Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Nr. 87 - 6. mai 2000 JAN MÜLLER Nú um dagarnar vitjaði nýggi bretski sendiharrin í Danmark, Philip Astley í Føroyum fyri fyrstu ferð. Undir vitjanini nýttu hann og sendiharrafrúan, sum er donsk, høvi at vitja í Tinga- nesi, har tey hittu løgmann og varaløgmann. Her var m.a. spurningurin um fram- tíðarstøðu Føroya á skránni. Eisini gekk leiðin niðan til Ríkisumboðið umframt at vitjað varð hjá stovnum o.ø. eitt nú Oljumálastýrinum. Nettupp Oljumálastýrið hevði ein serstakan áhuga fyri sendiharran, tí hann sær fyri sær stórar møguleikar fyri øktum samtarvi millum Føroyar og Bretland á olju- økinum. -Vit hava drúgvar royndir á hesum økinum, og eg haldi tað, at føroyskar og bretskar fyritøkur eiga at tosa saman um, hvat kundi verið samarbeitt um sigur Philip Astley, sum er sera fegin um, at marknaavtalan kom uppá pláss. Hann held- ur, at nettupp henda avtalan er lykilin til at menna sam- vinnuna landanna millum. -Eg komi til Føroya við einum ynski frá fyritøkum í míni landi, sum hava arbeitt í oljuvinnuni í mong mong ár. Hesar fyritøkur vilja fegnar arbeiða saman við føroyingum. Tað er heldur ikki av tilvild, at sendiharrin kemur til Før- oya í kjalarvørrinum á upp- latingini av BP Amoco skrivstovuni í Havn. Philip Astley sigur, at bretskir oljumyndugleikar eru eisini sinnaðir til at geva føroyingum eina hjálpandi hond, tá tað ræður um at stíla fyri arbeiðinum í sambandi við fyrstu leiting- ini á landgrunninum. Hetta er nakað, sum bretar hava drúgvar royndir í. Men talan er sjálvandi eisini um at fáa gott sam- starv við alt tað føroyska vinnulívið og samfelagið sum heild. Philip Astley heldur ann- ars, at føroyskar fyritøkur lættliga kunnu koma í samband við ikki færri enn 60.000 fyritøkur í Bretlandi við at gera brúk av eini nýggjari kunningarskipan á internetinum. Tað ber til skjótt og lætt at koma í samband við fyritøkurnar. Talan er um TradeUK, sum er ein ókeypis internettæn- asta hjá bretsku stjórnini. Internetadressan er www.tradeuk.com. Philip Astley hevur ar- beitt í uttanríkisráðnum í London seinastu 5 árini. Hann hevur annars arbeitt á sendistovum í India, Paki- stan, Eysturtýskalandi og Danmark. Hann hevur verið rætt- iliga leingi í Danmark til- samans og tí var sendiharra- starvið har eitt ynskiarbeiði. Tað telur eisini nógv, at konan Suzanne er donsk. - At tú kennir landið og málið hevur nógv at siga í einum tílíkum arbeiði vísir hann á. Undir vitjanini hjá bret- Philip Astley, sendiharrai og konan Suzanne. Mynd jan Vil nú menna samvinnuna millum Føroyar og Bretland skum ráðharra í fjør varð Anfinn Kallsberg, løgmað- ur boðin til Bretlands at vitja. Vit spurdu sendiharr- an, nær henda vitjan verður veruleiki. Til tað sigur hann, at løgmaður skal vera vælkomin, tá hann heldur rætta løtan er til slíka vitjan. Hann fekk sítt ynskistarv: Nýggi bretski sendiharrin í Danmark hevur júst vitjað í Føroyum. Bretar bjóða sær til at hjálpa føroyingum við fyrireikingunum til fyrstu oljuleit- ing á landgrunninum CANDY vaskimaskina 1000 umf. Fyrr 6.495,- NÚ 4.550,- 189 cm. Fyrr 9.195,- køli/ frystiskáp NÚ 7.795,- BLOMBERG induktiónspláta v/ rammu u/ grýtusett Fyrr 9.190,- NÚ 7.790,- BLOMBERG innb. komfýr sett Fyrr 9.180,- NÚ 7.750,- BLOMBERG uppvaskimaskina 12 pers. Fyrr 5.790,- NÚ 4.950,- Sosialurin - 311820 køliskáp 120cm. Fyrr 4.395,- NÚ 2.850,- BOSCH vaskimaskina 1000 umf. Fyrr 6.595,- NÚ 5.285,- NÚ 2.695,- FUTURUM eymhetta 60 cm. 2 trin Fyrr 1.095,- NÚ 650,- STÓRT KØKS- & HVÍTVØRUTILBOÐ STÓRT KØKS- & HVÍTVØRUTILBOÐ - upp til 38% í avsláttri - upp til 38% í avsláttri - upp til 38% í avsláttri U P P V ASK I M A S K I N UR U P P V ASK I M A S K I N UR E Y M HET T U R E Y M HET T U R Komið inn á gólvið og fáið Bláu Bók frá HTH ið tekur teg gjøgnum øll stigini í køkskeypi K Ø L I/ FR Y S T I S KÁ P K Ø L I/ FR Y S T I S KÁ P vaskimaskina 1200 umf. Fyrr 11.595,- NÚ 9.795,- THERMEX eymhetta Fyrr 3.195,- komfýrur Multi ovn Fyrr 6.395,- NÚ 5.250,- V A S K IM A S K I N U R V A S K IM A S K I N U R NÚ 9.950,- BLOMBERG pyrolysu komfýrur Fyrr 11.690,- K O M FÝR A R K O M FÝR A R Vit eru ikki komin uppí fyri at avhøvda nakran Tað hevur verið stórvask í Havnar Handverkarafel- ag. Men nýggja nevndin ætlar sær ikki í hernað ímóti teimum, sum mannaðu nevndina áðrenn, sigur nývaldi for- maðurin í Havn- ar Handverkara- felag ÁKI BERTHOLDSEN –Vit ætlað okkum ikki at avhøvda nakran. – Men tað var neyðugt at rudda út - og nú verður neyðugt at rudda upp. Tað sigur Eli Brimsvík, nývaldur formaður í Havnar Handverkarafelag. Tað hevur verið stórvask í handverkarafelagnum í Høvuðsstaðnum. Í fyrstu syftu førdi tað við sær, at allir nevndarlimirnir løgdu frá sær. Á aðalfundinum boðaði nevndin frá, at legði for- maðurin ikki frá, fór nevnd- in at gera tað. Men formaðurin var ikki at vika og hesum tóku hinir nevndarlimirnir so avleið- ingarnar av, og søgdu seg frá. Í aðru syftu førdi tað við sær, at formaðurin varð koyrdur frá. Tað hendi á einum eyka- aðalfundi seinasta viku- skiftið Sostatt eru tað nú fimm nýggir mans, sum manna nevndina í Havnar Hand- verkarafelag. Umframt for- mannin, eru teir Einar Bech, næstformaður, Jakobus Kamminga, Bjarni Peturs- son og Palli Djurhuus. Sett eina millión í oljuvinnuna Kravið um stórvask í Havn- ar Handverkarafelag kom eftir at tað varð avdúkað, at ymisk óregluligt var farið fram viðvíkjandi peninga- ligu viðurskiftunum hjá fel- agnum. Nýggi formaðurin vil ikki siga so nógv um, hvat hetta snúði seg um. Men hann váttar, at eitt, sum fráfarandi nevndin gjørdi, var at seta eina góða millión krónur í partapengum í Føroya Kol- vetni. – Tað er púra greitt, at tað hevði nevndin ikki heimild til, tað haldi eg, at vit hava fingið heilt greitt at vita. Í øllum førum er tað moralskt heilt av leið. Hann váttar eisini, at frá- farandi formaðurin hevur eisini keypt ein skutara, sum felagið nú eigur. Hvussu nógv nevndin annars visti um alt hetta, er ivasamt, men alt tað verður sjálvnadi eisini kannað. Annars vil hann ikki út- greinað, hvat hesi óreglu- ligu viðurskiftini snúgva seg um. Men hann váttar tó aft- urat, at bókhaldið hevur ver- ið í so leyðsligt. Ætla ikki at avhøvda Men Eli Brimsvík leggur Flota nýggjan bát í dag Í dag fáa vágbingar eisini at vita, hvat Stóra Pakkhús skal brúkast til ÁKI BERTHOLDSEN Í kappróðrinum í summar fara vágbingar at royna seg við einum nýggjum tíggjumannafari, sum Kaj Hammer hevur smíðað. Og klokkan trý ídag verður hesin nýggi kapp- róðrarbáturin, sum eisini eitur „Vágbingur“, flotað- ur av Garðabrúgv. Í hesum sambandi flyt- ur Jógvan Krosslá býráðs- formaður fram røðu og møguleiki verður fyri at keypa kaffi og kakur. Tá ið Vágbingur er flot- aður fer gentu- og dreingja manningin í Vági at rógva við yngri og eldri børnum. Er veðrið til vildar, verður eisini møguleiki hjá fólki at sleppa ein túr á fjørðin við vatnskutara. Opið hús Um ársskiftið keyptu seks frítíðar- og áhugafeløg í Vági „Stóra Pakkhús“, sum tað verður nevnt, á Gørðunum, til at hava ymiskt virksemi. Tey seks feløgini eru Johanna, Felagið Garða- brúgv, Grindabátafelagið, Fornminnisfelagið, Kappróðrarfelagið og Nýggjársnevndin. Kommunan stuðlaði keypinum fíggjarliga. Í næstum verður húsið umvælt, og í hesum sam- bandi, og í samband við at Vágbingur verður flot- aður, verður opið hús í Stóra Pakkhúsi leygar- dagin. Mayfinn Norðoy, arkitektur á Føroya Forn- minnissavni, hevur gjørt tekning, sum húsið í verð- ur umvælt eftir, og tær verða vístar fram í pakk- húsinum í dag. Tá verður eisini greitt frá framtíðarætlanunum við húsinum. dent á, at nýggja nevndin í Havnar Handverkarafelag ætlar sær ikki í eina herferð ímóti teirri gomlu nevndini, ella gamla formanninum. – Vit síggja tað ikki sum okkara endamál at avhøvda nakran, ella at fáa nakran partout stillaðan til svars fyri tað, sum er hent. – Men eftir at hetta var komið fram, var tað neyð- ugt at fáa nýtt fólk til. Og fremsta endamál okk- ara nú, er nú at fáa fulla greiði á viðurskiftunum. – Vit halda, at fyri at koma víðari, er tað neyðugt at greiða fløkjuna og at fáa fult yvirlit yvir støðuna. Eli Brimsvík sigur, at tí verða øll skjøl nú gjøgn- umgingin so at full greiða fæst á, hvussu støðan er, og, hvat er farið fram. – Og aftaná, at tað er fing- ið frá hondini, er okkara endamál at reka felagið so- leiðis, sum tað eigur at verða rikið. So má tíðin vísa, um nakað annað skal henda. – Men at gera sak burt- urúr er avgjørt ikki tað, sum ligggur fremst í huganum. Óstøðug viðurskifti Hetta er aðru ferð í fá ár, at øll leiðslan í Havnar Hand- verkarafelag verður skift út. Nevndin, sum sat í fleiri ár, steinsvav, og tí varð hon koyrd frá. – Fyri nøkrum árum kom so ein nýggj nevnd framat or rætt skal vera rætt: Hon hevur fingið nokk so fitt á skaftið. Eitt nú gjørdi formaðurin eitt sera gott arbeiði til frama fyri ein pensjóns- grunn, sum er eitt stórt framstig hjá limunum. Eli Brimsvík sigur, at hann tí harmast um, at tað skuldi enda soleiðis. – Men sum støðan nú varð vorðin, var onki annað at gera, uttan at fáa nýtt fólk framat, leggur hann afturat Sostatt kann staðfestast, at enn einaferð uppá heilt fá ár, hevur ein kvettlíkn- andi støða ført við sær, at heilar nevndir í Havnar Handverkarafelag eru koyrdar frá. Fyrst var tað nevndin hjá Høgna Højgaard, sum varð koyrd frá av nevndini hjá Eyðfinni Petersen fyri 3-4 árum síðani. Og nú var tað so aftur nevndin hjá Eyðfinni Pet- ersen, sum varð koyrd frá. Vit hava spurt nývalda formannin, um hann hevur nakra meting av, hví við- urskiftini í Havnar Hand- verkarafelag eru so ruðu- leikakend, afturímóti øðrum fakfeløgum, sum tykjast at verða avbera væl skipað. Hann heldur, at tað er tí, at felagið hevur ikki verið nóg væl skipað. – At vera handverkari merkir ikki, at tú hevur skil fyri fíggjarstýring, bókhaldi og fyriskipan. –Og tað haldi eg hevur verið tann stóri veikleikin hjá felagnum, at tey, sum hava havt dagliga raksturin um hendi, hava ikki havt neyðugt innlit í hesi við- urskifti. Hann sigur, at tað hevur nevndin, sum nú er, tikið avleiðingarnar av, og hevur sett ein dagligan leiðara. Dagligi leiðarin er Jo- –Okkara endamál er fyrst og fremst at fáa felagið at virka, sum tað eigur at virka og vit ætla okkum ikki æi hernað ímóti gomlu nevndini ella formann- inum. Tí er ein sak avgjørt ikki tað, sum liggur okkum fremst í huganum. – Men tað var neyð- ugt at rudda út- og nú er neyðugt at rudda upp, sigur nývaldi formaðurin í Havnar Handverkarafelag, Eli Brimsvík. hanna Hansen, sum hevur eina fortíð á skrivstovuni hjá Meistarafelagnum – Ein dagligan leiðara hava hini fakfeløgini, sum eru væl skipað og tað eiga vit eisini at hava, sigur Eli Brimsvík. Tikið annað við sær Hann sigur, at tað hevur sera stóran týdning, at tað verður friður í Havnar Hand- verkarafelag, og at við- urskiftini verða fingin í rættlag, so at felagið kann verða rikið, sum tað eigur. Hann sipar til, at felagið er eisini limur í Landsfelag Handverkaranna og har er bæði felagið í Vági og á Tvøroyri uppi í. – Vit hava ikki bara okk- um sjálvi at hugsa um. – Fór Havnar Handverk- arafelagið fyri bakka, er stórur vandi fyri, at tað hevði tikið hini bæði fel- øgini við sær í fallinum. Hann leggur afturat, at í fyrstu syftu fær nevndar- skiftið onga ávirkan á við- urskiftini við Føroya Hand- verkarafelag. – Aðalfundur í felagnum hevur meldað okkum úr Føroya Handverkarafelag. – Og tað krevst aðalfund- arsamtykt at melda okkum upp í aftur. Men sjálvandi eiga vit at hava góð við- urskifti við Føroya Hand- verkarafelag og at draga somu línu sum tey, tí vit hava felags áhugamál, sigur nývaldi formaðurin í Havn- ar Handverkarafelag.