Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 100 - 28. mai 2003 Nr. 100 - 28. mai 2003 5 Ímeðan verkfall er, verða nógvir bøndur noyddir at stoyta mjólkina burtur. Men allir bøndurnir í landinum býta tapið javnt ímillum sín, so at ongin missur meir enn annar VERKFALL Áki Bertholdsen Nú er føroyskar stendur aftur hvítar av mjólk Ímeð- an verkfallið er, verða nógvir bøndur noyddir at stoyta mjólkina á sjógv. Mjólk er undantikin verkfallinum. Men tað er bara tann vanliga mjólkin. Hinvegin sleppur mjólkarvirkið ikki at gera allar mjólkarúr- dráttirnar, tey plaga at gera, so sum hvítu, róma og jogurt. Samstundis fáa hotell, matstovur og stovnar ikki mjólk. Sostatt er nógv mjólk til avlops hesar dagarnar. Av tí sama heintar mjólk- arvirkið bara mjólkina frá bóndrunum, sum eru nærmast við sjálvt mjólkar- virkið. Sostatt noyðast bøndur- nir í Suðuroy at stoyta mjólkina burtur. Sálvur hevur Petur Karl einaferð stoytt 2.000 litrar burtur og sunnudagin stoytti hann aftur 1500 litrar. Sama skilið hevur verið hjá hinum trimum bøndr- unum í Suðuroynni, sum hava mjólkneyt. Petur Karl av Rana sigur, at av tí at ongir mjólkarúr- dráttir verða gjørdir, er nógv mjólk til avlops so hon ska l stoytast burtur undir øllum umstøðum. – Tað er onki skil í at føra mjólkina norður til Havnar og at stoyta hana burtur har. Tað er nógv bíligari at stoyta mjólkina burtur á staðnum, tí so sparir mjólk- arvirkið farmagjaldið. Hann sigur, at orsøkin til, at bara mjólkin norðanfyri verður heintað í hesum døgum, er tí, at hendan mjólkin er bíligast at fáa til mjólkarvirkið. Hinvegin ger farmagjald- ið, at tað er nógv dýrari at fáa mjólkina úr Suðuroy norður á virkið. Men hetta merkir ikki, at bøndurnir í Suðuroy verða við sviðusoð og missa allar inntøkurnar, ímeðan bønd- urnir norðanfyri sleppa av við mjólkina sum vant. Petur Karl av Rana sigur, at boð eru komin frá mjólkarvirkinum um at bøndurnir hefta ein fyri allar og allir fyri ein. Tað merkir, at tá ið verk- fallið er av, verður fíggjar- ligi missurin gjørdur upp og so verður hann javnaður út á allar bøndur í landinum so at allir átaka sær sín part. Bóndur hjálpa hvørjum øðrum ígjøgnum kreppuna – Leggur Løgtingið uppí verkfallið, verða tiltøk sett í verk, samdust yvir 20 fak- feløg um á stórfundi mánadagin VERKFALL Áki Bertholdsen – Leggur Løgtingið uppí verkfallið hjá arbeiðarafel- øgunum, verða tiltøk sett í verk. Hetta var greiði boðskap- urin frá yvir 20 fakfeløg- unum, tá ið tey hittust til stórfund í Havn mánadagin. Arbeiðarafeløgini høvdu kallað føroysku fakfeløgini á fund í Havn mánadagin at viðgera støðuna á arbeiðs- mark naðinum, nú verkfall hevur verið í tríggjar vikur. Yvir 20 fakfeløg tóku av innbjóðingini. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at talan varum ein góðan fund. – Arbeiðarafeløgini í verkfalli fingu fullan stuðul frá øllum hinum fakfeløg- unum, sigur Ingeborg Vinther. Men hon sigur eisini, at greiði boðskapurin á fund- inum var, at hetta er eitt stríð, sum partarnir á ar- beiðsmarknaðinum skulu avgreiða sjálvir. Greiði boðskapurin á fundinum var, at hetta er eitt stríð, sum partarnir á arbeiðs- marknaðinum skulu avgreiða sjálvir. – Greiði boðskapurin á fundinum var, at leggur løgtingið uppí, verða tiltøk sett í verk, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tað varð ikki so nógv tosað um, hvørji tiltøk talan kann verða um. Tí veit hon ikki um talan verður um samhugaverk- fall, ella onnur tiltøk. – Tað er skjótt at seta til- tøk í verk, so tað skulu vit nokk koma til, sigur hon. Ingeborg Vinther heldur framvegis ikki, at Løgting- ið yvirhøvur kann leggja upp í verkfallið, so at ar- beiðararnir fáa 2,75 afturat um tíman um árið, ella hvat tað verður. Men tey stúra fyri, at tað er júsat hetta, sum tað kann enda við. – Tað eru nøkur av okk- um sum frykta fyri, at or- søkin til, at semingsupp- skotið er so lágt, er nettupp við tí í huganum, at endar tað við, at Løgtingið leggur uppí, fer tingið at gera sem- ingsuppskotið til lóg og tað fara vit ikki at góðtaka, sigur Ingeborg Vinther. Koma broytingar í Annars høvdu eisini fel- øgini í verkfalli fund mána- kvøldið at tosa um støðuna. Tá vórðu ætlanir lagdar fyri, hvussu verkfallið skal skipast framyvir, nú onki er hent í tríggjar vikur. Ingeborg Vinther vil ikki siga, hvat talan verður um. – Tað einasta, hon vil siga, er, at tað verða broyt- ingar, sum hon tekur til. Teir næstu dagarnir fara so at vísa, hvat feløgini hava í kvittanum. Verkfallið: Politikararnir skulu halda seg langt vekk Sunnukvøldið klokkan átta í fjósinum hjá Peturi Karl av Rana: Nú hvítna strendur tí hann hevur júst skrúvað kranan frá so at 1500 litrar av mjólk kunnu renna í kloakkina , út í áina og á sjógv Bólkurin, sum endaði á øðrum plássi í Prix Føroyum, fór týs- morgunin av landin- um at spæla á Jelling festivalinum í Jyl- landi. At spæla á slík- um festivali er nakað heilt nýtt fyri teir TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Ein av vinningunum í Prix Føroyum, sum júst er farin afturum bak, var at spæla í Jelling festivalinum í Jyl- landi. Fyrireikararnir høvdu umboð á konsertini, og teir valdu síðani ein av bólkun- um at spæla á sínum festi- vali. Teir høvdu frítt val mill- um allar seks bólkarnar, sum vóru á palli hetta kvøldið. Deja Vu gjørdist bólkur- in, sum skal spæla á Jelling festivalinum. Fríggjadagin skal slagið so standa, tá ungu havnarmenninir fara á pallin. Nýggj uppliving – Vit hava ongantíð fyrr spælt á einum slíkum festi- vali, og tað verður tí nýtt og spennandi fyri okkum, sig- ur Líggjas Olsen, sum syngur og situr við tangent- arnar hjá Deja Vu. Føroyski bólkurin fer á pallin fríggjadagin tann 30. mai klokkan 19, og teir fáa ein tíma at spæla í. – Vit spæla mest egin løg. Vit spæla í umleið 45 min- uttir við egnum løgum, og so hava vit eisini trý cover løg, sigur Líggjas. Hóast bólkurin skal spæla á tí minsta av teimum trimum pallunum, so eru teir ikki ónøgdir um hetta. Danski rockbólkurin Big Fat Snake skal spæla ein hálvan tíma aftaná Deja Vu, og tí skuldi nakað av fólki verið til staðar undir konsertini. Bólkurin hevur einaferð fyrr verið í Danmark og spælt. Tá vóru teir við í eini amatørkapping og gjørdust nummar tvey. Ein í Danmark Fimm mans eru við í bólk- inum. Fýra teirra búgva í Føroyum, meðan tann eini lesur í Keypmannahavn. Tað er gittarspælarin Rói Christiansen, sum býr í Danmark. Teir fýra, sum eru í Føroyum, hava vant í útvarpshøllini seinastu vik- urnar. – Tað er sjálvandi eitt sindur keðiligt, at vit ikki hava verið fullmannaðir undir venjingunum í Føroy- um, men vit fara allir at venja saman í tveir dagar áðrenn festivalin, sigur Líggjas. Bólkurin fer at leggja seinastu hond á fyrireiking- arnar á einum háskúla í Jyl- landi, har teir hava fingið innivist. Eisini fara teir at spæla eina lítla konsert fyri næmingunum á skúlanum, og tað er góð fyrireiking til tað endaliga brakið. Limirnir í bólkinum eru Líggjas Olsen (sang og tan- gentar), Flóvin Viderø (sang og gittar), Rógvi Ras- mussen (bass), Rúni W. Højgaard (trummur) og Rói Christiansen (gittar). Harumframt eru teir tríggir meira garvaðu tón- leikararnir Kaj Johannesen, Terji Rasmussen og Jón McBirnie við á ferðini, og teir kunnu óivað geva teim- um ungu nøkur góð ráð á vegnum. Annars kann nevnast, at enski rockbólkurin Status Quo, sum hevur nógv ár á baki, er høvuðsnavnið á festivalinum í ár, sum er í døgunum 29.-31. mai. Deja Vu farið av landinum: Jelling festivalurin fyri stavn Frá vinstru: Rógvi, Flóvin, Líggjas og Rúni (húkandi). Rói vantar á myndini. Fríggjadagin skal bólkurin spæla á Jelling festivalinum á Jyllandi. Hetta var ein av vinningunum í Prix Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen Sum heitt breyð Bakaríið hjá Gunleivi bakar meira enn tvær ferðir so nógv breyð sum vanligt. Fólk keypa enn inn undir seg av heimabakaðum rugbreyði VERKFALL Stefan í Skorini Fólk keypa breyð sum svøk, tí tað er millum tær fáu vørurnar, sum enn ber til at leggja inn undir seg. Nú fer gerið skjótt at ganga undan, og bakararnir kring landið fáa ikki bakað í so nógvar dagar afturat. Síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku verður helst einki breyð at fáa frá bakarunum. – Vit baka meira enn tvær ferðir so nógv, sum vit plaga, so vit koyra í hægsta gervi beint nú. Nógv keypa eisini fleiri enn trý breyð, tá tey koma til handils, sigur Christian Nielsen, fyritaks- stjóri í bakarínum hjá Gun- leivi. Nakrar dagar enn Christian Nielsen sigur, at bakaríið fer at baka breyð í nakrar dagar afturat, men nú fer gerið av álvara at ganga undan. Mjøli hava tey tó nóg mikið av. – Tað er ringt at siga, hvussu leingi vit fara at baka. Tað sær út sum tað aftur er komið panikkur í fólk, og tí er ringt at siga, hvussu leingi vit halda á, sigur hann. Hann leggur tó fólki eina við at vera rólig og ikki keypa alt ov nógv inn undir seg. Hjá Frants Restorff fara bakararnir eisini at baka í nakrar dagar enn. Roknað verður við, at tey halda á í eina lítla viku. Í Mylnuni roknar bakarin við, at tey kunnu baka í 8- 10 dagar, um sølan verður sum nú, men um fólk aftur fara at hamstra, verður tað sjálvandi skjótari. Trupul- leikin hjá teimum er, at hveitimjøl er farið at ganga undan. Eingin trupulleiki við grovum Úr Mylnuni verður tó sagt, at fullkorns- og sólkjarnu- breyð vera at fáa í ein mán- að fram í tíðina. Tí er skuldi tað ikki verið nakar trupul- leiki við hesum sløgunum breyði. Ilt er tó at meta um, hvussu leingi breyðið fer at vara, tá fólk keypa inn und- ir seg á sama hátt sum nú. Kassadamurnar hjá Gunleivi hava úr at gera við at út- flýggja breyð um handils- diskin. Bakararnir hjá Gun- leivi baka meira enn tvær ferðir so nógv rugbreyð sum vanligt Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4