Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 28. mai 2003 19 Tað er rættuliga sjáldsamt, at einki lið megnar at vinna á heimavølli, og tað er rættuliga sjáldsamt, at einki lið hevur fult stigatal eftir tvey tey fyrstu umførini UPPTAKT Jóannes Hansen Í morgin er triðja umfarið í landskappingini á skránni. Sum vit longu fleiri ferðir hava nevnt, so eru arbeiðs- umstøðurnar hjá bløðunum ikki tær bestu, nú kapping- in er trýst saman, so tað bara eru ein og kanska tvær venjingar ímillum dystir- nar. At tað er trot á pappíri ger ikki støðuna frægari. Men vit royna sum frægast. Merkisvert var tað, at tað ikki í nøkrum av teimum fimm dystunum í øðrum umfari eydnaðist heima- liðnum at fáa fulla úrtøku. KÍ og NSÍ fingu eitt stig burturúr heimadystinum síðsta vikuskifti, og Skála, B36 og FS Vágar taptu. Tað er eisini merkisvert, at tað longu eftir tvey um- før er soleiðis, at einki av liðunum í 1. deild hevur fult stigatal. Tað er ikki komið fyri nógvu tey sein- astu árini, og onkra ferðina hevur kappingin verið gomul, áðrenn oddaliðið hevur mist stig. Í fyrraárið hevði GÍ fult stigatal í teimum tíggju umførunum, sum vóru spæld undan summarsteðginum. Í 11. umfarinum á Mølini á Eiði var úrslitið hjá GÍ 1–1, og so gekk av skriðuni hjá teimum, og B36 vann FM heitið. Í fjør var HB oddalið fyrstu umførini, og teir endaðu við at vinna FM. Í fimta umfarinum mistu teir fyrstu stigini, tá ið úrslitið á Vágs eiði var 1–1. Í 2000 hevði B36 fult stigatal til og við sætta umfarinum. Í sjeynda umfarinum mistu teir fyrstu stigini, tá ið KÍ vann 2–1 í Gundadali. Í 1999 hevði KÍ fult stigatal eftir tvey tey fyrstu um- førini, men tá ið HB í triðja umfarinum var í Klaksvík, var úrslitið 0–0. Í 1998 fekk HB øll stigini í fýra teimum fyrstu um- førunum. Men í fimta um- fari var úrslitið 1–1 í Vági. Í 1997 var B36 sera sann- førandi, og teir vunnu fyrsta FM heitið í 35 ár. Teir funnu rætta lagið tíðliga í kappingini. Eftir seks tey fyrstu umførini høvdu teir fult stigatal, men so taptu teir 1–0 í Gunda- dali ímóti grannunum. HB–Skála Hóast EB/Streymur sunnu- dagin í Gundadali minti á, at einki kemur av sær sjálvum, so má HB finna seg í, at teir eru størstu favorittarnir hesa ferð. Skála, sum einki hevur fingið burturúr trimum teimum fyrstu dystunum, skal spæla uttan Alexandur Johansen, sum varð rikin av vølli leygardagin ímóti B68. Iulian Floresco var mill- um teir fyrstu ellivu á dóm- araseðlinum sunnudagin, men hann varð strikaður stutt undan dystarbyrjan, tí hann var skaddur. Tað er ivasamt, um hann verður við í morgin. Eftir at teir hava spælt í 270 minuttir umframt yvir- tíðina, hava teir á Skála ikki megnað at skjóta mál. Teir hava fingið eitt mál, men tað hevur GÍ gjørt fyri teir. HB vísti góðan moral í Runavík sunnudagin, tá ið Bergleif Sólsker, sum áður hevur spælt við B71, var miðverji í staðin fyri sjúka Eli Thorsteinsson. Rókur Jespersen fekk eisini møguleikan frá fyrsta bríksli. Men bæði Rókur og Bergleif vórðu skiftir út. Í staðin komu á vøllin Tór–Ingar Akselsen og Martin Christensen, danski spælarin, sum hevur verið skaddur nógv størsta partin av tíðini, síðani hann kom til Føroya. Í fjør endaði fyrsta upp- gerðin nakrantíð í bestu deildini í Gundadali mill- um HB og Skála við 5–0 heimasigri. GÍ–NSÍ Út frá støðutalvuni er talan um aðra av toppuppgerð- unum í triðja umfarinum. Í fjør gekk alt leingi rætta vegin hjá NSÍ. Eitt nú megnaðu teir fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna báðar landskappingardyst- irnar ímóti grannunum í Gøtu. NSÍ var í seinnu og tøttu hálvfinaluni ímóti GÍ fyri hálvari aðrari viku síðani leikliga rættuliga væl við, men í síðstu løtu mistu teir atgongumerkini til ólavsøkufinaluna. Hjá NSÍ er Gert Lang- gaard framvegis skaddur. Tað hevur havt við sær, at Jústinus R. Hansen rættu- liga hevur fingið seg royndan í høgra borði. Í dystartali og stigum eru gøtumenn eitt sindur frammanfyri hinar. Hóast tað manningarliga hevur verið eitt sindur tunnt, so hevur tað eydnast GÍ at vinna seks stig. Gidek hevur framvegis trupulleik- ar. Tá ið vit vóru í samband við Gøtu, ivaðust teir rættuliga nógv í, um hann fór at verða tøkur ímóti NSÍ. Men teir vónaðu tað besta. Áslakur R. Petersen, sum ikki hevur fingið nógva spælitíð higartil, var ímill- um teir fyrstu ellivu GÍ spælararnar í Miðvági, men hann varð skjótt rikin av vøllinum, og hann er tískil leikbannaður í morgin. VB–FS Vágar Hvørki liðið hevur roynt at vinna í tveimum teimum fyrstu umførunum. Vág- bingar hava heldur ikki tapt. Bæði á heimavølli ímóti B36 og í Klaksvík hava teir spælt javnt, meðan FS Vágar hevur tapt tvær ferðir. Vágbingar hava longu fingið trý reyð kort ímóti sær. Í Klaksvík vórðu síðstu løtuna bæði spælandi venjarin, álopsspælarin Predrag Zivkovic, og Slo- bodan Madzar riknir av vøllinum. Teir eru tískil leikbannaðir ímóti FS Vág- um í morgin. Í fyrsta um- farinum á heimavølli ímóti B36 varð verjuspælarin Dejan Nikloic rikin av vøllinum. Hann var leik- bannaður í Klaksvík, men nú er hann tøkur aftur. Hjá FS Vágum er sama fólkið tókt, sum sunnudag- in var við til at tapa tepurt ímóti GÍ. Ta ferðina varð Birgir Joensen settur á vøllin miðskeiðis í 2. hálv- leiki, og hann var tætt við at skjóta mál. Seinast VB og FS Vágar spældu landskappingardyst í Vági var í 2001, tá ið VB í fyrsta umfarinum vann 6–0. EB/Streymur–KÍ Sambært støðutalvuni er hetta annar av toppdyst- unum í triðja umfarinum – um tað ber til at tosa um topplið, tá ið bara tvey umfør eru løgd afturum. Klaksvíkingar hava havt tað sera torført ímóti EB/ Streymi, síðani sundalags- menninir fluttu upp í bestu deildina aftur í 2001. Hetta fyrsta árið vann EB/ Streymur 4–2 ímóti KÍ á Mølini. Í norðoyastevnu- dystinum hetta árið tapti KÍ 4–0 ímóti EB/Streymi. Í fjør vann KÍ báðar lands- kappingardystirnar, men í bólkaumfarinum í steypa- kappingini í ár var aftur galið hjá klaksvíkingum, sum taptu bæði í Klaksvík og á Eiði. Hjá EB/Streymi er alt fólkið tókt. Hjá KÍ er Aleksander Djordjevic framvegis skaddur, og Ove Nysted er rættuliga iva- samur. Hóast hann var hálvskaddur og eitt sindur meiri enn tað, so spældi hann síðsta fjórðingin av dystinum ímóti VB. Jón Jacobsen, 16 ára gamal unglingur, var á vøllinum síðstu løtuna ímóti VB. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var á besta KÍ liðnum í landskappingardysti. B68–B36 Fram til og við 1996 hevði B36 ongantíð fingið fult í landskappingardystum á Svangaskarði. Síðani hevur B36 vunnið hvørja ferð. Samlaði málmunurin hesi seks árini hevur verið 17–5 til fyrimunar fyri B36. Tað kundi bent á, at vánirnar fyri fyrsta B36 sigrinum í ár ikki eru so vánaligar. Hjá B68 eru allir spælar- arnir tøkir. Undan viku- skiftinum breiðkaðist hóp- urin eitt sindur afturat. Tá legðist John Heri Dam, sum hevur verið burtur- staddur síðani síðsta kapp- ingarár var av, afturat á B68 liðnum. Heini í Skorini og Bárður Mortansson eru framvegis skaddir hjá B36. Jens Kristian Hansen, sum leingi hevur verið skaddur, verður við á Toftum. Møguleikin hevur verið nevndur, at René Tórgarð kanska skuldi fáa møgu- leikan millum stólparnar í staðin fyri Trónd Vatn- hamar, sum ikki var serliga heppin ímóti EB/Streymi. Sum kunnugt verður tað lagt væl til merkis, tá ið málverjarnir gera mistøk. Í fjør var uppgerðin mill- um árstalsfeløgini á Svangaskarði minnisrík. Í illveðursdystinum 1. sep- tember blásti dómarin av miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið Øssur Hansen ikki fekk bóltin at liggja, tá ið hann skuldi skjóta brotsspark. Tá var støðan 3–1 til B36. Tveir dagar seinni eydnað- ist tað at spæla tvær ferðir trý korter, og tá var úrslitið 4–1 til B36. Kappingin er øðrvísi enn allar hinar Sumbingar vunnu stórsigur á KÍ, og eru nú á fyrsta plássinum saman við ÍF, sum somu- leiðis hevur fult stigatal 2. DEILD Jákup Mørk Eftir tey bæði fyrstu um- førini í kappingini í aðru deild hjá monnum, eru tvey lið, sum enn hava fult stigatal. Sumbingar vunnu í fyrsta dystinum granna- uppgerð móti VB, og hesa ferð høvdu teir vitj- an av KÍ. Og Klaks- víkingar fingu av at vita. Etir fyrstu trý korterini var longu 4-0 á máltalv- uni, og eftir hetta var spurningurin bert, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Endaliga úrslitið gjørdist 8-1, og við hesum settu sumb- ingar ein tjúkka striku undir, at teir veruliga ætla at gera vart við seg í deildini í ár. Stóri mál- slúkurin hjá Sumba var Eirikur Joensen við ikki færri enn fimm málum, meðan René Thomsen, Hans Jacob Thomsen og Sonni Kjærbo skutu eitt mál hvør. Málið hjá KÍ skeyt Olgar Danielsen. ÍF hevur eisini fult stigatal, men hjá teimum stóð tó nakað væl meira á, enn tað gjørdi hjá Sumba. ÍF vitjaði B36 í Havn, og her bendi alt á, at Sigfríður Clementsen og hansara menn skuldi fara málleysir av vøllin- um. Men fram móti dyst- arenda fekk ÍF tó avgjørt dystin, tá Høgni Zacha- riasen setti kollin á eitt hornaspark. Leirvíkingar høvdu vitjan av TB, og fyri LÍF var ein sigur her av alstórum týdningi, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at leggja seg út í oddastríðið. Leingi sá einki serligt út, eftir at TB tvær reisur hevði lagt seg á odda, men í yvir- tíðini megnaðu heima- menninir tó at skjóta av- gerandi málið. Á Argjum tryggjaði AB sær síni fyrstu stig í aðru deild yvirhøvur, tá teir høvdu vitjan av B71. Fyri tað mesta var talan um ein javnan dyst, men við einum málið frá Eyð- uni Samuelsen mið- skeiðis í fyrra hálvleiki fekk AB tó fyrimun, og hesin helt sær allan dyst- in. Seinasti dysturin var á Toftum, har VB vitjaði hjá B68. Hetta eru tvey av liðunum, sum verða mett at skulu stríðast undan niðurflytingini, og í so máta kann bara stað- festast, at í løtuni er tað B68, sum stendur seg verri í hesum stríðnum. Vágbingar vunnu nevn- liga dystin, eftir at tað í hálvleikinum hevði verið málleyst, og við hesum hava teir longu nú syrgt fyri, at fyrra hálva verður nakað betri, enn hon varð í fjør. Sumba-KÍ 8-1 (4-0) B36-ÍF 0-1 (0-0) LÍF-TB 3-2 (0-1) AB-B71 1-0 (1-0) B68-VB 0-2 (0-0) Sumba er nú fremst ÍF vitjaði í Havn, og í evstu løtu eydnaðist tað her Høgna Zachariasen at ogna fuglfirðingum stigini, soleiðis at teir framhaldandi eru við heilt frammi í oddinum Mynd: Álvur Haraldsen 19 Teir næstbestu hjá VB kunnu gerast drúgvir Ásgeir Sigurvinsson hevur boðað frá, hvørjar 18 leikarar hann hevur kosið sær til komandi lands- dystin móti Føroyum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Bert tveir leikarar úr ís- lendsku landskappingini eru á liðnum, sum annan leygardag skal takast við teir ellivu kosnu hjá Henrik Larsen. Tað eru teir báðir, Birkir Kristinsson úr ÍBV og so Arnar Gunnlaugsson úr KR. Restin av leikarunum eru yrkisleikarar í størri og smærri europeiskum feløg- um, og mett eftir hesum, so er einki at ivast í, at tað eru íslendingar, sum eru stóri- beiggin. Tað eru teir helst eisini í altjóða royndum, har Indriði Sigurðsson er einastai leikarin við færri enn 10 altjóða dystum, so talan verður í allar mátar um mótstøðumenn, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum. Tað er einki at ivast í, at stóra stjørnan á íslendska liðnum er Chelsea áleyp- arin, Eiður Smári Guð- johnsen, sum er sonur navnframa Arnór Guðjóns- son, sum í fleiri ár var fastur fúsur í álopinum hjá belgiska stórfelagnum, Anderlecht. Longu sum 16 ára gamal var Eiður við á liðnum hjá PESV, har ein ávísur Ronaldo var álops- makkari hansara, men ein ógvusligur skaði setti ein fyribils steðg í yrkisleið hansara. Tey flestu mundu halda, at hetta var endin á yrkis- leið hansara, og sjálvur var hann eisini fluttur heim til Íslands eftir fleiri fánýtis skurðviðgerðir, men brád- liga fór aftur at ganga rætta vegin. Hetta hoyrdist eisini kring europa, og tó at hann langt ífrá var á sama støði sum áður, so ivaðist táver- andi Bolton-venjarin, Colin Todd, ikki, men segði greitt, at um Eiður var byrjaður at venja, so vildi hann keypa hann. Fyrsta tíðin var drúgv, men so við og við kom aftur glið á. Eiður var um at seta met í enskum steypa- fótbólti, tá hann við Bolton skoraði í hvørjum umfari fram til hálvfinalurnar, og tá Chelsea so keypti hann árið eftir, tóktist leiðin til stjørnurnar at vera slóðað. Í Chelsea hevur kapping- in við eitt nú Jimmy Floy Hasselbaink og Gianfranco Zola verið hørð, men hóast hetta, so hevur Eiður fingið heilt nógva spælitíð, og einki er ivast í, at millum áskoðararnar man hann vera ein hin best umtókti leikarin á stjørnusetta London-liðnum. Umframt Eiður, so eru eisini aðrir profilar, sum eisini eru kendir úr bestu ensku deildini. Eitt nú verður hetta seinasta ferðin at Guðni Bergsson fer at umboða íslendska lands- liðið. Royndi leikarin við eini drúgvari fortíð í ensk- um fótbólti. Byrjandi í Tott- enham og endandi í Bolton, segði fyri stuttum farvæl við heimaáskoðararnar á Reebook Stadium, og nú er so tíðin komin hjá næstan 38 ára gamla verjuleikar- anum at siga íslendsku áskoðarunum farvæl. Eisini kann eitt navn sum Herman »the Herminator« Hreiðarsson úr Charlton nevnast, og kanska onkur fótbóltsfjeppari kennist við Lárus Sigurðvinsson, sum í ár flutti niður saman við liðfeløgum sínum í WBA. Størsta stjørnan á beinkinum Einki er at ivast, at Eiður er fremsti íslendski leikarin í løtuni, men tað er tó kortini ein stjørna, sum helst skín- ur eins bjart á liðnum. Nýkosni landsliðsvenjarin, Ásgeir Sigurvonsson, er helst mætasti leikarin, sum íslendingar nakran tíð hava átt. Hann var fyrsti íslending- urin, sum veruliga gjørdi vart við seg uttanlands, og gjøgnum eina yrkisleið í Standard Liege, Bayern München og Vfb Stuttgart hevur vestmanmnaeyjing- urin langt síðani staðfest sítt navn í europeiskum fótbóltshøpi, og í øllum førum er tað neyvan nakar fótbóltshugaður týskari, sum ikki kennist við navn hansara. Soleiðis segði sjálvur Franz Beckenbauer, táver- andi landsliðsvenjari, eftir taptu HM-finaluna í 1986, at um tað var nakar leikari, sum hann kundi ynskt sær afturat sínum liði, so var tað Ásgeir Sigursson. Væl at merkja um hann hevði týskt pass. Sami Becken- bauer segði eisini seinni – tá hann var vorðin forseti í Bayern München – at størsta mistak, sum felag hansara nakran tíð hevði gjørt, var at selja Ásgeir til Stuttgart. Kanska væl skilj- andi, tí árið eftir handilin – í 1984 – varð Ásgeir kosin sum besti leikarin í týsku kappingini. Tí er heldur einki at fara skeivur í, at gleðin um nýggja landsliðsvenjaran var stór, tá hetta var al- mannakunngjørt. Atli Evaldsson, sum fram til tá hevði staðið við stýrisvølin, valdi sjálvur at gevast eftir greiða tapið í venjingar- dystinum móti Finnlandi, og so var tað mest sum tjóðarkrav, at Asgeir skuldi verða nýggi maðurin. Spurningurin er so, hvønn mun venjaraskiftið fer at gera. Einki er at ivast í, at hetta kann lyfta liðið sálarliga, men mett eftir seinastu dystunum, so skal í øllum førum eisini eitt leikligt lyft av teimum hampuliga stóru til, um Ísland aftur skal droymu um góðu úrslitini, sum ikki eru meira enn eini fýra ára gomul. Tað kann til stuttleikar nevnast, at tann tá bert 17 ára gamli Ásgeir leikti sín fyrsta dyst fyri íslendska landsliðið ímóti júst Føroyum. Hetta var í 1972, og endaði tann dysturin við tryggum 3-0 sigri til Ísland. Ein sigur, sum varð grund- lagdur longu fyrsta hálva tíman, tá øll trý málini vórðu skotin. Ítróttarbøkurnar hjá Árna Dahl frá teirri tíðini siga frá um dystin, og var saman- setingin av føroyska liðnum hendan: Ólavur Olsen (B36) – Hendrik Dahl (HB), Dánjal Jákup Thom- sen (HB), Jacob Thomsen (B36), Heðin Baldvinsson (KÍ) – Ragnar Olsen (HB), Sam Jacobsen (ÍF) (Sól- bjørn Mortensen (HB)), Eirikur Rasmussen (HB) (Virgar Joensen (B36)), Jens Weihe (B36) (John Eysturoy (HB)) – Poul Michelsen (HB), Heri Nolsøe (HB). Hesir hava altso longu eina ferð tikist við Ásgeir Sigurvinsson, og um tíggju dagar verða tað so Henrik Larsen og hansara menn, sum standa fyri mæta íslendska leikar- anum. Nr. 100 • mikudagur • 28. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Íslendski hópurin móti Føroyum Íslendski landsliðsvenjarin, Ásgeir Sigursson hevur tikið hesar 18 leikarar út til landsdystin móti Føroyum Navn Felag dystir/mál Birkir Kristinsson ÍBV 73/0 Árni Gatur Árason Rosenborg BK 27/0 Rúnar Kristinsson Sporting Lokeren 98/3 Guðni Bergsson Bolton Wanderers 78/1 Arnar Grétarsson Sportin Lokeren 59/2 Hermann Hreiðarsson Charlton Athletic 47/2 Helgi Sigurðsson Lyn 45/9 Þórður Guðjónsson Vfl Bochum 44/11 Lárus Orri Sigurðsson West Bromwich Albions 39/2 Brynjar Bjørn Gunnarsson Stoke City 36/3 Arnar Gunnlaugsson KR 32/3 Tryggvi Guðmundsson Stabæk 30/8 Arnar Þór Viðarsson Sporting Lokeren 24/0 Eiður Smári Guðjohnsen Chelsea 22/7 Marel Baldvinsson Sporting Lokeren 11/0 Ívar Ingimarsson Wolverhampton Wanderers 11/0 Jóhannis Karl Guðjónsson Aston Villa 11/1 Indriði Sigurðsson Lillestrøm 8/0 Íslendingar eru klárir Í fjør gekk tað av skriðuni hjá VB undan summar- steðginum. So gekk sum eftir ánni, og VB bjargaði sær væl og virðiliga í deild- ini. Í ár tykist tað, sum um tráðurin frá í heyst er funnin aftur. Gamaní taptu teir 1–0 ímóti Sumba í fyrsta umfarinum. Men á Svangaskarði fingu teir fulla úrtøku, og manningar- listin sigur, at sigrarnir kunnu gerast nógvir, um sama fólkið verður tókt. Finnbogi Olsen í VB málinum helt tætt. Framm- anfyri seg hevði hann eitt nú Magna Jacobsen og Eyðun Kjærbo. Millum framrættaðu menninar vóru Tórur Holm og Jón Pauli Olsen. Hóast venjingar- støðan hevur verið betri, enn hon er nú, so bera bólt- førleikin og royndirnar nógv hjá nýpensioneraðu 1. liðsspælarunum, og eitt nú Bergur Winther, Janus Kjærbo og Niclas Ludvig kunnu renna fyri hinar. Tað leikaði leingi javnt á. VB misnýtti brotsspark, sum Mortan Hansen í B68 málinum bjargaði. Men tá ið tað restaði eitt korter, fekk VB hol á. Málskjútti var Bergur Winther, og tríggjar minuttir seinni var greitt, at VB skuldi fara suður við øllum stigunum. Í tí førinum var Jón Pauli Olsen málskjútti. B68 hevur ikki fingið bestu byrjanina. 3–1 tap í Fuglafirði ber tað til at liva við, men tap á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá VB er ikki nóg gott, um teir ætla at varðveita liðið í næstbestu deildini. B68 skal spæla í Klaks- vík norðoyastevnuaftan, og VB skal sama dag spæla á heimavølli ímóti B36. 2. deild B68–VB 0–2 (0–0) 0–1: Bergur Winther 76. 0–2: Jón Pauli Olsen 79. C M Y K 18