týsdagur 31. august 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 163 — 31. AUGUST 1993
Tíðindablaðið (111)
GI var kroyst
men helt tørn
Javnleikurin ber teir týdningarmikið stig fram
moti meistaraheitinum
Gøtumenn tóku tydningar
mikið fet í toppinum, tå teir
megnaðu at koma aftur um
Skopunarfjørð við ødrum
suginum. Eingin ivi skal
vera um, at teir vóru meiri
enn væl nøgdir, tí allan 2
hålvleik trysti og trysti
heimaliðið, men Jens Mart
in og miðverjan stóð stinn
GI sýndi eisini allan 2
hálvleik og síðsta partin av
1. umfarinum, at teir duga
snildimar, sum skulu til, tå
tú ert pressaður. Deyðbólts-
støðurnar tók drúgva tíð at
fáa frá hondini. Fyri tað
fyrsta gav tað teimum luft
og fyri tað annað hevði tað
árin á sandoyingamar, sum
nýttu nógva orku at fáa
dómaran at skunda undir
hvítklæddu gølumenninar
og at leggja tid afturat.
Dómarin koyrdi ikki nak-
að serligt undir gøtumenn. Í
hvussu so er hóuti hann ikki
við korunum, sum plagar at
vera at síggja fyri lítlan
ítróttarsóma, tá drálingin er
ov týðulig. Og sandoyingar
vóru misnøgdir við, at bara
tveir minuttir vóru lagdir
Hóast málini hevdi Jens Martin ein góðan dag
Javnt leikaði á tað nógva av dystinum
afturat vanligu leiktíðini.
Klassiski brølarin
Men tað er í tíðini, bólturin
er á vellinum, at mål og stig
Skælu vinnast, og tað megn-
aði heimaliðið ikki. Eftir
steðgin áttu teir alt trýstið, tí
terra midvallarar, Piotr,
Påll og Sofus megnadu at
trysta Paula, Såmal og
Magna upp aftur longur
aftur å vøllin, enn hesir
høvdu hug til. Tað stóðst
nógv trýst á málið hjá Jens
Martini burtur úr, men bara
í einum trimum førum vóru
rættilig boð eftir G Íarunum
framman fyri málinum. Ikki
minst tå Piotr gjørdist púra
leysur í målteiginum og
smekkaði vid síðuna av.
Sandoyingar vóru vanda-
miklir í deyðbóltsstøðum,
vindurin darvaði neyvleik-
an í sendingunum, men í
uppspælinum gjørdu teir
klassíska brølaran: í staðin
fyri at halda á við at yvir-
spæla í borðunum, sum teir
m.a. gjørdu, tá teir javnaðu í
1. hálvleiki, so royndu teir
at oysa inn í brotsteigin, har
Jens Martin var sterkur, og
har Alvi og Janus væl bakk-
aðir upp av Jóan Peturi
høvdu gott tak á Torbimi og
Eli.
Málini
Oddaliðið úr Gøtu fekk hol
á, tá 26 minuttir. Petur Páll á
vinstra vongverja lyftir í
økid á veinginum. B71 verj-
an verdur undirmannad og
Bjarki roynir at takla Såmal.
Tað eydnast í fyrstu atløgu,
men Sámal fær alíkavæl
båltin við sær, dregur móti
miðásini og knallar til úr 18
metra fjarstødu. Bólturin
sigldi í netið undir
tvørtrænum, meðan Jerzy
stóð og hugdi at.
Leiðslumálið betraði upp
aftur meiri fyritreytirnar hjá
GÍ at spæla verjukent og
kanska lúra upp á snarálops-
møguleikan, tí sandoyingar
gjørdust upp aftur mein
grammir og ágangandi, og
taðeydnaðist at javna undan
steðginum: í uppspæli í
vinsuu verður GÍ verjan
yvirspæld, tá fyrst Jóan
Petur og síðani Sofus
yvirlappa. Hesin seinni
dregur langt inn í brots-
teigin, Jens Martin leypur
út, men Elektron maðurin er
nóg kaldur at bíða til landsl-
iðsmálverjin hevur tveitt
seg, so skorar hann í langa
hornið.
Knipir við fólki
Felags fyri liðini bæði er, at
tey hava stak tunnan leik
arahóp. Sandoyingarnir
megnaðu enn eina ferð at
stýra rundan um gulu kort-
ini, og tá eingin varð skadd-
ur kunnu allir meta í Gunda-
dali sunnudagin móti HB.
Verri var hjá gøtumonn-
um: Magni leikt annan
dystin í ár og fekk annað
gula kortið. Tí er hann leik-
bannaður, tá tvøråmenn
vitja í Sarpisgerði. Henning
noyddist út tíðliga í 2. hálv-
leiki, tí annar gøtumadur
hevði givið honum snudd í
lærið. Tað var ógreitt í gjár,
um hann verður tekur
sunnudagin.