leygardagur 31. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 31. mai 2003
15
Á Tvøroyri skal kapp-
róðurin nú endur-
reisast eftir at hann
var um reppið at fara
heilt fyri bakka og
genturnar, sum nú
manna nýggja Fir-
vald, eru fyrstu spír-
arnir í eini langtíðar
menningarætlan
KAPPRÓÐUR
Áki Bertholdsen
Tær eru ungar og tær eru
óroyndar.
Men tær eru fyrstu spír-
arnir sum at enda skulu fáa
Tvøroyri á róðrarkortið
aftur.
Seinastu árini er kapp-
róðurin í teirri fyrr so stoltu
kappróðrarbygdini, Tvør-
oyri, at kalla heilt dottin
niðurfyri og í fjør var fallið
so djúpt, at kallað varð
enntá saman til fundar at
taka kappróðrarfelagið av.
Men so eydnaðist at fáa
nýtt fólk í nevndina og síð-
ani hava tey roynt at leggja
lunnarnir undir felagið
aftur.
Men tey vita, at skal
nakað haldgott vera á
byggja, er neyðugt at byrja
við grundini og tað eru tey
ungu.
– So tað var har, vit
byrjaðu og tí settu vit okk-
um fyrst og fremst fyri at
fáa ungdómin aftur í bátar-
nar, sigur Súnhild Holm,
sum nú er formaður í
felagnum.
Og fyrsta stigið varð
longu tikið í fjør, tá ið tað
eydnaðist manna Firvald
við eini gentumanning.
Men fyri at gera tað enn
meiri lokkandi, var eitt tað
fyrsta tey gjørdu, at fáa
Símun Hansen at smíða
teimum eitt nýtt fimm
mannafar.
Nýggi báturin kom her-
fyri og sjálvan flaggdagin
varð hann doyptur og
sjósettur.
Hann
hevur
fingið
navnið Firvaldur og gentur-
nar, sum róðu í fjør, hava
gjørt av at halda fram í ár
og síðani hava tær vant
dúgliga.
Og Súnhild Holm sigur,
at tær lata væl at bátinum,
hann er øðrvísi enn gamli
firvaldur við tað, at hann er
nógv rankari og dregur ikki
so nógv eftir sær.
Tekur tíð
Men tey vita eisini, at tað
tekur tíð at byggja uppaftur
frá grundini, so Súnhild
ásannar eisini, at enn ber
tað ikki til at hava ov stórar
vónir til tær á Firvaldi.
– Genturnar, sum manna
Firvald, eru 14 og 15 ára
gamlar og hetta er bara
annað árið, tær rógva. Og
tær skulu rógva ímóti garv-
aðum rógvarum, sum eru
nógv eldri, so tað er skill-
igt, at krøvini til genturnar
má vera hareftir, tí vit
leggja ikki ov stóra ábyrgd
á tær enn, sigur hon.
Hon sigur, at nógvar av
hinum gentumanningunum
hava róð í nógv ár, so enn
eru tær á Firvaldi við fyri at
læra.
Hon sigur, at onki aldurs-
mark er fyri gentumanning-
arnar og tað ger tað eitt
sindur órættvíst viðhvørt, tí
ásannast má, at tað er stórur
munur á nýbyrjarum og so
teimum, sum hava róð í
fleiri ár.
– Vit vita, at tað ber ikki
til at vænta góð úrslit, fyrr-
enn vit hava róð í fleiri ár,
leggur hon afturat.
Á Norðoyastevnu í dag
verður so fyrsi róðurin í ár,
her genturnar á Firvaldi eru
við.
Felagið hevur eisini aðrar
ungar manningar. Firvaldur
er eisini mannaður við
dreingjum og Hulda er
mannaður við gentum, men
tær báðar manningarnar
hava vant so stutt, at tær
verða ikki við á Norðoya-
stevnu.
Hinvegin eru ongi útlit til
at 10 mannafarið Suðuroy-
ingur, verður mannaður aft-
ur í ár.
– Tað eru ikki útlit til at
tíggjumannafarið
verður
mannað, fyrrenn vit hava
havt
dreingjamanningarí
fleiri ár, so tað verður helst
ein løta enn, tí dreingir
hava ikki róð kapp á Tvør-
oyri leingi.
Skapa góðar karmar
Men teir innaru karmarnir
skulu eisini vera í lagi og tí
hevur róðrarfelagið gjørt
nokk so fitt við at hampa
og snøgga um felagshølini,
umframt at róðurmaskinur
eru útvegaðar.
– Skulu vit fáast tey ungu
at trívast, er neyðugt at
umstøðurnar eru góðar og
nú er neystið blivið eitt
stað, har ungdómurin kann
hittast til venjingar og til
hugna.
Og teirra vón er, at nýggi
Firvaldur og eitt miðvíst
ungdómsarbeiðið annars so
við og við skal fara at
menna felagið aftur, so at
Tvøroyri aftur verður sett á
róðrarkortið- um nøkur ár.
Súnhild Holm sigur, at
ætlanin við øllum hesum
fer fyrst og fremst at vekja
áhugan hjá teimum ungu
fyri kappróðri og tað heldur
hon hevur eydnast, tí fleiri
og fleiri ung fylkjast nú í
felagnum.
Og á Jóansøku er eisini
ætlanin at skipa fyri róðuri
fyri børnum.
Tað var annars Vilborg
Hammer í Froðba, ið er
heiðurslimur í felagnum,
sum fekk heiðurin at doypa
nýggja Firvald og tað
gjørdi hon við orðunum:
Runt firðir og sund eftir
sigrum vit leita. Firvaldur
skalt tú eita.
Annars eru hinir heiðurs-
limirnir í felagnum, sum
eru á lív Hesir: Hans A
Poulsen, Gunnar Vester-
gaard og hjúnini Kaj og
Anna Nolsøe.
Byrjaðu aftur á botni
á Tvøroyri
Tað var rættur hátíðardámur á bryggjuni á Tvøroyri, tá ið nýggi Firvaldur varð sjósettur flaggdagin og hetta eru tær, sum
manna hann. Men tær eru so ungar og óroyndar, at ongin eigur at verða vónsvikin, verða úrslitini ikki eftir vild beinanvegin, tí
nú krevur nógv at gera seg galdandi
Kappróðurin á Tvøroyri var næstan heilt dottin niðurfyri og nýggja mnevndin setti sær fyri at byrja við teimum ungu og at fáa
ungdómin aftur í bátarnar. Tað hevur eydnast. Her taka tær fyrstu tøknii við nýggja Firvaldi
Startrøðin
á norðoya-
stevnu
45 bátar fara at
rógva kapp á
norðoyastevnu í
ár, og teir fara at
liggja í hesi
startrøð.
5-mannafør, gentur
1
Junkarin
2
Ørnin
3
Firvaldur
4
Sílið
5
Havfrúgvin
6 Tjaldrið
7
Blikur
8
Drekin
9
Kollur
10 Fípan Fagra
5-mannafør, dreingir
1
Havfrúgvin
2
Royndin Fríða
3
Kollur
4
Báran
5
Fípan Fagra
6
Blikur
7 Tjaldrið
8
Sílið
6-mannafør, kvinnur
1
Fuglfirðingur
2
Páll Fangi
3
Lómur
4
Kollfirðingur
5
Smyril
6
Fortuna
7
Gongurólvur
6-mannafør, menn
1 Páll Fangi
2 Gongurólvur
3 Smyril
4 Jarnbardur
5 Lómur
6 Strálan
7 Sølmundur
8 Sundabáturin
9 Snopprikkur
8-mannafør
1 Teistin
2 Kvívíkingur
3 Toftabáturin
4 Gullbrandur
5 Knørrur
6 Argjabáturin
7 Ørvur
10-mannafør
1 Eysturoyingur
2 Havnarbáturin
3 Nólsoyingurin
4 Vestmenningur
15
Hóast teir eiga at
hava nakrar av bestu
og royndastu bólt-
spælarunum, so sæst
einki til hetta, tí teir í
B36 ikki megna at fáa
nyttu burturúr sínum
egnu dygdum, og tí
teir tykjast vera uttan
neyðuga sjálvsálitið
B36 Í TUNGUM
SJÓGVI
Jóannes Hansen
Hvør verður meistari. Sum
altíð varð spurt soleiðis
undan kappingarbyrjan, og
tað var breið undirtøka
fyri, at B36 var størsti favo-
ritturin. Tað var ikki so
undarligt, tí B36 eigur fleiri
landsliðsspælarar, enn nak-
að annað lið, og tað kappast
fleiri um plássini á besta
liðnum, enn tað gera í
nøkrum øðrum felag.
Ein sættingur av kapp-
ingini er farin, og tað kann
framvegis væl vera, at B36
5. oktober fer at standa við
gullkrónunum, tá ið teir
hava spælt síðsta dystin á
útivølli ímóti GÍ. Men í løt-
uni er tað lítið, sum bendir
á, at tað fer at verða soleið-
is. B36 hevur spælt tríggjar
landskappingardystir, og
teir hava bara fingið stig í
málleysu uppgerðini í Vági.
Tað var í fyrsta umfarinum,
og úrslitið varð ikki mett at
vera so galið. Síðani hava
teir tapt 3–1 á heimavølli
ímóti EB/Streymi, og hós-
dagin taptu teir 1–0 á
Toftum. B36 er næstaftast.
Tað er bara Skála, sum hev-
ur fingið færri stig, so talan
verður um sanna botnupp-
gerð, tá ið B36 mána-
kvøldið fer inn á Skála!
Tað mundi neyvan nakar
óðrað, tá ið B36 í morgin
fyri tveimum vikum síðani
í Klaksvík klæddi KÍ av
7–1 í seinnu hálvfinaluni.
Dygdirnar koma ikki
til sín rætt
Í fótbóltsprátinum kring
landið verður B36 snarað
og vent, og áskoðanirnar
um, hví tað higartil hevur
gingið av skriðuni, eru iva-
leyst fleiri. Avrikið á Toft-
um vísti, at B36 á ongan
hátt megnar at fáa nyttu
burturúr tilfeinginum, sum
teir hava, og í hvussu so er
tveir trupulleikar eru rættu-
liga eyðsýndir.
Annar trupulleikin er, at
liðið ikki megnar at fáa glið
á framrættaða miðvallar-
partin. Á Toftum vóru
Julian Johnsson, Klæmint
Matras og Sverrir Kjærbo á
miðvøllinum. Julian og
Klæmint eru stríðsmenn,
sum kunnu renna sólina
svarta, men teir eru ikki
spælstýrarar. Sverrir Kjær-
bo tykist hava dygdir, sum
eru neyðugar hjá teimum,
sum skulu stýra spælinum.
Men hann er nýggjur á
stjørnuklædda liðnum, og tí
kann tað ikki roknast við, at
hann beinanvegin megnar
at vísa tyngdina og mynd-
ugleikan, sum skal til, tá ið
taktstokkurin skal svingast.
Tað eru fleiri fínir fram-
rættaðir miðvallarspælarar
á B36 liðnum, men teir eru
ikki á miðvøllinum. Her
verður hugsað um John
Petersen, sum so ofta hevur
verið sentrali miðvallarin á
landsliðnum,
um
Jens
Kristian Hansen, sum eftir
drúgvan skaðasteðg var við
aftur á Toftum, og Pól
Thorsteinsson. Teir hava
báðir áður víst seg at hava
dygdirnar, sum B36 liðið á
Toftum skríggjaði eftir.
Hin trupulleikin er, at
spælið er lagt soleiðis til
rættis, at tað ikki ber til hjá
fleiri av teimum, ið áður
hava verið eyðsýndir, at
koma til sín rætt. Á
Svangaskarði var B36 í
4–3–3 útgangsstøðu. Jákup
á Borg og Heðin á Lakjuni
vóru frammi í hvør sínum
borði. Oftast noyddust við-
spælararnir at spæla í føt-
urnar á teimum, tá ið teir
høvdu ryggin ímóti mót-
støðumálinum, og so var
tað – serliga hjá Heðini –
torført at sleppa víðari. Á
landsliðnum er Jákup á
Borg ytsti miðvallarin í
4–4–2 skipan, og tað er
eisini í hesi spælskipanini,
at Heðin á Lakjuni í vinstra
borði hevur víst sínar
størstu dygdir. Dygdin hjá
skjótu monnunum er, tá ið
tað verður spælt í tómu
økini aftanfyri verjuspælar-
arnar. Tað bar ongantíð til
sunnudagin
á
Svanga-
skarði.
Fólkið
Tá ið B36 tey seinastu árini
hevur verið upp á tað besta,
hevur tað millum annað
verið við skjótum fyrstu
ferð sendingum, har John
Petersen og Jákup á Borg
hava verið í miðdeplinum.
Einki var at síggja til hetta
á Svangaskarði, og mann-
ingarligu
broytingarnar
hesa seinastu tíðina hava
ikki styrkt um fyritreytirnar
fyri sovornum spæli. Sam-
mett við í fjør eru bólt-
tryggir spælarar sum Egil á
Bø, Magni á Lakjuni og
Arnbjørn Danielsen burtur.
Heðin á Lakjuni, Allan
Mørkøre og Sonny Johan-
sen eru komnir afturat, men
teir hava skarað framúr við
øðrum dygdum enn hesum.
Á Svangaskarði bar ikki
til at síggja, hvørjar dygdir
Rúni Elttør skal veita B36
liðnum. Í hvussu so er ikki,
tá ið havt verður í huga, at
tveir og kanska tríggir av
ungu B36 monnunum, sum
eru uppvaksnir í felagnum,
sótu uttanfyri. Her verður
hugsað um Fróða Clement-
sen og Kenneth Jacobsen
og eisini Niels Joensen,
sum hevur verið nógv
skaddur. Heini í Skorini er
eisini skaddur. Niels og
Heini høvdu – um teir vóru
væl fyri – verið upplagdir
kandidatar at roynt á mið-
vøllinum í núverandi støð-
uni, og tað hevði heilt víst
verið eina roynd vert at flutt
Pól ella Jens Kristian fram
á viðvøllin og framvegis
havt Fróða Clementsen í
miðverjuni.
Avrikið á Toftum vísti
favorittlið, sum er tyngt av
sær sjálvum. Spælskipanin
var ikki uppløgd, leiklutir-
nir hjá spælarunum vóru
neyvan optimalir, og einki
er at ivast í, at sjálvsálitið
fer at verða drenað úr ein-
støku spælarunum og lið-
num, um gongdin fram-
vegis fer at verða tann, sum
hon hevur verið higartil.
Eftir túrin á Skála verður
friður í landskappingini í
tvær vikur. Tað verður nógv
at arbeiða við venjingar-
kvøldini. Trupulleikin er
bara, at B36 eigur fýra
spælarar, sum fara at brúka
tíð upp á landsliðið. Ímóti
Íslandi og Týsklandi fæst at
síggja, um teir líkjast meiri
sær sjálvum sammett við
undanfarin ár, enn teir og
B36 hava víst higartil í
landskappingini. Um teir
ikki fara at gera tað, so fer
tað heilt víst eisini at ganga
út yvir avrikini og harvið
úrslitini hjá landsliðnum.
Nr. 101 • leygardagur • 31. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Komandi dystir
1. deild menn
01.06 NSÍ-VB
Petur Skarðenn
01.06 HB-GÍ
Jens P. Brattalíð
01.06 FSV-EB/S
Eiler Rasmussen
01.06 KÍ-B68
Niklas á Líðarenda
02.06 Skála-B36
Suni Hohansen
2. deild menn
31.05 ÍF-B71
Petur Hans Joensen
31.05 VB-B36
Hans F. Hansen
31.05 KÍ-B68
Jákup Martin Kjeld
31.05 TB-Sumba
Pætur Clementsen
31.05 AB-LÍF
Regin Egholm
3. deild menn
01.06 NSÍ-Royn
Rúni Gaardbo
01.06 Skála-B36
Magni Hansen
01.06 TB-ÍF
Marlon Kjærbo
01.06 FSV-EB/S
Emil Hentze
01.06 HB-GÍ
Andrew Christiansen
1. deild kvinnur
01.06 EB/S-FSV
Ovi Heinesen
B36 líkist ikki sær
sjálvum
Tað hevur neyvan styrkt um B36-liðið, at fleiri bólttryggir leikarar, eitt nú Arnbjørn Danielsen,
eru at síggja í øðrum feløgum í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14