Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Donsk bløð: Harða linjan heldur fram Donsku bløðini eru samd um, at landsstýrið ikki fekk bloytt donsku stjórnina undir samráðingarfundinum hósdagin, hóast samráðingarandin nú var betur JOHN JOHANNESSEN Eftir annað umfar av sam- ráðingunum um ríkisrættar- ligu støðu Føroya meta donsk bløð, at stóra trýstið í samráðingunum enn liggur á landsstýrinum, sum í veruleikanum ikki fekk nakað ítøkiligt úrslit burtur úr fundinum týsdagin. Høvuðsynski føroyinga um eina skiftistíð á 15 ár varð skúgvað til viks. Men kortini var tað ein fegin løg- maður, ið vísti seg á tíðinda- fundinum í speglsalinum eftir samráðingarnar. Hetta halda donsku bløð- ini hevur sína orsøk. Mill- um annað skrivar Berling- ske Tidende í einari tíðinda- analysu mikudagin, at tað væl kann hugsast, at løg- maður sýntist so fegin fyri at vinna meiriluta fyri full- veldisætlanini í Føroyum millum teirra, ið ivast í ætl- anum landsstýrisins. Berlingske Tidende sigur, at landsstýrið møguliga hevði stúrt fyri, at annar samráðingarfundurin fór at enda í ruðulleika, eins og tann fyrri. Eisini heldur blaðið, at optimistisku sign- alini framman fyri teimum mongu upptøkutólunum í forsætismálaráðnum møgu- liga vóru politiskt neyðug fyri landsstýrið, um tað skal vinna meiriluta í Føroyum fyri síni merkissøk. Trupult fyri landsstýrið Landsstýrið ynskir at fáa ein sáttmála um frælsan felags- skap millum Danmark og Føroyar meðan danska stjórnin hellir tann vegin, at fullveldi merkir ein verulig uppgerð millum londini bæði. Somuleiðis ynskir landsstýrið, at danir skulu umsita ymsik málsøki fyri føroyingar. Hetta er stjórnin sinnað at gera, men føroy- ingar skulu gjalda fyri tað. Tískil metir Berlingske Tidende, at løgmaður hevur ein forkláringstrupulleika. Hann skal sannføra tey, sum ivast í fullveldisætlanini, hvussu ein avgjørd frástøða frá donsku stjórnini til før- oyska høvuðsynski um góða búskaparliga skiftistíð kann styrkja trúnna upp á eitt burðardygt samfelag eftir loysingina. Eisini vísir blaðið á, at danska stjórnin hevur víst aftur krøvunum um, at før- oyingar og danir skulu varð- veita síni felags rættindi hvør hjá øðrum. Føroyingar skulu ikki hava ørðvísi rætt- indi enn sviar ella norð- menn. Flyta til Danmarkar Ekstrablaðið er enn harð- rendari móti landsstýrinum. Í týsdagsútgávuni stendur við stórari yvirskrift »Selv- stændig - men på dansk socialhjælp«. Í greinini stendur, at føroyingar fegnir ynskja at gerast sjálvstøð- ugur, men at teir samstundis ynskja at varðveita drotn- ingina og donsku almanna- hjálpina. Blaðið sipar við hesum til, at um Føroyar fáa full- veli og varðveita somu rætt- indi í Danmark, sum teir nú hava, er vandi fyri, at før- oyingar fara at flyta til Dan- markar í hópatali, lækkar livistøðið. Popoulistisk ætlan Oddgreinin í hósdagsútgáv- uni av Politikken viðgerð eisini fullveldisætlanina. Hon skírir millum annað fullveldisætlanina at vera populistiska, tá landsstýrið heldur fast um, at full- veldissamráðingarnar skulu vera lidnar áðrenn septemb- er mánað. Eisini vísir oddagreinin á, at ætlan landsstýrisins als ikki leggur upp til at fáa avklárað viðurskiftini mill- um Føroyar og Danmark, eins og landsstýrið førir fram. Tvørturímóti heldur blaðið, at hugskotið um fult politiskt sjálvræði, sum skal umsitast av donskum em- bætismonnum, dómarum og øðrum, júst leggur upp til trupulleikar. Orsøkina til hetta heldur blaðið vera, at sjálvstýris- ynski føroyinga ríða á einari aldu eftir bankamálið. Uttanlandsnevndin kunnað Fyrrapartin í gjár hevði landsstýrið fund við uttan- landsnevndina, har tað kunnaði hana um ríkisrætt- arligu samráðingarnar í danska forsætismálaráðnum seinasta týsdag. Sosialurin frætti frá lim- um í uttanlandsnevndini áðrenn døgurða í gjár, at teir ikki hava fingið sørt meira at vita á kunnandi fundi- num, enn tað, komið er fram í fjølmiðlunum undir og eft- ir samráðingarnar. Fundurin fyribils avbrotin á middegi í gjár, orsakað av, at tingfundur skuldi vera seinnapartin. Ætlanin var tó at taka fundin upp aftur, tá tingfundurin var liðugur. Donsk bløð halda ikki, at landsstýrið fekk nakað serligt burtur úr øðrum umfari av ríkisrættarligu samráðingunum í Kyep- mannahavn týsdagin 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Nr. 87 - 6. mai 2000 Í gjár fingu 23 fólk prógv sum familjuráð- gevarar og familjutera- peutar frá Kemplet Ins- titut og Scandinavia. Hetta er ein 3 ára eft- irútbúgving, sum er skipað við 6 vikumod- ulum um árið, tilsam- ans 900 tímar. Útbúgingin er farin fram á Tekniska Skúla í Klaksvík, har undir- vísarar frá Kempler stovninum í Danmark hava givið frálæru. Undirvísarnar hava verið Mogens A.Lund barnasálarfrøðingur/ faml.terapeutur, sum hevur skrivað bókina Konsulent, arbejde og supervision, Jesper Juul, familjuterapeutur, sum er rithøvdur til bókina Det kompetente barn, Birgit Juhl, sosi- alrágevi/familjutera- peutur, Petur Morten- sen, sálarfrøðingur/ familjuterapeutur, Mar- ianna Reenberg, sosial- ráðgevi/familjutera- peutur, Charlotte Hert- l, sálarlækni/familjuter- apeutur og Walter Kempler, sum stovnur- in er kallaður upp eftir. Vanligt hevur verið, at føroysku næmingar- nir eru farnir til Dan- markar at taka prógvið, men nú hevur Kempler stovnurin ístaðin sent lærarar til Føroya at undirvísa, og teir hava fingið innivist á Tekn- iska skúla í Klaksvík. Føroya Ungdómsráð hevur boðið umboðum fyri barna- og ung- dómsfelagsskapum til fundar í Norðurlanda- húsinum í dag klokkan 14 í sambandi við, at Nordisk Ungdoms- komité hevur fund í Havn frá 4. til 7. mai. Joachim Clausen, sum er formaður í Nor- disk Ungdomskomité, fer at greiða frá arbeið- inum hjá nevndini, og høvi verður hjá fundar- fólki at spyrja. Nordisk Ungdoms- komité er nevnd undir Norðurlendska Ráð- harraráðnum, sum m. a. ráðgevur í barna- og ungdómsmálum, og letur norðurlendskum barna- og ungdóms- samstarvi stuðul. Nevndin er mannað við limum úr øllum Norð- urlondum. Umboð fyri Føroyar er Kári Olsen, sum er aðalskrivari hjá FUR. Familju- ráðgevar- ar fingu prógv FUR skip- ar fyri ungdóms- fundi Genturnar sum skelkaðu New York Ein teimum mongu greinunum, sum føroysku genturnar stóðu seg sera væl í var hin sonevnda runaway Mynd: 3-arin Í komandi viku fara vit at hava stóra myndafrá- søgn frá ferðini hjá føroysku gentunum, sum við framúrskar- andi úrsliti lut- tóku í stórari modellkapping í New York Sum kunnugt vóru ellivu føroyskar gentur herfyri við í stórari modellkapping í New York. Hóast hetta var fyrsta ferðin, at føroyingar luttóku í kapping, og hóast føroy- ska/íslendska ferðalagið mundi teljast millum tey minstu á ferðini, so smædd- ust tær ikki burtur millum hinar 2.000 luttakararnar. Sum nevnt í blaðnum fyrr í vikuni, so vunnu føroysku genturnar hópin av steypum og heiðursmerkjum á ferð- ini, og er hetta í sjálvum sær eitt sera flott avrik. Ikki minni merkisvert var allir teir fyrispurningar, sum føroysku genturnar síðani hetta hava fingið frá fleiri av stóru altjóða mótahús- unum, sum eisini vóru um- boðaði í New York. Hvussu við framtíðini Í komandi viku fara vit í blaðnum at hava mynda- frásøgn frá ferðini hjá før- oysku gentunum. Hava gentunar longu nú fingið eina hylling á, hvussu tilveran í mótaheiminum kann vera, og hevur onkur teirra longu nú gjørt upp við seg sjálva, hvørt tær kundu hugsað sær einu tilveru í hesum serliga umhvørvi? Eitt er í øllum førum vist. Tær hava allar fingið eina risastóra uppliving, og hesum verður greitt meira frá komandi tíðina. Eisini fara vit í YNGD at hava samrøður við gentur- nar, og verður hetta tilfar at lesa komandi vikurnar. Fundur um lesiførleika Í dag klokkan 15 skipar móðurmálslærarafelagið fyri fundi í Argja Skúla um lesing og lesiførleika. Ætlanin var, at fundurin skuldi haldast 1. apríl, men vegna læraraverkfallið varð fundurin útsettur. EYÐUN KLAKSTEIN Love Bug telduvirusið, sum hevur gjørt um seg á inter- netinum seinastu tveir dag- arnar, hevur oyðilagt fyri fleiri hundrað milliónir krónur, meta serfrøðingar. Og nú jagstra Interpol og FBI upphavsmannin til vir- usið. Føroyskar fyritøkur og einstaklingar hava fingið virusið sendandi, og summi hava eisini latið fylgisskjal- ið upp, so at virusið er kom- ið í telduna hjá teimum. Vir- usin ger seg inn á Explorer- forritið, og tað skrivar út yvir ljóð- og myndafílar. Harafturat sendir tað seg sjálvt víðari til aðrar inter- netbrúkarar. Nógv eru støðini, har teldubrævið við heitinum „I love you“ hevur sent Love Bug virusið í telduskipan- ina. Parlamentini í okkara grannalondum eru rakt. Pentagon, CIA, bankar, telefuyritøkur og nógv onn- ur støð hava kent sviðan av Virusálop gjørt stóran skaða Allur internetheimurin varð í gjár álopin av einum heviligum telduvirusi, sum hevur gjørt stóran skaða virusinum, og í gjárkvøldið skrivaði Jyllands-Posturin at virusið hevði oyðilagt 20.000 myndir í teirra savni. Fyritøkan Trend Micro, sum fæst við teldutrygd, metti í gjár, at 1,27 milliónir teldur vóru raktar av virus- inum higartil. Broytti navn Serfrøðingar mettu í gjár, at virusið fór at broyta navn til „Joke“ í gjár, og tí mugu fólk eisini verða varðin, um tey fáa teldubræv við hesum heitinum. Vandin er ikki av enn, og næstu dagarnar kann virusið fara at gera um seg undir øðrum nøvnum. Umráðandi er, at fólk ikki lata fylgisskjøl upp, men beina teldubrøvini burtur. So leingi sum fylgisskjalið ikki verður latið upp, verður teldan ikki smittað. Love Bug virusið verður mett at verða vandamiklari enn tað tiltikna Melissa vir- usið, sum gjørdi um seg í fjør. Interpol og FBI jagstra nú upphavsmannin til virusið, og í løtuni fara kanningar fram í Manilla, har ein int- ernetútbjóðari heldur, at vir- usið er sent út frá tveimum av teirra teldupost adress- um. Tað ber til at verja seg móti virusinum við at nýta virusverju, og nú ber eisini til at fáa eina skipan, sum verjir telduna í móti Love Bug virusinum. Hendan verjan kann takast niður av internetinum. fyrsta innleiðandi umfarið skal vera í Vágum 13. mai. Kappingin endar við eini finalu í Havn eina ferð í juni mánaði. Vinnarin av kappingin fær eina trivaliga peninga- upphædd sum vinning, um- framt at royndir siga, at vinnarin ofta sleppur at royna seg bæði á palli og á útgávum. Tveir teir seinastu vinn- ararnir av Songrødd kapp- ingini teljast í dag millum fremstu songkvinnurnar í landinum. Tær eru Eivør Pálsdóttir og Arnfríð Lüt- zen, sum hava verið nógv frammi seinastu tvey árini. Í ár verður eisini pláss fyri gentu- ella mannfólkabólk- um og tað ger, at Songrødd kappingin ikki verður ein útilokandi solistkapping. Í Yngd komandi mikudag verður meira at frætta um Songrødd kappingina. ek Aftur at kappast um at syngja Nú verður aftur skipað fyri kappingini Ársins song- rødd. Hendan kappingin hevur verið afturvendandi í næst- an 20 ár, og í ár verður aftur skipað fyri hesi kapping. Fyrireikararnir ætla, at Arnfríð Lützen er ein av vinnarunum seinastu árini