leygardagur 31. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 101 - 31. mai 2003
Nr. 101 - 31. mai 2003
11
Ísland og Føroyar hava gjørt avtalu um búskaparligt
samstarv. Vit kenna ikki avtaluna í smálutum, men
sum skilst er talan um eina EBS líknandi avtalu.
Hetta merkir, at vørur, tænastur, kapitalur og fólk
kunnu flytast frítt millum bæði londini.
Tað er sjálvsagt, at føroyingar samstarva við grann-
arnar fyri norðan. Ísland og Føroyar hava gomul
søgulig bond, okkara mentanir eru á mangan hátt
líkar, og vit eru sum sagt av næstu grannum. Tjóð-
irnar hava ymiskar vinnur, so einki er at ivast í, at
føroyskar fyritøkur hava nógv at vinna við at økja
um útflutningin til Íslands. Talan er sjálvsagt um
vinnuøki, har vit eru á odda, eitt nú innan fiski-
vinnutøkni og framleiðslu av ávísari fiskiveiði-
útgerð. Men hví ikki royna onnur øki við, har
føroyskar fyritøkur eru frammalaga eitt nú innan
kunningartøkni og byggivinnu? Vit kundu eisini
nevnt bryggjaríini, ið framleiða øl og sodavatn á
hægsta altjóða dygdarstøði.
Hvat kapitalflutningi viðvíkur stingur vanligi óttin
fyri, at íslendskar fyritøkur, skulu kunna yvirtaka
føroyskar fyritøkur, seg upp so av og á, og hesin
óttin fer ikki at minka av avtaluni. Til hetta er í fyrsta
lagi at siga, at alivinnan er tryggjað við einum
føroyskum fyrivarni, um forðar útlendskum fyritøku
í at eiga meira enn 30% av partapeninginum í før-
oyskari alifyritøku. Í øðrum lagi er at siga, at
soleiðis eru nú einaferð treytirnar í nútímans
altjóðagjørdum búskapi. Tí vinnulívið, ið ikki kann
liva upp til hesar treytir, er ikki lív lagað í tí
marknaðarbúskapi, sum ræður í øllum heimurin í
dag, har sjálvt kinverjar eru meira ella minni farnir
yvir til marknaðarbúskap. Hartil kemur at einki
forðar føroyskum fyritøkum at gera íløgur í Íslandi.
Avtalan hevur aðrar fyrimunir og tykist lata upp fyri
einum víttfevandi samstarvi innan útbúgving og
mentanarsamstarv. Hetta er at fegnast um, og vit
vóna at føroyskir ungdómar fara at nýta høvi at
søkja til íslendskar lærustovnar í styttri ella longri
tíðarskeið. Tað er alt vorðið meira vanligt at lesandi
taka partar av eini útbúgving í øðrum landi. Avtalan
skuldi givið eitt gott høvi hjá ungum føroyskum
lesandi her ella í Danmark at roynt seg eina tíð í
Íslandi. Somuleiðis er at vóna, at ungir íslendingar
fara at koma hendan vegin at lesa í styttri ella longri
tíð. Ein fortreyt fyri, at hesir møguleikar kunnu
troytast, er, at tað verða skaptir fíggjarligir møgu-
leikar fyri hesum, og hetta eiga báðar stjórnir tí at
umhugsa sum skjótast. Avtalan skal samtykkjast á
altingi og á løgtingi og tað er at vóna, at hetta hendir
uttan trupulleikar. Vit kunnu so bara fegnast um, at
landsstýrið og tað vil siga løgmaður sum umsitur
hetta málið, saman við sínum fólkum hava gjørt eitt
gott arbeiði.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Grannasamstarv
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hanna Lisberg
Fyrrv. Skrivari í F.A.
Tá undirritaða dittar sær at
skriva um semingsmenn, so
kemur hetta lutvís av, at
útvarpsmaður spurdi løg-
frøðing, um semingsmenn
fingu nakra upplæring!
Sjálv havi eg í mong ár
sitið í samráðing um sátt-
mála - og sostætt eisini við
semingsmenn. Tann fyrsti,
sum eg kendi, var sýslu-
maðurin
Gunnar
Dahl
Olsen. Hann hevði hjálpar-
mann, sum hann lærdi upp.
Gunnar D. Olsen var ein
sera góður semingsmaður.
Strangur var hann á tann
hátt, at hann kravdi nógv.
Fyrst av sær sjálvum so
okkum báðum pørtum.
Fyrsta dagin, hann kom
uppí bað hann um úrslit av
samráðingum. "Nei, hini
gomlu, je vil síggja úrslit av
realitetssamráðingum." Vit
fingu alt aftur í høvdið.
"Setið tykkum at arbeiða
við realitetssamráðingum."
Tá hann so kom aftur dagin
eftir, "jú eitt sindur er hent,
men alt ov lítið, tó hetta er
byrjan." Báðir partar fingu
so nøkur orð við G.D.O.
"Minnist til, at tá ósemjan
er av, og tit hava slakað eitt
sindur báðir partar, so
kemur
dagligi
dagurin
aftur - tá eru báðir partar
greiðir yvir, at tit hava brúk
fyri hvørjum øðrum." Vit
fingu eitt semingsuppskot
fyri og annað eftir - til vit at
enda samdust. Takkað veri
einum góðum semings-
manni. Einki verkfall.
Annar
semingsmaður;
Jóannes Rasmussen, jarðfr.
Eisini sera góður semings-
maður, sum kom við einum
semingsuppskoti fyri og
øðrum eftir. So vóru:
Bjarni Mikkelsen og Sverri
Egholm, báðir dúgligir
semingsmenn. Men allar-
besti av øllum semings-
monnum, eg kenni var
Dánjal Bærentsen, sum tá
var einsamallur djóralækni
í landinum. Hann gjørdi
greitt yvir fyri landsstýrin-
um, at nú hevði hann tikið
av og var semingsmaður
burtur av, tá hann varð
boðsendur. Djórlæknatæn-
astan lá lamin, meðan
semingsfundirnir vóru! T.d.
hendi tað, at ein kúgv var
ógvuliga sjúk. Bóndin fekk
at vita, at hann skuldi drepa
kúnna, um hon var so sjúk
at hon leið. Og so var. Júst
tí arbeiddi Dánjal so harðt;
vit sótu í dagavís - og eing-
in slapp at hava samband
við nakran uttanfyri fund-
arhølini. Eg føli trongd til
at takka Dánjal Bærendsen
fyri, hvussu íðin hann var -
at fáa eina loysn, sum hann
eisini fekk. Meðan sem-
ingin fór fram, var tað sera
tungt - mat fingu vit, men
ongan svøvn.
Eg skilji, at bæði Jógvan
Sundstein
og
Jógvan
Ámundsson hava ella hava
havt sama framgangshátt. Í
útvarpinum hoyrdi eg teirra
góðu frásagnir og svar.
Høvuðsuppgávan: sem-
ingsuppskot - ikki bara eitt,
nei semingsmenn mugu
virða báðar partar og ikki
tveita frá sær, tá eitt
uppskot fellur og spæla
fornermaðir og hótta við
uratkvøðu. Teir hava ikki
skilt uppgávu sína rætt.
Nei, teir eiga at halda fram.
Persónliga kenni eg ikki
hesar báðar, men eg giti, at
teir hava ov lítlar royndir.
Tað er eingin skomm at
spyrja undanfarnar sem-
ingsmenn um ráð. "Go on,
go on" við semingsupp-
skotum og fari virðiliga
fram mót báðum pørtum.
Ein av teim mongu
arbeiðsgevarum, sum eg
hevði stóra virðing fyri, er
nú komin væl til árs - og
sendi eg honum alt tað
besta, nú ið árini eru so
mong. Tygum høvdu mangt
gott orðið til okkara, og tá
tygum fyltu 25. apríl fingu
vit lagkøku og kaffi á
Hafnia. Takk fyri.
Hans Pauli Strøm
javnaðarmaður
Tað er blivin ein ringur vani
hjá Høgna Hoydal at kalla
tey fyri lygnarar, hann er
ósamdur við. Tað ber snøgt
sagt ikki til at hava aðrar
meiningar enn hann, so
rópar hann "Lygnari!", men
sjálvur er hann reinur sum
nýsleiktur kálvur.
Sum ikki einaferð kallar
hann meg fyri lygnara nú í
einum aftursvari til ein
greinastubba, eg skrivaði
um ágangin móti arbeið-
arafeløgunum, sum eru í
verkfalli, eisini frá tjóð-
veldismonnum.
Høgni kann sjálvsagt
vera ósamdur - tað er jú ein
politisk meting - men tað er
tíverri ikki nøkur lygn, at
Tjóðveldið stingur arbeið-
arafeløgini í ryggin við
sínum
atburði
hendan
síðsta mánaðin. Eg nevndi
sum dømi m.a. atburðin hjá
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum, skrivingina
hjá formanninum í Unga
Tjóðveldinum og skriving-
ina hjá tjóðveldisblaðnum
Fregnum.
Høgni sigur at eg lúgvi,
tá eg sigi, at hann hevur
kallað
lønarkrøvini
á-
byrgdarleys. Men tað var
ikki tað eg skrivaði. Eg
skrivaði at hann "gevur
sínum landsstýrismanni sín
fulla stuðul, tá hesin fer í
part við arbeiðsgevarunum
og kallar lønarkravið hjá
arbeiðarafeløgunum
á-
byrgdarleyst". Tað er tíverri
ein
sannroynd,
at
nú
Karsten
Hansen
hevur
verið í andglettinum, hevur
Høgni fleiri ferðir givið
Karsteni
sín
fulla
og
treytaleysa stuðul, ja róst
honum til skýggja.
Høgni sigur at eg lúgvi,
tá eg sigi at Tjóðveldið
hevur blakað ábyrgdina fyri
fyrsta sjúkadegi frá tí al-
menna yvir til fakfeløgini
og arbeiðsgevarar at berjast
um. Hann sigur at teir við
lóg hava álagt arbeiðs-
gevarum at gjalda henda
fyrsta sjúkadagin. Veru-
leikin er, at bæði sambært
fakfeløgunum og arbeiðs-
gevarunum elvir hetta til
øktar trupulleikar í sam-
ráðingunum, tí tá ið ar-
beiðsgevarar
júst
hava
fingið álagt eykakostnaðin
av fyrsta sjúkadegnum,
vilja teir sjálvsagt royna at
draga tað innaftur í lægri
lønarkostnaðum. Við tí
úrsliti - sum eg skrivaði - at
uppaftur størri munur verð-
ur millum partarnar.
Tá ið Høgni hevur roynt
at vart seg og flokkin, nú
teir eftir 5 ára samstarvi eru
etnir upp av Fólkaflokk-
inum, hevur hann víst til
tann verkamanna- og fiski-
mannaflokkin, sum Tjóð-
veldisflokkurin var í 50-
unum. Høvdu teir heldur
tikið tann tráðin uppaftur,
enn verið so upptiknir av at
føra
góðan
fólkafloks-
politikk, so høvdu aðrir
tónar veri at hoyrt frá
Tjóðveldisflokkinum
í
hesum døgum.
Semingsmenn!!
»Lygn! Lygn! Lygn!« mjarrar Høgni í sama lag
Arbeiðarafeløgini í
verkfalli
Nú raka arbeiðsgevararnir
meint við sínum tiltøkum,
t.d. leggja arbeiðsgevarar-
nir strandferðsluskipini
Tiltakið hjá arbeiðsgev-
arunum,
við
Arbeiðs-
gevarafelagnum á odda, har
teir hava latið aftur hei-
lsølur og oljusølur/bensin-
støðir, gevur eina nýggja
støðu í verkfallinum.
Arbeiðsgevarar hava nú
virknari leiklut í verk-
fallstiltøkunum. Arbeiðs-
gevararnir hava við sínum
tiltøkum læst støðuna sera
fasta.
Nú eru tað ikki arbeið-
arafeløgini í verkfalli, sum
við sínum verkfalls-forð-
ingum gera, at vøra og
brennievni ikki fæst kring
landið, men arbeiðsgevar-
arnir, sum hava latið virkir
og heilsølur aftur.
Arbeiðarafeløgini royndu
við hóvsemi at bera so í
bandi, at tiltøkini skuldu
ikki raka tey veikastu,
eittnú gomul og sjúk. Eisini
gjørdu feløgini alt fyri, at
ferðafólkafluttningur t.d.
við
strandfaraskipum,
skuldi ikki steðga. Alt hetta
hevur havt við sær eina
rúgvu av undantøkum og
eisini nógva umsiting av
hesum.
Nýggja støðan hevur við
sær, at arbeiðsgevararnir
hava tikið sær leiklutin sum
leiðandi
parturin
við-
víkjandi verkfallstiltøkum.
Tessvegna er sera trupult
hjá arbeiðarafeløgunum at
gera av, hvussu verkfalls-
tiltøkini raka og hvørji
undantøk kunnu gerast
veruleiki. Bólturin hesum
viðvíkjandi
liggur
hjá
arbeiðsgevarunum.
Ein avleiðing av nýggju
støðuni tykist vera, at
strandfaraskip verða løgd.
Tað eru tað als ikki arbeið-
arafeløgini í verkfalli, sum
vilja hetta, men arbeiðs-
gevararnir. Tað eru teirra
tiltøk, sum nú raka meint.
FAG
leggur
strand-
ferðsluskipini
Arbeiðarafeløgini hava
lagt dent á, at eittnú ferða-
fólkaflutningur skal ikki
tarnast av verkfallinum.
Um arbeiðsgevararnir fara
at vísa somu atlit er ilt at
siga, men hetta sær ikki út
til at vera støðan. Nú
frættist, at ein avleiðing av
tiltøkunum hjá arbeiðsgev-
arunum er, at Smyril verður
lagdur sunnudagin. Ar-
beiðarafeløgini hava roynt
at verið smidlig og funnið
møguleikar og kunnu t.d.
vísa á, at strandferðsluskip,
t.d. Smyril, kann bunkra
við oljukeiina í Havn, um
vilji er at varðveita sam-
ferðsluna sjóvegis.
Nýggja støðan hevur
óivað við sær, at tyngri
verður at fáa verkfallsraktu
samfelagshjólini at mala,
men skuldina hava ar-
beiðsgevararnir, sum hava
tikið sær virknan og herð-
rendan leiklut í verkfalls-
tiltøkunum, og Føroya fólk
merkja longu tiltøk teirra.
Verkfallsstøðan er altíð
óheppin og rakar á ymsan
hátt, men tiltøkini hjá
arbeiðsgevarunum
gera
bert støðuna óliðiligari.
Hvørt Arbeiðsgevarafelag-
ið fer at vísa somu sam-
felagsatlit, sum arbeiðara-
feløgini hava við undan-
taksloyvum og hóvsemi, vil
tíðin vísa. Arbeiðsgevar-
arnir spæla nú leiklutin
sum verkfallsvirknir leik-
arar
í
femstu
røð
á
samfelagspallinum,
ein
leiklutur, ið krevur skyn-
semi og ábyrgdarkenslu.
Arbeiðarafeløgini í
verkfalli
Helvtarmunur er á vøkstr-
inum í eini arbeiðaraløn og
vøkstrinum í BTÚ, so ar-
beiðsmannalønin er ikki
farin við lønarvøkstrinum í
føroyska
samfelagnum,
men arbeiðarastættin kann
skoða eina gjógv millum
stættirnar, sum sigur, at
BTÚ er vaksið við 107%
síðani 1985, meðan ar-
beiðaralønin sama tíðar-
skeið bert er vaksin við 59
%
Almennu tølini tala fyri
seg, tá tað skal doku-
menterast, at tað er ikki
tímalønti arbeiðarin, sum er
farin við lønarvøkstrinum
seinnu mongu árini. Hin-
vegin prógva tølini, at
arbeiðarin heldur hevur
verið við sviðusoð og ikki
hevur fingið lut í vøkstr-
inum í BTÚ - bruttotjóðar-
inntøkuni - sum er vanligi
málistokkurin fyri vinnu-
liga inntøkuskapanina í
samfelagnum.
Longu tíðliga í kjakinum
um lønarvøkstur eydnaðist
arbeiðsgevarunum at geva
fólki ta fatan, at arbeiðsfólk
hava fingið størri lønar-
hækkan, enn onnur, men
hetta er so langt frá veru-
leikin og er langt av leið og
tað prógva tølini.
Arbeiðsgevararnir nýttu
hetta í stóran mun sum høv-
uðsargument fyri at siga, at
arbeiðarafeløgini ikki eiga
at koma sær at biða um
meira í løn, men tølini
skjóta hol í argumentini hjá
arbeiðsgevarunum.
Eftirkannar ein tølini, so
er myndin ein onnur og
arbeiðarin er við sviðusoð.
Tøl og talvurnar niðan-
fyri vísa hetta, men lat
okkum greiða frá tølunum
og talvunum.
Arbeiðsbólkarnir,
sum
nevndir eru, eru arbeiðs-
bólkar, sum Hagstova Før-
oya vanliga nýtir at gera
samanberingar við. Ar-
beiðsmannaløn, handverk-
arar, starvsfólk (8. lønar-
stig) og tænastumenn (35.
lønarstig). Hetta eru stig, ið
ikki eru høgt á lønarstig-
anum. Og tølini eru við
eftir- og frítíðarløn og eisini
víst uttan eftir- og frítíðar-
løn. Á myndunum (graf-
unum) eru tølini tó við
hesum).
Tølini vísa munin í krón-
um og oyrum og siga ikki
so lítið.
Byrjað verður í 1985, tí
starvsfólk í føstumstarvi og
við fastari løn fóru niður í
løn í 90’unum, tá kreppa
var. Farast má aftur um
kreppuna, fyri at fáa rætt-
vísa mynd. Fastlønt fóru
niður í løn og eftirløn,
meðan tímalønt á pappír-
inum høvdu óbroytta tíma-
løn, men í veruleikanum
mistu arbeiði og tað sæst
ikki í turru tølunum.
Líkamikið hvussu tølini
verða vend,so er munurin
millum arbeiðaralønir og
aðrar lønir vaksin - eisini,
ella kanska serliga, seinnu
árini.
Talvan við BTÚ og ar-
beiðaralønum vísir, at BTÚ
veksur við ferð í mun til
arbeiðaralønina. Og stað-
festast kann, at arbeiðarin
er ikki farin við lønarvøkst-
rinum.
Vil ein gera alt heilt
skilligt, so ber til at rokna í
prosentum og tá siga tølini,
at BTÚ frá 1985 til 2002 er
vaksið við 107 %. Arbeiðs-
mannalønin er sama tíð-
arskeið bert vaksin við 59
%.
Viðmerkjast
skal,
at
arbeiðarafeløgini meta, at
nevndu lønarbólkar eru
komnir á eitt støði, sum er
rímuligt, men at gjógvin til
arbeiðaralønina er ov breið
og er vaksandi, og tað kann
ikki góðtakast.
0
50
100
150
200
250
1985 1986 1987 1988 1989 1990 1991 1992 1993 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002
Brutto
tj¶ar rt¿ka pr. b gva
1.000 kr.
Arbei¶aral¿n, v
i¶ frt ¶
ar- og eftirl
¿n, kr./t.
Samanbering millum Bruttotj
ar rt¿ku pr. b gva
og Arbei aral¿nina,
rokna fr t
ar- og eftirl¿n
Tøl ið tala
Arbeiðarafeløgini í
verkfalli
Vanliga sammeta vit í
Føroyum okkum við lond
sum Ongland, Danmark,
Noreg,
Finnland
og
Frankaríki.
Sambært tølum hjá
International Lønstati-
stik, so er lønarhækking-
in í hesum londum í 2002
millum 4 og 5 prosent.
Tølini eru fyri 4. árs-
fjórðing í 2002.
Tað er Dansk Arbejds-
giverforening, sum letur
hesi tøl úr hondum.
Danska
lønarhækk-
ingin nevnda tíðarskeið
er uppá 4,6% og í Noreg
er hækkingin 5%.
Føroya Arbeiðsgevara-
felag hevur sagt seg vilja
laga seg eftir miðallønini
í Europa og hevur bert
boðið føroyska arbeiðar-
anum eina hækking uppá
3,4%.
Nýggj støða: arbeiðsgevarar virknari
leikut í tiltøkum
Opið bræv til Karsten
Hansen, landsstýrismann
Hanna Lisberg
Tórshavn
Hvussu nógv kostaðu stólarnir í tinghúsinum hvør?
Ger so væl at svarða her í blaðnum.
Lønarlag í londum
kring okkum
C
M
Y
K
11
10