Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 100 - 28. mai 2003 Nr. 100 - 28. mai 2003 3 ”French Open” í Vertshúsinum SENDIHARRAVITJAN Jan Müller Tað verður eftir øllum at døma franski sendiharrin í Danmark, sum fer at ”lata upp” ella nýggja Vertshúsið í Havn. Undir øllum umstøð- um stendur Vertshúsið tvær reisir á skránni hjá sendi- harranum, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Verthúsið er nýggja mat- og ølstovan í bygninginum hjá Dia á Verthúsinum við liðina á Sjónleikarhúsinum. Í dag kl. 10 verður tíðindafundur á Vertshúsinum og frá kl. 17 til 19 verður innboðin móttøka, har sendiharrin er vertur. Hetta verða sostatt fyrstu ”al- mennu” tiltøkini í nýggju býarmyndini í Havn, síðani húsinum vórðu innrættað av nýggjum. Franski sendiharrin Regis de Belenet og konan Maryonne komu til Føroya á vitjan mánadagin og fara aftur til Danmarkar fríggja- dagin. Undir vitjanini skulu tey hitta løgmann, varaløg- mann, borgarstjóran í Havn, ríkisumboðið, fútan, stjóran í Føroya Banka umframt at vitja virki og stovnar. Kon- sertin verður í Lærara- skúla- høllini KONSERT Tíðindaskriv Í blaðnum í gjár skriv- aðu vit um vitjanina hjá Midnattskören úr Svøríki, at konsertin hjá teimum í Havn verður í Norðurlandahúsinum Kristihimmalsferðar- dag. Men so verður ikki. Vegna verkfallið er kon- sertin flutt á Lærara- skúlan, men hon verður sum ætlað kl 16, og kostnaðurin 50 kr fyri vaksin. Blómuhandilin Trónd Hansen á Áarvegnum fer í summar at vera ein café. Blómuhand- ilin gevst, og síðani fer Florentz Skipa- gøta, at gera hølini í stand, og í juli mán- aði vónar hon, at hon kann lata upp Gallarí Jinx CAFÉ Ingrid Bjarnastein Havn: Blómuhandilin gjørdur av glasi á Áarvegn- um er eyðkendur. Handilin við blómum hjá Trónd Han- sen hevur verið til longur enn fleiri kunnu minnast, men í summar verður hann søga. Florentz Skipagøta fer nevniliga í summar at lata upp café í eyðkendu blómuhandilshølunum á Áarvegnum. Caféin hevur fingið navnið Gallarí Jinx. – Eg fari at lata upp eina café á tann meira útlendska mátan enn vit kenna hann her í Føroyum, sigur kom- andi café-eigarin, Florentz Skipagøta. – Café útboðið fer at vera tað sama, sum vit kenna tað úr Keypmannahavn. Tví- flísar, pastarættir og annað verður at fáa at eta, tó uttan, at tað yvirhøvur skal fara inn á matstovuøkið. Onki live Gallarí Jinx fer at hava opið frá morgninum av og til um- leið midnátt. Um vikuskift- ini verður helst opið eitt sindur longri, men tað er ikki enn avgjørt, hvussu leingi. – Live-tónleikur verður ikki inni hjá mær. Tað fer tað ongantíð at vera. Hetta verður ikki tann nýggja barr- in í Havn, sjálvt um tú sakt- ans kanst koma inn at fáa tær eina øl ella tvær, sigur Flor- entz, sum hevur eisini hevur søkt um skeinkiloyvi til nýggju caféina. Sum nakað serligt, so verða millum annað tríggir ymiskir kaffimalarar til tey ymsu sløgini av kaffibønum. – Eg meti, at tað er avgjørt grundarlag fyri at lata eina nýggja café upp. Meira fólk hava at velja ímillum, betur tíma tey út. Eg vóni, at eg fái meira kappingarneytar á Áarvegnum, sigur Florentz, sum eisini ásannar, at staðið hjá henni liggur sera væl fyri. – Hvar staðið liggur hevur sjálvandi týdning. Men ikki so stóran týdning, at um tað lá eitt sindur meira avsíðis, so skuldu fólk tímað at gingið teir metrarnar longur, tí teimum dámar at vera her, men tað er sjálvandi attrak- tivt at vera nær miðbýnum. Nógvar spennandi verk- ætlanir eru eisini í gongd, sum Florenta tó ikki vil av- dúka nú, tí onki er rættiliga komið upp á pláss enn. – Fyri meg fer ferðavinn- an eisini at hava týdning. Øll, sum koma til Havnar, ganga eftir Áarvegnum, og tá fara tey at ganga framvið hjá mær bæði oman og niðan. Nær Gallarí Jinx letur upp, er ikki endaliga av- gjørt enn, men Florentz vónar, at tað verður eina- ferð í juli mánaði. Bygn- ingurin verður ikki broytt- ur, men onkrar smærri broytingar skulu gerast. Blómuhandilin verður café Blómuhandilin hjá Trónd Hansen verður í summar til eina café. Tað er Florentz Skipagøta, sum letur caféina upp, sum hevur fingið navnið Gallarí Jinx Mynd: Jens Kr. Vang Franski sendiharrin í Danmark á vitjan í Tinganesi. Her saman við Høgna Hoydal, varaløgmanni og Julionnu Klett, nýggja franska konslinum Mynd: Jens Kristian Vang Nýggja Verthúsið í Havn verður karmur um part av vitjanini hjá franska sendiharranum Familjurnar, sum búgva framvið ovara parti av Tróndargøtu, ynskja sær ferðforð- ingar. Tær meta, at ferðforðingarnar, eru umráðandi fyri ferðslutrygdina hjá børnunum, sum serliga um sumrarnar spæla leingi úti, tá bilar koma rasandi oman eftir vegnum. Sosialurin hevur hitt Ásu Andreasen, sum síðani 2001, hevur arbeitt við at fáa bøtt um ferðslutrygdina eftir Tróndargøtu, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr FERÐSLUTRYGD Ingrid Bjarnastein Havn: Familjurnar, sum búgva framvið vegastrekk- inum frá Mimir og oman ímóti Evangeliihúsinum ynskja sær ferðforðingar. Orsøkin er ikki heilt ógrundað. Økið er fylt við barnafamiljum, og tað eru eini hálvthundrað børn í grannalagnum, sum eru undir 13 ár, sum spæla úti. Borgararnir hava eisini gjørt sítt til at royna at fáa hetta ígjøgnum. Søkt hevur verið um ferðforðingar av einum ella øðrum slagi til hetta vegastrekkið, men enn er í øllum førum onki komið. Ása Andreasen er ein av borgarunum og mammun- um, sum búgva júst á hes- um økinum, og hevur hon eisini verið stigtakari til at savna undirskriftir saman til at fáa ferðforðingar. – Tað er hetta vegastrekk- ið, sum verður brúkt at koyra skjótt á. Serliga um kvøldarnar um summarið koma bilar rasandi oman, og tað er júst tá, at børnini spæla leingi úti, greiðir Ása Andreasen frá. Fáa ongar forðingar Søkt varð um ferðforðingar í juni mánaði 2001. Tá varð sagt, at ovari partur av Tróndargøtu skuldi gerast í stand um eitt til tvey ár, og júst nú er arbeiði í gongd eftir hesum vegastrekkin- um. Men tó vil býráðið ikki lova nakrar ferðforðingar til familjurnar her. – Frá býráðnum havi eg fingið at vita, at ongar ferð- forðingar verða settar upp. Hví so er, veit eg ikki. Víst verður til nakrar ferðslu- kanningar, sum eru gjørdar yvir fýra dagar í oktober, men hetta haldi eg ikki er nóg gott. Eg vil hava eitt grundað svar yvir, hví tað er soleiðis. Býráðið hevur bara sagt, at tað verður ikki gjørt og so er tað yvirstað- ið. Ferðforðingar eru gjør- dar eftir vegnum framvið plantasjuni og eftir SMS vegnum, og eg kundi gott hugsað mær at vita, hvør munurin millum teir veg- irnar og Tróndargøtu er, sigur ein ørkymlað Ása. Í svarinum, sum býráðið sendi Ásu stóð: »Sum kunnugt verða ongi ferð- tálmandi tiltøk gjørd á ovara parti av Tróndargøtu, vísandi til ferðsluteljing- arnar gjørdar á staðnum 24. – 27. oktober 2001.« – Eg havi fingið at vita eisini í svarinum, at bilfør- ararnir skulu koyra eftir umstøðunum og tað er ábyrgdin hjá tí einstaka at halda ferðslulógina. Og tað eri eg eisini samd í. Men orsøkin til, at ein ger ferðsluforðingar er nevni- liga tí, at øll koyra ikki eftir umstøðunum. Ferðsluteljingarnar vístu, at tað eru 85% sum koyra 41 km/t, sum jú er undir mest loyvdu ferð. Men hetta heldur Ása framvegis verða nógv, tí økið er skúla- økið, og ferðin verður eisini sett niður, tá fólkini skulu seta børnini av í skúlanum. – Um ikki annað, so kundu vit fingið tað til, at mest loyvda ferð var 30 km/t. her eru nógv børn, og tá tey verða sett av noyðast tey øll yvirum vegin, og tá er 41 km/t nógv, sigur Ása. Nógvir bilar Og ferðslan er ikki heit lítil oman eftir Tróndargøtu. Ferðsluteljingarnar hjá bý- ráðnum vístu, at í fýra dag- ar koyrdu 8981 bilar eftir nevnda vegastrekkið. Tað gevur eitt tal á góðar 2245 bilar um dagin. – Eg haldi ikki býráðið tekur støðu til, hvør hug- burðurin er til ferðslu í kommununi. Og júst nú, at alt hetta prátið um Nullhug- sjónina er í gongd, og vit hava fingið eitt álit um ferðslutrygd, so hóskar hetta seg ikki rættiliga til, heldur Ása, sum spyr, um onkur má doyggja á vegn- um ella koma út fyri eini álvarsamum óhappi fyri, at okkurt skal henda. Tað er serliga um sumr- arnar, at trupulleikar eru av ov skjótt koyrandi bilum. Og hetta vegastrekkið er ikki júst nakar breiður veg- ur, men heldur ikki so smalur, at tað forðar bilfør- arum í at koyra skjótt. – Eg kann kanska tykjast grenjut, men hetta er eitt álvarsamt mál fyri okkum, sum búgva her. Støði í ferðsluteljingum Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavn- ar Býráð, sigur, at støðið til at gera ferðsluforðingar verður tikið í ferðslukann- ingunum, sum verða gjør- dar á økinum. Ferðslukann- ingarnar máta, hvussu nógvir bilar koyra har um dagin, og hvussu skjótt teir koyra. – Í flestu førunum koyra 98-99% lógligt, og bara 1% koyrir ov skjótt. Vit kunnu ikki revsa øll tey 99%, sum koyra lógligt. Um vit skuldu sagt ja til at gera allar ferðsluforðingarnar, sum tað verður søkt um, so hevði tað verið sum at koyrt á mánanum í Havn, sigur Sjúrður Olsen, sum leggur afturat, at tað eru ofta barnafamiljurnar, sum ynskja ferðsluforðingarnar, men sum síðani vilja hava tær vekk aftur, tá børnini eru vorðin vaksin. Formaðurin í teknisku nevnd vil tó ikki siga, at tað skal ein deyðsvanlukka til áðrenn nakað hendir, sjálvt um tað kanska vísir seg at vera afturgangandi. – Støðið verður tikið í ferðslukanningunum. Tá fólk skriva inn og søkja um ferðforðingar, so gera vit eina ferðkanning á økinum. Tá tað er liðugt, verður málið lagt fram fyri nevnd, sum síðani ger av, hvat skal henda í málinum, greiðir Sjúrður frá. Og sum støðan er nú, liggur málið hjá Ásu Andreasen og hinum barna- familjunum til at fara fyri ferðslunevndina í býráðn- um. Men hvat svarið verður vita tey sjálvsagt ikki enn. Vit ynskja okkum ferðforðingar Vegurin er ikki breiður, men bilarnir koyra skjótt omaneftir ovara parti av Tróndargøtu, sambært Ásu Andreasen, sum býr eftir vegnum har. Ása ynskir saman við borgarunum í grannalagnum at betra um ferðslutrygdina hjá børnunum við at fáa ferðforðingar eftir vegnum, tí børnini í økinum eru ikki heilt fá Mynd: Jens Kr. Vang Ræðandi hagtøl… • Tað er í miðal eitt ár og tríggir mánaðir ímillum, at eitt barn, ið er yngri enn 13 ár doyr í ferðsluni í Føroyum! • Um somu ferðsluviðurskifti vóru í Føroyum, sum tey eru í Danmark, vóru í minsta lagi tvey ár og tíggju mánaðir ímillum, at tað ræðuliga hendi, at eitt barn, ið var yngri enn 13 ár doyði í ferðsluni! • Vóru somu ferðsluviðurskifti í Føroyum sum í Svøríki, vóru í minsta lagi fimm ár og ein mánaður ímillum, at tað ræðuliga hendi, at eitt barn, ið er yngri enn 13 ár, doyði í ferðsluni! Kelda: Ferðslutrygd C M Y K 3 2