Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 164 — 1. SEPTEMBER 1993 Bjarti Mohr stjóri í Føroya Fiskavirking: Feroyingar mugu læra at kannast móti útlendingum og Ikki SÍNUM egnu Føroyingar mugu til at læra, at vit í framtíðini skulu kappast móti ødrum fiski- vinnutjóðum og ikki sum nú móti okkum sjálvum. Hetta hevur eyðkent kappingina alt ov nógv, og tað er nettup innanhýsis kappingin, sum er ein høvudsorsøkin til tær nógvu óneyðugu iløgurnar, yvirkapacitetin og ta stóru skuldina. Hetta sigur stjórin í stóra móðurfelagnum Føroya Fiskavirking, Bjarti Mohr við Tíðindablaðið Sosialin. Hann er sannførdur um, at bjargingin av bankunum og saneringin av fiskavirkjunum er tað besta, sum kundi henda fyri Fóroyar og ikki minst okkara eftirkomarar. Saneringin er avgjørt eitt neyðugt tiltak heldur Bjarti Mohr. Skip og virki skylda 1,8 mia. kr. Talan er tá bert um ísfiskaflotan Renta og avdráttur av hesi upphædd er umleið 350 mill. Fiska vit 60.000 tons so fara 6 kr. pr. kilo ráfisk bert ul rentur og avdråttir. Tvs. áðrenn tú fer at tosa um útgerð, olju, manning- arhýrur, landing, ís, flaka- skering, pakking, frysting osfr. Taka vit upsa fáa vit 3.25 kr., og fyri kongafisk fáa vit S kr. kilo. Tá tað so fara 6 kr. pr. kilo til kapi- talkostnað sigur tað seg sjålvt, at vit kunnu ikki halda fram vísir Bjarti Mohr á. Onnur lond eru í eini líknandi støðu. T.d hjá ís- lendingum, har tað fara 5.70 kr. pr. kilo ráfisk av til rentur og avdráttir. Skuldin f vinnuni er so mikið stór, at hon er ikki til at bera longur. Tad er heldur einki, sum bendir á, at vit fáa so mikið nógv av råvøru ígjøgnum og at vit fáa so mikið fyri fiskin, at tað klárar at bera eina so stóra skuld. Kreditorarnir bestemma -Tí eru vit noyddir til at sanera skuldina burtur og hava menn valt at byrja við virkjunum sigur stjórin í Føroya Fiskavirking. Kred- itorarnir - og teir be- stemma jú - eru komnir eftir, at teir koma best burtur úr við eini felags- sanering, ístaðin fyri at sanerað verður í hver sínum lag. Sanering hvør sær meta teir fer at taka alt ov drúgva tíð. Bjarti Mohr vísir á, at saneringin hevur tikið 5-6 mánaðir og ikki eitt ár, sum fleiri hava sagt. Skuldi farast aðrar vegir við tvangssølum ol. hevði hetta ukið væl drúgvari tíð. Vilja bert seta pengar í sterkt felag Heldur Bjarti Mohr, at Føroyar sum samfelag sleppa best burtur úr kreppuni við at fremja eina slíka felagssanering? -Avgjørt. Við í ætl- anina hava vit so eisini fingið ávísar fyritøkur at seta pengar í. Hetta er sera avgerandi fyri at fáa kred- ítorararnar at trúgva upp á ætlanina. Kapitalur er jú mangul- vera í Føroyum í dag. Men tað hevur kortini eydnast at fáa nakrar stovnar at seta pening í. Hetta hevði tú ongantíð fingið, um talan hevði verið um 20 virki, sum hver í sær skuldu fara í gongd av nýggjum. Ein sera týðandi partur av saneringsætlanini er nettup at fáa kapital til vega, soleiðis at ein fær eina fyritøku, sum hevur reellan eginpening. Um- bókingar og pappírpengar duga ikki. Tað skal vera "klingende mønt”, sum tikid hevur verid til. Føroya Fiskavirking hevur fingid ein partapen- ing upp å 25 mill. kr. og ein åbyrgdarpening upp å aðrar 25 mill. Síðani kem- ur ein kassakredittur upp á 75 mill., tvs. at fyritøkan við byrjan hevur 125 mill. kr. at arbeiða við. Upp á fyrispurning hví saneringin ikki hevur gingið skjótari sigur Bjarti Mohr, at orsøkin er tann, at ein hevur ikki viljað tvingað nakran til at vera við. Ein hevur viljað givið virkjunum tað neyðuga skotbráðið til at umhugsa støðuna. Nú eru bert heilt fáar vikur eftir“, til øll saneringin skal vera liðug og virkini harvið tikið eina stóðu. Fá klára seg uttanfyri -Men hvat við teimum virkjum, sum framvegis nokta at fara uppí - verða tey tá tvingað inn í nýggja móðurfelagið? -Ikki mær vitandi. -Fara iey so á heysin? -Eg dugi ikki at svara upp á tað. Men tað eru sera fá virki, sum eg vil meta klára seg uttanfyri. -Nógv verður tosað um Bacalao. Hvar liggja teir í løtuni? -Teir hava sjålvandi umhugsad støduna. Eg vóni, at Bacalao tekur eina avgerð um at koma upp í felagið, soleiðis at Bacalao verður tryggjað eitt framhaldandi virksemi. -Men velur Bacalao kortini at standa uttanfyri, hvat hendir so? -Tá kenni eg ikki lagn- una hjá Bacalao. Kappast móti sårum og ikki okkum sjálvum -Men er tað gott fyri vinnulivid, at øll virkini verða savnað í einum og sama felag, sum verður meira ella minni sentralt stýrt - og gongur tað ikki ímóti vanligum liberalum sjónarmiðum um kapping? -Tá vit tosa um kapping haldi eg, at vit føroyingar mugu til at læra, at vit skulu kappast móti ødrum fiskivinnutjóðum og ikki móti okkum sjálvum. Tað, sum hevur eyðkent kapp- ingina er, at havnamenn kappast móti klaksvíking- um, fuglfirðingar móti lorvíkingum osfr. Hetta er sjálvandi stuttligt og spennandi, men vit kunnu ikki brúka tað til nakað. Vit hava sera mong dømi um, hvussu vit hava dummað okkum júst í hesum. Tá vit keyptu trol- ararnar eftir kríggið varð kappbjóðað, tá vit keypa ráfiskin hava vit sæð, hvussu virkini hava bjóð- að hvert annað um koll osfr. Bjarti Mohr heldur, at íløgurnar í kongafiskalinj- ur eru eitt tað besta dómi um hesa óhepnu gongd. Tað standa kongafiskalinj- ur stórt sæð um alt landið, meðen veruleikin í dag er tann, at hetta fiskaslag stórt sæð bert verður land- að í Suðri og í Havn. Tíðindablaðið CSE Tad er nettup henda innanhýsis kappingin, sum hevur fingið okkum at gera alt ov nógvar fløgur og úrslitið av hesum er tann ómetaliga stóri yvir- kapaciteturin - og júst tí hava vit eisini bygt upp eina so stóra skuld. Figging mangulvøra Nú er stødan ein heilt onnur. Vit hava minni fisk og minni kapital, og tað verður sera ringt at fáa fígging til vega. Sjálvur trúgvi eg, at sjálvt um vit fáa dupult so nógvan fisk í år enn mett, so høvdu vit ikki havt ráð til at fram- leitt hann vegna manglandi fígging. Bjarti Mohr sigur, at gongdin higartil hevur bygt á liberal sjónarmið, har hver einstakur hevur sett út í kortið. -Vit í Fiskavirking meta okkum eisini sum eitt liberalt fel- ag, sum skal tjena pengar. Men hyggja vit í bak- speglið kunnu vit bert staðfesta, at tað hevur ikki gingið alt ov væl við ú li- beralu skipan, sum før- oyingar higartil hava prak- tiserað. Hetta er eisini orsakað av, at alt ov lætt hevur verið at komið í lands- kassan eftir studningi til eitt og annað leggur fyrr- verandi Fiskasølustjérin aftrat. Neyðugt við stórum felag Bjarti Mohr sigur seg ann- ars skilja, at fólk eru iva- som og óttafull um gongdina, nú øll virki skulu vera í einum felag. Eisini tí hetta kennist so nýtt fyri teimum. -Skal tú hugsa við hjartanum, so fellur tú skjótt fyri teimum smærri eindunum. Men verðin er bara skrúvað soleiðis sam- an, at tað eru tey sterkastu, sum yvirliva. Við tí skuld vit hava í dag, hava vit einki at velja í. Vit eru ikki kappingarførir, tí skuldin er so stór og ti útreiðslumar í framleiðs- luni eru ov stórar. Bjarti Mohr sigur víð- ari, at orsøkin til at út- reidslurnar eru ov stórar er tann, at virkini eru ikki specialiserað. Øll virkini gera sum so tað sama: lið- ugvøru, saltfisk, feskan fisk, blokk, fløk av ymsum slag osfr. Vit spurdu Bjarta Mohr, hvussu tað verður at fáa fisk til virkini í nýggja móðurfelagnum, nú alt er so óvist við flota- num - hvat nú um flestu skipini fara á heysin og verða seld av landinum? -So eru eisini vit lidnir. Men eg trúgvi ikki, at gll skipini fara av landinum, ti tað er eisini stórur yvir- kapacitetur aðrastaðni. Men eg skal viðganga, at tað er sera hugstoytt at síggja so fræg skip sum Snodda fara av landinum. Men skipini eru ein loysn fyri seg ma. tí tað eru fleiri kreditorar í skip- unum. Vónandi fáa vit har eina skilagóða loysn. >>