Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 1993síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 =. -Kanst tú geva okkum eitt dømi, hvar tað verður neyðugt í stórri mun? -Td. í Eysturoynni Men tað verður so eisini heilt neyðugt at flyta fisk millum virkini. Tað er ein nátúrlig fylgja av, at vit vilja hava specialiserað virki. Bjarti Mohr sigur, at teir rokna við, at eini 700 til 800 fólk koma at ar- beiða hjá Føroya Fiska- virking Feski fiskurin í Suðri -Hvussu verður so spe- cialiseringin býtt kring landið? -Tað dugi eg ikki at siga enn. Men tað vildi Ld. verið nátúrligt, at fesk fiskaframleiðslan lá í Suð- uroynni, tí hon er semasta avskipingarhavnin. Suður- oyingar hava eisini bestu royndir innan djúpvatns fisk td. kongafisk. Tað hevði verið heilt ónátúr- ligt, um henda framleiðsl an skuldi ligið nakra aðra staðni Nýggi stjórin í Fiska virking vónar, at vit fáa alla saltfiskaframleiðsluna savnaða á einum virki Saltfiskur er nevniliga eitt eki, sum heilt hevur lhigið á láni í Føroyum seinastu 20 árini Styring á likviditeti Nú so nógv verður sagt um fyrimunir við nýggja felagnum spurdu vit Bjarta Mohr, um hann ongar vansar sær við at hava eitt stórt móðurfelag? -Tað verður eitt stórt felag, og eitt slíkt kann gera nógv, men ikki alt. Vansin er at kunna hava stýring á viðurskiftunum og tá serliga likviditeti- num. Tað er eitt umráði, sum vit fara at ansa sera væl eftur. Annars síggi eg nógvar fyrimunir fyri teir, sum eru uttanfyri og sum hava hug at reka smærri virki. Bjarti Mohr leggur annars stóra áherðslu á, at leiðslan í móðurfelagnum bert fer at taka avgerðir, sum handilsliga eru rættar Teir fara tí ikki at keypa upp fisk bara fyri at fáa hendur á honum. Ganga tølini ikki upp, verður fiskurin ikki keyptur Einfsld umsiting Høvudsumsitingin á Før oya Fiskavirking kemur at infald. Har nøkur stór Fyribils hevur leigad seg inn å Fiskasølu. Har koma at arbeida eim 10 ul JIK imsitingini era Sera verdur ikki lynsituing felagið "Ørova Nevvan flein. Spurning » på Nr. 164 — 1. SEPTEMBER 1993 Sølan Men hvussu verdur vid søluni av fiskinum og vørumerkinum fiskurin skal seljast undir. Bjarti Mohr vil bida at gera nærri viðmerkingar til henda spurning nú men sigur: -Vit mugu tryggja okk- um, at vørurnar verða seldar fyri tann rætta prís- in og ul réttu kundarnar. Vit spurdu Bjarta Mohr, hvussu verdur vid teimum virkjum, sum hava brúkt nógva tíð og orku at selja sínar verur og sjálvi hava fingið gott samstarv við kundamar og sum vera við í Fiskavirking! M.a. hevur Bacalao sjálvt skaffað keyparar í Ld. Sweits fyri sínum lidnu vørum? Mugu halda somu kós Vit fara ikki at lata virk ini í hver sínum lag arbeiða út á marknaði num, tí tå er ætlanin við sjálvum bygnaðinum burt- ur. Hetta merkir ikki, at virkisleiðslan ikki skal hava nakra ávirkan á sel una, tí tað skal hon sjálv andi. Um virkisleiðslan hevur nakrar tankar um, at vit skulu selja ul nakrar kundar í Sweits, Fraklandi ella aðrastaðni, og tað er grundarlag fyri tí, so fer veran ul tann kundan Men hetta merkir ikki, at hver virkisleiðari í sínum lag kann ringja alla verðina runt og bjóða fiskin út. Tí haldi eg, at samstarvið við seljararnar má integrerast meira upp á ein ella annan máta. Bjarti Mohr vísir á frá royndum sínum hjá Royal Greenland, at har hava virkisleiðararnir nógv samband við kundarnar. Tað merkir tó ikki, at teir kunnu broyta kósina hjá felagnum uttan víðari. -Vit eru noyddir til at hava eina kós og nakrar karmar at arbeiða innan fyri fyri nettup at tryggja okkum, at bygnaðurin við trimum eindum verður varðveittur. BI! mugu arbeiða fyri felagið -Heldur tú tað ber til at fáa øll hesi fólkini, sum koma at arbeiða í fela- gnum at gera sítt ítarasta, tá talan er um eitt so stórt felag, har lítil og eingin kapping er við onnur her META -Eg síggi tað sum mína størstu uppgávu at fáa øll fólkini at arbeiða fyri felagnum - Feroya Fiska virking Bjarti Mohr vísir vid lesum Ul ert nu tær stóru iponsku tyntøkumar sum * felag og ti kós leiðslan hevur sett. -Eg sigi ikki við hesum, at allir føroyingar skulu vera í Føroya Fiskavirking. Tað skulu eisini vera fólk og feløg uttanfyri, soleiðis at vit hava nakað at máta okkum við. Men fyri tey, sum eru í Føroya Fiskavirking - er tað mítt aðalmál, at tey meta tað hægst at arbeiða fyri sín- um felag Upp á fyrispurning hvussu verður við fígging av goymslum ol. nú Før- oya Fiskasøla hevur ukið sær av tí áður sigur Bjarti Mohr, at hetta kemur Føroya Fiskavirking at taka sær av. Tad er m.a tað teir hava fingið raksu arkapital ul sigur hann Hvussu við stýring av kvalitetinum? Har er tað mín grund stóða, at tað bara er framleiðarin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av kvaliteunum og eingin annar, og har verður løgd stór ábyrgd á leiðaran at tryggja, al veran er í lag! Móðurfelagið fer at hava eitt óheft eftirlit, sum ul eina og hverja tíð kann fara inn og kanna, um vørurnar eru í lagi ella ikki leggjandi Frá Fiskasøluni -Tú hevur sid sum stjóri í Føroya Fiskasølu í tvey ár og longu nú fer tú í annað arbeiði. Er hetta ikki at meta sum ein, ið leypir av eini søkkandi skútu og roynir at bjarga sær og sínum? -Eg havi hetta fyri ikki mína gjørt egnu skyld. Hetta verður ikki nakað lætt arbeiði. Tað neyðugt at taka verður nógvar tungar og ópopulerar avgerðir. Bjarti Mohr sigur víð- ari, at hann er farin í nýggja starvið í samráð við kreditorar og við um- bodsnevdnina hjá Fiska søluni -Nú eru tað framleiðar- ar, sum sita í umboðs- neyndini og mettu teir, at tað var rætt, at tað var ein føroyingur, sum hevði kunnleika ul virkini og fólkini, ið kom í starvið Sjálvur heldur hann, at tað vildi helst verið skeivt at tikið fólk uttanifrå til hetta arbeiði Til verka Nú verður so farið ul verka. Bjart Mohr sigur at Fiskavirking byggir á tað sjónarmið, at skipini skulu selja fiskin, har tey fáa best prís fyri hann. -Tí verða vit noyddir ul at byggja okkara framleiðslu á marknaðarbúskap og keypa fiskin til marknað arprís Málið er at arbeiða skjótt, gott og bíligt. Ann ars verða vit ikki kapp ingarførir Talan verður ikki um nakað monopol. Teir fara eisini at hava eitt nógv tættari samstarv við sølulid enn ein fyrr hevur sæð -Vit fara at menna marknadimar inni á meg inlandinum serliga í Týskalandi og Fraklandi. Og so er tað USA, sum framvegis liggur á láni. Teir fara at leggja stór- an dent á tær frystu vør- umar ul henda marknaðin. Føroya Fiskavirking er ein veruleiki. Nú er at fara til verka. Dagurin 1. oktober nærkast. jan Tíðindablaðið (SHU Kósavirkið átti al staðið fremst í Kø- ini at koma uppi Vit spurdu Bjarta Mohr, um hann heldur tað er óheppið fyri ikki at siga ein vanlukka fyri Klaks víkina, at Kósavirkið ikki er við í felagssaneringini og harvið við í Føroya Fiskavirking? -Skal eg siga mina ær ligu meining, so haldi eg, at Kósavirkið er tað virk- ið, sum átti at staðið fremst í køini fyri at koma upp í móðurfelagið. Tað er stórt spell fyri virkið og ikki minst Klaksvíkina, at tað nú stendur uttanfyri. -Men hevur virkið ikki møguleika at koma upp í seinni? -Tað hevur tað nokk. Men nú vit fara í gongd eru vit noyddir til at gera nakrar ætlanir og disposi- tónir, og tað er ikki vist, at tær kunnu broytast, um Kósavirkið skuldi komið upp í um eitt ella tvey ár Tad er fíggingarfelagið IRF, sum eigur Kósa virkið. Og higarul hevur tað ikki viljað góðukið reyumar fyri at koma upp í móðurfelagið. Í løtuni verður virkið tí leigað út Bjaru Mohr ivast stór- liga í, um tað er tann rætta loysnin, at figgingarstovn- urin sjálvur rekur og figgjar raksturin av virkinum. -Eg haldi, at Kósa- virkið hevði verið munandi betri koyrandi, um tað kom upp í móðurfelagið. Serliga tá hugsað verður um, hvussu niðurpínd Klaksvíkin er við stórum arbeiðsloysi osfr. jan