mikudagur 28. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 100 - 28. mai 2003
Nr. 100 - 28. mai 2003
7
Fýra sviar ferðast í
hesum døgum í
Føroyum við kajakk.
Tey ætla sær at rógva
bæðin innan- og
uttansyndis millum
oyggjarnar
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Sandavági: Tey eru limir í
einum
kajakkfelag
í
Helsingborg í Svøríki, hesi
fýra fólkini, sum um dag-
arnar síggjast ymsastaðni
kring landið við sínum
kajakkum.
Tey hava ikki verið í Før-
oyum fyrr, men hava eftir
førimuni roynt at fyrireikað
seg sum frægast til føroysk
viðurskifti, greiða tey frá.
Tey hava fingið sær kort,
tó ikki sjókort, yvir Føroy-
ar, og hava annars roynt at
fingið upplýsingar av yms-
um slag um landi og serliga
farvatnið kring oyggjarnar.
Hendan dagin, Sosialurin
hitti tey á sandinum í
Sandavági, ætlaðu tey at
fara ein túr fram við landi
út móti Trøllkonufingri og
kanska
Presttanganum.
Dagin fyri høvdu tey veirð
á Sørvági og høvdu róð út á
Pollin í Tindhólmi og síðan
tvørtur um fjørðin inn at
lendingini í Gásadali, men
vóru kortini ikki farin í
land nakrastaðni.
Tey vóru áhugað í at vita
um streym, og hvat veður-
tíðindini søgdu. Høvdu
ætlanir um at rógva úr
Vestmanna til Saksunar. Tó
var ikki vist, at tað fór at
verða til nakað, tí júst tá
varð sagt frá útnyrðingi, og
tað, roknaðu tey skjótt út,
fór ikki at vera nøkur ætt
soleiðis at rógva fram við
Vestmannabjørgunum við
kajakk í.
Hetta eru fólk, sum eru
von at rógva í kajakk, skilst
á tosinum. Tey hava ferðast
ymsastaðni
fram
við
svensku og donsku strond-
unum, greiða tey frá.
Kajakkirnar eru væl út-
gjørdar. Goymslurúm eru
aftantil, har lúkurnar verða
skalkaðar og stongt verður
við lykli fyri at tryggja, at
sjógvur ikki sleppur til. Tað
sama er framman fyri
mannholið, eins og rundan
um tann, sum rør, skalkað
við gummidúki, sum situr
stramt um persónin, so
heldur einki sleppur niður
tann vegin.
Og kortini er einki sikk-
urt, so ein hondpumpa ligg-
ur bundin frammam fyri
mannin. Har liggja eisini
kumpass og kort í plastik-
hylki, so sjógvur ikki slepp-
ur at.
Umframt árarnar er eisini
róður at stýra við, hóast tað
er lítið. Ein endi, sum festur
er í báðum borðum, er sam-
bandið hjá manninum við
róðrið.
Tey taka hvør sína kajak í
hondina. Ikki eru tær tyngri
enn so. Leggja tær á sandin.
Síðan seta tey seg í tær og
skumpa so við hondunum,
til tey flóta. Fara so spaku-
liga út við Sondum og
hvørva undir brimgarðs-
endanum Úti á Bakka.
Eiðis Kommuna
hevur samtykt at
byggja eldrasmabýlið
á Eiði út við fimm
búplássum. Arbeiðið
veður helst gjørt í ár
ELDRAØKIÐ
Edard Joensen
Eiði: Tørvurin á eldra-
bústøðum á Eiði er vaks-
andi, og størri enn eldra-
sambýlið
Korndalsbýlið
kárar at nøkta í løtuni. Tí er
gjørt av at innrætta fimm
búpláss afturat í húsinum.
Tordur Niclsen, borgar-
stjóri á Eiði, sigur, at tørv-
urin á búplássum til eldru
borgararnar í kommuni er
vorðin so mikið stórur, at
hann verður ikki nøktaður
við verandi tilboðum.
Tá Korndalsbýlið varð
bygt, varð bara ovara hædd-
in innrættað við 10 búpláss-
um. Men tá var kortini lagt
upp fyri, at eini seks bú-
pláss aftur at kundu verða
innrættað í kjallaranum.
Hetta verður nú gjørt,
sigur borgarstjórin. Tó so,
at búplássini verða fimm,
og eitt rúm verður gjørt til
arbeiðsrúm.
Søkt er um stuðul frá
Almanna- og Heilsumála-
ráðnum,
sigur
Tordur
Niclasen. Samlaða íløgan
fer at liggja um knappa
hálva aðru millión krónur,
sigur hann. Hann væntar, at
farið verður undir arbeiðið
heilt skjótt, og at tað helst
verður liðugt í ár.
Umframt at hava tey
fimtan búplassini í eldra-
sambýlinum Korndalsbýl-
inum á Eiði, er Eiðis
Kommuna eisini við í sam-
starvinum við Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi.
Tað er so lítið at gera í
alivinnuni, at smiðjan
á Eiði, sum hevur
livað av tænastum til
alivinnuna, er latin
aftur. Fólkið er flutt á
Kambsdal at arbeiða
hjá KJ-Hydraulik
AFTURGONGD
Edvard Joensen
Eiði: Tað stendur einki til
soleiðis hjá tænastusmið-
unum. Og á Eiði er smiðjan
hjá Hydro-Tech, sum hevur
lagt seg eftir at veita tæn-
astur til alivinnuna, aftur-
latin. Fólkið er flutt til KJ-
Hydraulik á Kambsdali,
sum eigur Hydro-Tech, at
arbeiða. Onkur valdi tó at
fara aðrastaðni.
Eini 10-12 arbeiðspláss
eru færri á havnarlagnum á
Eiði, enn tey vóru fyri
stuttari tíð síðan. Umstøð-
urnar hjá alivinnuni hava
havt ta beinleiðis ávirkan,
sigur Jón Eliasen, tekniskur
stjóri hjá KJ-Hydraulik á
Kambsdali, at smiðja teirra,
Hydro-Tech á Eiði, er afur-
latin.
Hydro-Tech hevði lagt
seg eftir at veita tænastur til
alivinnuna mestsum burtur-
av. Slíkt, sum brúkast
skuldi á brúkunum, og ikki
minst at smíða bátar til
alivinnuna. Kendar eru tví-
kiljurnar, sum síggjast við
alibrúkini millum oyggj-
arnar. Eisini eru bátar út-
fluttir. Bæði til Skotlands
og til Íslands.
Men har sær púra einki út
heldur, sigur Jón Eliasen.
Íslendingar gera framvegis
onkrar íløgur í alivinnuna,
men kappingin um at
sleppa at veita teimum tæn-
astur, er øgilig. Tí eisini
aðrastaðni enn í Føroyum
er tungt hjá alivinuni, og
serliga norðmenn kappast á
somu økjum sum føroying-
ar. Eitt nú við at smíða bát-
ar til alibrúkini.
– Hetta er fyrsta baro-
metrið, sum vísir á eina
niðurgongd, sigur Jón Elia-
sen. Tá tænastusmiðjurnar
fáa minni at gera, er tað eitt
greitt tekin um at, um ikki
beinleiðis kreppa, so niður-
gongd er á veg. Hetta hava
vit sæð í einum javnt aftur-
vendandi »cyklusi«, og tað
er nú á veg aftur, sigur
hann.
Sum er, stendur smiðju-
bygningurin á Eiði tómur,
og verður helst lýstur til
sølu fyrsta dagin, sigur Jón
Eliasen. Sjálvir síggja teir
ikki nakran møguleika har í
løtuni.
– Men hendir okkurt so-
leiðis, at gongd kemur á
aftur eitt nú alivinnuna,
kann vera, at vit fara at gera
okkurt aftur har, um bygn-
ingurin til ta tíð ikki er
seldur til annað endamál,
sigur hann.
Á Kambsdali er væl av
virksemi enn, sigur Jón
Eliasen. Skansatangi er til
umbyggingar til krabba-
veiðu, og tað arbeiðið ger
KJ-Hydraulik. Men tá tað
er liðugt, er slakari, sum út
sær beint nú. Og lítið er av
fyrispurningum í løtuni,
sigur hann.
Tað arbeiða tilsamans
eini 40-50 fólk hjá fyritøk-
uni.
Millum oyggjarnar í kajakk
Byggja eldrasambýlið út
Hydro-Tech afturlatið
Hydro-Tech byrjaði í bygninginum fremst á myndini. Seinni
vórðu stóru hallirnar aftast á myndini bygdar til smiðju, og
gamla smiðjan seld. Nú standa stóru hallirnar tómar og verða
helst lýstar til sølu fyrsta dagin
Svensku kajakkrógvararnir, sum eru í Føroyum í løtuni, hava ferðast víða við hesum smáu
førunum
Mynd: Edvard Joensen
Fimm búpláss og eitt arbeiðsrúm verða nú innrættað í niðaru
hæddini í Korndalsbýlinum
- Høvdu vit bara havt
tann eina handilin í
økinum, høvdu vit
ikki latið aftur, men
matvøruhandilin,
Brotið í Saltangará,
sum sama firma
eigur, verður verandi
opin, meðan verk-
fallið er, sigur Fríð-
bjørg Ljósá, dagligur
leiðari í Bónus
VERKFALL
Vilmund Jacobsen
Mánadagin læt størsti mat-
vøruhandil
í
Eysturoy,
Bónus á Glyvrum, aftur.
Tað er sama firma, sum
eigur Bónus á Glyvrum og
matvøruhandilin, Brotið í
Saltangará.
Handilin
í
Saltangará verður verandi
opin, meðan verkfallið er,
og Bónus letur uppaftur, tá
ið verkfallið er av.
Tómar hillar
Dagligi leiðarin í Bónus á
Glyvrum, Fríðbjørg Ljósá,
sigur, at nú verkfallið er
vorðið so drúgt, hava tey
valt bert at hava annan
handilin í økinum opnan.
- Tá ið tað er sami eigari,
sum eigur báðar handlar-
nar, helt leiðslan tað vera
rættast at hava annan hand-
ilin opnan - og ikki báðar, tí
nógvar av hillunum standa
tómar, og í køli-og frysti-
diskunum er lítil og eingin
vøra eftir.
Hon sigur, at nú bara
annar handilin er opin, fara
tey væntandi at flyta onkrar
vørur út í Brotið, um so er,
at vøra er eftir í Bónus, sum
er útseld í Brotinum.
- Tað er ikki nógv mein-
ing í hjá sama eigara at
hava tveir "tómar" handlar
standandi opnar, heldur
Fríðbjørg.
Hon sigur, at nú Bónus
læt aftur, vantaðu næstan
allar vørur, sum fólk van-
liga keypa.
- Eplir, fruktir og grøn-
meti vórðu útseld næstan
beinanvegin, tá ið verk-
fallið byrjaði, og síðan eru
flestu
neyðsynjarvørur,
sum fólk dagliga keypa,
eisini útseldar.
Hon vísir á, at nú verk-
fallið hevur vart í smáar
tríggjar vikur, er vøruúr-
valið í Brotinum størri enn í
Bónus.
- Hetta kemst helst av, at
Brotið hevur havt fleiri
vørur á goymslu, tá ið
verkfallið byrjaði.
Fríðbjørg sigur, at nú
bakarin, har Bónus og Brot-
ið keypa allar sínar bakara-
vørur, einki rugmjøl hevur
eftir, kann væntast, at lítil
gongd verður í handilin
næstu dagarnar, tá ið eingi
rugbreyð eru at fáa.
- Vit hava tó skilt, at
hveitimjøl er eftir, so iva-
leyst verður fransbreyð at
fáa eina tíð enn, sigur hon.
Halda frí
Sjey fólk starvast í Bónus á
Glyvrum, og sum skilst,
hava tey einki ímóti at fáa
frí nakrar dagar - bert dag-
arnir ikki gerast alt ov
nógvir.
Týsmorgunin, tá ið vit
tosaðu við Fríðbjørg, vóru
hon og ein onnur kvinna til
arbeiðis.
- Nú kunnu vit gera
ymiskt, sum liggur á láni,
og sum ikki ber so væl til at
gera, tá ið handilin er opin.
Fríðbjørg Ljósá sigur at
enda, at tey, sum nú eru
farin heim at halda frí
nakrar dagar, meðan verk-
fall er, kanska kunnu loysa
av í Brotinum, um tað er
ynskiligt.
- Annars hava Bónus á
Glyvrum og Brotið í Sal-
tangará hvør síni starvs-
fólk, leggur hon aftrat.
Størsti mat-
vøruhandil
í Eysturoy
stongdur
"Uden mad og drikke,
duer helten ikke…"
siga tey. Men her er
eingin "góða
mamma"; tá ið
hendan vikan er
liðug, er alt mjølið hjá
teimum trimum
bakaríunum í Eystur-
oy uppi.
Bakaríið í Fuglafirði
letur aftur longu í
dag, og bakaríið á
Skála letur helst aftur
fyrst í komandi viku
BREYÐTROT
Vilmund Jacobsen
Nógv fólk í Eysturoy hava
keypt breyð hesar seinastu
dagarnar, nú tað fyrst í
vikuni frættist, at mjølið
hjá øllum bakaríunum í
Eysturoy av álvara er farið
at ganga undan.
Letur aftur
Bakaríið, Breyðmolin í
Fuglafirði, bakar seinastu
breyðini í dag, og tá ið út-
selt er, letur bakarríið aftur.
Í Fuglafirði siga tey, at
latið verður ikki uppaftur,
fyrr enn einar tveir dagar
eftir, at verkfallið er av, tí
neyðugt verður at fáa vør-
una uppá pláss, áðrenn latið
verður uppaftur.
- Enn er ikki greitt, nær í
morgin, vit lata aftur, men
tá ið bakaravørurnar eru
útseldar, og hvørki mjøl
ella ger er eftir, er einki at
hava opið til, søgdu tey á
Breyðmolanum í gjár.
Hjá Miðberg í Saltangará
er støðan á leið tann sama
sum í Fuglafirði, men sum
skilst, er ætlanin ikki at lata
bakaríið aftur.
- Rugmjølið verður uppi í
dag, men enn hava vit eitt
sindur av hveitimjøli eftir.
Tískil baka vit bara rug-
breyð í dag aftrat.
- Hvussu leingi, hveiti-
mjølið røkkur, er ilt at siga,
men tað røkkur so til nakrar
dagar aftrat, søgdu tey í
Saltangará.
Bert eitt breyð
Á bakarínum á Skála siga
tey, at har er mjølið eisini
farið at ganga undan. Tey
hava nakað tað sama eftir at
rugmjøli og hveitimjøli.
- Vit vænta, at vit hava
mjøl til tað, ið eftir er av
hesi vikuni; síðan røkkur
mjølið ikki longur, og so
verður
bakaríið
helst
stongt, tí vit hava so fáar
aðrar vørur í handlinum.
Á Skála er "politikkurin"
tann, at eingin fær meira
enn eitt breyð, tí annars
verður einki eftir til teirra,
ið ikki hava høvi at keypa
fyrr enn seinnapartin.
Bæði í Fuglafirði, í
Saltangará og á Skála hevur
stórur gravgangur verið
eftir bakaravørum seinastu
dagarnar, nú fólk hava
varhugan av, at mjølið
gongur undan hjá øllum
bakaríunum í Eysturoy.
Bakaríini í Fuglafirði og á Skála lata aftur
Í Runavíkar-økinum hava tveir stórir matvøruhandlar sama eigara, Bónus á Glyvrum og Brotið í Saltangará. - Tá ið sami eigari
eigur báðar handlarnar, og vørurnar ganga undan í báðum handlunum, helt leiðslan tað vera rættast bert at hava annan
handilin opnan, sigur Fríðbjørg Ljósá, dagligur leiðari í Bónus
Bakaríið, Breyðmolin í Fuglafirði, letur aftur í dag, tá ið bakaravørurnar eru uppi. Tá ið
hendan vikan er úti, hava tey trý bakaríini í Eysturoy einki mjøl eftir
C
M
Y
K
7
6