Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-08-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1993síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Tey bestu verða særd av teimum smáu ØIL liðini í ovastu deildini megna at taka stig frá hvørjum øOrum Tað tódnaði millum liðini í ovara parti av 1. deild, so- leiðis at tað nú eru sjey lið við í kappingini um heið- ursmerkini. Gøtumenn greiddu javnleikin, teir fóru í Sandoynna eftir, og teir liggja í løtuni best fyri at vinna FM. Ikki bara ti teir hava eitt stig meiri enn sandoyingar á 2. plássi, men eisini ti at teir komandi vikuskiftini á pappírinum hava lættari dystir enn lið- ini, teir kappast við. Næstu kappingameytar- nir eru B71 og HB. Tey bæði liðini hittast í Gunda- dali komandi sunnudag. Megna sandoyingar ikki at vinna, so kann GI við sigri méu TB í Sarpisgerði leggja upp aftur meiri sjógv millum seg og hini liðini. Líta vit longur fram í kappingarskipanini, so tyk- ist GI havalættari dystir enn HB. Gøtumenn skulu til Fuglafirðar, meðan HB skal á Sevmýri at dystast móti TB liði, sum krevur at vinna heimadystirnar, um lívið í ovastu deildini skal bjarg- ast. B71 hevur á pappírinum lættastu dystimar, tá HB dysturin er avgreiddur. Teir skulu í næstseinasta umfar- inum á Sevmyri, men um TB tå hevur mist møgu- icikan at varðveita sessin, so verdur tad ikki so trupult hjå B71. Hinir dystirnir eru á heimavelli móti LÍF og ÍF og á út velli móu VB, sum eftir ésigurin í Gundadali móti B36 noyðist at síggja í eyguni, at atgongumerkið til kapping í fremstu rød komandi kappingarár er fokið Pengar og stig Men hóast GÍ framvegis liggur best fyri, tá tað resta tvinni umfør, so kunnu teir báðir seinastu dystirnir fara at vísa seg torførir: í næstsíðsta umfari skulu teir á Svangaskarð, og í síðsta umfarið kemur KI á vitjan í Gettu. Verður tann dysturin avgerandi, um GÍ vinnur FM ella ikki, fara teir at gráta við ødrum eyganum og grína við hinum. KÍ er einasta liðið, sum higartil í ár hevur bast gøltumonnum, og dystimir millum hesi bæði liðini eru altíð tættir. Ti vilja gøtu- menn heldur enn fegnir, at FM heitið er fingið til hóldar undan hesum dystin- um. Men hugsa teir um peningaligu síðuna av søk- ini, so er ynskiligt, at júst tann dysturin verður avger- andi fyri, hvar FM heitið skal enda. Um KI framvegis hevur møguleika tá, so koma einir 2000 klaksvíkingar um fjørdin, og tað merkir ikki minni enn 80000 krónur niður í kassan hjá GI, og tað uttan at ein króna er í útreiðslum. Fyri at fáa tær 400000 ul holdar í sam- bandi við Europa cup skal nógv strid og nakað av peningi ul. Tað er lætt at sita og avgera kappingina á pappírinum. Men tað verður á vøllunum kring landið, at dystast verður um sug og endaligar støður. Gongdin higarul hevur staðfest, at øll liðini hava møguleika mót øllum. Tað ber til at rópa summi lið fyri tey veikaru, um enn tað verður gjørt í gásar- eygum, men sannleikin er, at eingin kennir seg tryggan móti nøkrum. Tað varð staðfest nú um vikuskiftið í Fuglafirði og í Leirvík, og tað var so rudduliga staðfest í Vági næstseinasta viku- skifti. Grundarlag at broyta Óvæntaðu úrslitini eru við úlatskjaum spenningin, og tey bera eisini boð um, at tað er pláss fyri 10 feløgum í 1. deild, um vit bert hyggja at 1. deild. Trupulleikin er, at 2. deild tykist nógv veikari, enn Í. deild er. Hend sannroynd átu at fest í aftur hugsanina, um tað ikki hevði verið eina roynd vert at land niðastu liðini í 1. deild kappast við bestu liðini í 2. deild um plåssini í 1. deild komandi ár Kanska átti besta liðið í 2. deild at flutt beinleiðis upp og tað vánaligasta í 1. deild átti at flutt beinleiðis niður, men tað hevdi neyvan verið burtur við at latið næstbesta liðið í 2. deild og næst vánaligasta í 1. deild spælt um plássið í bestu deildini komandi ár. Tað hevði undir øllum umstødum verið undirhald- andi, og so hevdi tað har aftur at verið ávís trygd fyri, at tað veruliga eru 10 tey bestu liðini, sum komandi ár eiga sess í bestu deildini. Slíkt skal gerast av á fótbóltspolitiska vigvøllin- um, sum fyrst og fremst er aðalfundurin. Hann plagar at vera um ársskiftið. Og áðrenn vit koma so langt, er nógv á skránni. Í hesi vikuni skal HB royna at spæla seg í 1. umfar í Europa cup. Tað er spennandi, og so er tað landskappingin. Har taka el! liðini stig frá øllum, og tað er ikki minni spennandi! -nn- ítróttar-sosialurin — 2. deild, menn: Skála-NSI 1-2 (1-1) Hóast Skála hesaferð | fekk sanna ynskibyrjan | móti NSI við málið í | tðja minutti, so sigur tað einki um imnsatsin hjá skålamonnum hesa ferð Teir skaptu í fyrra dystinum millum Skála tjarðargrannarnar stóra sensation, tå teir í Runa vik vunnu — enntå fult uppibond. Hesaferð var einki at síggja ul sama liðið, og NSÍ átti at havt vunnið við nógv meira enn bert tí eina málinum Sum sagt legði Skála út við at skora beinan vegin, tá álop í vinsuu síðu endaði við, at mál- verjin hjá NSI fór út ímóti Magnus: Jacob- sen, ið royndi eitt skot móti málinum. Skouð endaði á stongini, og bólturin kom útaftur til Tummas Olsen, ið gav honum kós aftur mót málinum. Verjan hjá NSÍ sparkaði bóltin út frá aftur, men framman- undan hevði hann verið hálvan metur mnanfyri, so runavíkingar máttu so smoyknir út á miðjuna at geva bólun upp. Sami Tummas Olsen, ið skjeyt málið, gjørðist í hinum endanum syndar- in, tå NST javnaði í síðsta minutti av fyrra hålv- leiki. Tummas tók rætti- liga óneyðugt beinini undan Djóna W. Joen sen, ið korum neyvan hevði sloppið fram at båltinum, og dómarin kundi illa sleppa undan at dóma brotsspark til teir reyðu og gulu. Tað syrgdi Trygvi Morten- sen fyri at seta trygt i netið til 1-1. Allan fyrra hålvleik Skålamenn fingu einki gjørt við NSI hevði NST havt fullkom ið yvirlak, men hóast nógvar hálvar og heilar kjansir kom ikki hol á Skála hev ikk: eina roynd aftrat málinum og heimaliðið hevði ikki nakað, ið líkust einum kjansi Í seinna hálvleiki kom ti Skálalðið longur fram á vøllin, og sostau eydnaðist ersim at:fáa størn lut í tí, ið fór fram Uttan at hava nakran veruligan kjans, kundi Skála seta nøkur álop í gongd Tað sama gjørdi NSÍ eisini, og hóast eydnan ikki kundi sigast at vera við runavikingunum, so fingu teir tó tað eina málið, ið skuldi ul fyri at vinna dysun. Hetta mál kom eitt korter fyn tid, tá Arnfinnur Langgaarð sendi em langan bólt fram til Sverra Justinus- sen, ið gjørdist leysur Við kjansi sjálvur at skjóta, valdi hann tó at senda tvørturum ul Jack Jacobsen, ið kom storm - andi vinstrumegin, og hann loysu uppgåvuna såmiliga og smekkaði í meskarnar hjá Skála til endaligu støðuna 2-1. Runavíkingar høvdu óivað vunnið meira, um hepnið var við, men ein av heilt stóru forðingun- um var frálíki málverjin hjá Skála, Anfinn Djur- huus, 15 upptraðkaði við myndugleika framman fyri målinum, umframt at taka okkurt gott skot Besu maður hjá Skála út var annars elsu mað- ur á vøllinum, Asbjørn Mikkelsen. Hann verður 37 hósdagin, men tað sást ikki í dystinum mót NSÍ, har hann royndi at ganga undan við góðum stríðsvilja. hj. UN