leygardagur 31. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 101 - 31. mai 2003
C
M
Y
K
16
Nr. 101 • leygardagur • 31. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Vegna verkfallið eru fýra síður av
Vikuskiftinum prentaðar í Varpinum
m.a. 6. partur av greinarøðini »Josef
Stalin – eitt fimti ára minni«
GRUNDFESTI
Edvard Joensen
Vit síggja hann allastaðni rundan
um okkum. Klettin, sum oyggj-
arnar eru bygdar av. Hann
stingur fram her og har. Viðhvørt
sum nakað stórbært, vit fegin
vilja goyma. Og viðhvørt sum
nakað, ið forðar fyri framburði
okkara, og vit fegin vilja hava
burtur. Men allastaðni er hann,
um vit síggja hann ella ikki.
Hann er spríktur upp úr
dýpinum í upphavinum. Hesin
kletturin, sum tá var rennandi
sevja. So heit, at ikki var verandi
í nánd. Hann storknaði og varð
til klettin, vit kenna í dag. Hevur
ligið her síðan upprunan. Hevur
broytt skap av veðri og vindi.
Hevur latið vatnið skapað seg og
farið við sær, sum tað nú hevur
kunnað. Hetta bleyta tilfarið,
sum sendandi er komið niður úr
luftini ella oman brekkuna, og í
hesi túsundtals árini hevur brýnt
og fílað hendan sterka klettin.
Hesa ímyndina av ævinleikanum,
sum kortini hevur verið noydd at
boyggja seg fyri hesum óskapi-
ligu vatndropunum, sum bert
eina løtu er komnir sleingjandi
framvið og so horvnir aftur. Og
kortini hava sett so djúp spor
eftir seg, at tey sóust afur í tí
æviga klettinum.
Men ikki er hann bara heilur,
allur sum hann er. Kletturin. Her
og har eru sprungur og rivur,
sum gera gjótur og gjáir, so
hvørt, máðað verður burturav.
Gera skapilsi av ymsari útsjónd.
So tað her líkist einum manni, og
har einum djóri. Onkunstaðni er
eitt høvd týðuligt at síggja móti
luftini, og aðrastaðni situr ein
gomul kona bogin fram yvir og
lesur úr eini bók. Listaverkini
eru mong, sum høgd eru í klettin
frá skaparans hond, ið framvegis
ótroyttilig arbeiðir hvønn dag.
Og so minnir hann okkum
eisini á okkara egna sinnalag.
Støðufastur og róligur, eins og
hann eisini kann vera ágangandi
og viðhvørt beinleiðis áloypandi.
Her og har koma illsinniherð-
indi sendandi oman gjøgnum
líðirnar, tá okkurt berglopið
hevur verið í erva. Hesi knapp-
ligu glepsini, sum fara sendandi
um allar vegir.
Aðrastaðni síggja vit, hvusus
hann í upprunanum er floymdur
út gjøgnum rivurnar. Sinnið er
líkasum farið út millum rivja-
beinini og stendur sum soylur
beint upp í luftina. Styðjandi
hvørja aðra, so tær gerast
veldugir hamrar. Hóast tær hvør
einsærins eru smáar í náttúrunn-
ar veldi.
Tær skapa mynstur í landslag-
num. Summastaðni standa tær
beint upp og niður og síggja út,
sum bíða tær eftir at verða tiknar
úr klettinum til eitthvørt bygn-
ingsverk, sum skal minna aftur á
antikkar grikskar ella rómverskar
bygningar.
Aðrastaðni eru tær meira
livandi og mynda mestsum eitt
páfuglavel ella hvønn skapning,
vit nú kunnu ímynda okkum.
Og kletturin er grundin undir
lívinum hjá mongum. Grasið,
sum veksur á teimum líðum og
fløttum, sum støðast í brattanum.
Er føði hjá ferføttum, djórum,
eins og fuglurin mangan byggir
sítt heim, júst í klettinum. Bæði
uttan á og inni í rivum og
sprungum.
Og øll okkara mentan og
siðaarvur er grundaður á klettin.
Allur vesturheimurin, og nógv
afturat, byggir beinleiðs á ta
fyrijáttan, at: »Tú ert Pætur (tað
merkir klettur), og á hesum kletti
vil eg grunda kirkju mína, og
helheims portur skulu ikki fáa
vald á henni.«
Og soleiðis fer kletturin altíð
at standa sum tað æviga, sterka,
sum vit trygt kunnu líta á. Hóast
han klovnar og loypur her og har.
Og hóast hann í onkrum ill-
sinnisherðindi hevur spænt stórar
súlur út millum rivjabeinini.
Kletturin
Hann verður roknaður sum tað sterka og trygga. Kletturin, ið vit brúka sum ímyndina
av tí, vit skulu byggja á, við og av, um vit halda okkum gera rætt. Og vit syngja um
hann, tá hann er klovnaður og hevur tikið okkara trupulleikar á seg. Og vit brúka
hann at vinna á. Skulu síga niður við honum ella klíva upp um hann. Hann hevur
altíð verið har, og hann fer framvegis at standa har, eftir at vit ikki eru meira
17
Enn einaferð spældu
NSÍ og GÍ eina javna
grannauppgerð, og
heldur ikki hesaferð
eydnaðist NSÍ at fáa
fatur á øllum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri triðju ferð innan stutta
tíð skuldu GÍ og NSÍ takast
í grannauppgerðini. Hesa
ferð var talan um lands-
kappingardyst, og eftir
samlaða tapið í steypa-
kappingini var einki at ivast
í, at runavíkingarnir hesa
ferð høvdu nakað at hevna.
Og tað vóru eisini gestir-
nir, sum sýndu størra
stríðsfúsnið fyrstu løtuna.
Heilt skjótt høvdu teir líka
sum skapt sær eitt gott trýst
oman móti GÍ málinum, og
fyri mong mundi tað hesa
løtuna bara kennast sum
ein spurningur um tíð,
áðrenn eitt mál skuldi
koma.
Serstakliga Sonni L. Pet-
ersen var nakrar ferðir nær
við, men tað var tað úr
verjuni, at málið kom, tá
fyrsta korterið var farið.
Jónstein Petersen vann sær
fríspark í vinstru, og tá Ian
Højgaard sendi hetta inn-
fyri, var Óli Hansen hægst-
ur og stútaði gestirnar
framum.
Tóku seg aftur
Kanska var tað ótilvitað,
men eftir leiðslumálið tóku
runavíkingarnir seg nakað
væl longur aftur á vølin, og
hetta gav sjálvandi gøtu-
monnum væl betri sømdir
at spæla.
Og tó at tað ikki komu
fleiri mál fyri steðgin, so
var einki at ivast í, at runa-
víkingar nú partvíst spældu
eftir hæli. Fleiri ferðir
gjørdist talan um heilt
vandamiklar atsóknir frá
heimaliðnum, men í Jens
Martini áttu runavíkingar-
nir ein góðan seinasta
skansa.
Hevði spælið verið skift-
andi fyrra umfarið, so var
tað meira javnt býtt sein-
astu trý korterini. Báðir
partar royndu av øllum alvi
at fáa málið, sum antin
kundi avgera ella bjarga
dystinum, og nakrar ferðir
stóð eisini á framman fyri
málini bæði.
Tað kom tó bert eitt mál
afturat. Undir einum GÍ
álopi verður bólturin stút-
aður inn móti NSÍ brots-
teiginum, og har var hondin
hjá Messias á, og so var
einki roks frá dómaranum.
Brotsspark varð dømt, og
hetta sendi leikandi venjar-
in, Krzystof Popczynski
trygt í netið. Sami Krzystof
hevði nakað seinni ein
góðan møguleika at avgera
dystin, men hesaferð var
Jens Marti fyri honum sum
køtturin, og eisini í hinum
endanum mátti Jacek einar
tvær ferðir prógva, at hann
kann gerast sannur fongur
hjá GÍ.
So toluligt
Altso gjørdist talan um
javnleik í Gøtu, og saman-
umtikið, so man hetta vera
eitt úrslit, sum báðir partar
kunnu liva so toluliga væl
við. Runavíkingar hava
ongan tíð havt nakra lætta
uppgávu í hesum dystum,
og tí man eitt stig í sjálvum
sær ikki vera heilt av leið.
Hjá GÍ høvdu trý stig
sjálvandi merkt, at teir
høvdu hildið fast um einsa-
malla oddasessin, men hin-
vegin man tað kennast
hugaligt, at teir nú spaku-
liga eru um at fáa skaddu
leikarar sínar aftur. Tað er
einki at ivast í, at fyri
stabilitetin
restina
av
árinum er hetta av alstórum
týdningi, og spurningurin
er so bara, hvussu væl liðið
er fyri, tá teir sunnudagin
skulu til Havnar at spæla
oddadyst móti HB.
Dysturin í tølum
GÍ-NSÍ 1-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
1-1: Krzystof Popczynksi
(br.)
GÍ-NSÍ 1-1 (0-1):
Gerðabýti í Gøtu