldisætlanini, tí hetta samsvarar betri við stevnuskrá Sjálvstýrisfloks- ins. Ikki búgvin At flokkurin hevur fingið vánalig úrslit í seinastu velj- arakanningunum kundi bent á, at sjálvstýrisveljarar eru ikki samdir um førda pol- itikkin hjá samgonguni. Jan A. Joensen avvísir ikki, at so er og at neyvan øll sjálv- stýrisfólk eru glað fyri førda samgongupolitikkin. - Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum, so er spurn- ingurin, um ein lítil meiri- luti skal hava loyvi til at kroysta nakað niður yvir hina helvtina, hvat livifóti- num viðvíkir, sigur Jan As- bjørnson Joensen, sum eis- ini ivast stórliga í, um vit fólkaræðisliga og fyrisiting- arliga eru búgving til tað, ið fullveldisætlanin leggur upp til. Hann metir, at hyggur ein at føroyska umsitingarliga skrivstovuveldinum, so verður kappast um at gerast størst, men í dygd er eingin kapping at hóma. Umhugsa kósina - Eg meti, at rættast er at finna aftur til stig fyri stig politikkin. Vit eiga at byrja at gera fullveldi her heima á landi og ikki í Danmark, metir formaðurin í Norðoya Sjálvstýrisfelag, Jan As- bjørnson Joensen, undan landsfundi Sjálvstýrisfloks- ins. - Eg eri samdur í, at vit eiga at stremba eftir sjálv- stýri, men havi varhugan av, at landsstýrið hevur ov stór- an skund. Sjálvstýrisflokk- urin miðar eftir sjálvstýri, bygt á haldgóða grund og við skilagóðum loysnum her á landi, sigur Jan As- bjørnson Joensen. Aftur til stig politikkin Ikki øll sjálvstýrisáhugað eru samd við førda samgongupolitikkinum. For- maðurin í Norðoya Sjálvstýrisfelag metir í øllum førum, at rættast er at venda aftur til stig fyri stig politikk, og er Helena Dam á Neystabø við at finna aftur á hesa kós, heilsar hann henni vælkomnari - Eru veljarakanningarnar orsøk til, at meiningarnar hjá landstýrispolitikarum tiðna og blotna, so er hetta vælkomið. Ein eigur ikki at broyta meining eftir veljar- akanningum, men slíkar kanningar kunnu benda á, um neyðugt er at umhugsa kósina. Um Helena Dam á Neystabø umhugsar sína støðu og finnur aftur á kós- ina, so er tað vælkomið, heldur Jan Asbjørnson Jo- ensen í samband við, at løg- maður og Helena Dam á Neystabø eru komin við heldur varisligari úttalilsum seinastu tíðina viðvíkjandi fullveldisætlanini. Jan Asbjørnson Joensen metir vera gott, at Sjálvstýr- isflokkurin setti sum krav, at fólkið skuldi atkvøða um endaliga uppskotið, sum spyrst burtur úr samráðing- unum millum Føroyar og Danmark, men hann vónar ikki, at landsstýrið hevur so stóran skund, at tað fer at beina fyri øllum framstigum á sjálvstýrisleið. Hetta, um fólkið vrakar uppskotið. Sjálvur ivast Jan Asbjørn- son Joensen ikki í undan landsfundi Sjálvstýrisfloks- ins, at rættast er at finna aftur til stig fyri stig poli- tikkin. Á aðalfundinum hjá Meg- infelag áhugaleikara Før- oya herfyri stóðu hesi fyri vali: Poulina Jensen úr Fívli í Sundalagnum, Hilmar Jo- ensen úr Royndini úr Nóls- oy og Heiðrún Hansen úr Samljóði í Skopun. Poul- ina, sum hevur sitið í nevndini síðani 1994 og verið formaður í MáF sein- astu tvey árini, bar seg und- an afturvali. Fyri hana varð valdur Svend Højgaard á Skála úr Stranda Sjónleik- afelag. Hinir nevndarlimir- nir eru Jógvan Ravnsfjall og Sverri Egholm úr ávík- avist Klaksvíkar og Havnar Sjónleikarafelag. Nevndin hevur nú skipað seg við Hilmari Joensen sum formanni, Sverra Eg- holm næstformanni og Jógvani Ravnsfjall sum kassameistara. Á aðalfundinum søktu trý feløg um limaskap í MáF: Ungmannafelagið „Sólarmagn“ av Velbastað, „Spírar“ og Dramaverk- staðið við Hjørdis Johan- sen, bæði úr Havn. Sostatt eru nú 18 limafeløg í MáF. Hilmar Joensen í Nólsoy er formaður í MáF Hilmar formaður í MáF - Eg eri samdur í, at vit eiga at stremba eftir sjálv- stýri, men havi varhugan av, at landsstýrið hevur ov stóran skund, sigur Jan A. Joensen, formaður í Norð- oya Sjálvstýrisfelag Mynd: Jens Kristian Vang