leygardagur 31. mai 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 101 - 31. mai 2003
Nr. 101 - 31. mai 2003
13
Hósdagin, 29. mai Kristi
himmalferðardag,
vóru
nógv fólk savnaði á Føroya
Barnaheimi í Havn til eitt
serligt tiltak. Har var opið
hús í sambandi við at
luttakarar á "North Atlantic
Motorsycle Rally" úr Svø-
ríki, Danmark og Føroyum
komu við sínum motor-
súkklum og handaðu gávur
til barnaheimið.
Vanligt er Harley David-
son felagsskapir gera nakað
fyri børn. Umframt at Før-
oya Barnaheim fekk 40.000
krónur og eitt myndatól
(virði 5.000 kr), fingu
børnini Harley Davinson
klæðir, skriviamboð og
ymisk annað.
Teir umleið 20 motor-
súkklistarir, sum komu við
Norrønu seinasta mánadag,
fóru avstað aftur fríggja-
morgunin. Teir høvdu ym-
isk tiltøk kring landið, sum
øll vóru væl vitjað. Ove
Ritter í Havn samskipaði
tiltøkini.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
17. mai fingu Sólfríð Hansen og Magnus Brahé
Jørgensen, Hoyvík, ein son. Hann var 58 cm langur
og vigaði 4100 gr.
21. mai fingu Elin Hammer og Jákup Vágsheyg,
Glyvrar, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3450 gr.
23. mai fingu Annika og Atle Leitisstein, Runavík,
ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2315 gr.
23. mai fingu Linda Joensen og Jan Petersen, Oyrar-
bakka, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500
gr.
23. mai fingu Siri Ósá og Dan Sjóstein, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr.
23. mai fingu Tórun Sørensen og Niels Magnussen,
Øravík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3650 gr.
26. mai fingu Nomi og Stig Thomassen, Miðvági,
tvíburðar, gentur. Onnur var 52 cm long og vigaði
3200 gr, hin 53 cm og vigaði 3250 gr.
26. mai fingu Mariann og Jan Poulsen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3400 gr.
26. mai fingu Barbara Poulsen og Hallur Djurhuus,
Hoyvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði
4600 gr.
26. mai fingu Gunnvá Bærentsen og Bill Mc.Leod
Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur
og vigaði 4200 gr.
26. mai fingu Marsanna Eikhólm og Trygvi K.
Joensen, Hvalvík, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3500 gr.
28. mai fingu Eyðgerð og Petur Eli Niclasen, Mið-
vági, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4000
gr.
Andlát
22. mai
Magnhild Hermansen, Hósvík, 88 ár
23. mai
Trinemia Sigurðsson, Klaksvík, 87 ár
27. mai
Paulina Jensen, Skúgvi, 82 ár
28. mai
Tórur Mortensen, Tvøroyri, 83 ár
Anker Petersen, Saltangará, 77 ár
Peta Johansen, Streymnes, 75 ár
Poula Christiansen, Havn, ættað úr Leirvík, 76 ár
Kristina Djurhuus, fødd Guttesen, Havn, 80 ár
Petur Emil Christiansen, Leirvík, 81 ár
Eliesar Hammer deyður
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi
tá ið kæri sonur og beiggi okkara
Hellvin Randrup
so brádliga fór frá okkum.
Takk fyri blómur og kransar og tøkk fyri gávur
til kirkjuna og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Bjarma og Jóhan
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá systir okkara
Ida Oliva Nysted
fødd Mikkelsen, Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Systkini
17. mai andaðist Eliesar Hammer á Eiði, 90 ára gamal.
Millum manna var hann nevndur Issa. Foreldrini Elin
Petrina og Jógvan Hammer vóru bæði eiðisfólk. Hann
var giftur við Lisu, sum eisini var av Eiði. Hon var
dóttir Onnu Suffíu, f. Højsted, og Jóan Petur Ellings-
gaard.
Lisa og Issa búsettust á Eiði og fingu 3 børn:
Jógvan er giftur við Lis Djurhuus, og tey búgva í
Havn.
Anna er gift við Inga Mohr, og eisini tey búgva í
Havn.
Elin giftist í 1977 við Eilif Nielsen í Klaksvík. Hon
doyði í 1993.
Lisa doyði í fjør, 87 ára gomul.
Ein stóran part av lívinum var Issa sjómaður. Hann
fór til skips 16 ára gamal í 1928. Fyrsti túrurin var við
Keflavík við Óla Max í Vík sum skipara.
Í 1930 fór Issa við Vikholm, sum Jens Evensen í
Havn átti, men tað bleiv bara til ein suðurlandstúr, tí
skipið var so kavrotið, at tað varð lagt, tá teir komu
aftur.
Sama árið fór hann við Gefion til Grønlands. Knút
Petur Jacobsen av Eiði var skipari. Teir høvdu eina
ógvuliga ringa heimferð. Teir fóru úr Føroyinga-
havnini 1. september og komu ikki á Eiðisflógva fyrr
enn á Mikkjalsmessu. Tá høvdu teir eisini ligið bakk í
10 dagar vestur ímóti Amerika.
Í 1932 fór hann við Svínoynni. Skipari var Jákup hjá
Jensi á Viðareiði. Í 1938 fór hann við Esther hjá
Seglhúsmonnunum í Klaksvík, og í 1941 var hann við
Stella Argus hjá Pf. Kimbli í Havn. Á veg heim úr
Fleetwood vórðu teir álopnir av týskum flogfari, sum
skeyt eftir teimum og bumbaði. Kúlurnar raktu
trolaran, men ongin mnasskaði hendi. Issa var eisini
við øðrum skipum.
Hann fór so við Dragaberg, sum Kjølbro átti, og Kaj
Johannesen førdi. Eftir tað sigldi hann við trolarum,
sum Kaj hjá Mortani førdi. Hann sigldi eisini eina tíð
við Hans Paula Johannesen. Sín seinasta túr var Issa
við Enniberg, sum Mortan, sonur Kaj, eigur.
Issa var tó ikki á sjónum alla sína tíð. Hann arbeiddi
í eini 20 ár á flakavirkinum Norðís.
Maður, sum hevur siglt so nógv sum Issa, kemur út
fyri so mongum. Einaferð, í 1962, var hann við
Skálabergi, tá teir komu í eina ódn. Teir lógu bakk í
fýra samdøgur. Meðan øll manningin var har afturi í
skipinum, var Issa einsamallur har frammi í tvey
samdøgur uttan mat. Tað var ikki hugsingur um hjá
honum at koma aftur til hinar.
Harley
Davidson
á Føroya
Barnaheimi
Ove Ritter í Havn samskipaði tiltakið
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Martin Rasmusen
60 ár
Leygardagin 31. mai verð-
ur Martin Rasmussen á
Strondum 60 ár. Martin er
føddur og uppvaksin í
Klaksvík, sonur Olevinu, f.
Hendriksen, og Dia Ras-
mussen, bæði av Kirkju,
men búsettust í Klaksvík.
Martin lærdi til radio-
mekanikara hjá Corona
Radio í Klaksvík og ar-
beiddi har í tilsamans átta
ár. Í februar 1971 fekk
hann starv á transmissi-
ónsdeildini hjá Telefon-
verki Føroya Løgtings í
Havn. Hann er enn í sama
starvi hjá Føroya Tele.
Martin eigur tríggjar synir.
Seinastu tvey árini hevur
hann búð á Strondum. Føð-
ingardagin er hann burtur-
staddur.
Dagurin
31. mai. Petronella, deyð umleið ár 100. Ein kend
halgikona í fornkirkjuni. Halgisøgan sigur, at hon var
dóttir Pætur ápostul, men tað skal helst skiljast sum
andaliga dóttir hansara.
Juni
Juni hevur navnið eftir rómversku gudinnuni Juno, sum
var kona Jupiters, ið var høvuðsguðurin hjá rómverjum.
1. juni. Nikodemus, deyður í umleið 300. Rómverskur
borgari, ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum.
2. juni. Marcellinus, prestur í Róm, sum varð hálshøgdur
í umleið 300.
Mikudagin 28. mai varð
stórt hátíðarhald á Lágar-
garði í Havn. Eitt av bú-
fólkunum, Margretha Eg-
holm úr Havn, fylti 100 ár.
Føðingardagurin var frá kl.
15 og 18. Umleið 250 fólk
komu á gátt hendan dagin.
Millum tey vitjandi vóru
Birgit Kleis ríkisumboð,
Anfinn Kallsberg løgmað-
ur og Jan Christiansen
borgarstjóri. Páll á Reyna-
túgvu landsstýrimaður og
Petra Johnsdóttir Joensen
almannastjóri hildu talu.
15 sjúkra-
røktar-
frøðingar
fingið prógv
Mikudagin 28. mai 2003 var
samkoma í veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum, tá 15
sjúkrasystralesandi fingu
handað prógv á
Sjúkrarøktarfrøðiskúla
Føroya.
Fremsta rað f.v. Katrine
Klein Arnbjerg, Tórshavn,
Annika Háberg, Tórshavn,
Halla Seyer Hansen,
Tórshavn, Maud Hansen,
Syðrugøta, Asbjørg S.
Jacobsen, Tórshavn,Lydia
Jacobsen, Norðragøta.
Aftara rað f.v Ella Guldbro
Joensen, Leirvík, Kitty
Jóhanna Johannessen,
Rituvík, Leila Eyðfríð
Lisberg, Vágur, Rannvá
Lydersen, Hvannasund,
Gunnvá Müller, Klaksvík,
Signhild Finnsdóttir Nybo,
Tórshavn, Jensia H. Petersen,
Tórshavn, Evi Poulsen,
Tórshavn, Joan Skorheim,
Tórshavn
Mynd: Jens Kristian Vang
Durita Weber -
Ph.D. í medicin
9. mai 2003 vardi Durita
Weber, f. Poulsen, í Odense
sína Ph.D.-ritgerð um blóð-
krabba (leukæmi). Durita
hevur gjørt eitt slóðbrót-
andi arbeiði innan gransk-
ing av blóðkrabba. Hon
hevur m.a. kannað hvussu
blóðkyknurnar búnast í
blóðinum. Kanningarnar
hava verið gjørdar bæði í
kroppinum og sum labora-
torieroyndir.
Durita er dóttir Elin, f.
Magnussen,
og
Høgna
Poulsen í Havn. Hon búði í
Miðvági, til honvarð 11 ára
gomul. Tá flutti familjan til
Havnar at búgva. Pápin var
prestur. Tá Durita var liðug
sum studentur í Hoydølum,
fór hon í 1985 til Danmark-
ar at lesa til lækna á Uni-
versitetssjúkrahúsinum í
Odense. Meðan hon las,
tók hon Diplomprógv í
medisinskari gransking. Í
1994 fekk hon læknavís-
undaligt embætisprógv.
Í 1994 byrjaði hon sín
Ph.D-lestur. Lesturin varð
longdur vegna eyka labora-
toriekanningar, sum tóku
tíð at gjøgnumføra, og tí
hon varð við barn tríggjar
ferðir.
9. mai í ár vardi hon so
sína Ph.D.-ritgerð við sera
góðum úrsliti. Durita er gift
við Claus Weber, ættaður
úr Ålborg, hann er útbúgv-
in eksportteknikari, tey
búgva í Odense og eiga
døturnar, Emmu, Juliu og
Sáru.
80 ár
Í morgin, 1. juni, fyllir Elsebeth (Ebba) Jacobsen, í
Miðvági, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við
familjuni.
75 ár
Í dag, 31. mai, verður Borghild Eystberg, Skopun,
75 ár.
100 ára føðingadagur á Lágargarði
Anfinn Kallsberg løgmaður heilsar her upp á Margrethu Egholm
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12