leygardagur 31. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 101 - 31. mai 2003
Nr. 101 - 31. mai 2003
5
Barometrið II
Manningin í útvarps-
sendingini Barometr-
ið er til reiðar til enn
eitt summar við
útvarpssending av tí
muntra slagnum.
Sendingin og mann-
ingin líkist sær sjálv-
ari, men í ár er ein
kvinna fastur partur
av manningini
SENDING
Heri á Rógvi
Helst best umtókta summ-
arsending seinnu árini,
Barometrið, verður aftur at
hoyra í summar. Lætta
summarsendingin við vert-
ununum, tú legði merki til,
verður at hoyra fýra dagar
um vikuna, týsdag til
fríggjadag, frá 10. juni til 5.
september.
Fýra vertir fara at vera
hvønn dag — tveir úti og
tveir heima í studio. Og
hesaferð er ein kvinna fast-
ur partur av manningini.
Og hetta er nakað, sum
merkist. Teir mannligu
vertarnir kappast mestsum
at stoyta sínar viðmerking-
ar yvir á einasta kvinnuliga
vertin. Sum kortini ikki
hevur ringt við at kasta við-
merkingar av sær aftur.
Men lagið er øgiliga gott.
Tey hugna sær rættiliga, nú
fyrireikingarnar av álvara
eru farnar ígongd til eitt
summar við einari útvarps-
sending av tí muntra slagn-
um, sum tann eini verturin
so fegin vil kalla tað.
Kvinnuliga íslettið í ár er
Elin Hentze í Stórustovu.
Hon er 24 ára gomul og
hevur áður verið at hoyrt
hjá Rás 2 og í Atlantic
Radio í sínari tíð.
Menninir eru teir somu
sum í fjør: Kári Sólstein, 28
ár, er fastur í Útvarpi Før-
oya og fæst mest við
barnaútvarp. Bjarni Mohr
og Rúni Jákupsson eru báð-
ir 29 ára gamlir og teljast
óivað millum tær meira
kendu
útvarpsrøddirnar.
Aldursforsetin
er
Heri
Jakobsen við sínum 37 ár-
um. Í fjør summar setti
hann sítt sermerki á før-
oyska landslagið við einum
ógvuliga líkatil stíli.
Elin í Stórustovu skal út
fyri tað nógva vera úti í
markini, og tað er nakað,
hon gleðir seg til, sjálvt um
spurningarnir kunnu gerast
alternativir viðhvørt.
– Mær dámdi sera væl
sendingina í fjør, og eg eri
satt at siga errin av at kunna
vera partur av sendingini í
ár, sigur Elin H. í Stóru-
stovu.
Nógv tað sama
Í tí stóra og heila líkist
sendingin í ár rættiliga
nógv konseptinum í fjør.
Stílurin verður tann sami,
men ymsar broytingar eru
gjørdar.
Tónleikurin verður fyri
tað nógva í tí nýggja lættara
endanum, og tað verða
innsløgini somuleiðis.
Tann so kenda firma-
kappingin verður aftur á
skránni. Sostatt skal tann
gløggasta fyritøkan í Før-
oyum finnast á øðrum
sinni. Og aftur í ár bíðar ein
góður
vinningur
eftir
starvsfólkunum hjá vinn-
andi fyritøkuni.
Kappingin er eitt sindur
broytt, soleiðis at spurn-
ingarnir verða blandaðir.
Hetta skal skiljast soleiðis,
at tað ikki longur er fast-
lagt, hvør raðfylgjan av
spurningum verður, men
liðini skulu velja sær eitt
tal, sum so vísir til ein til-
vildarligan spurning. Hesir
góðu spurningar eru kortini
ikki heilt ólíkir í evni og
torleika.
Kenn tín maka verður
eisini somuleiðis aftur á
skránni. Hetta er kapp-
ingin, har eini hjún ella eitt
par verður spurt nærgandi
spurningar um hvørt annað.
Hinvegin er Internet-
kappingin tikin av skránni.
Ætlanin er at nýta fríggja-
dagarnar til ymisk events,
sum væl kann umsetast til
hendingar ella tiltøk. Hetta
skal alt verða skemtilig
tiltøk.
Annars
verður
eisini
nógv gjørt við heimasíð-
una, har m.a. myndir fara at
liggja og eitt webcam fer at
vísa fólkið, hvussu vertirnir
hóreiggja sær í studioinum.
Væl umtókt
Tað er lítið at taka seg aftur
í, at sendingin Barometrið
gjørdist framúr væl umtókt
í fjør. Ongar beinleiðis lurt-
arakanningar eru gjørdar,
men eitt nú heimasíðan
hevði 84.000 vitjanir í fjør
summar. Men nógvu lurtar-
arnir eru ikki orsøkin til, at
tey hava valt at halda fram.
– Tað er ótrúliga stuttligt
fyri okkum at gera hesar
sendingarnar. Eg haldi ikki,
at tað var ein dagur, har vit
ikki høvdu tað stuttligt, sig-
ur Bjarni Mohr, sum sjálvur
saman við Rúna Jákupsson
var upphav til Barometrið.
– Vit hava meira ella
minni vita allatíðina, at vit
fóru at gera eitt umfar aft-
urat, og tí hava vit snakkað
nógv saman í vetur. Men
tað er eingin meining í at
gera júst tað sama ella nak-
að verri, tí hava vit gjørt
nakrar broytingarnar, siga
teir tríggir, Kári, Bjarni og
Heri.
– Men hetta er ikki voks-
ið nøkrum yvir høvdið.
Einki er givið áðrenn, sigur
Heri Jakobsen.
Tað er eisini ein satsing
hjá Ùtvarpi Føroya við ein-
ari tílíkari sending, ið
merkir fýra fólk fulla tíð alt
summarið.
Kring landið
Ein annar munur við send-
ingunum í ár í mun til í fjør
er kanska, at ætlanin er at
fara meira út um alt landið.
Manningin hevur fingið
hendur á einum serligum
bili, sum skal føra teir báð-
ar reportararnar kring land-
ið.
Tey øll fimm verða ikki
at hoyra allatíðina í senn, tí
ætlanin er, at ein teirra
allatíðina skal vera í feriu.
Hendan dagin, vit hava
savnað tey, gongur leiðin í
Sólborg á Argjum, har tann
kunstiga sólin gevur hitan,
veðurgudarnir fjala hendan
dagin.
Og tey trívast væl í
hesum selskapinum. Ikki
bert undir sólini, men sam-
an við hvørjum øðrum.
Sambært Hera Jakobsen
er tað eisini ein fyrimunur,
at tey eru í einum meira
búnum aldri.
– Tað hevur stóran týdn-
ing, at tað eru vaksin fólk,
sum gera sendingini. Vit
kunnu bæði tvætla og
skemta og tosa um nógv
ymisk evni, sigur Heri Jak-
obsen, sum lovar at halda
áfram við leitanini eftir G-
stronginum, hann ongantíð
fann síðsta summar.
Bæði sum fyrireiking til komandi summarið og sæð í ljósinum av, at eingin sól var á himlinum, fór manninign í Barometrinum undir kunst-igu sólina eina løtu. F.v. Bjarni Mohr, Heri Jakobsen,
Elin H. í Stórustovu, Rúni Jákupsson og Kári Sólstein
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast arbeiðsgev-
ararnir hava stongt
heilsølur og oljusølur,
eru teir til reiðar at
tosa um at lata
uppaftur í einstøkum
førum, skuldi ein
neyðstøða tikið seg
upp
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Er talan um eina neyð-
støðu, eru vit sjálvsagt til
reiðar at viðgera tað.
Jan Mortensen, á ar-
beiðsgevarafelagnum
er
ikki heilt knívskorin, hóast
arbeiðsgevararnir
herdu
verkfallið mitt í vikuni, tá
ið teir stongdu bæði olju-
gymslur og heilsølur.
Arbeiðsgevararnir siga,
at blokadurnar hjá arbeið-
arafeløgunum førdu við
sær, at heilsølur og oljusøl-
ur ikki fingu arbeitt, hóast
talan ikki var um verkfals-
rakt arbeiði og tí gjørdu ar-
beiðsgevararnir av bara at
stongja heilt.
Arbeiðarafeløgini siga, at
blokadurnar eru fyri at
tryggja, at verkfalsrakt
arbeiði ikki verður gjørt,
men at tey hava gjørt
undantøk til ávís endamál,
eitt nú strandfaraskipini og
mjólk.
Tí uppfata tey tiltakið hjá
arbeiðsgevarunum
at
stongja oljugoymslur og
heilsølur, sum verkbann.
Kunnu geva undantøk
Men Jan Mortensen sigur,
at hóast oljusølur og heil-
sølur eru stongdar, merkir
tað ikki, at undantøk ikki
kunnu gevast.
– Sjálvsagt fara vit at
viðgerða
umsóknir
um
undantøk til sjúkrahús,
ellis- og røktarheim, sam-
býli og aðrar stovnar, har
lív og heilsa stendur uppá
spæl og tað er bæði, hvat
olju og provianti viðvíkur.
Og hann leggur afturat, at
er ein sjúkrabilur, brand-
bilur ella politibilur, sum
manglar brennievni, skal
hann eisini fáa tað.
Men so er tað mjólkin.
Jan Mortensen vísir á, at
mjólkarvirkið er ikki um-
fatað av verkfallinum.
– Men kemur tað hartil,
at bilarnir, sum koyra
mjólk, onga olju hava,
finna vit saktans út av tí
eisini.
Hinvegin
heldur
Jan
Mortensen, at olja til smyril
og hini strandfaraskipini, er
ikki neyðsynjarvøra.
Sostatt tykist ikki sum
um at støðan er stórvegis
broytt, síðani oljugoymsl-
urnar
og
heilsølurnar
stongdu.
Men ein stór broyting er
tó, og hon er, at í annað-
kvøld verður Smyril lagdur
og sostatt sita suðuroyingar
aftur við svartaperi- sum
teir plagdu, tá ið verkfall er.
Jan Mortensen sigur, at
talan er ikki um verkbann.
– Verkbann er, tá ið
arbeiðsgevarar vraka eitt
semingsuppskot. Tað, at
fyritøkur lata aftur, tí at tær
ikki fáa arbeitt undir einum
verkfalli, er ikki verkbann.
Hinvegin leggur hann
dent á, at í somu løtu sum
arbeiðarafeløgini
gevast
við blokadunum, verða
bæði oljugoymslur og heil-
sølur lætnar upp aftur.
Teir, sum havt kravt
limafund í Havnar
Arbeiðsmannafelag
um verkfallið, fáa ikk
sín vilja við góðum
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Tað verður eftir øllum at
døma ongin limafundur í
Havnar
Arbeiðsmanna-
felag, soleiðis, sum summir
limir hava kravt.
Mikudagin kravdu nakrir
limir í Havnar Arbeiðs-
mannafelag annars at fáa
limafund at viðgera støð-
una, nú felagið er í verk-
fallið.
Av av stigtakarunum, Jón
í Dali, sigur, at teir hava
varhugan av, at undirtøkan
fyri verkfallinum er ikki so
stór, sum menn vildu vera
við og tí vildu teir hava
limafund fyri at skatta
dýpið.
– Vildi nevndin í havnar
Arbeiðsmannafelag
ikki
kalla saman til fundar, fóru
teir at savna inn undirskrift-
ir fyri at fáa eykaaðalfund,
gjørdu teir greitt mikudag-
in.
Men formaðurin í Havn-
ar
Arbeiðsmannafelag,
Hans Joensen, ger í dag
greitt, at nevndin í Havnar
Arbeiðsmannafelag fer ikki
at kalla saman til fundar.
Hann sigur, at vilja limir
hava fund, skulu teir koma
við teimum neyðugu undir-
skriftunum fyri at fáa eyka-
aðalfund, tvs. 25 undir-
skriftum.
Men hann heldur ikki at
tað er rætt, at limirnir ikki
eru komnir til orðanna.
– Vit høvdu ein stóran
fund fyri øllum limunum í
arbeiðarafeløgunum í verk-
falli í Ítróttarhøllini henda
dagin. Har var undirtøkan
fyri verkfallinum 100%.
Tað var ikki ein einasta at-
finnandi rødd at hoyra,
heldur ikki frá teimum,
sum nú vilja hava limafund,
sigur Hans Joensen.
Hann sigur eftir at nevnd-
in hevur gjørt greitt, at hon
fer ikki at kalla saman til
fundar, hevur hann skilt, at
ætlanin at savna inn undir-
skriftir, dottin niðurfyri
Hann sigur, at so vítt
hann veit, eru teir, sum
hava kravt fundin, menn,
sum forvinna væl meiri enn
sáttmálalønina.
Men hann heldur, at tað
er hugstoytt, at menn stinga
nevndina í ryggin, tá ið
stuðulin kring alt landið er
100%
– Men hetta er als ikki
tekin um, at kinkur er kom-
in í hjá Havnar Arbeiðs-
mannafelag, tí samanhaldið
er enn 100% og tað sær hel-
dur ikki út til, at teir fáa tær
neyðugu undirskriftirnar.
Beint fyri evstamark í
gjár, hevði Jón í Dali als
onga viðmerking til støð-
una.
Vóru ivaleysa nógvir
Hann segði annars miku-
kvøldið, at arbeiðsmenninir
aftanfyri kravið um lima-
fund vóru ivaleysa nógvir í
tali til at teir kundu krevja
eykaaðalfund, vildi nevnd-
in ikki kalla saman til fund-
ar.
Hann segði, at einasta
endamálið við hesum er, at
teir vilja vita um limirnir í
Havnar Arbeiðsmannafelag
taka undir við verkfallinum
og tí, sum nevndin hevur
gjørt í hesum sambandi.
Sjálvur heldur hann ikki,
at nevndin hevur ráðført
seg nokk hjá limunum, tí
teir eru ongantíð eftirspurd-
ir, heldur ikki um Havnar
Arbeiðsmannafelag yvir-
høvur skuldi fara saman
við hinum feløgunum til
samráðingar.
Sjálvur hevði Jón í Dali
varhugan av, at limirnir í
Havnar Arbeiðsmannafelag
taka ikki undir við verkfall-
inum, tí teir vísa á, at verk-
fallið eisini kostar teimum
nógv í løn.
Men hann sigur, at tað
eigur at verða staðfest á
einum limafundi, um lim-
irnir taka undir við nevnd-
ini, ella ikki.
Hann helt, at tað var ein
spurningur, um ikki Havnar
Arbeiðsmannafelag skuldi
samráðst fyri seg sjálvt.
Men hann legði eisini
dent á, at hevði ein lima-
fundir tikið undir við verk-
fallinum, skuldi hansara
loyalitetur ikki liggja eftir.
– Men eru limirnir ímóti
tí, taka teir heldur ikki
undir við tí. Og so er støð-
an ein onnur og so eigur
felagið at taka støðu eftir tí,
leggur hann afturat.
Verkfallið: Arbeiðsgevarar
til reiðar at tosa um undantøk
Verkfallið: Hans Joensen
vil hava undirskriftir á borðið
Hans Joensen, formaður, vil
ikki hoyra talan um, at
Havnar Arbeiðsmannafelager
viknað eftir at nakrir limir
hava kravt limafund um
verkfallið. Og sjálvur er hann
komin
styrktur
burturúr
støðuni, tí enn er ivasamt, um
teir ið vildu hava fundin,
hava fingið undirtøku
Blokadurnar hjá arbeiðarafeløgunum førdu við sær, at arbeiðsgevararnir stongdu oljusølurnar
og heilsølurnar. Eftir sita suðuroyingar við svartaperi, sum teir eru vanir, tá ið verkfall er
Bilarnir, sum koyra
mjólk, hava olju
eftir til tað mesta av
næstu viku og
stendur verkfallið
við tá, verður
undantak givið,
men suðuroyingar
fáa onga mjólk
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Nú
arbeiðsgevararnir
hava stongt oljugoymslur
og heilsølur, hevur verk-
fallið tikið eina nýggja
vend.
Arbeiðarafeløgini
í
verkfallið, høvdu givið
nøkur undantøk frá verk-
fallinum, eitt nú høvdu
skipini hjá Strandferðsl-
uni fingið loyvi at bunkr-
að olju og proviant so at
tey kundu sigla ótarnað
og bilarnir, mjólkarvirk-
ið hevði fingið undan-
taksloyvi til at avgreiða
vanligu mjólkina, eins og
bilarnir, sum flyta mjólk-
ina, hava fingið undan-
taksloyvi til at fáa olju.
Men nú oljugoymsl-
urnar eru stongdar, er tað
bara ein spurningur um
tíð, til eisini hetta liggur
lamið.
Smyril verður lagdur í
annaðkvøld.
Men
mjólkarneyð
verður ikki kortini, í
hvussu so er ikki í tí
mesta av landinum.
Eirikur Thorvaldsen,
stjóri á mjólkarvirkinum,
sigur, at bilarnir hava
olju eftir til tað mesta av
næstu viku eisini og so
leingi verður mjólkin í
hvussu so er heintað.
Men hann mjólkar-
flutningur til Suðuroyar
verður ein trupulleiki, tí
Smyril verður lagdur í
annaðkvøld og so fæst
ongin mjólk suður.
Hann vónar bara, at
handilsfólkini í Suðuroy
eru so mikið fyrivarin, at
tær bíleggja ríkiligt av
mjólk ímeðan tíð er, so at
hon strekkir eitt sindur.
– Mjólkin er so mikið
góð,
at
verður
hon
goymd í kulda alla tíðina,
heldur hon sær í einar 10
dagar, kanska enntá í 25
og
kanska
uppaftur
longri.
– Men skal hon halda
so leingi, er tað ein av-
gjørd treyt, at kølingin
ikki svíkur eina løtu, so
at
mjólkin
ongantíð
sleppur at hitna nøkur
stig.
Hinvegin sigur Jan
Mortensen á arbeiðsgev-
arafelagnum, at koma
mjólkarbilarnir fyri olju,
finna teir uttan iva út av
at geva teimum undan-
taksloysi.
Verkfallið og mjólkin:
Klára seg tað mesta
av næstu viku
C
M
Y
K
5
4