mikudagur 28. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 28. mai 2003
15
14
Nr. 100 - 28. mai 2003
Í part við Havnini
Mánakvøldið varð
sligið fast, at Kirkju-
bøur og Velbastað
verða partur av Tórs-
havnar kommunu, tá
sáttmálin um saman-
legging varð undir-
skrivaður í Royk-
stovuni í Kirkjubø
SAMANLEGGING
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kristian Vang
Gamla
bispakontórið
í
Roykstovuni í Kirkjubø var
mánakvøldið karmur um
undirskrivingina av søgu-
liga
sáttmálanum,
sum
leggur saman Kirkjubøar
kommunu og Tórshavnar
kommunu í eina kommunu.
Søguligu
pennastrokini
tóku
Jan
Christiansen,
borgarstjóri í Havn, og
Annfinn Brekkstein, borg-
arstjóri í Kirkjubøar komm-
unu, sær av.
Samanleggingin er kort-
ini ikki endalig enn. Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
kommunumálum, skal góð-
kenna sáttmálan, og hetta
hevur hann ikki gjørt enn.
Tískil kundi hann ikki
seta sína undirskrift á sátt-
málan. Tað er ikki greitt,
nær sáttmálin verður góð-
kendur. Higartil hevur Løg-
málaráðið kravt nakrar
broytingar, sum vóru gjørd-
ar, áðrenn undirskrivingina
mánakvøldið.
Liðugt
Við undirskrivingini endar
tíðarskeiðið við sjálvstøð-
ugari kommunu í Kirkjubø
og á Velbastað.
Teir 226 íbúgvarnir verða
1. januar 2005 endaliga
partur
av
Tórshavnar
kommunu, sum nú fer at
umfata alla Suðurstreymoy.
Kommunan hevur eina ríka
søgu, og serliga Kirkjubøur
sum gamla høvuðssæti hjá
kirkjuni og múrinum fyllir
ein fittan part av Føroya
søgu.
Í sambandi við undir-
skrivingina
av
sáttmálanum,
bjóðaði
bygdarráðið í Kirkjubø bý-
ráðslimunum og umsiting-
arligu toppunum hjá Tór-
shavnar kommunu umframt
umboðum úr Løgmála-
ráðnum til ein døgurða í
Roykstovuni í Kirkjubø.
Annfinn
Brekkstein
segði áðrenn undirskriving-
ina,
at
samanleggingin
hevði stóran týdning fyri
Kirkjubøar kommunu, og
hann var sannførdur um, at
hetta var rætta stigið at taka
við atliti at framtíðar krøv-
um og avbjóðingum.
Bæði Tórshavnar býráð
og bygdarráðið í Kirkjubø
samtyktu einmælt at taka
undir við sáttmálanum og
samanleggingini.
Verandi
bygdarráð
Kirkjubøar kommunu verð-
ur sostatt tað síðsta í røðini
av bygdarráðum, sum fólk-
ið í kommununi hava valt at
umboða seg.
Til 2005 verða umboð
fyri Kirkjubøar kommunu í
nevndunum hjá Tórshavnar
býráði, og býráðið fær
somuleiðis
umboðan
á
fundum hjá bygdarráðum.
Við
kommunuvalið
í
2004 skal eisini ein trí-
mannanevnd fyri Kirkjubø
og Velbastað veljast. Upp-
gávan verður at ráðgeva bý-
ráðnum um ymisk viður-
skifti, sum viðvíkja gomlu
kommununi.
Barnagarð
Av teimum 226 fólkunum í
Kirkjubøar kommunu er
sjeyti teirra børn undir
sekstan ára aldur, t.e., sum
ganga í vøggustovu/barna-
garð ella fólkaskúla.
Hetta er 31% av fólka-
talinum. Tilsvarandi búgva
18.420 fólk í Tórshavnar
kommunu sum er. Í Havn
eru 27% av fólkinum í mill-
um null og sekstan ár.
Ein nýggjur ansingar-
stovnur á Velbastað er ein
av fyrimunum við saman-
leggingini. Eisini skulu
aðrar íløgur gerast í báðum
bygdunum,
m.a.
vatn-
leiðingin.
Sum úrslit av saman-
leggingini veksur ikki bert
fólkatalið í Tórshavnar
kommunu. Íløgukarmurin
hjá kommununi veksur
eisini tilsvarandi vøksturin
í fólkatalinum.
Høvuðsargumentið fyri
samanleggingini
hevur
eisini verið, at kommunan
hevur fyri neyðini at gera
størri íløgur, enn hon hevur
loyvi til, og tískil er saman-
leggingin neyðug.
Tað vóru ikki øll, sum
vóru fyri samanleggingini.
Fortalararnir ímóti hildu í
fyrsta lagi, at samanlegg-
ingin varð skundað ígjøgn-
um, og í øðrum lagi varð
hildið, at ein samanlegging
ikki var neyðug, tí komm-
unan átti og kundi klára seg
sjálva.
Men fólkaatkvøðan leyg-
ardagin 24. mai. vísti ein
meiriluta fyri samanlegg-
ing. 85 søgdu ja til saman-
legging, og 53 søgdu nei.
Hetta gevur prosentbýti
61,6% fyri samanlegging
og 38,4% ímóti. Valluttøk-
an var heili 95,8%, har 138
av 144 vóru á vali.
Tískil vildu bæði fólk og
bygdarráð hava kommun-
una upp í høvuðsstaðin.
Samstarvað hevur verið
millum kommunurnar í
stóran mun seinnu árini.
Frá 2004 byrja kommunur-
nar meira ella minni at
virka sum ein kommuna,
men endiliga samanlegg-
ingin verður ikki fyrr enn 1.
januar 2005, eftir at fólk í
Kollafirði, Kaldbak, Havn,
Argjum og Kirkjubø hava
valt eitt býráð til at ráða
fyri borgum í høvuðsstaðn-
um.
Verandi og síðsta bygdarráðið í Kirkjubøar kommunu. F.v. Petur Juul Jacobsen, kommunuskrivari, Annfinn Brekkstein, Òluva
Niclasen, Tórður Patursson, Eyðfinnur í Búðini og Óli Andreasen
Kirkjubøur er eitt nógv vitjað ferðamannastað. Bygdini spælir ein stóran leiklut í føroyskari
søgu. Elsta kirkjan í landinum og Múrurin standa enn sum áður sum eyðkenni fyri bygdina
Jan Christiansen og Annfinn Brekkstein settu mánakvøldið navn sítt á sáttmálan, sum leggur saman Tórshavnar kommunu og Kirkjubøar kommunu
C
M
Y
K
14
CITROEN SAXO 1.5D 3H
Árg Jul-98, Km 122.000.
Kr. 75.000 .
CITROEN ZX 1.9D STC.
Árg Nov.1997, Km 92.000. Sær
sera gott út. Prísur fyrr Kr. 85.000
– Nú Kr. 80.000 .
CITROEN XSARA 2.0HDI 5H
Árg Nov.1999, Km 117.000.
Kr. 130.000 .
CITROEN XANTIA 1.9TD 5H
Árg Jan. 1999, Km 111.000.
Kr. 125.000 .
CITROEN XANTIA 1.9TD STC.
Árg Apr.1998, Km 83.000.
Kr. 120.000 .
MITSUBISHI GALANT 1.8GLS
4H
Árg Des.1990, Km 186.000.
Nýsýnaður. Prísur fyrr Kr. 45.000 –
Nú Kr. kr 30.000 .
FORD ESCORT 1.8D STC
Árg Nov.1996, Km 74.000.
Kr. 75.000 .
PEUGEOT 406 2.2TD STC.
Árg Juni1998, Km 100.000.
Kr. 135.000 .
SKODA OCTAVIA 1.6I GTX 4H
Árg Nov.1999, Km 45.000. Sær
sera gott út. Kr. 120.000 .
CITROEN JUMPER 2.5TD LH
Árg Aug.1996, Km 120.000.
Sýnaður 04/2003. Kr. 120.000 .
NISSAN SERENA 2.3D
Árg Mai1997, Km 102.000.
Kr. 88.000 .
Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag