leygardagur 31. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 101 - 31. mai 2003
Nr. 101 - 31. mai 2003
7
Løgmaður kemur í
samrøðu við Sosialin
við eini inniligari og
avgjørdari áheitan á
partarnar á arbeiðs-
marknaðinum um at
kenna sína samfelags-
skyldu og ábyrgd og
syrgja fyri at finna
eina semju og harvið
vísa samfelagssinni.
VERKFALL
Jan Müller
- Tá fakfeløgini biðja polit-
ikararnar at halda fingrar-
nar vekk so gangi eg út frá,
at tey syrgja fyri at finna
fram til eina loysn, skjótt og
væl. Vit hava onga ætlan
um at leggja okkum út í
nakað stríð á arbeiðsmarkn-
aðinum sigur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður í eini við-
merking til støðuna á priv-
ata arbeiðsmarknaðinum,
har verkfallið nú er farið
inn í fjórðu vikuna.
Løgmaður
sigur,
at
landsstýrið fer heldur ikki
at leggja seg út í málið, hó-
ast semingsmenninir hava
givið skarvin yvir. Hatta
mugu arbeiðsgevarar og
arbeiðarafeløgini finna út
av sigur hann.
- Men kanst tú sum løg-
maður bara standa og
hyggja at, meðan alt sam-
felagið steðgar upp?
- Her er fakfelagsfrælsi
og hava feløgini verkfals-
rætt. Men tá man fær nøkur
rættindi má tað so sanniliga
eisini fyglja ábyrgd við, og
hon er at finna eina semju í
aktuellu støðuni. Tá tað al-
menna skipanin við sem-
ingstovni hevur givið upp-
at, so er tað bara teir báðir
partarnir, sum kunnu finna
fram til eina semju uttan
tann triðja partin, sum er
semingsstovnurin. Og tað
haldi eg, at teir skulu syrgja
fyri at fáa uppá pláss her og
nú. Tað er at seta seg við
samráðingarborðið
og
finna loysnina.
- Men er tað ikki júst
uppgávan hjá semings-
stovninum?
- Jú, men tá man ikki hev-
ur álit á semingsstovninum,
sum hann er, so er at finna
loysnina uttan um hann.
- Men heldur tú ikki, at
semingsstovnurin átti at hild-
ið fram við at roynt seming
uttan at leggja frá sær nú?
-
Semingstovnurin
er
komin til sína endaliga nið-
urstøðu, nevniliga at hann
kann ikki gera meira. Tað er
annars ikki hann, sum hevur
ábyrgdina av støðuni. Tað
eru arbeiðsgevarar og ar-
beiðstakarar,
sum
hava
ábyrgd av hesi støðuni. Teir
kunnu fáa hjálp frá semings-
stovninum, um teir biðja um
tað og eru samdir um tað.
Tann dag í morgin. Men
semingstovnurin
hevur
uppfatað støðuna soleiðis, at
tað er als eingin vilji frá
pørtunum at finna eina
loysn, og tí ætlar stovnurrin
ikki at sita við trupulleikan-
um, tí tað eru feløgini sjálvi,
sum hava bæði avgerðar-
rættin og so sanniliga eisini
ábyrgdina yvirfyri arbeiðs-
marknaðinum og so sanni-
liga eisini nakrar samfelags-
ábyrgdir. Tað fylgja nakrar
ábyrgdir við rættindunum.
Løgmaður vísir annars á,
at
semingsstovnurin
er
valdur eftir eini ávísari
skipan, har semingsmenn
ikki kunnu leggja frá sær
uttan víðari.
- Hava teir ikki lagt frá
sær?
- Nei. Teir hava sagt, at
teir eru givnir við seming í
hesum
málinum.
Teir
kunnu ikki leggja frá sær, tí
hetta er eitt borgarligt starv.
Sum støðan er vorðin taka
teir tó einki stig og føla teir
seg at vera leysar av málin-
um. Tí áliggur tað so mikið
meir á pørtunum báðum.
Samfelagsatlit
Fólk eru ørkymlað. Hvat
sigur løgmaður til tað!
- Hetta er ein álvarslig
støða fyri alt samfelagið, og
eg meini, at feløgini hava
eisini nøkur samfelagsatlit at
taka. Og vóni eg at leiðsl-
urnar, sum sita við hesum
rættindum, eisini kenna tær
skyldurnar út frá einum
samfelagsligum sjónarmiði.
Løgmaður sigur, at nú
mugu partarnir syrgja fyri
at finna eina loysn og tað
skal vera skjótt. Tí hetta
samfelagið tolir hetta ikki.
Hyggja vit eftir hesum út
frá einum samfelagssjónar-
miði, so er hetta reinur und-
irgangur fyri hvønn tíma,
sum gongur. Fyri hvønn
tíma, sum gongur, fara
arbeiðspláss fyri skeyti í
hesum samfelagnum, sum
ongantíð koma aftur. Og jú
fleiri dagar ganga, tess
færri arbeiðspláss verða í
hesum samfelagnum. Tað
verður størri problem fyri
okkara fólk frameftir.
-Vit eru farin inn í 4. vik-
una við verkfalli. Hvussu
leinki kann slíkt verkfall
fáa loyvi at standa við?
- Tað veit eg ikki. Eg
kann bara siga, at tað er
ikki tann politiski myndug-
leikin, sum hevur ábyrgd-
ina av hesum. Tað eru bara
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Løgmaður kemur við eini
inniligari og avgjørdari
áheitan á partarnar um at
kenna
sína
samfelags-
skyldu og ábyrgd og syrgja
fyri at finna eina semju – at
vísa samfelagssinni.
- Nú hevur tú verið leingi
í politikki. Er hetta ein av
ringastu støðunum tú hevur
upplivað?
- Ein slík konflikt sum
henda er altíð skaðilig.
Men eg haldi, at tað man er
ósamdur um, hóast alt, eru
ikki so stórar upphæddir og
serliga ikki við atliti at,
hvørjir batar, sum liggja á
borðinum í dag. Tað skuldi
verið lagamanni at komið
fram til eina semju.
- Skal hetta skiljast sum
at arbeiðarafeløgini eiga at
víkja frá sínum fullu krøv-
um?
- Nei, eg blandi meg ikki
uppí hatta tjakið. Men eg
biði partarnar um at hava
samfelagsatlit
eisini
og
longur enn til dagin í dag og
í morgin men eisini fyri
framtíðina hjá øllum føroy-
ingum.
Anfinn Kallsberg heldur
ikki, at tað vit longu hava
mist orsakað av verkfallin-
um, kann gerast upp í peng-
ini. Tað eru eisini viðurskifti,
sum koma at broyta for-
treytir langt fram í tíðina.
Løgmaður heitir á partarnar á arbeiðsmarknaðinum:
-Vísið samfelagssinni og finnið loysn nú
Anfinn Kallsberg, løgmaður
heldur tað átti at verið
lagamanni at funnið eina
semju
- Eg vóni, at partar-
nir, sum hava henda
rætt at samráðast eis-
ini føla tað sum eina
skyldu at koma til
eina semju. Tríggjar
vikur er alt alt ov long
tíð at hava sitið bara
og bíðað eftir hvørj-
um øðrum. Handlar-
nir stongja, og tað
verður bara ein
spurningur um tíð, til
tað er hungur og hall
í hvørjum heimi í
Føroyum sigur løg-
maður, sum eisini
heldur skipanina við
semingstovni verða
avoldaða
VERKFALL
Jan Müller
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur heldur, at vit eiga at læra
av hesi og øðrum støðum á
arbeiðsmarknaðinum. Vit
hava sum er eina avoldaða
skipan. Tað vísir m.a.
semingslógin, sum er frá
1926. Hana hevur man
roynt politiskt at bøtt um
men hevur kortini ikki hev-
ur fingið ljóð frá pørtunum
til at fremja broytingar.
- Tað er heilt givið, at um
vit sum vælferðarsamfelag
og ein trúverdugur samfel-
agspartnari frameftir skulu
verða mettur sum ein seri-
øsur samarbeiðspartnari, so
skulu heilt aðrar lóggávur
til – nútímans lóggávur,
sum øll onnur Norðurlond
fyri langari tíð síðani hava
fingið, men sum vit í Før-
oyum framvegis ikki hava
fingið politiska semju um.
- Men hví hava politikar-
ar sum tú og aðrir ikki syrgt
fyri at broytt hesa lóggávu,
áðrenn tað kom so langt
sum til eitt slíkt verkfall?
- Tað er lættari sagt enn
gjørt. Tað er einki at ivast í,
at tað er altíð ein spurningur
um støðurtakanir hjá fak-
feløgunum, sum hava rætti-
liga stóra ávirkan á tað polit-
iska landslagið og sum ger,
at man ongantíð hevur funn-
ið eina semju á hasum øk-
inum. Tað er til stóran skaða,
og tað síggja vit best nú.
- Men tit hava nú stýrt
landinum í nærum fimm ár.
Tit høvdu væl kunnað tikið
og broytt hetta hesi árini?
- Avgjørt. Men tað hevur
bara ikki borið til. Tað var
settur ein arbeiðsbólkur við
umboðum frá fakfeløgun-
um oø. og sum arbeiddi við
einum lógaruppskoti, men
so komu ymsar ósemjur, og
alt fór í vaskið. Tú fært ikki
eina slíka lóggávu ígjøgn-
um politiskt, um tú ikki fær
partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum við í tað arbeiðið.
Men eg haldi, at allur ar-
beiðsmarknaðurin átti at
verið áhugaður fyri, at vit
fingu eina lóggávu, har vit
fáa stabil viðurskifti á ar-
beiðsplássunum. Tí tað
vera eingi størv til nakran,
hava vit ikki stabil arbeiðs-
pláss. Hetta hongur saman.
- Tá nú verkfallið er av við
hesum ella hasum avleið-
ingunum, hvat fer Anfinn
Kallsberg tá at fyritaka sær?
- Tað er heilt givið, at
hetta við at fáa meira skip-
að viðurskifti á arbeiðs-
marknaðinum, er avgjørt
nakað, sum eigur at verða
raðfest sera frammaliga.
Heildaratlit
- Metir tú tað vera ein trup-
ulleika, at man hevur eina
samgongu og eina and-
støðu, sum alt eftir hvørji
politiskari støðu man er í,
brúkar ella misbrúkar tí
aktuellu støðuna fyri at
vinna sær atkvøður?
- Tað er ein trupulleiki, at
man ikki tekur heildaratlit,
tá man skal skapa karmar
fyri føroyska vinnu. Tað átti
at verið ein felags áhugi
fyri allar politiskar flokkar,
fyri allar arbeiðsgevarar og
fyri allar arbeiðarar og øll
verkfólk yvirhøvur at ging-
ið hond í hond fyri at fáa so
trygg viðurskifti á arbeiðs-
marknaðinum sum gjørligt.
Tað er tað vit øll høvdu
vunnið av. Tað, sum er trup-
ulleikin við einum verk-
falli, er, at tað er eingin
vinnari. Tað eru bara tapar-
ar, og tí skuldi tað verið
áhugamálið hjá okkum øll-
um at fingið vent hesum,
soleiðis at tað bara blivu
vinnarar og eingir taparar.
- Kennir man seg ikki
hjálparleysan at sita sum
løgmaður í slíkari støðu?
- Tað ger man so avgjørt.
- Men fær man einki
gjørt við tað?
- Sum politikarar eiga vit
at leggja karmarnar, soleiðis
at partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum finna út av hesum í
felagsskapi, tí tað, sum
gagnar øðrum, gagnar eisini
hinum. Men trupulleikin er
tann, at tað sær út til, at man
er ikki komin so langt sum
at hava tað felags forstáilsi,
ið skal til fyri at draga eina
og somu línu. Fyrr enn vit
eru komin hartil, eri eg vísur
í, at vit fara at fáa afturvend-
andi verkføll við stórum tap-
arum, har vit øll vera taparar
og eingir vinnarar. Og tað er
stórt spell.
- Hava arbeiðarafeløgini
sett ov høg lønarkrøv?
- Eg fari ikki at døma um
tað. Tað vit skulu ansa eftir og
syrgja fyri er ikki at spenna
bogan soleiðis, at tað, sum
tann eini parturin ger, verður
ein boomerangur, sum ger, at
tað,
sum
skal
vera
grundarlagið fyri yvirhøvur at
hava eitt arbeiði, fer fyri
bakka. Tí er hetta alla tíðina
ein spurningur um javnvág.
Vit mugu hyggja eftir tí
samlaða kappingarførinum
hjá samfelagnum í mun til tey
vit skulu kappast við. Klára
vit ikki tað, so er tað heilt giv-
ið, at eftirspurningur ikki
verður eftir føroyskum men
eftir øðrum vørum, og tað ger
so aftur, at vit fáa ikki tann
útflutning, sum vit annars
høvdu fingið. Og tað kemur
aftur at hava við sær, at tað
Bara spurningur um tíð:
Til tað verður hungur og hall í hvørjum heimi
Framhald á síðu 34
Býargartnarin:
Fólk eru góð við Klaksvík
Býargartnarin hjá
Klaksvíkar kommunu
hevur altíð úr at gera
til norðoyastevnu.
Hann og hansara fólk
skulu syrgja fyri, at
býurin er vakur og
grønur á at líta, tá
gestirnir koma á
stevnu, men onkuntíð
kann tað vera trupult
at røkja sína uppgávu
til fulnar
GARTNARÍ
Solby A.Eliasen
Klaksvík:
Tá ein kemur gangandi í
miðbýnum í Klaksvík er
tað ikki tann vakrasta sjón-
in, sum tekur ímóti einum
fyri tíðina. Har bøur áður
var grønur um hesa ársins
tíð og trø stóðu í fagrasta
blóma, er bert runa og
órudd at síggja. Mitt í øll-
um stendur ein maskina hjá
kommuni
pinnastill,
tí
verkfall er, og tískil allir ar-
beiðsmenninir hjá komm-
uni ikki til arbeiðis. Ætlan-
in var helst hjá kommununi
at fáa tað allarfyrsta av ar-
beiðinum av vegnum, so at
tað kundi síggja so nøku-
lunda út til norðoyastevnu,
men tað er ikki at eydnast.
Hóast henda sjónin ikki
pyntar upp á miðbýin, so eru
tað framvegis fleiri avbera
vakrir blettir at síggja, har
grønt gras, blómur og
plantur av ymsum slagi
standa so vakrar. Tað er
býargartnarin og hansara
fólk, sum taka sær av tí. Men
nú meðan verkfall er, eru teir
bert tveir til arbeiðis, og teir
hava ov mikið at gera.
Henda dagin, tá Sosialur-
in kemur framvið, eru teir í
ferð við at planta nakað av
summarplantum niður við
talvborðið í Vágstúni. Hans
Hjalti Skaale er býargartn-
ari og henda dagin hevur
hann tvey ára gamla sonin,
Janus, við, tí hann sleppur
ikki í barnagarð, so longi
verkfall er.
Men tað liggur væl fyri
hjá teimum báðum feðgun-
um at vera til arbeiðis.
Hans Hjalti letur væl at ar-
beiðinum í ár og sigur, at
tað er nógv at gera hjá
teimum. Hetta várið hava
teir fingist við at flyta trø-
ini, sum stóðu har arbeiðið
upp á rundkoyringina nú er.
Trøini hava teir tikið upp og
sett runt ymsastaðni í
býnum. Og tey fríðka um,
har tey standa nú.
Í fýra ár hevur býargartn-
arin havt eina kampanju
koyrandi,
sum
verður
nevnd Planta eitt træ, har
borgarar kunnu fáa ein
pakka við trøum í, sum tey
sjálvi so planta.
– Hetta gera vit fyri at fáa
býin grønari, sigur Hans
Hjalti, sum letur sera væl at
undirtøkuni. Seinasta leyg-
ardag stóðu teir og býttu út.
300 pakkar vóru burtur eftir
bara 40 minuttum, og tað
vóru mong, sum onki fingu.
– Tað er harmiligt, at
summi onki fáa, men vit
hava bara eitt avmarkað tal
av pakkum, greiðir hann
frá. Og úrslitið frá hesum
tiltakinum er nú av álvara
farið at síggjast aftur,
heldur Hans Hjalti Skaale.
– Tað fyrsta, sum vit lótu
fyri fýra árum síðani, byrjar
av sonnum at síggjast aftur
nú, so ein kann bara
ímynda sær, hvussu gott tað
verður um eini 10 – 15 ár,
sigur hann, meðan hann
grevur eitt hol í moldina
við góðari hjálp frá Janusi.
Teir eru í ferð við at planta
dianthus niður. Ein vøkur
grøn summarplanta við
ljósareyðum blómum á.
Tá prátið fellur inn á veð-
ur og vind, so sigur Hans
Hjalti, at vøksturin hevur
verið avbera góður í ár.
Apríl mánaði var avbera
góður, páskaliljurnar vóru í
fullum blóma langt áðrenn
páskir. Men hinvegin hevur
mai mánaði verið minni
góður, men tað hevur sum
sagt ikki gjørt nakað verri
fyri vøksturin.
Góð við býin
Hans Hjalti sigur, at fólk í
Klaksvík eru góð við býin.
Alt, sum býargartnarin set-
ur niður og plantar fær altíð
frið - eisini á norðoyastevnu.
– Tað er ongantíð komið
fyri, at vit hava verið noydd
at
taka
niðurtraðkaðar
plantur uppaftur eftir norð-
oyastevnu, sigur hann.
Lastin á bilinum hjá hon-
um er full av ymsum
summarplantum.
Hann
keypti inn undir seg, áðrenn
verkfallið byrjaði, tí hann
fær ongar plantur norður.
Síðani hevur hann goymt
tær, til nú tað er tíð at
planta tær.
Og hóast tað er óvist,
hvussu verður við norðoya-
stevnu, so skal býurin
fríðkast og haldast við líka
til summarið. Og røkt og
viðlíkahald eru nakað, sum
býargartnarin og hansara
fólk mest taka sær av um
summarið. Og tað skal ger-
ast, um verkfall er ella ikki.
– Vit eru so væl fyri her,
at vit eru tveir handverkarar
til arbeiðis her, so alt er ikki
steðgað upp kortini, sigur
vælhýrdi býargartnarin í
Klaksvík at enda.
Hans Hjalti Skaale og tvey ára gamli sonurin, Janus, hava arbeitt við at fríðka Klaksvíkar bý til norðoyastevnu og summarið
Nú trot er á blýfríum
bensini og dieselolju
undir verkfallinum,
eru tað nógvir bileig-
arar sum ikki vita,
hvat teir kunna ella
ikki mugu gera í sam-
bandi við brennievni
til bilin. Vit hava
spurt okkum fyri á
bildeildini á Tekniska
Skúla, á bilverkstøð-
um og oljufeløgum
BRENNIEVNI
Magnus Gunnarsson
Nú meðan verkfallið stendur
við og trot er á blýfríum
bensini og dieselolju, eru tað
nógvir bileigarar sum seta
sær ymiskar spurningar
viðvíkjandi brennievni til
teirra bilar. Ein av spurn-
ingunum er t.d. um bilar við
katalysatori, sum einans
skulu brúka blýfrítt bensin,
kunna koyra við kalium-
bensini. Ein annar spurning-
ur er um dieselbilar kunnu
brúka
fýringsolju
úr
oljutanganum heima við
hús. Vit hava spurt á bildeil-
dini á Tekniska Skúla, á bil-
verkstøðum og hjá oljufel-
øgum. Viðvíkjandi tí at
brúka kaliumbensin til bilar,
sum eiga at brúka blýfrítt
bensin, er niðurstøðan tann,
at bilar við katalysatori
skulu einans brúka blýfrítt
bensin, men teir kunnu
brúka kaliumbensin í smærri
nøgdum, t.d. við at fylla
tangan einaferð. Best er at
spyrja seg fyri hjá bilasøluni,
har bilurin er keyptur. Or-
søkin til hetta fyrivarni er, at
katalysatorin hevur keramik-
kanalir við eini skón av
platin. Tá motorurin brennir
kaliumbensin legst eitt lag
av útlátinum á platini, og
sum
frá
líður
missur
katalysatorin sín virkning.
Allir bilar við katalysatori
hava eina lambdasondu sum
stýrir bensin- og luftmongd-
ini til motorin, tað kann geva
trupulleikar
við
motor-
gongdini, um man brúkar
kaliumbensin. Bilar við
katalysatori hava minni hol í
spunslinum til bensináfyll-
ingina, fyri at teir einans
skulu brúka blýfrítt bensin.
Ikki brúka fýringsolju
Ein annar spurningur er,
um man kann brúka fýr-
ingsolju, úr oljutanganum
heima við hús, til bilin. Tað
verður frárátt av øllum, tí
tann oljan er ikki ætlað til
bilar. Til dieseloljuna, sum
er ætlað til bilar, eru íbland-
ingarevni latin út í, soleiðis
at hon lýkur tey krøv sum
bilverksmiðjurnar
áseta.
Serliga eru tað dieselbilar-
nir við beinleiðis inspræn-
ing, sum fyri alt í verðini
ikki mugu brúka fýrings-
olju. Innsprænings-pump-
urnar koyra við so høgum
trýsti, og eru so fíntfølandi,
at bert eitt lítið rusk kann
verða nokk til at tær taka
skaða, og pumpurnar eru
dýrar at umvæla. Tað verð-
ur heldur ikki tilrátt at
brúka fýringsolju til teir
gomlu dieselbilarnar. Teir
kunnu fáa trupulleikar við
motorgongdini, og motor-
urin fer at rúka. Nøkur
bilverkstøð hava fingið
bilar inn við trupulleikum,
av tí at bileigarar hava nýtt
fýringsolju til dieselbilar.
Niðurstøðan má so vera
tann at teir bileigarar, sum
brúka annað bensin ella
aðra olju, enn tað sum bil-
verksmiðjurnar
tilráða,
gera tað undir egnari
ábyrgd.
Brennievni til bilar undir verkfallinum
C
M
Y
K
7
6