leygardagur 31. mai 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 101 - 31. mai 2003
Nr. 101 - 31. mai 2003
9
Í fjør fekk Fiskasølan
nýggja nevnd og
nýggjan stjóra
FISKASØLA
Vilmund Jacobsen
Úrslitið av rakstrinum hjá
Fiskasøluni í fjør var 5.655
milj. krónur fyri skatt - ella
slakar 3 milj. krónur betur
enn árið fyri, tá ið úrslitið
var 2.929 milj. krónur.
Skatturin hjá Fiskasøluni í
2002 var 2.200 milj. krónur
og eftir, at skatturin er
drigin frá, er ársúrslitið
3.455 milj. krónur.
Keldur innan fiskasølu-
verðina siga, at Fiskasølan í
2002 hevur avskrivað lut-
falsliga stórar upphæddir
uppá "goodwill". Ivi er um,
hvussu neyðugt hetta er.
Vórðu hesar avskrivingar
ikki gjørdar, hevði úrslitið
hjá Fiskasøluni verið enn
betur.
Í ársfrágreiðing síni fyri
2002, sigur Fiskasølan, at
"…úrslitið av rakstrinum
hjá Samtakinum, áðrenn
óvanligt er tikið við, vísti
eitt yvirskot uppá 7.291
milj. krónur".
Lagt verður aftrat, at
felagið í árinum 2002 gav
eitt avkast uppá 8,5% fyri
skatt í mun til eginpeningin
við ársbyrjan.
- Við verandi fortreytum,
sum felagið hevur at ar-
beiða undir, metir nevndin
úrslitið vera nøktandi, verð-
ur sagt í ársfrágreiðingini.
Nýggjur stjóri
Í september 2002 fekk
Fiskasølan nýggjan stjóra.
Hans Jóhannes á Brúgv,
sum hevur starvast innan
føroyskt fiskasøluvirksemi í
mong ár, varð uppsagdur, og
í hansara stað kom Árni
Arge. Framleiðslu-og inn-
keypsstjóri er Rógvi Reinert.
Tá ið Sosialurin í fjør
heyst frætti, at Hans Jó-
hannes á Brúgv varð sagdur
úr starvi, tosaðu vit við
nevndarformannin í Fiska-
søluni, Hákun Steingríms-
son og fráfarandi stjóran.
Vit fingu onga veruliga
frágreiðing um, hví Hans
Jóhannes skuldi sigast úr
starvi. Sosialurin skilti tó á
Hákuni, at nevndin vildi
hava annan mann at fremja
nýggju "strategiina" hjá
Fiskasøluni, sum hann tók
til.
Hans ella Árni
Í fjør hevði Fiskasølan so
eitt av sínum bestu árum í
nýggjari tíð.
Um úrslitið stendst av tí
arbeiði, sum Hans Jó-
hannes legði úr hondum -
ella nýggju "strategiini" hjá
nýggju leiðsluni, hava vit
ikki førleika at meta um í
løtuni.
Nývaldir í nevndina í
Fiskasøluni, 24. juni í fjør,
vórðu Hákun Steingríms-
son, Thomas Arabo og Jo-
hannes Jensen.
Hákun Steingrímsson er
formaður og Thomas Arabo
næstformaður..
Við atliti til torføru
støðuna hjá rækju-
flotanum, hevur
Fiskasølan niðurskriv-
að virðini av parta-
brøvum í rækju-
skipum. Fiskasølan
eigur 30% í alifelagn-
um, East Salmon, men
felagið hevði ikki -
eins og flestu onnur
alifeløg - hall í 2002
FISKASØLA
Vilmund Jacobsen
Endamálið hjá Fiskasøluni
er at marknaðarføra før-
oyskar og aðrar fiskavørur
á altjóða marknaðinum, og
málið hjá sølufyritøkuni er
at vera fremsti útflytarin av
føroyskt
framleiddum
fiskaúrdráttum til brúkarar
í Evropu, USA og Fjar-
eystri.
Rækjuvinnan
Í ársfrágreiðing felagsins
verður víst á, at marknaður-
in fyri rækjur, bæði skal-
rækjur og pilkaðar rækjur,
var - eins og í 2001 - sera
vánaligur í 2002.
- Góði fiskiskapurin í
Kanada og Grønlandi hevði
við sær, at útboðið fram-
vegis er størri enn eftir-
spurningurin. Saman við
einum falli í dollaranum
uppá 14%, hevur prísstøðið
verið á einum lágum støði
eftir metstóra prísfallið í
2001. Føroyska rækjuvinn-
an er tí sum heild í svárari
kreppu.
Í sambandi við støðuna
hjá rækjuflotanum, hevur
Fiskasølan í ársroknskapin-
um fyri 2002 niðurskrivað
virðini av partabrøvunum í
P/F Vaðanes, sum eigur
M/tr Ocean Pride, við 1
milj. krónum. Harumframt
er meirvirðið í mun til inn-
ara virðið av partabrøvun-
um í P/F Líðini, sum eigur
M/tr Arctic Viking, sernið-
urskrivað við 4,1 milj.
krónum.
Laksavinnan
Um laksavinnuna, sigur
Fiskasølan, at her hevur
prísstøðið á heilum feskum
laksi verið javnt lágt, um-
leið 20 kr. fyri kg. Meting-
arnar hjá serfrøðingum um,
at prísirnir fóru at hækka
seinasta ársfjórðing í fjør,
hildu ikki.
- Orsakað av lága prís-
støðinum saman við fiska-
sjúkunum, serliga ILA, er
alivinnan sum heild í
kreppu.
Fiskasølan eigur 30% í
alifelagnum, P/F East Sal-
mon, men í mun til flestu
alifeløg annars, hevði fel-
agið ikki hall í 2002.
- Tískil tyngdi hetta virk-
semi hjá okkum ikki um
roknskapin í 2002, sigur
Fiskasølan.
Trupulleikar á rækju-og
laksamarknaðinum
Fiskasølan hevði nøktandi úrslit í fjør
Um tað er nýggja "stategiin"
hjá Fiskasøluni við nýggju
leiðsluni - ella arbeiðið, sum
tey undanfarnu hava gjørt, ið
er atvoldin til góða úrslitið
hjá Fiskasøluni í 2003, stend-
ur ósvarað í ársfrágreiðing
felagsins. Hákun Steingríms-
son er nevndarformaður í
Fiskasøluni
Heimsbúskaparliga
afturgongdin fer
væntandi at raka før-
oyska útflutningin
meinari í 2003, sigur
Fiskasølan
FISKASØLA
Vilmund Jacobsen
Fiskasølan sigur, at bæði
fiskiskapur og marknaðar-
viðurskifti vóru góð í 2002,
tá ið ráddi um okkara botn-
fiskavinnu.
- Fiskiskapurin undir
Føroyum gjørdist metstórur
í 2002, og prísstøðið á
marknaðinum fyri botnfisk
hevur sum heild verið høgt,
hóast tað fall nakað í mun
til árið frammanundan.
Víst verður á, at búskap-
arliga afturgongdin á høv-
uðsmarknaðum okkara ikki
hevur rakt okkum so meint
higartil.
- Men væntandi fara vit at
merkja hetta í 2003, sigur
Fiskasølan sum heldur, at
heimsbúskaparliga
aftur-
gongdin væntandi fer at raka
føroyska útflutningin mein-
ari í 2003. Tískil eru
marknaðarútlitini fyri botn-
fisk ikki eins góð sum fyri ár
2002, hóast alheimsútboðið
av botnfiski í ár helst verður
á sama støði sum í 2002.
Fiskasølan heldur, at
prísstøðið fer at lækka
nakað á flestu fiskasløgum.
Saltfiskur og laksur
Fiskasølan eigur 25,5% av
partapeninginum í P/F Vað-
horn Seafood á Strondum.
Felagið,
sum
burturav
framleiðir
saltfiskafløk,
hevði eitt metár í 2002.
Fiskasølan hevur eisini
sett á stovn eitt dótturfelag
í Fuglafirði, sum 6. januar í
ár keypri rakstrartólini á
Góðskingarvirkinum
í
Fuglafirði, ið P/F East Sal-
mon átti. Síðan tá, hevur
Fiskasølan
staðið
fyri
rakstrinum av virkinum, ið
framleiðir laksaportiónir.
Umleið 40 fólk arbeiða hjá
felagnum
í
Fuglafirði.
Stjóri er Rógvi Reinert.
Rækjudeildin
hjá
Fiskasøluni í Hirtshals er
niðurløgd, og verður øll
søla av rækjum framd av
høvuðsdeildini í Havn.
Fara helst at
merkja aftur-
gongd í ár
Fiskasølan hevur niðurskrivað virðir í partabrøvum hjá rækjuskipum. - Føroyska rækjuvinnan
er sum heild í svárari kreppu, sigur felagið.
Mynd: Tilvildarlig
Sunnari partur av
Eysturoynni fær
komandi árini nøktað
allan tørvin á
røktarheimsplássum,
eftir at kommun-
urnar har hava fingið
stuðul frá landsstýr-
inum til 60 nýggj
røktarpláss til eldri
ELDRAØKIÐ
Stefan í Skorini
Eingin ivi er um, at tað er
sera stórur tørvur á bú- og
røktarplássum til eldri fólk,
og bíðilistarnir eru langir.
Men nú tykist okkurt at
henda á hesum økinum.
Tingið hevur játtað at lata
tilsamans
57
milliónir
krónur í studningslánum og
íløgustuðli til bústaðir til
eldri fólk. Nú hevur lands-
stýrismaðurin við almanna-
og heilsumálum, Páll á
Reynatúgvu, latið stuðul til
tær kommunur, sum hava
søkt um stuðul.
Heimarøktin er skipað í
seks økir í landinum. Av
hesum seks hava bert trý
øki søkt um stuðul til út-
bygging av eldraøkinum.
Vágar, Norðurstreymoy og
Norðureysturoy
fáa
37
nýggj pláss, Suðurstreymoy
fær 26 nýggj pláss og Suð-
ureysturoy fær 60 nýggj
pláss.
Norðoyggjar, Suðuroy og
Sandoy hava ikki søkt um
stuðul frá landinum til at
útbyggja eldrarøktina.
8 verkætlanir
Tilsamans átta verkætlanir
fáa stuðul frá landinum.
Landsstýrismaðurin hevur
mett um tørvin í mun til tær
ymsu verkætlanirnar, og
síðani latið stuðul út frá
hesum metingum.
Eitt
røktarheim
skal
byggjast í Norðurstreymoy,
har pláss verður fyri 32
búfólkum, eitt ellis- og
røktarheim skal byggjast í
Eysturoynni, sum skal hýsa
24 fólkum og eitt ellis- og
røktarheim skal byggjast í
Tórshavnar kommunu, har
pláss verður fyri 10 búfólk-
um.
Harumframt skal eitt
eldrasambýli byggjast á
Eiði til 5 búfólk. Eitt eldra-
sambýli skal byggjast í
Gøtu, har pláss verður fyri
10 búfólkum, eitt eldrasam-
býli á Toftum, har pláss
verður fyri 16 búfólkum og
eitt eldrasambýli í Leirvík,
sum skal hýsa 10 búfólk-
um. Eisini verður eitt heim
fyri minnisveik bygt í Tórs-
havnar kommunu, har pláss
verður fyri 16 búfólkum.
Eftir ætlan eru hesar
verkætlanir
lidnar
við
árslok 2005, og tá skuldu
123 nýggj røktarpláss verið
tøk til teir eldru borgar-
arnar.
Páll á Reynatúgvu hevur
givið tilsøgn um at lata
slakar 40 milliónir krónur í
stuðli. Sostatt eru enn 18
milliónir eftir av játtanini,
sum er oyramerkt til eldra-
økið.
Tí verður enn eitt umfar,
har kommunur kunnu søkja
um íløgustuðul ella studn-
ingslán til útbygging av
eldrarøktini.
Einki nýtt ellis- og røkt-
arheim er bygt, síðan røkt-
ar- og ellisheimið á Sand-
oynni varð tikið í nýtslu
fyri ellivu árum síðani.
Lógarbroyting
Løgtingið samtykti í mai í
ár at broyta lógina um
studningslán til ellis- og
røktarheim. Endamálið við
broytingini var at fáa heim-
ild til at veita tilsøgn um
studning til ellis- og røktar-
heim og eldrasambýli yvir
um fíggjarár.
Løgtingið hevur nú bund-
ið seg til at játta í minsta
lagi somu upphædd á fíggj-
arlógunum fyri 2004 og
2005 sum fyri 2003.
Landsstýrið hevur heim-
ild at lata studning uppá
500.000 krónur til hvørt
búpláss, tó í mesta lagi
helvtina av byggikostnað-
inum.
123 nýggj røktarheimspláss kring landið
Sæunn Ólavsdóttir Hansen er stýrisforkvinna í Eysturoyar røktar- og ellisheimi í Runavík.
Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum, Páll á Reynatúgvu, hevur játtað stuðul til 60
nýggj pláss í hesum økinum
Føroyar er eitt gott
øki hjá stórum
altjóða fyritøkum at
royna nýggja tøkni,
og tí skal Føroyar
bjóða seg fram sum
royndarøki. Intel
hevur longu víst
stóran áhuga í
Føroyum
TØKNIFRØÐI
Stefan í Skorini
Bitland verkætlanin fór av
bakkastokki fríggjadagin
seinnapart. Ætlanin við
hesari verkætlan er at vita.
um Føroyar kunnu gerast
ein nýskapandi fyrimynd í
gagnnýtslu av tøkni.
Fyrsta ráðstevnan ella
Bittingið verður fríggja-
dagin, og tað er TK-stovan,
sum skipar fyri.
Intel á gáttini
Micheal Reveal, sum tekur
sær av altjóða samskiftin-
um í verkætlanini, setti seg
í samband við risastóru
fyritøkuna Intel í USA.
Hann kom í samband við
sjálvan varastjóran í hesi
fyritøku, sum eitur Sean
Maloney.
Serliga er tað tráðleysa
WiFi skipanin, sum er
áhugaverd. Tann skipanin
hevur verið roynd úti í
Svínoy í eina tíð. Trupul-
leikin við WiFi skipanini
er, at frástøða er ein forðing
fyri at nýta WiFi.
Intel, sum er heimsins
størsti framleiðari av pros-
essarum, hevur víst stóran
áhuga í Bitland verkætlan-
ini. Varastjórin í Intel hel-
dur, at tað er sera áhuga-
vert, at eitt heilt land fer
undir eitt tílíkt átak, og teir
fylgja væl við, hvussu
verkætlanin gongur.
– Intel er áhugað í at
fylgja gongdini í Føroyum,
hóast teir enn einki hava
sett í verk her á landi. Fyri-
tøkan er serliga áhugað í at
kanna, hvussu WiFi kann
nýtast innan fiskivinnuna,
sigur Micheal Reveal, sum
setti gongd í alt maskinarí-
ið.
Micheal Reveal sigur, at
Intel hevur sett gongd í eina
verkætlan í Spania, har
milliónabýurin
Zamora
hevur fingið internetsam-
band yvir WiFi. T.v.s. at
allir íbúgvarnir hava tráð-
leyst internet samband.
Okkurt tílíkt kundi verið
sett í verk í Føroyum.
Bert byrjanin
Enn eru bert 650.000 krón-
ur settar í hesa verkætl-
anina. Hetta er tó bert byrj-
anin, og um alt gongur eftir
ætlan, verður næsta ráð-
stevnan seinni í ár.
Í verkætlanarbólkinum
eru Steinbjørn í Dali, verk-
ætlanarleiðari,
Ólavur
Ellefsen, tøkniligur ráðgevi
og Micheal Paul Reveal, ið
tekur sær av altjóða sam-
skifti.
Verkætlanin er fíggjar-
liga stuðlað av Sparikassa-
grunninum, ENI, Føroyar
Tele, Atlantic Airways, og
harafturat veita KT-felagið
og TK-stovan stuðul á
annan hátt.
Intel áhugað í Føroyum
Micheal Paul Reveal stendur fyri altjóða samskiftinum í
verkætlanini, og hann hevur havt samband við sjálvan
varastjóran í Intel, Sean Maloney
MYND: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8