Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 100 - 28. mai 2003 Nr. 100 - 28. mai 2003 11 Mong mun du gerast bilsin, tá formaður Havnar Arbeiðsmannafelags í Degi og Viku mánakvøldið luftaði hugskotinum um 3 parta samráðingar millum partarnar á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað, sum helst elvir til størstu undran, er timingin og so sjálvt hugskotið. Mong mundu mánakvøldið spyrja, hví formaðurin kom við hugskotinum júst nú, hvar tað kann skapa eitt sindur av iva um samanhaldið mill- um feløgini í verkfalli. Tað er tó einki, ið bendir á, at hugskotið um 3 partasamráðingar er ætlað at skapa iva um støðufestið og stríðsviljan. Heldur kundi nakað bent á, at talan bert er um, at tann fastlæsta støðan fær formannin at umhugsa alternativar sam- ráðingarformar í framtíðini, og um tann beiska veruleika, at tað er sera torført at tryggja ein hald- góðan reallønarvøkstur, uttan mun til samráð- ingarúrslit. So er tað sjálvt hugskotið um at tengja samráðingar um skatta- og avgjaldslættar upp í sjálvar sátt-mála- samráðingar og at hava fíggjarmálaráðið við í sam- ráðingunum. Her skuldu so fakfeløgini, fíggjar- málaráðharrin og arbeiðsgevararnir sitið við eitt og sama samráðingarborð. Uppskotið er óvanligt, og áhugavert men ikki vandaleyst. Tað er ikki óvanligt, at serliga ein borgarlig stjórn roynir at tryggja afturhald við lønarkrøvum við at lova skattalættar í sambandi við lønarsamráðingar. Men tað er heilt óvanligt um okkara leiðir at fíggjarmálaráðið situr við samráðingarborðið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Fíggjarmálaráðharrin vil altíð hava ein gegnistrupulleika, alt eftir hvørja ideologiska áskoðan, hann hevur. Tí er hugskotið eitt sindur ivasamt sæð frá einum demokratiskum sjónarmiðið. Hugskotið um 3 partasamráðingar er ikki vanda- leyst, tí vit vita av royndum, at skattalættar sjáldan kunnu setast í staðin fyri lønarhækkingar. Tað vísir seg altíð, at sum frá líður, eru tað tey lágløntu, sum tapa, tí skattahækkingar koma fyrr ella seinni aftur og eta upp tann reallønarvøkstur, sum ein vann við skattalættanum. Hetta tí útreiðslustøðið støðugt hækkar innan almenna sektorin, serstakliga til skúla og almannamál. Steðgar ein hesum vøkstri verða tey lágløntu tapararnir. Tískil er besta trygdin fyri eini reallønarhækking, at ein sámuligur lønarvøkstur verður tengdur at t.d. avtøku av matvøru-MVG og av oljugjaldinum. Onnur stig, sum tað almenna kundi ttikið, var at at fingið skil á íbúðarøkið, so ung og láglønt hava ein møguleika at seta búgv. Um 3 partasamráðingar eru rætta leiðin við hesum baksýni er ivasamt, tí her er talan um viðurskifti, ið eiga at vera fingin upp á pláss, áðrenn sáttmála- samráðingar byrja. DAGSINS MEINING Sosialurin Áhugavert men vandafult hugskot VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Niels Uni Dam ba í samskifti og heimsspeki Eg eri um at sprongjast av øði, tá eg síggi Ingeborg Vinther og Hans Joensen føra seg fram. Harra Guð, Ingeborg átti man næstan at hava vænt seg við. Hvørja ferð hon er innblanda, skal verkfall lýsast. Helst nóg leingi til at allir fjølmiðlar hava víst hennara snýð væl og virði- liga. Eg kenni væl hesa sjúkuna, fjølmiðlagreði eitur hon. Eg líði sjálvur av henni. Stutt sagt, elskar man at síggja seg sjálvan í bløðum, hoyra seg í út- varpi, ella best av øllum, hoyra og síggja seg í sjón- varpi. Hetta gevur eitt so- kallað rush, ein kensla sum er nokkso deilig. Eg útlivi hesa greði, við at fara á pallin og rappa, og við at skræða meg um tað, sum eg havi á hjarta. Men Ingeborg hevur ein nógv meiri oyðileggjandi máta at útliva hesa greði. Hon legg- ur alt landið lamið, og skaðar samfelagsbúskapin ómetaliga nógv. Fyri henn- ara rush fær samfelagið sár, sum í síðsta enda raka tey veikastu í samfelagnum. Nú eru tað kanska nøkur heilt fá har úti, sum hava latið seg lumpa av hesari skjótttosandi og nokkso freku madammuni, sum sigur seg arbeiða fyri verkamannin. Trúgv mær, hetta er ikki so. Um hon veruliga arbeiddi fyri verkamannin, so hevði hon ikki altíð lagt út við verk- falli, og krøvum, sum sjálvt hon má fata koyra landið á heysin. Hon hevði eisini hugsa um samfelagsligu fylgirnar av hesum verk- føllum og tí avlagaða bú- skapi, sum hennara lønar- krøv hava við sær. Krøvini er vanvittig, og beinleiðis avleiðingarnar vera, at fólk verða søgd úr starvi fyri at fíggja lønarhækkanina. Síðan fara prísirnir á øllum tænastum og vørum upp. Hetta verkfalli snýr seg um at nakrir fakfelagsboss- ar skulu føla seg týdning- armiklar og sleppa í fjøl- miðlarnar. Einasta orsøk, til at bossarnar ikki ynskja at limirnir skulu atkvøða um semingsuppskotið, er at tey eru so smátt farin at ivast í, um liminir munnu vera so pillbýttir, sum tey hava bilt sær sjálvum inn. Lat meg tryggja tykkum øllum, teir av tykkara lim- um, sum eg havi tosa við, eru ikki býttir. Teir vita líka væl sum restin av okkum, at tit ikki hugsa um teir, men um tykkum. Hví Hans Joensen er lopin við í verkfallsbátin, er heldur ikki so ringt at skilja, maðurin bleiv valdur við einum nokkso teprum meiriluta, á einum ófanta- ligum og næstan hatskum fundi. Hann hevur brúk fyri at markera seg. Hann sær hvussu væl tað gongur hjá Ingeborg, hon sleppur í allar fjølmiðlar og vil tí sjálvandi eisini sleppa upp í part. Vónandi hava liminir í verkamannafeløgunum gott minnið, og geva hesum fjølmiðla- og maktgræðu leiðarum durðafjórðingin næstu ferð væl er, tí Før- oyar er eitt ov lítið land til at yvirliva slíkt lands- fíggindaligt virksemið fleri ferð afturat. Dánial á Dul Jacobsen Tað verður ført fram av fakfelagsleiðarunum í verkfalli, at nú má gjógvin millum arbeiðarafeløgini og øll hin fakfeløgini gerast minni. Hetta er væl skilj- andi, men hetta fáa arbeiðs- gevararnir tíverri einki gjørt við. Satt at siga so gera teir bert støðuna verri, um teir ganga krøvum verkafólkanna á møti. Lat okkum siga, at teir heilum- venda seg og bjóða feløg- unum 10 kr. meiri um tíman í 2 ár - tilsamans 20 kr. meir um tíman. So fara øll hini feløgini, sum sótu so fitt á fundi og lovaðu arbeiðarafeløgunum fullan stuðul, at krevja prosent- vísa sama part í sínum sam- ráðingum og kanska fara í verkfall um tey ikki fáa tað. Tað vil siga, at jú fleiri lønarkrónur arbeiðsfeløgini fáa tess hægri prosentpart krevja hini feløgini og ja, rætt roknað, gjógvin mill- um feløgini gerst uppaftur størri. Tey einastu, sum kunnu hjálpa arbeiðarfeløgunum við veruliga trupulleikan- um, eru hini feløgini. Tí skjóti eg upp, at øll hini fakfeløgini vísa veruligan solidaritet mótvegis arbeið- arfeløgunum og gera av at leingja allar sínar sáttmálar óbroyttar í 2 ár samstundis sum arbeiðarafeløgini fáa tað sum svarar til annað av semingsuppskotunum. Soleiðis fæst gjógvin at minka og helst bara so. Av tí, at eg sjálvur eri starvs- maður, skjóti eg upp, at mítt egna felag, Starvs- mannafelagið, gongur und- an og kallar øll feløgini saman at umrøða upp- skotið. Næsta stigið má so vera at fáa, sum Hans Joensen tosar um, politikkararnar at fremja tiltøk, sum veruliga hækka reallønina hjá okk- um øllum. Latið verða við at billa tykkum inn at tykkara limir eru pillbýttir Uppskot til loysn á fastløstu støðuni á arbeiðsmarkaðinum Regin Eikhólm Fyri umleið fimm árum síðani fingu vit eitt loysing- arlandsstýri, við loysingar- flokkinum sum tann veru- ligi maktfaktorurin, takkað veri tendentiøsari og anti danskari loysingarútlegg- ing av okkara búskaparligu trupulleikum í 80-árunum. Rabiata loysingarhugsjónin var tá sum nú eitt fjøl- miðlafyribrigdi um eina politiska fiktión, ið byggir á ein foreldaðan nalva- skoðandi nationalromantik og eitt ólogiskt og erkvisið danakomplex, umboðandi tey sokallaðu frælsislyftini hjá teimum "intellektuellu" kommunistiskt reflekter- andi chefideologunum og teirra citatpapageykum. At talan var um eina fiktiónin, kom longu til sjóndar tá sjálvútnevndi loysingarmálaráðharrin við síni selektivu hvítubók møtti politiska veruleikan- um, og bæði svunnu sum døgg fyri sól. Síðani tá hevur ongin sæð ella spurt eftir teimum. Lagnan er mest tann sama hjá lands- stýrisfólkunum fyri loys- ingarflokkin. Tey eru fremmandagjørd fyri van- ligari demokratiskari sið- venju og vera tessvegna skift úr sessinum, so hvørt tey møta politiska veruleik- anum. Aktuelt stendur ein teirra ákærdur fyri so álvarsligar hóttanir móti sínum egnu, at sjálvur løg- maður er skrivliga biðin um at vera verji, og "Skarpur verður hildarleikur, tá Norðmenn mót norskum stríða", kvøður Sjóvar- bóndin! Vejrgudernes og strejkernes tumleplads William Heinesen segði, at Fæeøerne er vejrgudernes tumleplads, men saman- borið við onnur europæisk lond so eru vit eisini "strejkernes tumleplads" nummar eitt, langt langt frammanfyri øll hini lond- ini (Útvarp Føroya, Sostatt, 14/5-03). Henda ivasama heiður kunnu vit í stóran mun takka loysingar- flokkinum fyri, sum við teirra loysingarævintýri hava fyrigyglað fólki, at trøðini fóru at vaksa inn í himmalin, um danir fingu fótin og teir sluppu framat. Atferðin hjá samgongu politikarunum hevur eisini í fyrstu atløgu styrkt Palleba í trúnni um at so er. Tí hóast fýra milliarda skuldina, minkaðan blokk og uttan at hava funnið olju so hildu politikararnir seg ikki aftur. Umframt at geva sær sjálvum stórstu lønar- hækkan í mans minni, so nørdu teir uttan fyrilit um almennu fyrisitingina og gingu har á odda við at geva høga løn, stutta ar- beiðstíð, langa feriu og frynsaágóðar annars, nakað sum vinnulívið als ikki kann kappast við. Stuðulsfría vinnulívið má svara hvørjum sítt, og kann ikki trekkja uppá almennu skattakrónurnar, og senda rokningina víðari til Palli- ba, eins og tað almenna ger. Tað kann tí valla undra nakran, at ábyrgdarar fyri arbeiðarafjøldina kring landið nú eisini vilja hava teirra bita av køkuni. Trupulleikin er bert tann, at almenna fyrisitingin longu hevur etið næstan alla køk- una upp, og sambært bú- skaparfrøðinginum, Magna Laksáfoss, noyðist sitandi loysingarlandsstýrið longu um tvey ár at taka lán fyri at svara hvørjum sítt. (Sosialurin 16/5-03). Hetta er óhoyrt nú beint eftir fleiri ár við rokfiskiskapi, høgum prísum, arbeiði til allar hendur og framhald- andi 600 mill krónur í blokkstuðli árliga. The Land of Maybe Enski herðmaðurin, Syd- ney Norgate, hevði helst meiri rætt enn hann gáaði um, tá hansara bóklingur um Føroyar: "KANSKA or The Land of Maybe" kom út í 1943 (HNJ). Hjá hon- um var tað serliga grundað á veðrið, men í fimm ár við rabiatu loysingarhugsjón- ini, eru Føroyar rættiliga komnar í fokus sum "The Land of Maybe", við aftur- vendandi drúgvum aðal- verkføllum v.m. Henda vanstýringin av landinum er drepandi fyri vinnulívið bæði á sjógvi og landi, eins og tað er fyri álitið á Føroyar sum heild, ikki minst sum ferða- mannaland. Samanumtikið er hetta helst stórsta hótt- anin móti okkara vælferð, tí vælferð byggir á trygg og rúmsátt búskaparviðurskifti og ikki á "prøv lykken" loysingarromantik við har- tilhoyrandi ótryggleika. At langt er millum teori og praksis, sóu vit, tá sit- andi loysingarsamgonga fíggjarliga valdi at spenna bein fyri flaggskip okkara, Norrønu, tá hon sum hotelskip skuldi servicera í sambandi við altjóða fiski- vinnustevnuna í Runavík. Í tí sambandi søkti Norrøna um skonkiloyvi, sum um okkara leiðir er ein sjálv- givin og neyðugur partur av altjóða hotelrakstri. Skonkiloyvið varð noktað teimum, grundað misskilt religiøst erkvisni og makt- girnd í loysingarsamgong- uni. Vorðið sum frælsis- hugsjón við sjálvbjargni sum stavnamerki! Blokkurin út og hvat so Tey yngru vælútbúnu, sum søkja sær samleika í loys- ingarflokkinum, og kundu hugsast at havt potentiali til at stuðla undir eina end- urnýggjan og fjøltáttan av vinnulivinum, eru mest ikki at finna í privata vinnulív- inum. Tey halda seg til tann almenna sektorin, har blokkstuðulin enn ger teirra mánaðarligu lønarflyting váðaleysa, í mun til hvat eitt váðafýsi vinnulív kann bjóða teimum. Hetta er í sjálvum sær eitt paradox, tí júst okkara stuðulsfría vinnulív stendur fyri ný- hugsan við frælsishugsjón- um, áræði og sjálvbjargni í fremstu røð. Tað er tí trupult at taka teirra rabiata loysingartos um fjøltáttan av vinnulívinum fyri annað enn fjákalótir, tí sambært nýggu útflutningshagtøl- unum eru vit í dag meira tengd at fiski enn nakrantíð (98%). Nýggjar alternativar vinnur krevja nevniliga váðafúsan kapital, sum vit ikki hava, og tí var tað sera óumhugsið - í national- romantiskum rúsi - árliga at senda 366 mill. krónur aftur til Danmarkar, uttan fyrst at menna okkara vinnulív og betra okkara kappingarevni, fyri síðani at hyggja eftir blokkinum og minkað/lagað hann eftir tørvi. Men longu eftir fyrsta niðurskurð av blokk- inum fekk loysingarsam- gongan kaldar føtur, og fór í skundi til Danmarkar fyri at fáa fastfryst restina av blokkinum valskeiðið út - just in case!!! Tað eru enn ongi tekin í sól og mánað um, at reyðu chefideologarnir megna at byggja nakað land, heldur enn fordums reyðu friðar- gongurnar niðan í Mjørka- dal gjørdu tað. Hetta sein- asta hevur sjálvt skemtarin Esmar Eysturoy nú eisini funnið útav - umenn ein mansaldur ov seint (Fregnir nr.14, 2003). Politikara ómegn í búskaparfrøði Búskaparfrøðingurin og stjórin á Hagstovu Føroya sáðar í einum fyrilestri iva um búskaparførleikan hjá føroyskum politikarum. Í teirra búskaparfrøðis ómegn vilja politikarar til ein og hvørja tíð brúka hvørt alment oyra, sum teir ráða yvir, og tí skal blokk- stuðulin burtur, so vit ikki aftur koma okkum út í búskaparligt óføri, sigur hann. Nú var tað helst ikki av tilvild, at fyrilesturin varð hildin júst fyri loysingar- flokkinum og kanska eisini sum eitt vælmeint hint um, at politiskar fiktiónir gera minni skaða í fjølmiðlaregi enn í landsstýrisregi. Tí hvussu kunnu vit umsita eina møguliga oljuvinnu, um vit ikki klára at umsita ein neyðars blokk uppá 600 mill. krónur uttan at mis- brúka hann? Føroyskar - danskar relatiónir Í føroyskum / donskum relatiónum er tendensurin, at føroyskt verður umtal- aðað positivt og danskt negativt. Hetta er ikki minst galdandi í okkara almennu fjølmiðlum, og serliga eftir at tann sokallaða loysingar- processin fór í gongd. Í Føroyum er gamalt at tosa um, at kenna hitan frá hondum sum sleptu, men nær hevur nakar hoyrt hetta nevnt, tá grýtuklárar yvir- tøkur ella gávu-substitu- tiónir frá Danmark skifta hendur? Handan yvirtøk- urnar liggur aloftast danskt fíggjaður búskaparligur sum mentanarligur førleiki. Samanbera vit okkum við onnur smá oyggjalond - eitt nú grannan Hetland - har eingilsmenn ráða, so eru vit sloppin sera væl við framhaldandi at hava okk- ara egna mál og mentan umframt hópin rúmsáttari livikor og valmøguleikar enn teir, takkað veri ríkis- felagskapinum við Dan- mark. Reelt kunnu vit yvir- taka/loysa og føroyskra alt tað, sum føroyski fólka- viljin ynskir. Eitt minsta- krav átti tí at verið, at vit fyrihildu okkum objektivt í føroyskum / donskum sam- skifti, sjálvt um objektivi- tetur enn er eitt fremm- andaorð í føroyskum. Ser- liga okkara ungdómur hev- ur krav uppá reelt innlit og ikki tendentiøsa útlegging í hesum sambandi. Annars tykist tað, sum um ein mentanarsaman- renning er á veg millum danskt og føroyskt, endur- speglað í tí setanarpolitikki sum bæði Listasavn Føroya og Føroya Fornminnisavn standa fyri. Her verður føroyskur førleiki latin á danskar hendur at umsita, enntá á økjum sum hava sera stóran týdning fyri okkara samleika sum fólk, bæði í søgu, nútíð og fram- tíð. Um loysingarflokkurin hevur skotið seg sjálvan í beinið, ella um hetta er ein trend, sum vit koma at síggja meiri til, er ilt at siga, men hetta brýtur við verandi nationalromantisku isolationismuna, sum ann- ars hevur verið tað berandi í populistiska loysingar- politikkinum. Quo vadis Føroya fólk Svarið uppá spurningurin, quo vadis Føroya fólk - hvagar gongur tú - er avgerandi fyri okkara lagnu sum fólk.Verandi ultimativi meirlutin í loysingarsam- gonguni fær sítt svar úr erva eins og spurningurin, quo vadis, í forum eisini fekk sítt svar úr erva. Tað kann virka eitt sindur ør- kymlandi uppá vanliga nú- tíðarmenniskja, at sam- gongan bókstaviliga stend- ur til trúgvandi bæði so og so. Sambært skemtaranum í Fregnir so vísir ein kann- ing, at munur er á fólki og hvørja politiska leið tey ynskja at ganga. Tann rabiati loysingarpolitikk- urin fær undirtøku frá teimum sokallaðu intellek- tuellu, meðan hini, sum ikki taka undir við hesum, hoyra mest til tey prag- matisku sum lesa SMS- blaðið. Annars vísir ein gallupkanning hjá Útvarpi Føroya, at samgongan hevði mist sín meirlut, um val var nú. Kanska er tað við at ganga upp fyri Føroya fólki, at eitt virðiligt lívs- frælsi fyri øll her í Føroyum verður ikki tryggja við populistiskum loysingar- modellum og religiøsum erkvisni í lyklastøðu, men við realpolitikki og bú- skaparligum atliti. Globaliseringin ger, at alt fleiri lond fara uppí ES, ið eisini er okkara stórsti marknaður. Sjálvt okkara smáu kommunur síggja nú eisini fyrimun ella tað neyðuga í størri eindum. Vit eiga tí sum tjóð, eisini at tora at síggja veruleikan í eyguni og ikki national- romantiskt fara fram eftir fummum sum higartil. VIÐMERKINGAR Quo vadis Føroya fólk ? Verður lagna Føroya fólks avgjørd av loysingarhugaðum intellektuellum kommunistiskt reflekterandi chefideologum og citatpapageykum ella av pragmatiskum SMS-blað lesarum? Piltarnir hjá HB savna pening saman til eina Danmarkarferð. Teir skulu vera við í eini fót- bóltskapping, sum verður í Lemvig í døgunum 15.- 21. juli. Foreldrabólkurin, ið stendur fyri tiltøkunum hjá piltunum sigur, at dreingirnir eru sera spentir, at sleppa til Dan- markar at spæla fótbólt, har koma teir at royna seg ímóti liðum úr Dan- mark, Noregi, Canada og Svøríki. Hetta er menn- andi fyri dreingirnar og eitt upplivilsi fyri lívið. Dýrabiðidag høvdu teir stuðulsrenning, og tað gav teimum 16.151 krónur. Teir runnu tilsamans 62,9 km í 20 min. Í miðal runnu teir 3.931 m. Eisini hava teir selt skavað og vinn seðlar fyri Blindafelagið og lutaseðlar fyri Tórs- havnar Ítróttarráð. Eitt bingo hava teir havt og fara at hava eitt afturat 1. juli í Pálsstovu. Ruddingardagin fara teir at rudda fyri Tórshavnar kommunu. Ein Danmarkarferð er kostnaðarmikil, men við góðum stuðli frá fyritøk- um og einstaklingum letur tað seg gera. Foreldur og piltar takka øllum sum hava stuðla liðnum. 62,9 km uppá 20 min. gav 16.151 kr C M Y K 11 10