Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 100 - 28. mai 2003 Nr. 100 - 28. mai 2003 9 Arbeiðarafeløg í Klaksvík: Verkfallið verður ikki virt Í eina tíð nú hava søgur gingið um, at bilurin hjá Kjølbro heilsølu í Klaksvík flytur vøru tvørtur um Leirvíksfjørð, og verkfalsvaktir siga, at tær hava ongan møguleika at steðga bilinum VERKFALL Solby A. Eliasen Klaksvík: Frá arbeiðarafeløgunum verður sagt, at bilurin hjá heilsøluni kemur í seinastu løtu og koyrir umborð við so mikið av ferð, at tað ikki er hugsingur um at royna at steðga honum. Sum skilst á fleiri verkfalsvaktum, so eru feløgini sera ónøgd við framferðarháttin hjá heil- søluni. Feløgini siga, at tey ikki vilja leggja eftir heil- søluni, men tey siga seg ikki skilja, hví hesin fram- ferðarhátturin verður nýttur, og hví heilsølan ikki virðir verkfallið, sum nú hevur vart í nærum tríggjar vikur. Tey halda, at hetta ov nógv av tí góða, og nú um- hugsa feløgini at seta fleiri vaktir við Dúgvuna. – Hetta hevði tó ikki verðið neyðugt, um heilsøl- an lat vera við at bróta verkfalsvaktirnar hjá okk- um, siga óðir limir í feløg- unum í Klaksvík. Tey siga, at Jákup Mikkelsen sjálvur hevur sagt, at hann ikki koyrir nakað út frá heilsøl- uni, men um fólk kemur har at keypa, so selur hann. Men tað letur til, at myndin er ein onnur, tí í øllum før- um varð heilsølubilurin sæddur at koyra umborð á Dúgvuna mánakvøldið seinasta túr til Leirvíkar fullur av vøru og aftur til Klaksvíkar sama túr, men tá var bilurin tómur. Og verkfalsvaktir siga, at hetta var ikki fyrstu ferð. – Vit hava ikki havt trupul- leikar av nøkrum øðrum her í Klaksvík. Og tey ringja eis- ini úr Eysturoynni og siga, at bilurin hjá Kjølbro heilsølu kemur fullur av vøru í land í Leirvík, men hann koyrir so skjótt, at tað er lívshættisligt at royna at gera nakað við hann, greiðir ein verkfals- vakt frá. Serstakliga fílast feløgini á, at tað letur til, at ongin virðing er fyri verkfallinum. Tey greiða frá, at trukkur er sæddur koyra vøru frá heil- søluni og niðan til Bónus mitt á degi, og tað halda tey, er óneyðug provokatión. – Feløgini ynskja bara, at verkfallið verður virt, og at óneyðugar provokatiónir halda uppat, tað fer at lætta um samráðingarnar, siga tey. Verkfalsvaktir við Dúgvuna siga, at Kjølbro heilsøla onga virðing hevur fyri verkfall- inum, tí tey hava flutt vøru tvørtur um Leirvíksfjørð Jákup Mikkelsen, stjóri á Kjølbro heilsølu, sigur, at heilsølan stórt sæð bert hevur útflýggj- að vørur til keyp- menn, sum sjálvir avheinta vøruna VERKFALL Solby A. Eliasen Klaksvík: – Hetta verkfallið hevur kostað okkum nógv, og vit hava mist eina rúgvu av sølu, sigur Jákup Mikkelsen, og hann legg- ur dent á, at heilsølan stórt sæð bara hevur selt út av húsinum til keyp- menn í Klaksvík, sum sjálvir avheinta vøruna. Annars hevur Jákup ikki tær stóru viðmerk- ingarnar til hesi tíðindini, uttan at tað ganga nógvar søgur, og tað er nógvur aggressivitetur millum fólk. – Eg vóni bara, at part- arnir á arbeiðsmarknaðin- um fara at finna eina semju sum skjótast, so- leiðis at samfelagið kem ur at virka aftur sum van- ligt. Sum er eru bert tap- arar og ongir vinnarar, sigur Jákup Mikkelsen í stuttari viðmerking við Sosialin. Jákup Mikkelsen, Kjølbro heilsøla: Verkfallið er dýrt – Tað eru ongir vinnarar í hesum verkfallinum – bara taparar, sigur Jákup Mikkelsen, stjóri á Kjølbro Heilsølu Fríggjakvøldið á norðoyastevnu verð- ur eitt tiltak í fimleik- arahøllini í Klaksvík við Angelu og Hannibal NORÐOYASTEVNA Solby A. Eliasen Klaksvík: Tiltakið byrjar klokkan 19. Finn Johannessen verður frásøgumaður, og áðrenn tey bæði Angela og Hanni- bal koma at undirhalda, fer Finn saman við Hans Michael í Mittúni, sum spælir gittar, at syngja nakrar barnasangir saman við børnunum. Síðani koma Angela og Hannibal, og tá tey eru liðug við teirra framførslu, verða aftur nakrir sangir sungnir. Og alt tiltakið endar við, at Silvi kemur á vitjan. Atgongumerki til tiltakið fáast í forsølu á Norðoya Kunningarstovu, og kostn- aðurin fyri hvønn er 50 krónur. Tað er avmarkað at- gongd, men fyrireikararnir hava tikið hædd fyri, at um tað er undirtøka fyri tí, so verður ein sýning møguliga afturat seinni um kvøldið, klokkan 20:30. Angela og Hannibal á norðoyastevnu Angela og Hannibal, barnasangir og Silvi eru á skránni í fimleikarahøllini í Klaksvík fríggjakvøldið á norðoyastevnu klokkan 19 Ata Andreasen 65 ár Í dag, mikudagin 28. mai, fyllir Ata Andreasen í Havn 65 ár. Hon er fødd í Myki- nesi, dóttir Nicolinu Jacob- sen úr Mykinesi og Olaf Niclasen, sum var mið- vingur, men vaks upp í Mykinesi. Ata tók læraraprógv í Havn í 1964 og var síðani lærarinda í Lorvík í 4 ár, til hon fekk starv við Skt Frants skúla í Havn, har hon starvaðist í mong ár. Hon er farin frá sum lærarinda. Í 1963 giftist Ata við Poul Jóhannes Andreasen av Oyrarbakka. Hann hevur starvast sum húsavørður í barnagarðinum hjá Nunn- unum. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Erland Jacobsen 70 ár Hósdagin 29. mai verður Erland Jacobsen á Tvøroyri 70 ár. Erland er føddur og uppvaksin í Fámjin, sonur Onnu Leo úr Famjin og Edvin Jacobsen av Tvør- oyri. Erland er giftur við Odu Jacobsen, f. Laðan- berg, og tey eiga trý børn: Simona, Jón og Anna. Er- land hevur verið sjómaður. Tey fyrstu árini sum fiski- maður. Í 1953 fór hann út at sigla, og hetta gjørdi hann í nøkur ár. Í 1959 fekk hann starv hjá Strand- ferðsluni og var har í 31 ár. Honum hevur altíð dámt væl tónleik. Síðan hann var heilt ungur, hevur hann spælt harmoniku og ger tað enn. Erlandi verður ynskt hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Oda Kjølbro deyð Týsdagin 20. mai and- aðist Oda Kjølbro í Havn, 87 ára gomul. Hon var ættað úr Klaks- vík, næstelst av teimum fimm børnunum hjá Karini og Jógvani Kjøl- bro, keypmanni og reið- ara. Elst av børnunum hjá Karini og Jógvani Kjøl- bro var Ewald, sum var giftur við Gerdu Nicla- sen úr Sørvági. Triðelst var Poul Nolsøe, kall- aður Nølli, sum var giftur við Thurid Thom- sen. Fjórð í røðini var Kitty, sum giftist við G.C.A.F. Falsner og bú- settist í Keypmanna- havn. Yngst var Esther, sum giftist við Ingebrikt Kårbø. Tey búðu fyrst í Klaksvík og síðani í Bergen. Oda var gift við norðmanninum Anders Harboe- Ree, og tey búsettust í Lillehammer. Seinni flutti Oda til Havnar og búðu uppi undir Varða. Børnini eru Anders, sum er yvirlækni á røntgen- deildini á Landssjúkrahúsinum, og Karin Maria, sum er gift við Guttormi Torvadal úr Tjørnuvík. Tey búgva í Havn. Dagurin 28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í Gascogne í Fraklandi. Var ein av kempunum hjá Karlamagnusi keisara. Tað er um hann, at Sjóvarbóndin yrkti kvæðið Viljorm Kornus. Hann fór í kleystrið inn at bøta sínar syndir. Seinni legði hann út aftur í herstríð, men halgi- søgan sigur, at hann á gamalsaldri aftur fór í kleystrið, sum hann sjálvur hevði grundað. Upprunaliga týkst navn, ið merkir vilji og hjálmur. 29. mai. Maximinus, deyður í 352. Biskupur í Trier í Fraklandi. Á ferð til Miklagarðs at royna semju í kirkju- ligum stríði doyði hann. 30. mai Vigand. Helst tann sami sum hin heilagi Venantius úr Arles í Suðurfraklandi, sum var av heidnari ætt, men gjørdist kristin. Doyði í umleið 400 á ferð í Eyst- urlondum. Rasmus Effersøe varð føddur hendan dagin í 1857. Bjartur Dalsgarð løgfrøðingur á Arbeiðseftir- litinum 19. mai bleiv Bjartur Dals- garð á Argjum settur sum løgfrøðingur á Arbeiðs- eftirlitinum. Bjartur er 54 ára gamal og argjamaður, sonur Dinnu, f. Gudmund- sen, og Ólavur Dalsgarð á Argjum. Í 1968 fór hann í læru á Tryggingarsamband- inum Føroyar. Har arbeiddi hann í mong ár á skaða- tryggingini, har hansara ábyrgdarøki fevndi um so gott sum allar tryggingar uttan skip. Meðan hann ar- beiddi á Tryggingarsam- bandinum, gekk hann á danska tryggingarskúlan- um við Rungsted Kyst og sum nú eitur "Forsikrings- akademiet", har hann fekk teoretiska útbúgving í tryggingarviðurskiftum. Bjartur var varastjóri á Tryggingarsambandinum frá 1989. Hann var við til at stovna Ráðið fyri Ferðslu- trygd, hevur sitið í ymsum nevndum eins og lands- stýrið hevur brúkt hann í sambandi við endurskoðan av tryggingarlóggávuni í seinnu helvt av 90-unum. Í 1999 fór hann til Keyp- mannahavnar at lesa løg- frøði. Meðan hann las í Keypmannahavn, var hann partaeigari í einum felag, sum arbeiddi við ráðgeving og tryggingarmekling í Keypmannahavn. Hann fekk autorisatión (góð- kenning) frá danska Fíggj- areftirlitinum til hetta virk- semi. Nú hann hevur fingið starv í Føroyum, hevur hann deponerað sítt loyvi til hetta virksemi hjá danska Fíggjareftirlitinum. Bjartur er giftur við Jonny, f. Olsen, av Toftum, dóttir Svanhildu, f. Hansen, og Jens Chr. Olsen, fyrrver- andi løgtingsmann. Jonny og Bjartur eiga tvær døtur, Hildigunn, sum lesur Gud- frøði í Oslo, og Kristinu sum gongur í 2. G í Hoy- dølum. Margretha Egholm 100 ár Í dag, 28. mai, verður Margretha Egholm í Havn 100. Margretha er ættað úr Miðvági, dóttir Henriettu, f. Joensen, við Kirkjar og Jóannes Niclasen, í Skála- lonini, bæði úr Miðvági. Hon var nr. 5 av 11 systkj- um. Margretha fór sum ung til Hvalbiar at tæna í bóndagarðinum í Stór- stovuni, seinni kom hon til Havnar at tæna. Hon fór eisini á húsarhaldsskúlan "Haraldsborg" í Roskilde. Í 1928 giftist hon við Petur Egholm (1898-1954) úr Havn. Tey fingu ein son, Jens Petur, sum hevur arbeitt hjá P/F Poul Hansen í 46 ár. Petur arbeiddi á Mullerskontóri í Havn, har hann reiddi út skip. Hann umboðaði tryggingarfelag- ið "Færøernes Gensidige Forsikringsforening". Petur reiddi eisini skip út sjálvur og var ein av stovnarunum av UVAK, sum høvdu fleiri trolarar frá miðskeiðis í 30- unum til fyrst í 50-unum. Margretha og Petur búðu í J.C. Svabosgøtu, við síðuna av gamla Sjómansskúlan- um, og í mong ár búðu sjó- manskúlanæmingar hjá teimum. Tey høvdu neyt uppi við Kongaminni, og Margretha gekk hvønn dag niðan har at mjólka. Margretha eigur tvey ommubørn, Petur og Honnu Margrethu, og sjey langommubørn. Margretha býr í dag á Lágargarði, hon er frammi hvønn dag og er hampuliga væl fyri. Føðingardagurin verður hildin á Lágargarði frá klokkan 15 -til 18, har øll eru vælkomin. C M Y K 9 8