leygardagur 4. september 1993síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt ljós á gøtu mini
E. A. Jacobsen
a Tí at øll hava syndad, og teimum vantår Guds
heiður. og tey verða rætivisgjørd fyri einki av
náði hansara við endurloysingini
Kristi Jesusi«
sum er i
Róm. 3,23-24
Øll hava syndað! Hetta er ikki skrivað sum
eitt uggannarorð, ið gott er at fjala yvir seg
við, tå id vit hava gjørt tað, ið skeivt er.
Tverturímóti er hetta dapra sannroyndin um
mannaheimin allan. Og vegna hesa synd
okkara hava vit ikki einans mist dýrdleikan
frá Gudi, men vegna- hana stevna vit øll
somul fram móti ævigari undirgongd.
Men til tess, at vit ikki skulu glatast, sendi
Gud son sín í heimin, og gav hann upp fyri
syndir okkara. Fyri tínar og mínar syndir
varð hann áspýttur og illa viðfarin, og teir
negldu hann á ein kross úti á Golgata.
Jesaja sigur um hann í 53. kapitli: »Vit
hildu hann revsaðan, slignan av Gudi og
gjørdan neydarsligan. Men hann varð
særdur våra synda vegna og sundurbrotin
våra misgerða vegna; okkum til friðar kom
revsingin nidur å hann«.
Dapurt er tað, at tað finnast miljónir av
menniskjum, sum ikki enn hava hoyrt gleði-
boðskapin um hann, ið beyð sær til at ganga
inn undir syndir teirra og taka á seg syndar-
innar lén, sum er ævigur skilnaður frá Gudi.
Men eins dapurt er tað, at tey, sum ríkiliga
hava hoyrt og framvegis hoyra henda gleði-
boðskap, ikki veita honum størri ans enn so,
at tey liva eins og tíðindini um Jesus vóru
ikki sonn.
Tí at tann, sum ikki grundar lív sítt á
henda veruleika, hevur ikki einans svikið
seg sjálvan, men hann hevur harafturat gjørt
Gud til lygnara.
Og veruleikin er hesin, at vit eru øll synd
arar við teimum rædulign avleiðingum, sum
hetta ber við sær. Men eins óreingiligt er tað,
at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa synd-
arar, og at hver tann, sum trýr á hann, skal
ikki glatast, men hava ævigt lív.
Prógv
Lærimeistari var Eyðfinn
i Poulsen.
Ole Andersen, Miðvági, hevur
fingid sveinabræv sum bygn- Tommy Brock Sørensen,
ingssnikkari. Hann lærdi hjå
vågs Maskinsnikkaravirki
Tórshavn, hevur fingið sveina-
P/F Vestmanna Snikkaravirki. = þræv sum bygningssnikkari.
Lærimeistari var Jógvan Nord- = Hann lærdi hjá P/F Havnar
endal.
Thordar Ditlev Garðshamar,
Hvalba, hevur fingið sveina-
bræv sum bygningssnikkari.
Hann lærdi hjá P/F Trongis-
25. august
Træsmiðju. Lærimeistari var
Leivur Andreasen.
Terji Nielsen, Oyndarfirdi,
hevur fingið sveinabræv sum
elektrikari. Hann lærdi hjá P/F
Maria Juul Thomsen, vanliga nevnd Mia hjá
Mads, ættað av Tveroyri, búsitandi í Keyp-
mannahavn, 79 ára gomul.
26. august
Edel Djurhuus, Tórshavn, 86 ára gomul.
27. august
Maja Petersen, Norðskála, vanliga nevnd
Norska Maja, 73 ára gomul.
Niels Pauli Olsen, Hvalba, 76 ára gamal.
Amy Jacobsen, Miðvági, 57 ára gomul.
Jógvan Debes, Tórshavn, 69 ára gamal.
2. september
Adolf Vang, Kvívík, 69 ára gamal.
Gudstænastur 13. s. e. trinitatis
Havnar kirkja: Bjarni Bæk
Kaldbak: Petur Marun Rasmussen
Tjørnuvik: M. Restorff Jacobsen
Bøur: David Johannesen kl. 11.00
Fidi: Emil Olsen kl. 11.00, altargongd
Norðskála: Emil Olsen kl. 15.00. Barnagudstænasta
Skálabotnur: Jógvan Fridriksson kl. 11.00
Oyndarfjørdur: Jógvan Fríðriksson kl. 12.10, altargongd
Leirvik: Peter O. K. Olofson kl. 11.00, altargongd
Klaksvik: N. P. Danielsen kl. 11.00, altargongd
Kunoy: Henning Bøgesvang kl. 12.00, altargongd
Hov: Heri Joensen kl. 11.00
Porkeri: Heri Joensen-kl. 12.00
Yesturkirkjan: Høgni Poulsen
Hestur: Kjartan Mørkøre
Kollafjørdur: Marjun Bæk kl. 11.00, altargongd
Kirkja: Erland Beder kl. 12.00
Dalur: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Talvan gongur í Miðvágs kirkju fyri sunnudagsskúlan. Í
Porkeris kirkju gongur talvan fyri kirkjuna.
A Viðareiði verður farið í kirkju kl. 12 frá 5. sept.
A
El-Service á Skála. Lærimeist
ari var John Eli Olsen.
Rógvi Eysturdal, Hovi, hevur
fingið sveinabræv sum húsa-
smiður. Hann lærdi hjá P/F J &
P Byggifelag í Vági. Læri
meistari var Jóanes Eli Strøm
Sveinur Zachariasen, Þórs
havn, hevur fingið sveinabræv
sum maskinsmidur. Hann
lærdi hjá P/F Tórshavnar
Skipasmidju. Lærimeistari var
Mourits Mohr
Eyðun Olsen, Nordragøtu,
hevur fingið sveinabræv sum
maskinsmiður. Hann lærdi hjá
Eli P. Hansen í Nordragøtu
Lærimeistari var Eli Hansen
Magni á Lakjuni, Fuglafirði,
hevur fingið sveinabræv sum
maskinsmiður. Hann lærdi hjá
Eli P. Hansen í Nordragøtu.
Lærimeistari var Eli Hansen.
Hjalmar Johannessen, Søldar-
firði, hevur fingið sveinabræv
sum plast- á apteringsbáta-
smiður. Hann lærdi hjá P/F
Awi Boats í Runavík. Læri-
meistari var Aðalstein
Anthoniussen.
Óli Eiriksson Simonsen, Tórs-
havn, hevur fingið sveinabræv
sum lastvognsmekanikari.
Hann lærdi hjá Strandfaraskip
Landsins í Tórshavn. Læri-
meistari var Heini á Borg.
Jórun Maria Udbø Nielsen,
Tórshavn, hevur fingið læru-
bræv í skrivstovuyrkinum.
Lærimeistari var Ruth Arge.
Heidi Joensen, Hoyri, hevur
fingið lærubræv í skrivstovu-
yrkinum. Hon lærdi hjá Føroya
Landfúta í Tórshavn. Læri-
meistari var Heðin Mikkelsen.
Paul á Krákusteini, Velbastað,
hevur fingið lærubræv í skriv-
stovuyrkinum. Hann lærdi hjá
P/F Føroya Leiðin, Tórshavn.
Lærimeistari var Egil Simon-
sen.
Vælkomið
lítla barn
22. august fingu Mal-
vina og Niels Absalon-
sen, Viðareiði, eina
dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3900 gr.
27. august fingu Hayley
og Poul Jacobsen, Cape-
Town, eina dóttur. Hon
var 49 cm long og vigaði
3560 gr.
28. august fingu Haldis
Haldansen og Eyðfinn
Rein, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3360 gr.
30. august fingu Asta og
Thorleif Eiðisgarð, Eiði,
eina dóttur. Hon var 51
em long og vigaði 2980
gr.
31. august fingu Fríð-
bjørg og Kristin Joen-
sen, Kollafirði, eina
dóttur. Hon var 50 cm
long og vigaði 3200 gr.
Síða 22 Nr. 167 — 4. SEPTEMBER 1993 Tíðindablaðið CHI
At venja spurt
»Er tað spurtur, tå venur?« spurdi útvarpsmaður
in ein ítróttarmann, sum royndi seg sum rennara
'Spurtur (og sagnorðið at spurta) er komið úr
eingilskum ella týskum og tykist hava týdningin
'at spíla seg út, spenna seg út, kýta seg, gera sítt
ítarsta móti endanum av renningarteininum'.
Orðið er málseguliga sama orð sum okkara 'at
sprutta'.
Men ber tað til at venja ein spurt? Málhugað fólk
hava fyrr nomið við hetta. Ber tað til at brúka
'venja soleiðis?
'Venja' er eitt transitivt sagnorð (t.e. tað tekur
åvirki). Vit kunnu venja hund, venja børn, venja
ross. Men kunnu vit venja fimleik, venja sang,
venja hondbólt? Er tað ikki soleiðis, at vit venja
onkran, sum er livandi?
Til ikki-livandi objekt hava vit onnur orð. Vit
hava tað frálíka ítróttarorðið 'trena', sum kann
brúkast bæði transitivt og intransitivt. Vit kunnu
'fara á vøllin at trena' (intr.), og ein trenari kann
'trena landsliðið (tr.).
Vit hava eisini orðið fåka'. Vanligt var at íðka
kvæðir, t.e. læra tey uttanat
Og so hava vit tað besta orðið: eva. Hetta er eitt
gott, gamalt, føroyskt orð, sum er skylt við 'evna'
(fornnorrent efna), men av onkrari gåtuførari
grund er hetta orðið dottið burtur úr tí almenna
málinum hesi seinastu árini. Fyrr fóru øll til sang-
evilsi í samkomuhúsinum ella skúlanum. Nú
skulu tey — sambært fjølmidlunum — fara á song-
venjing, hvat so tað er. Er hetta eitt framstig? Hví
aftra blaðfólk seg við at brúka orðini 'øva' og
øvilsi? Vanligir føroyingar brúka hesi orðini bæði í
skúlastovuni, í fimleikarhøllini, og tá tey eva sjón-
leik. Jóhannes av Skarði hevur sva við i sínari
donsku-føroysku orðabók frá 1967 og 1977 (undir
leitorðinum øve”). Men tann eingilska-føroyska
orðabókin (1992) hevur tað ikki við, hverki undir
train, practice, exercise ella rehearse. Tað hevði
verið gott at fingið at vitað, hvat hevundar leggja
til grund, tá teir vraka eitt orð.
Nú siga tey, at tað skal eita stílvenjing í staðin
fyri stílevilsi. Eitt evilsi í skúlabókini skal eita ein
venjing. Hetta er málpíning.
Tað ber til at siga, at einkjumaður vandi seg við,
at konan var deyð, men tað ber ikki til at siga, hann
øvadi seg til tað (so hevði hann eitt harem, sum
hann drap burturav). Tað er munur á at siga, at
Mohammed Ali hevur øvad seg til meistaraheitið,
og at hann hevur vant seg til ella við tað. Og tað ber
tilatgva sterkt bend sagnorð, men taðber ikki til at
venja tey.
At venja og at sva eru hvert sítt. Vit hava brúk
fyri báðum.
dp
Læknavaktirnar
Tórshavn: Petur Hgj-
gaard, tlf. 10110, leyg-
ardagin. Alvur av Kåk,
tlf. 12557, sunnudagin.
Vågar: Tlf. 32413.
Suðuroy (norður):
Tlf. 71560.
Suðuroy (suður): Tlf.
73030.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl. 13.00
-14.00. Tlf. 14544.
Eysturoy: Pól Jóhs. í
Horni, tlf. 44038, leyg-
ardagin. Andreas Pet-
uf. 41086,
sunnudagin.
Norðuroyggjar:
Steingrímur Weihe,
tlf. 55300.