leygardagur 31. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 101 - 31. mai 2003
Nr. 101 - 31. mai 2003
3
Nullhugsjónin skal eisini galda fyri grannan
– Vit skulu læra, at
Nullhugsjónin skal
verða galdandi fyri
grannan eins væl og
okkum og okkara
egnu, sigur Jón
Kragesteen frá Ráðn-
um fyri Ferðslutrygd,
sum heldur, at tað
hevði onki galið verið
í, at havt ferðforðing-
ar um allan miðbýin í
Havn
FERÐSLUTRYGD
Ingrid Bjarnastein
Sosialurin varpaði fyri fá-
um døgum síðani ljós á
ferðsluviðurskiftini oman-
eftir ovara parti á Tróndar-
gøtu. Foreldrini, sum búgva
í hesum grannalagnum,
ynskja sær ferðforðingar
oman eftir vegnum. Hetta
kemst av, at bilar um sumr-
arnar, tá veðrið er gott,
koyra við nógvari ferð om-
aneftir vegnum, og hetta
meta foreldrini ikki vera
trygt fyri børnini, tí tey
spæla jú leingi úti tá tey
hava frí.
–
Ferðforðingar
gera
ógvuliga stóranmun, og í
veruleikanum kanst tú ikki
koyra meira enn 30 km/t
har. Onki galið hevði verið
í, at lagt ferðforðingar om-
an handanvegin, tí økið
hevur
bæði
barnagarð,
skúlar, nógv hús og nógv
børn, sigur Jón Kragesteen,
leiðari á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd.
Ein um tíman
Ferðslukanningarnar, sum
vórðu gjørdar eftir Tróndar-
gøtu vístu, at tað vóru góðir
2200 bilar, sum koyrdu
tann vegin um døgnið. Og
um so bara eitt prosent av
teimum koyrir ov skjótt, so
verður hetta meira enn ein
bilur um tíman, vísir Jón
Kragesteen á.
– Hvør torir, at senda
barnið út at spæla, tá tey
vita, at meir a enn ein bilur
um tíman koyrir uttan fyri-
lit? Brúgvasteinar eru lagd-
ir til síðuvegirnar, og eg
haldi, at teir skuldu heldur
verið
lagdir
omaneftir
sjálvari Tróndargøtu, sigur
leiðarin fyri Ráðnum fyri
Ferðslutrygd.
Jón Kragesteen heldur, at
tað skuldi ikki verið loyvt
at koyrt meira enn 30 km/t í
meginpartinum av miðbýn-
um í Havn, tí tað ber ikki til
at koyra skjótari hóast alt.
– Tað hevði heldur onki
verið galið við, at gjørt
bungur eftir øllum vegun-
um í miðbýnum. Tí fert tú í
ein stórbý í einum av
grannalondum okkara, so
sært tú ferðforðingar í
sjálvum miðbýnum.
Í svarinum, sum foreldr-
ini fingu frá býráðnum
stóð, at tað var ábyrgdin hjá
tí einstaka bilføraranum at
vísa fyrilit.
– Men hvør letur lívið á
barninum í hendurnar á øðr-
um bilførarum, sum eiga at
vísa fyrilit? Vit kunnu bara
ásanna, at har er nógv
arbeiði eftir at gera fyri at
fáa kommunalpolitikararnar
at skilja hesa støðuna. Um
tú so setur ferðforðingar
upp, so revsar tú ikki hini,
sum koyra skynsamt, og tað
er ikki rætt at siga, at tú
revsar fólk, tá tú fært tey at
koyra samvitskufult, sigur
Jón Kragesteen.
Nullhugsjón fyri øll
Fyri stuttum varð álitið
»Ávegis til Nullhugsjón-
ina« handað landsstýris-
manninum. Nullhugsjónin
leggur upp til, at ongin skal
doyggja ella verða álvars-
liga meiddur í ferðsluni.
– Vit skulu fáa Nullhug-
sjónina útum okkara fýra
húsaveggir. Ein og hvør vil
ikki, at nakað skal henda
teirra familju, so hvør fam-
ilja hevur eina Nullhug-
sjón. Tá hugsar man um seg
sjálvan, men vit skulu fáa
Nullhugsjónina at galda
fyri grannan eisini.
– Sjúrður Olsen, formað-
ur í teknisku nevnd í bý-
ráðnum segði, at foreldur
vilja hava ferðforðingar tá
børnini eru smá, og tá tey
eru vaksin, vilja tey av við
ferðforðingarnar. Hann rak-
ar nakað sentralt her. Men
tað er her tað trupla liggur.
Nullhugsjónin skal verða
galdandi fyri øll, greiðir
Jón Kragesteen frá.
Leiðarin fyri Ráðið fyri
Ferðslutrygd vil ikki siga,
at tað skulu fólk doyggja
áðrenn nakað hendir.
– Men tað sær út sum, at
avleiðingarnar skulu vera
nógvar áðrenn fólkini fáa
eyguni upp fyri, at okkurt
má gerast, sigur Jón Krage-
steen, sum vísir á at bung-
urnar á Gundadalsvegnum
vóru gjørdar eftir, at eini trý
fólk høvdu latið lív og tað
sama við SMS-vegnum.
– Vit eru ikki komin
longur enn so, at vegirnir
verða gjørdir til bilførarar.
Um tú hyggur eftir gongu-
breytakantunum, so verða
niðurskurðir gjørdir, har
eitt bilhús er. Men á endan-
um á gongubreytunum, har
fólk skulu ganga, bæði við
barnavognum og koyra við
koyristóli, har er kanturin
eini 10-15 cm høgur.
– Ein hugburðsbroyting
skal til. Tankarnir skulu
broytast. Men tað er ofta
soleiðis, at teir politikarar-
nir, sum úttala seg um ferð-
sluviðurskift eru menn um
miðjan aldur, har børnini
eru flogin úr reiðrinum. Eg
haldi, at konufólk skilja
handan trupulleikan betri,
men vit hava nógv eftir at
gera fyri at fáa fólk at skilja
hesi tingini, sigur Jón
Kragesteen, leiðari á Ráðn-
um fyri Ferðslutrygd at
enda.
– Nullhugsjónin skal eisini
verða galdandi fyri grannan.
Vit hugsa um okkara fam-
ilju, og hvør familja hevur
eina nullhugsjón. Og tað er
tað trupla. At fáa fólk at
minnast til, at nullhugsjónin
er galdandi fyri øll, sigur Jón
Kragesteen, leiðari á Ráðnum
fyri Ferðslutrygd
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara
kæra kona, mamma, vermamma, omma og
dóttir
Sigbjørg Dahl,
Oyri
Andaðist hósdagin 29. mai, 53 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju sunnudagin
1. juni kl. 14.00
Familjunnar vegna
Hjallgrím og børnini við familjum
Tey, ið vilja minnast Sigbjørg, kunnu lata Norðskála kirkju
eina gávu á konto í peningastovnunum
Mikudagin varð Juli-
anna Klett tilnevnd
franskur konsul í
Føroyum
KONSUL
Heri á Rógvi
–Eg veit ikki rættiliga, hví
eg eri vald, men tað er ein
stórur heiður, sum eg gleði
meg til at fara í holt við.
Soleiðis sigur Julianna
Klett, nýútnevndur fransk-
ur heiðurskonsul. Tað var
mikudagin, at hon alment
varð tilnevd konsul Frak-
lands í Føroyum.
Tað var Régis de Belenet,
franskur sendiharri í Dan-
mark, sum var komin til
landi í hesum ørindum.
Ì sambandi við tilnevn-
ingina ferðaðist franski
sendiharrin eisini kring
landið og vitjaði fleiri
stovnar og fyritøkur.
Julianna Klett tekur við
eftir Valdemar Lützen sum
franskur konsul. Umframt
at vera advokat er Julianna
eisini útbúgvin trý málslig-
ur
korrespondentur
í
fronskum, týskum og ensk-
um og hevur lisið í Sorbon
universitetinum í París.
Hjálpa fraklendingum
Fremsta
uppgávan
hjá
einum konsli er at hjálpa
fronskum ríkisborgarum í
Føroyum. Julianna dugir
ikki at siga okkum, hvussu
nógvir fraklendingar búgva
í Føroyum, men tað eru
nakrir.
– Men arbeiðið sum kon-
sul er eisini at vera millum-
lið millum føroyskar og
franskar
myndugleikar.
Frakland hevur áhuga fyri,
hvat hendir í Føroyum og
ynskir at kunna seg um,
hvat hendir, sigur Julianna
Klett.
Arbeiðið sum konsul er
ólønt.
I komandi útgávunum
verður meira at lesa um
tilnevngina av nýggjum
fronskum konsuli.
Sosialurin ynskir Juli-
onnu til lukku við heiðurin-
um.
Franska umboðið í
Føroyum
Julianna Klett
saman við Régis
de Belenet,
fronskum
sendiharra í
Danmark.
Mynd: Heri á Rógvi
C
M
Y
K
3
2