mikudagur 28. mai 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 100 - 28. mai 2003
Nr. 100 - 28. mai 2003
13
Eilif Samuelsen
Hóast seinasta innleggið
enn einaferð prógvar, at tað
er fáfongt at skifta orð við
Høgna Hoydal, so eigur tað
kortini at vera gjørt eina-
ferð aftrat, fyri at tað
kanska fær tað at ganga upp
fyri honum, hvussu ómeta-
liga
stórur
demagogur,
hann í veruleikanum er. Tað
at forføra eitt heilt fólk er
sanniliga ikki hvørs mans
føri, men í seinna enda man
tað fara at vera tengt at lítl-
um heiðuri.
Eg vil ráða Høgna Hoy-
dal til at lesa talu sína eina-
ferð enn og síðani sakligu
viðmerkingar mínar. Hvar í
mínum
viðmerkingum
finnur
hann
persónligt
brigsl, persónligar niður-
geringar
og
ógrundað
álop? Hann boðaði sjálvur
frá, at tað fór at vera ein
politisk tala, so mátti hann
eisini tolað nakrar politisk-
ar viðmerkingar uttan at
flippa heilt út í ekstremum
spindoktaralótum. Men tá
ið hann hevur tikið sær
einkarrættin til at viðgera
mál sakliga, og øll onnur
eru ósaklig, so eru øll
onnur ‘på herrens mark’.
Skúlin yvirtikin
Alt reypið um, hvussu nógv
Tjóðveldisflokkurin hevur
fingið á skafti í skúlamál-
um, er líka innantómt sum
"bragdið" at yvirtaka skúl-
an.
1. januar 2002 var skúla-
verkið yvirtikið á føroyskar
hendur. Tey mundu ikki
vera nógv, sum gáaðu eftir,
at henda stórhending fór
fram. Í Fregnum, sum var
einasti
fjølmiðil,
sum
gjørdi
nakað
burturúr,
stóðu m.a. hesi orð at lesa:
"Hin føroyski skúlin varð
føddur 1. januar 2002. og
3. januar var fyrsti skúla-
dagur
í
honum.
Men
Mentamálastýrið og Óli
Holm, landsstýrismaður,
hildu eftir øllum at døma
Longu er gingið eitt ár síðan
Marianna flutti heim til
Harran. At hon bert skuldi
verða her hjá okkum í knapt
24 ár, hevði eingin væntað.
Men soleiðis bleiv tað. Eitt er
sikkurt at gudurin í hesum
heimi, vil gera alt fyri at
ræna, oyðileggja og stjala. Og
tað eru løtur har ið alt virkar
sum um hann hevur tikið alt
frá okkum; skrætt eitt stórt
petti úr familjulívinum hjá
okkum, og man stendur bert
spyrjandi....hvat og hví..??
Men tann ið sigur seg verða
Vegurin, Sannleikin og Lívið,
og sum hevur sett búgv í
okkara
og
Mariannu´sa
hjarta, Hann hevur givið
okkum ein frið og eina gleði,
ið røkkur upp um allan ótta,
og alla sorg. Tá alt virkar
vónleyst, so vísur Hann Veg-
in, ið vit sum Hansar´ børn
ganga á, og hvar hann førur
til. Tá alt sær út til at mis-
eydnast, tað bleiv ikki sum
vit ætlaðu; so vísur Hann
okkum á Sannleikan, ið er Himmalin, gullgøtur, gleði,
friður, dansur, lovsongur... og har skulu vit sum
Hansar´ børn búgva í ævir; har búleikast Marianna í
dag...!!! Vit kunnu bert liva í einum tryggleika, at
Marianna hevði valt Lívið! Hon trúði á tann elskaða
Babba í Himlinum, ið hon situr saman við í dag. Ein
dag skulu vit síggjast aftur. Tárini hava hug at renna av
gleði, tá tankarnir leita fram til tann eina dag, har vit
skulu savnast aftur. Øll okkar´ kæru ið fóru her frá;
nøkur á ungum árum, og onnur seinni í lívinum.
Marianna; tú vart altíð ein glað og lítillátin genta.
Tú hevði ikki tað størsta sjálvsáliti ið ein kann hugsa
sær, men tú visti hvør tú vart í Honum, sum gav tær
styrki, vón og eitt lív ið var vert at liva; sjálvt um
dagarnir ikki vóru so mangir.... Tað síðstu tíð av tíni
sjúkralegu, merkti tú serliga nógv til hetta, su tú ofta
tókst til: Eg orki alt í Honum sum ger meg sterkan....
og ....sum dagur tín er skal tín styrki verða....!! Guds
orð.... tað gav lív.
Tað eru so nógvar løtur ið vit altíð vóru sera glaðar
fyri...: Tá vit vóru uttanlandatúrar í Íslandi, øll
leikutøjini ið vit keyptu heim við, tað var ein rúgva.
Allar sunnumorguns-biltúrarnar ið eg, tú, Annebeth og
babba fóru at henta flóskur, meðan mamma gjørdi
døguðra..... tá var tað luxus at vit hvønn sunnudag
fingu hvør sína glas-sodavatns-flósku til døguðra, har
babba gjørdi eitt hol í proppin. Og so annars bara
dagligdagarnir, har tit ansaðu uppá meg meðan
mamma og babba vóru til arbeiðis.
Vit vóru allar glaðar tá vit fingu bæði Jonnu og
Biritu til lítlusystrar. Nú vóru
vit 5 systrar og tað verða vit
altíð....!
Tað er so nógv ið vit kunnu
minnast afturá og gleðast
um; at vit hava nýtt nógva tíð
saman, er gullverd tíð...!!!
Marianna; vit fara altíð at
sakna teg, tú eigur at verða
ímillum okkum enn. Eitt ið
tær ikki náddi at uppliva, er
at blíva mostur, til elskuligu,
fittu og deiligu Mariannu, ið
bleiv borin í heim tann 04.
apríl í ár. Hon eitur eftir
tær.... Hon hevur veruliga
sett seg í okkar´ tómrúm eftir
missin av tær. Men ein dag
skulu vit øll verða saman
aftur.... eg gleði meg. Tað
verður ein stór løta, ein
stórur dagur.
Marianna; tey ið kendu teg
hava mist nakað dýrabart,
nakað gott. Arbeiðsfelagar
tínir minnast bara gott um
teg; vinir sakna teg; og
plássið við uppvørpuna inni í
Kelduni, har manglar tú. Og
her heima; tú eigur at verða her....! Vit sakna teg.
Álítandi, trúføst og kærleiksfull... nøkur av orð-
unum, ið kunnu sigast um teg.
Marianna; hetta er ikki fyrstu ferð eg royni at skriva
minningarorð um teg; eg havi gjørt fleiri royndir
gjøgnum tað farna árið, men tað er so ringt. Tað vildi
verið lættari at skriva eina bók. At skriva nøkur fá orð
um systur sína, er næstan ómøguligt.
Men eg vil enda við hesum orðum, og lýsa frið yvir
minni um elskaðu systir mína Mariannu.
Systur tín Alice
Navnið Jesus, stóra navnið Jesus
eg í Jesu navni havi lív í dag.
Eg skal altíð prísa Jesu navnið,
sum úr myrkri inn í ljósið setti meg.
Onnur nøvn øll skulu blikna.
Tó skal Jesu navn ei vikna,
gyrt í vakurleika lívgar tað mítt sinn,
tað er songurin sum fyllir Himmalin.
Skjótt so stendur perluportrið opið,
og í lívsinslandi, skal eg síggja Hann.
Hann sum bar tað dýra navnið,
yvir øllum øðrum nøvnum.
Tað gav gleði, troyst,
har sorg og sjúka var;
ævigt lív ígjøgnum krossins verk mær gav....
Minningarorð um elskaðu systur mína
Mariannu Joensen
f. 23.08.1978 d. 24.05.2002
Minningarorð um
Doris Bærentsen
Frá einum degi til annan, frá einari løtu til aðra,
umrøða vit okkara kæru í tátíð.
Hetta er ræðandi, álvarsligt og kensluborið.
Mikumorgunin komu boðini um, at Doris ikki
var millum okkara longur. Hetta kom tó ikki heilt
óvæntað, tí Doris hevði verið sjúk leingi.
Tað tykist so stutt síðani, at vit heilsaðu Doris á
hennara síðsta arbeiðsdegi.
Vit frøddust um, at Doris og Poul kundu njóta
ellisárini saman.
Men soleiðis skuldi ikki vera. Doris bleiv stutt
eftir hetta álvarsliga sjúk.
Poul vitjar okkum javnan, og soleiðis hava vit
kunna fylgt Doris og skilt, hvussu hon spakuliga
varð tikin frá okkum.
Vit minnast aftur á tíðina, tá ið Doris og Poul
komu saman; útferðina í góðveðrinum úti í Skúv-
oy og mangt annað.
Doris var arbeiðssom, røkin og friðarlig. Hon var
lættsint, smílandi og blíð.
Verumátin hjá Doris, tað sum hon gjørdi og
segði, vísti eitt slíkt skynsemi og ein slíkan lívs-
vísdóm, sum vit kundu vera takksom fyri at fáa lut
í.
Hóast mótburð gramdi Doris seg ikki.
Høvuðpína og tað, at hon ikki hoyrdi so væl,
nívdi hana, og gjørdi eisini, at hon tey seinnu árini
ikki hevði somu gleði í felagslívinum.
Doris tosaði, greiddi frá og gleddist um børn og
ommubørn. Vit ynsktu so fegin, at henni untist
fleiri ár saman við tykkum.
Harrin troysti tykkum í sorgini - teg Poul, systir,
børn, svigarbørn og ommubørn.
Tað verða varðar settir á lívsleiðini, -Doris var
ein av okkara.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið
um okkara góðu Doris.
Starvsfelagar í Føroya Sparikassa
VIÐMERKINGAR
Ja, yvir og farin, Høgni
Framhald á næstu síðu
ikki, at hesin marknasteinur
í føroyskari skúlasøgu, og
kanska eisini tjóðskapar-
søgu, var verdur at varpa
serligt ljós á á sjálvum
degnum.....
Góðar røður og flott
tiltøk henda fyrsta føroyska
skúladagin 2002 høvdu
kunnað kveikt í hjartað á
mongum ungum føroyingi.
Men har var so eiðasørt.
Okkurt hissini Merki sást
veittra við skúlarnar undan
hvassa útnyrðinginum, men
hví so var, vóru tað tey
fæstu, ið gáaðu eftir." So
vónbrotin ljóðaði Fregnir.
Hví mundi henda stór-
hending fara so óansað
aftur við borðinum? Skúla-
stjórin á Eysturskúlanum
hevði hetta boð, eftir at hon
hevði sagt við Fregnir, at
tey har á skúlanum høvdu
flaggað av sínum einting-
um: "Men orsøkin til, at
myndugleikarnir hava gjørt
so lítið burturúr, er kanska,
at meginparturin av skúl-
anum var føroyskur áðrenn
nýggjár."
Hevur Høgni Hoydal
hugsað um, hví tað ikki var
neyðugt at gera eina tað
einastu skúlalóg í sambandi
við yvirtøkuna?
Føroyska skúlaverkið var
100 prosent stýrt av før-
oyskum
myndugleikum
undan 2002. Eg skal geva
Høgna Hoydal rætt í, at
yvirtøkan bøtti eitt sindur
um ta nívandi undirluta-
kensluna, og tann bótin
kostaði føroyska samfelag-
num 366 milliónir.
Skúlastýrini
Skúlalógin kom í gildi í
1998, og tá var nýtt lands-
stýri komið til. Tí var tað
ein av skyldunum hjá Tór-
birni Jacobsen at seta í verk
skipanina við skúlastýrum,
hesa desentraliserings- og
demokratiseringsskipanina,
sum Tjóðveldisflokkurin
annars stríddist hart ímóti.
Hevði Høgni Hoydal havt
sett seg bara eitt sindur inn
í málið, so hevði hann sæð,
at tað stóðu eingir prikkar,
har sum lógargrein skuldi
vera í tí lógini, sum eg legði
fyri tingið. Men hann kann
lesa lógaruppskotið, nevnd-
arálitini og broytingarupp-
skotini, sum løgtingið at-
kvøddi um, so kanska hann
skilir, hví § 49 kom úr løg-
tinginum í tí líkinum.
Annars legði eg seinni
uppskot fyri tingið um
broyting í Fólkaskúlalógini,
sum m.a. skuldi bøta um
teir
skeivleikar,
sum
komnir vóru í lógina, so-
leiðis, sum hon var lýst.
Men málið datt burtur, tá ið
val varð skrivað út. Tað
vóru fleiri av hesum broyt-
ingaruppskotum, sum m.a.
Tórbjørn Jacobsen fekk
framt.
Høgni Hoydal skrivar, at
ein orsøk til, at so nógvir
skiftandi mentamálaráð-
harrar hava verið hjá Tjóð-
veldisflokkinum, er júst tí,
at teir hava havt visiónir og
ætlanir um veruligar broyt-
ingar og betringar. Mundi
tað vera tí, at Signar á
Brúnni og Óli Holm fingu
so stutta ævi sum lands-
stýrismenn?
Gullbrand Simonsen
f. 29/2 1928 d. 13/5 2003
Meðan kirkjuklokkan á Argjum sló tíggju týs-
morgunin 13. mai 2003, andaðist Gullbrand
Simonsen av Sandi á Landsjúkrahúsinum eftir
svára sjúkralegu.
Gullbrand varð føddur 29. februar 1928 á Sandi,
og var sostatt 75 ára gamalur, nú hann legði árarnar
inn. Gullbrand var sonur Emil Simonsen, í Króki á
Sandi og Sigrid, f. Simonsen úr Norðadali.
Í barnaheiminum hevði sangurin sítt stóra pláss,
og tann skattin, ið har bleiv lagdur í Gullbrand og
systkini, bar hann í hjartanum alt lívið. Minnist
meg so mangan hava hoyrt Gullbrand tikið til -
eftir at hann hevði trivið í eitt gamalt ørindi:
"Soleiðis plagdi mamman at syngja."
Gullbrand fór til skips og sigldi fyrra partin av
verkaárum sínum. Hann hoyrdi til ættarliðið, sum
var í sínum bestu árum, tá stállínuskipini komu í
sekstiárunum og veittu vælferð til so manga bygd í
Føroyum.
Gullbrand giftist Oddvør f. Viderø, uppi úr Stovu
á Sandi, og reistu tey búgv norðan fyri Eldhús.
Oddvør og Gullbrand fingu 3 børn: Emil, Kristian
og Honnu Mariu. Hvítu húsini við hornavind-
eygunum miðskeiðis í bygdini gjørdust ramman
um teirra lív og leik. Men Gullbrand og hansara
lærdu brátt, at nornan spinnur okkum ymiskar
lagnutráðir: Oddvør gjørdist álvarsliga sjúk og
doyði 42 ára gomul í 1975.
Sama summarið andaðist eisini pápi mín. Eftir
hesar sorgarleikir hendi tað praktfulla: Ástir runnu
saman millum mammu og Gullbrand, og soleiðis
blivu bondini millum Gullbrand og meg knýtt -
hesi bond, sum - hóast ikki knýtt við blóði - ongan-
tíð loysnaðu aftur. Gullbrand og mamma fluttu
saman og giftust. Hóast eg ikki rópti Gullbrand
pápa, var hann mær í flestum lutum í faðirs stað,
og alt, ið hann hevur lært meg, er mær mangan
komið til góðar á lívsleiðini.
Eftir at Gullbrand legðist uppi, var hann m.a. við
í havnabygginini á Sandi í sjeytiárunum, var land-
formaður í Støðni og smíðaði saman við eldra
soninum, Emili.
Gullbrand gekk nógv upp í føroyskan dans, var
við í dansifelagnum og á mangari dansiferð.
Serligan tokka hevði hann til Kjartan Ólavson, og
tíbetur er upptøka til, har hann skipar hetta forna
kvæðið.
Gullbrand var trúgvur kirkjugangari, og best
dámdi honum at sita í "sínum" stóli, nevniliga tí
næstaftasta mannfólkamegin. Høgtíðsdagar fór
hann altíð av húsum í sera góðari tíð fyri at vera
vísur í at fáa henda stólin. Hann hevði gott mál og
dugdi meginpartin av sálmabókini uttanat.
Bát hevði hann í mong ár og eisini eitt sindur av
seyði í Sandabrekkuni. Gullbrand gekk nógv upp í
tað, sum hendi á Sandi, serliga í Støðni. Minnist, tá
vit búðu niðri og telefonprátið fall á tíðindi av
Sandi: altíð vóru útróðurin og líkindini fyrst á
skránni. Gullbrand og mamma fingu nógv góð ár
saman, og gleddu seg til at nýta otiumið, nú bæði
vóru givin at arbeiða.
Men enn einaferð kvettist ein lívstráður: yngri
sonur Gullbrands, Kristian, doyði 40 ára gamal
eftir drúgva sjúku í 2001. Hetta neit okkum øllum
og ikki minst Gullbrandi fast. Gullbrand gjørdist
sjálvur álvarsliga lungnasjúkur og stríddist við
hesa sjúku síni seinastu ár. Nú orkaði hann ikki
longur.
Gullbrand hevur lagt árarnar inn, men í trúnni
uppá, at ein dag verða nýggjar árar lagdar út, lýsi
eg frið við minninum um fosturfaðir mín.
Jógvan
Ja, góði bróðir, stutt-
ligari hevði verið at sett
seg at práta saman, enn
at seta seg at minnast
teg. Sum prestur segði í
gravtaluni, so høvdu vit
eitt sera trygt og gott
heim. Av seks systkjum
eru vit nú bert tveir eftir,
og so Sigurd, sum eisini
vaks upp hjá okkum.
Tú var mær ein góður
bróður frá fyrst til síðst,
eg minnist fyrst undir
krígnum, pápin, sum
sigldi undir krígnum,
hevði keypt mær vakrar
løriftsskógvar.
Fyrsta
dagin, eg var í teimum,
tvassaði eg í mýrulendi,
so teir sóu ikki vakrir út.
Men fyri at eg skuldi
sleppa undan revsing, og
áðrenn
mamman
og
pápin fingu eyga á teir,
tók tú skógvarnar og
vaskaði teir so frægar
sum teir nú eina ferð
fingust. Soleiðis var tá
ið sorgin fyrst kom á
dyrnar hjá okkum, pápin
lá á sjúkrahúsi, tú tjúgu
ár, eg fjúrtan. Eg minn-
ist, hvussu róliga og
stillisliga tú bar mær
boðini um, at pápin var deyður. Tá var ongin
sosialhjálp at heinta, so tá var eitt at gera og tað var at
fara til verka, Eplini blivu goymd niðri í sandi um
veturin, so tá ið farast skuldi eftir eplum ella eftir torvi,
og eg var meira kridlutur, legði tú mær góð ráð:
skjótari vit byrja, skjótari er tað liðugt, tí hetta má jú
gerast. Somuleiðis tá ið tú kom aftur av skipi og segði
okkum frá, at tú hevði biðið nólsoyingin smíða ein bát
og bjóðaði Gilstein og mær at verða við. Hesin bátur
var okkum til stóra gleði í húsarhaldinum.
Eftir at vera forlovaður í nøkur ár, giftist tú við
Odvør Viderø av Sandi í 1957. Tit gleddust um at fáa
trý børn, Emil, Kristian og Hannu Mariu. Átjan ár
eydnaðist tykkum at fáa saman, til hon í 1975 andaðist
eftir ringa sjúkralegu. Hesa sorg tók tú eisini stillisliga
og klagaði ikki. Sama árið var Sandsbygd eisini fyri
svárum missi, har Egil Horn, skúlastjóri, doyði. Eftir
sat kona hansara Maja við tveimum smáum børnum,
Jógvan og Malan.
Tað gekk ikki so long tíð, til tit bæði, Maja og
Gullbrand, tóku ta skilagóðu avgerð at kasta saman, og
hava tit havt eitt fyrimyndarligt lív saman við børnum
tykkara og so við svigarbørnum og ommu- og abba-
børnum.
Meðan Gullbrand var sjómaður, sigldi hann nógv
sum stýrimaður við fiskiskipum, og veit eg eisini av
egnum royndum, at hann
var ein álitismaður á
sjónum. Kvøðari var tú
av teimum bestu, hevði
dansin væl undir fót, so
tað var ein frøi at dansa
saman við tær, og tú
verður nógv saknaður av
øllum,
sum
tráddu
gleðis-dansin. Sangari
var tú góður, og tá ið vit
sótu í okkara fasta plássi
í kirkjuni, eg framman
fyri teg, tá var óneyðugt
at lurta eftir orglinum, tí
tú hevði altíð tann rætta
fasta tónan.
Fyri tveimum árum
síðani kom tú aftur fyri
ta vanlagnu at missa
sonin Kristian. Hetta tók
tær og tykkum øllum
sera fast. Og eftir hetta
tók sjúkan yvirhond hjá
tær, so røddin bæði í
kirkjuni og í tí dagliga
viknaði í hvørjum; men
onkran dag, vit møttust í
kirkjugarðinum, kundi
tú gleðast og siga, at í
dag orkaði eg nokkso
væl at syngja. Ein dagin,
vit sótu og prátu saman
um alt sum okkum hevði
verið fyri, kundi eg ikki
lat avera við at spyrja: Hoyr Gullbrand, munnu vit vera
gandaðir? Hann svaraði beinanvegin: Nei, Sólvit, tað
verður ikki lagt meira á okkum, enn vit klára. Har sat
hann og kikkaði eftir hondini fyri at fáa luft og var so
sterkur í trúnni, at eg mátti bert skammfullur halda við
honum.
Ja, Gullbrand, tú fekk tað stríggið móti endanum,
men Maja góða, trúføst sat tú við song hansara og
royndi at hjálpa uppá hann til tað seinasta. Tit hava
mist ein góðan mann, pápa og abba, saknurin er stórur,
men gott er at hava so góð minnir um hann, sum tit
hava.
Nú ið vit gleða okkum til føroyska summarið, sum
tað nú einaferð er við sínum skiftandi veðurlagi, er
Gullbrand komin heim til ævigt summar. Latið okkum
unna honum tað væl við ynski um at síggja hann aftur,
tá ið okkara tíð er komin.
Takk fyri lív títt. Hvíl í friði.
Sólvit
N.B. Sama dag sum Gullbrand varð borin til gravar 18.
mai, vóru sjey ár liðin síðani vit mistu abbasonin Ólav
av vanlukku. Í hesi sjey ár eru átta av okkara borin til
gravar, so tað má sigast at hava verið ein stríggin tíð.
Minningarorð um
Gullbrand Simonsen
Framhald av síðu 12
C
M
Y
K
13
12