Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 28. mai 2003 17 Hósdagin 22. mai handaðu formaðurin í Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, og leiðarin í Ferðslutrygd, Jón Kragesten, Bjarna Djurholm vinnu- málaráðharra álitið, "Ávegis til Nullhug- sjónina" FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson Ráðið fyri ferðslutrygd hevði ársfund mikudagin 23. apríl. Har varð samtykt ein áheitan um Nullhug- sjón-ina. Á fundinum var eitt umfatandi álit við heiti- num "Ávegis til Nullhug- sjónina", lagt fram og viðgjørt. Ráðið gjørdi hesa samtykt: "Við støði í hesum áliti heitir Ráðið fyri Ferðslutrygd á vinnumála- ráðharran um at leggja upp- skot fram um ferðslutrygd- arpolitikk, sum ber heitið, Ávegis til Nullhugsjónina, til samtyktar á Føroya Løgtingi". Í álitinum, ið er sera rúgvusmikið, stendur m.a. at endamálið er at eingin skal doyggja ella fáa álv- arsligt mein av ferðsluvan- lukku í vegaflutningsskip- anini, at alt virksmi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið. Miðað eigur at verða eftir at gera munagóðar og miðvísar ábøtur á vegakervið og at akførini framhaldandi verða útgjørd við nýggjastu trygdarskipanum, soleiðis at bæði vegir og akfør lúka tey fremstu trygdarkrøvini. Hósdagin vóru formað- urin í Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen og leiðarin í Ferðslutrygd, Jón Krage- sten, úti í Tinganesi og handaðu Bjarna Djurholm, vinnumálaráðharra álitið. Bjarni Djurholm segði í Degi og Viku hóskvøldið at nevndin, sum fyrireikar eina nýggja ferðslulóg fær hetta tilfari at arbeiða við. Tann nevndin verður vón- andi liðug við sítt arbeið um eitt ár ella so, segði Bjarni Djurholm, sum tók undir við at tey ungu, sum taka koyrikort fáa eitt roynarkoyrikort at byrja við. Nýggi formaðurin í Ferðslutrygd, Rúna Sivert- sen, sum hevur fleiri ára royndir í politikki, ætlar sær at arbeiða miðvíst fyri at vit fá ein ábyrgdarfullan ferðslutrygdarpolitikk. LIST Tíðindaskriv Fríggakvøldið 30. mai kl. 20 fer myndahøgg- arin Hans Pauli Olsen at siga frá um list sína og við ljósmyndum vísa, hvussu hann arbeidir. Aftaná fer rithøvund- in, Tóroddur Poulsen, at lesa upp úr nøkrum yrkingum sínum. Anna Maria Olsen og Dánjal á Neystabø standa fyri café-tónleik- inum, og tað er møguligt at keypa okkurt leskiligt afturvið. Tað er Listafelagið, sum skipar fyri café- kvøldinum. Mentunarcafé í Føroyahúsinum KONSERT Tíðindaskriv Tórshavnar Kamarkór hevur konsertir í skúlan- um í Nólsoy Kristi Himmalferðardag kl. 16.00, og í skálanum í Tórshavnar Kommunu- skúla sunnudagin 1. juni. kl. 16.00. Konsertskráin hjá Kamarkórinum er fjøl- táttað. Her verður sung- ið á móðurmálinum, á russiskum, á týskum, á donskum, á svenskum, á latíni og á enskum máli. Tórshavnar Kamarkór hevur 24 sangarar. Diri- gentur er Leif Hansen, sum er undir útbúgving á lærda háskúlanum í Aalborg. Leif hevur stjórnað kórinum í eitt ár, og fer nú aftur undir lesnað. Tórshavnar Kamarkór hevur áður verið at hoyrt í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í gongu- gøtuni í Tórshavn. Nú fer kórið so til Nólsoyar Kristi Himmalferðar- dag, og síðan í Komm- unuskúlan, at syngja. Tað er altíð hugaligt at fara út um Havnina at syngja, tó at tað eisini er sera áhugavert at syngja í Kommunuskúlanum, sum er eitt einastand- andi gott høli til kór- konsertir. Fyrst Nólsoy, síðani Tórshavn Ávegis til Nullhugsjónina – álit handað landstýrismanninum SVIMJING Svimjusamband Føroya Svimjisamband Føroya hevur fingið úr Danmark fýra av bestu í lopi frá vippu (udspringere fra vippe), at koma at vitja okkum komandi dagarnar. Tey, ið koma at vísa okkum kynstur eru: Joen Bernhagen, danskur meistari á 1m vippu Chris Rye, danskur meistari á 3m vippu Kristoffer Himmelstrup, danskur meistari á 5m vippu Alexandra Michaelsen danskur meistari fyri yngri á 1 og 3m vippu. Chris Rye er eisini kommentator á EURO- SPORT, so hann verður frá- søgumaður. Tey koma at hava sínar framsýningar: hósdagin og fríggjadagin, 29 og 30 mai, tá finalurnar verða svom- nar, tað vil siga tá onkur steðgur er í við svimjingini. So vit hava nógv at gleða okkum til. Síggja okkara fremstu svimjarar kappast um FM heiti, og teir dugnaligastu danir í udspring, leypa av vippu. Føroyameistaraskapið í svimjing 2003 • Føroyameistaraskapið í svimjing verður í svimji- høllini í Tórshavn hós- dagin, fríggjadagin og leygardagin ( 29, 30 og 31 mai 2003 ) • Innleiðandi umførini verða svomin : Kl. 09:00 allar dagarnar. • Finalurnar verða: Kl. 19:00 allar dagarnar. • Umleið 100 svimjarar verða við úr hesum fe- løgum: Havnar Svimjif. Vágs Svimjif., Tvøroyrar Svimjif., Flot, Skeggjar, Fuglafjarðar Svimjif. og Ægir. • HØGNI HOYDAL lands- stýrismaður setur FM 2003 kl. 19:00 hós- kvøldið. • 40 kappingar verða íalt. • Eisini verða ásins svimj- arar hjá gentum og dreingjum valdir. • Grand Prix vinnarnir verða funnir í bólki 1-2-3 og í bólki 4-5 og eldri. Besti svimjari til FM, við flest stigum eftir týsku stigatalvuni verður kosin. FM í svimjing við spennandi vitjan Her handar Rúna Sivertsen saman við Jón Kragesteen Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, álitið »Ávegis til Nullhugsjónina« Mynd: Jens Kristian Vang 17 16 Nr. 100 - 28. mai 2003 Ísraelsku niðursetu- menninir í tí pale- stinska økinum kenna seg sviknar, nú stjórnin hevur góðkent ta seinastu friðarætlanina. Teir skýra Ariel Sharon, forsætisráðharra, landasvíkjara ÍSRAEL Árni Joensen Tað er ikki stuttligt at vera Ariel Sharon í hesum døg- um. Síðani stjórnin seinasta sunnudag samtykti at góð- kenna ta seinastu friðar- ætlanina fyri Miðeystur, hevur stjórnin og serliga forsætisráðharrin verið fyri hvøssum atfinningum frá sínum egnu. Serliga teir ísraelsku nið- ursetumenninir, sum hava búsett seg í teimum pale- stinsku økjunum, eru frá sær sjálvum, tí sambært friðaravtaluni verða økini, sum teir búgva í, partur av tí komandi palestinska rík- inum. Niðursetumenninir skýra stjórnarsamtyktina landasvik og eina tjóð- skaparliga gølu. Fyrrverandi tjóðarting- limurin Elyakim Haetzny, sum er ein av fremstu talsmonnunum hjá niður- setumonnunum, sigur, at tað, sum nú er hent, minnir um Holocaust. Ein kanning vísir, at 56 prosent av ísraelska fólkinum tekur undir við friðarætlanini, men tað ávirkar ikki fyrr- verandi tingmannin. - Jú, sjálvandi. Men jød- arnir fóru eisini sjálvbodnir upp í tokini, sum koyrdu teir til týningarlegurnar, tí teir trúðu øllum, sum týsk- ararnir høvdu sagt teimum. Jødarnir eru eitt fólkaslag, sum eru vandamiklir fyri seg sjálvar. Alla sína tíð hava eru teir komnir sær sjálvum í Holocaust, sigur Elyakim Haetzny. Fleiri niðursetumenn hava gjørt greitt, at teir ætla sær ikki at gerast pale- stinskir ríkisborgarar, og teir ætla sær heldur ikki at flyta aftur til Ísraels. Teir ætla sær at seta hart ímóti hørðum. Men tað eru ikki bara niðursetumenninir, sum finnast at avgerðini hjá Sharon og stjórnini. Heili 62 prosent av ísraelska fólkinum eru av teirri uppfratan, at forsætisráð- harrin gjørdi eftir harra- boðum úr USA. Tók avgerð longu í desember Tað vóru bert kávalótir, tá amerikanska stjórnin leingi alment royndi at loysa Irak-kreppuna á diplomatiskan hátt, tí í veruleikanum hevði stjórnin longu í desember tikið avgerð um at leypa á Irak. Tað skrivar bretska blaðið Financial Times. Ein kelda í Bush-umsitingini sigur við blaðið, at ameri- kanarar kendu seg hildnar til rukku, tá Irak handaði ST ta 12.000 síður longu frágreiðingina um landsins vápnamegi. Menn uppfataðu frágreiðingina, sum at Saddam Hussein helt George W. Bush fyri gjøldur, og tað elvdi til øði í Hvítu Húsunum, sigur keldan. Nakrar dagar seinni gjørdi stjórnin av at leypa á Irak. Sama kelda vil vera við, at franska mótstøðan ímóti krígnum í Irak var ikki sørt lunkað. Sagt verður, at ein franskur heryvirmaður var í USA í desember og tosaði um møguleikan fyri, at Frakland kundi taka lut í krígnum við 15.000 hermonnum. Hitabylgja Tað hevur verið óvanliga heitt har suðuri í India seinastu fjúrtan dagarnar. Myndugleikarnir siga, at teir hava mált upp í 47,5 hitastig, og sambært veðurmonnunum verður hitin liggjandi í hvussu er eina viku afturat, tá monsun- veðrið fer at koma inn ímóti strondini. Tað er serliga landsparturin Andhra Pradesh, sum er meint raktur av hitabylgjuni, og seinastu fjúrtan dagarnar eru 370 fólk har deyð av tí nógva hitanum. Hetta er minni enn so fyrstu ferð, at fólk doyggja í hita í hesum landspartinum. Í mai í fjør kravdi ein hitabylgja í Andhra Pradesh meiri enn 1.000 manna- lív. Berlusconi tapti Mið-høgrasamgongan hjá italska forsætisráð- harranum, Silvio Berlusconi, hevur mist valdið í Rom-økinum aftan á kommunuvalið, sum var har mánadagin. Fremsta valevnið hjá samgonguni, Silvano Moffa, noyddist í gjár at ásanna, at hann og samgongan høvdu tapt dystin um tað týðandi Rom. Andstøðan vann valið við stuðuli frá kommunistunum. Italskir eygleiðarar siga, at valið kann samanberast við eina fólkaatkvøðu um tey bæði fyrstu árini hjá Berlusconi sum forsætisráðharra. Bæði flokkurin hjá Berlusconi, Forza Italia, og hinir stjórnarflokkarnir høvdu fyrireikað seg til ein smeit, tí forsætisráðharrin hevur verið settur í samband við fleiri korrup- sjónsmál, og tí nógvir italiumenn vóru ímóti, at Berlusconi stuðlaði USA í krígnum í Irak. Tá gingu fleiri milliónir fólk mótmælisgongu í italsku býunum. Taka heilan úr teimum deyðu Á hvørjum ári verður heilin tikin úr nógvum dønum, eftir at teir eru deyðir. Bara í fjør var talið 294. Tað eru læknar á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp- mannahavn, sum taka heilarnar úr teimum deyðu. Tað verður gjørt, so læknarnir kunnu kanna heilarnar fyri ymsar heilasjúkur. Eisini úr fostrum verða heilar tiknir til kanningar, og tað sama er við børnum, sum eru fødd við breki, ella sum hava fingið skaða undir sjálvari føðingini. Tað hevur vakt ans í Danmark, at tey, sum vara av teimum deyðu, fáa ikki at vita, at heilin verður tikin. Formaðurin í Alzheimersfelagnum, Aase Stær, heldur hetta vera heilt burturvið, og fólkatingslimurin Tove Videbæk hjá Kristiliga Fólkaflokkinum sigur, at hon fer at leggja málið fyri heilsumálaráðharran, Lars Løkke Rasmussen. UTTAN ÚR HEIMI Ukrainska flogfarið, sum datt niður í Turkalandi við 74 fólkum umborð, var í vánaligum standi, siga norskir her- menn, sum flugu við tí FLOGVANLUKKA Árni Joensen Norskir hermenn, sum høvdu verið í Afghanistan, flugu seinasta heyst heim- aftur til Noregs við tí ukrainska flogfarinum, sum datt niður í Turkalandi mánadagin. Flogfarið var á veg úr Afghanistan til Spania við sponskum her- monnum, men hesaferð kom tað ikki vegin fram. Ein av norsku hermonn- unum, sum var við flogfar- inum seinasta heyst, sigur við norska útvarpið, at tað ukrainska flogfarið var í sera vánaligum standi. - Vit sóu, at plátur uttan á flogfarinum vóru leysar, og at olja lak úr motorinum. Vit boðaðu manningini frá hesum, og teir søgdu, at í veruleikanum skuldu motorarnir verið skiftir út, áðrenn flogfarið var farið eftir okkum, sigur Eivind Vindenes við NRK. Hann sigur, at fleiri av teimum norsku hermonn- unum vóru bangnir, og at teir stúrdu meiri fyri heim- ferðini enn tíðini í Af- ghanistan. Teir norsku hermenninir halda, at alt ov lítið verður hugsað um trygdina, tá her- menn verða fluttir til ella úr altjóða friðarvarðveitandi arbeiði. Ofta verða tey bíligu flogfeløgini vald til at flyta hermenninar, siga teir. Kalla Sharon landasvíkjara Vanlukkuflogfarið var í ringum standi C M Y K 16