leygardagur 31. mai 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 101 - 31. mai 2000
19
tænari kirkjunnar«
spurdi eg, tú ert jú so vanur
at halda røðu.
– Tað er nú ikki soleiðis
at tala fyri kongi sínum,
segði hann nervøsur og risti
so illa á hondunum, at hann
mundi ikki fingið sett sær
manchetknapparnar í.
Umsíðir vóru vit liðug og
gingu oman á ta nýggju
Kongabrúnna, har talan
skuldi haldast. Pápi stillaði
seg fremst, maðurin mín og
eg stóðu eitt sindur aftan-
fyri. Mamma var farin inn
so hon betur kundi síggja.
Tá kongasjaluppin kom
siglandi inn móti brúnni,
veittraðu fólk við lumma-
turrikløðum og róptu hurrá
og hurrá næstan í tað óend-
aliga.
Endiliga steig kongur í
land, og pápi fór undir væl-
komurøðuna.
Pápi var ógvuliga rørdur,
meðan hann talaði. Røddin
gjørdist veikari og veikari.
Eg veit ikki, um hann náddi
endan á røðuni, men hann
var við at missa tamarhald-
ið av ristingunum.
Kongur steig tá fram og
tók í hondina á honum og
takkaði fyri ta vøkru røð-
una, men tá small pápi.
Fólk hildu hann vera svím-
aðan, og hann var borin inn
í eini hús nærindis. Kongur
og
Valdemar,
prinsur,
fylgdu honum, og boð vóru
send eftir mammu um at
koma, tí pápi var svímaður.
Beinanvegin komu tveir
læknar, men har var einki at
gera, pápi var deyður av
hjartaslag,
deyður
við
kongsins hond í sínari, og
tað var tann vakrasti deyð-
in, hann kundi ynskt sær.
Pápi helt so nógv av kongi
og kongafamiljuni.
Kongur var ógvuliga
rørdur av at pápi var deyð-
ur, og hann royndi beinan-
vegin at bøta um missin.
Hann spurdi, um tað vóru
nøkur forsyrgjaraleys børn.
Mamma fekk ikki pensjón.
Kongur beyð sær til úr egn-
um
lumma
at
gjalda
mammu 400 um árið, eg
minnist ikki um talan var
um krónur ella ríkisdálar,
men hetta fekk hon so
leingi hon livdi«.
Mamman, Eva Margret-
ha, doyði í 1877.
Nevndur eftir
abbanum
Sama ár, sum henda hend-
ing fór fram, var A. C. Ev-
ensen føddur hin 6. desem-
ber. Hann er uppkallaður
eftir abbanum, Andreas
Christian.
Fluttu til Danmarkar
Trý ár seinni – í 1977 –
flutti familjan hjá A. C. Ev-
ensen til Suðuroyar, tí páp-
in tók við prestastarvi í
Hvalba. Hetta skuldi vera
tí, at mamman hevði ikki so
góða heilsu, og læknin
hevði mælt til, at tey fluttu
suðureftir. Tí fluttu tey í
1877 av Viðareiði til Hval-
ba!
Eftir átta ár sum hvalbiar-
prestur, var Jens Christian
Evensen útnevndur Føroya
Próstur í 1885, og tá flutti
familjan í Próstagarðin á
Nesi. Hetta starvið røkti
hann fram til 1900, tá tey
fluttu til Danmarkar, har
Jens Christian var prestur í
Bregninge og Bjergsted tey
síðstu árini. Hann doyði 27.
juli í 1904.
Formaður
Føringafelagsins
Uppvaksin lutvíst á Við-
areiði, í Hvalba og á Nesi,
hevur ungi Andreas Christ-
ian Evensen gingið í skúla í
áttatiárunum – um sama
mundið, sum tjóðskapar-
rørslan mentist.
Andreas var ein av teim-
um ungu føroyingunum,
sum fylktiskt um stevnuna
hjá »Føringafelag«, sum m.
a. var at fáa Føroya mál til
æru og at fáa føroyingar at
gerast sjálvbjargnar í øllum
lutum.
A. C. Evensen fór at ar-
beiða við málinum, at
skriva út og savna føroysk
orð, og orðasavnið hevði
hann við sær til Sorø í
1890, har hann arbeiddi
víðari við tí alla skúlatíðina
har.
Eftir at A. C. Evensen
doyði, skrivar ein av skúla-
feløgum hansara frá tíðini í
Sorø um hann, at næming-
arnir ongantíð rættiliga
gjørdust felagar hansara, av
tí at hann var so egin í
mongum – hann var heldur
treiskur og bráðsintur, sum
hann eisini vísti móti lærar-
unum. Hann sigur víðari:
– Eg minnist soleiðis, at
Evensen, eina ferð hann í 4.
flokki hevði fingið ein
dyggan undir vangan frá
einum lærara, reisti seg upp
og segði: »Royn at sláa eina
ferð aftrat!« so ramliga, at
hesin vísiliga royndi at sláa
tað upp í glens.
Víðari sigur hesin vin-
maðurin, at ikki fyrr enn
hann sum studentur hevði
búð saman við Evensen í
fleiri ár, sá hann hann sum
tað góða og beinasama
fólk, hann var.
A. C. Evensen varð stud-
entur í 1894, og sama árið
er lesarabræv frá honum at
síggja í Dimmalætting, har
hann nevnir seg Christian
Jensen og sinniliga mælir í-
móti eini grein í Færøsk
Kirketidende, har ið blað-
stjórin, presturin í Suður-
streymoy, hevði talað ímóti
føroyskum
krikjumáli:
Krikjumálið skuldi ikki
vera »tænari hjá teimum
einstøku tjóðum og eyð-
kennum teirra«, og at før-
oyskt kirkjumál »fór at
breiða myrkrið frá farnum
døgum yvir hin bjarta nú-
tíðardag«.
Chr. Jensen vildi tvørtur-
ímóti, at »Móðurmálið
gjørdist tænari kirkjunnar«.
Á flatlondum var A. C.
Evensen sum vera mann íð-
in limur í Føroyingafelag-
num í Keypmannahavn, har
hann eisini var formaður.
Hóast nógv varð kjakast
um stevnumið føroyinga-
felagsins í Føroyum, so
hevði A. C. Evensen altíð
fast undir fótum. Hann helt,
at vit bjargaðu ikki máli-
num við hugvekjandi talu,
og at fólk livdi ikki av
rørslum, sum ongan gróður
bóru. Men hann talaði altíð
minni um, hvat aðrir áttu at
gera, enn um tað, vit sjálvir
skuldu fáa á skafti. Av tí at
»hann untist væl í stormi og
hataði makligt veður«, vóru
tilburðirnir í felagnum ofta
hareftir, men í vertskapi
líktist A. C. Evensen heilt
ørðrum ungdómi, skrivar
Maria Mikkelsen í Skúla-
blaðnum.
Víðari sigur Maria Mikk-
elsen um hann, at hann var
eitt sindur stirvin í medferð
og stygdi hann tí viðhvørt
fólk frá sær og hindraði
teimum at fáa samarbeiði í
lag.
– Tey, sum kendu hann,
samdust lættliga við hann,
tí at hann var hugaður at
gagna okkara lítla samfel-
ag, og at viljin var reinur, tí
var eingin ivi í. Hoast hann
var nakað stútutur í med-
ferð, var hann ósjálvøkin,
ávíkiligur og trúfastur, lítil-
látin og stoltur.
Stríðið um
stavsetingina
Í lestrartíðini gjørdi A. C.
Evensen nógvar rannsókn-
ir, sat nógv á bókasavni-
num yvir teirri føroysku
orðabókini.
Tá stríðið stóðst um rætt-
skrivingina hjá Hammers-
haimb – sum var eftir upp-
runa orðanna – mótivegis
ljóðfrøðiligu stavsetingina
hjá Dr. Jakobsen, gjørdist
A. C. Evensen harðast mót-
støðumaður móti øllum
broytingum, og reisti hetta
eina mikla gølu, sum end-
aði við nýggjum stavseting-
arreglum, »Broyting«, við
fáum broytingum av stav-
seting
Hammershaimbs.
Men tann klovningur, sum
kom í av hesum stríði
gjørdi enda á »Føringafel-
ag«.
A. C. Evensen tók em-
bætisprógv í 1902. Prestur
vildi hann vera. Í 1902 tók
hann við sum sóknarprestur
í Sandoyar prestagjaldi og
fór eydnuríkur heim við
konu síni, ið var donsk.
Men hana hevði hann brátt
ta sorg at missa av sjúku
longu árið eftir.
Í 1906 giftist hann aftur
við Kristinu Sofíu Joensen,
ið var ættað av Skarvanesi.
…framhald
Heiðursportrið, ið reist varð fyri kongi til Kongavitjanina í 1874. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein danskur kongur vitjar
Føroyar, og tí var nógv gjørt burturúr. »Kongabrúgvin« varð gjørd til endamálið, og enn í dag verður staðið nevnt »Konga-
brúgvin«. A. C. Lützen stóð her og helt talu fyri kongi, tá hann kom í land tann 25. juli í 1874. Meðan hann talaði, small
hann deyður í føvningin á kongi. Kona A. C. Lützen, Eva Margretha, var ættað úr Baianstovu, ið sæst aftanvert heiðurs-
portrið. Baianstova varð seinni tikin niður, og fólkini – og navnið – fluttu niðan í Guttastovu í Gongini. Vinstrumegin í
myndini sæst Vertshúsið
Jens Christian Evensen
(1840-1904) var pápi A. C.
Evensen. Hann var prestur
á Viðareiði, í Hvalba og
Føroya próstur, áðrenn
hann í 1900 flutti til
Danmarkar
Andreas Christian Lützen,
(1813-1874) verfaðir J. C.
Evensen var dani, ið kom til
Føroya í 1837. Hann er
tann fyrsti av Lützenættini í
Føroyum. Doyði sum hann
helt røðu fyri kongi í 1874
Jens Davidsen (1803-78)
var úr Hvalba. Var sera
vitugur maður, ið starvaðist
á fútaskrivstovuni. Var
viðhvørt settur amtmaður
og fúti. J. C. Evensen vaks
upp hjá honum
19
18
Sosialurin Nr. 101 - 31. mai 2000
Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Góða Norðoyastevnu!
Bergur Rasmussen skrivar
Tú fagri mai, sum fær um
rongina á páskunum og end-
ar við Norðoyastevnuni.
Tú fagri mai, sum virkar
sum brótasjógvurin millum
andligt og verðsligt lív her á
foldum, og fær okkum før-
oyingar at frøast um ta
mildu sól, ið mestsum hevur
rikið illfýsna veðrið burtur,
fyri eina stund ið hvussu er.
Kuldin hevur so nøkulunda
trekt seg tilbakar, sunnan-
ættirnar eiga munin, og tað
regnið, sum kortini fellur
viðhvørt, er behagiligt vátt
regn, við stórum flógvum,
dropum. — Ikki sum tað ill-
sinnið, sum berjir seg
gjøgnum mønu og merg á
fólkinum, her býr, longu
køldu vetrarnæturnar.
Tú fagri mai, summarið
er í nánd. Veldiga náttúran
vísir seg frá síni mildu síðu,
og óttin hasar av eina stund.
Andligu máttirnir blíðkast,
teir verðsligu eiga tørn: Fót-
bólturin rullar aftur, so prát-
ið gongur lystiliga; stevn-
urnar standa fyri durum við
marglæti, dansi og veitslu-
hugi.
Og hóast ítrotturin nokk
skal fáa sítt pláss á teigu-
num í bløðunum, so er tað í
dag álvara fyri fyrstu ferð í
ár hjá øllum kappróðrarfólk-
inum. — Og tá ið tey flestu
helst hava kýtt seg sum
frægast, má man heldur
ynskja øllum góða eydnu.
Men at summarið byrjar í
mai, sæst ikki einans á
ítrottinum, veðrinum og
náttúruni.
Kring landið gera næm-
ingar á miðnámsskúlunum
og í framhaldsdeildini seg
til at prógva, hvat teir hava
lært, tí framtíðarvánirnar
eru heftar at teim úrslitum,
sum eru komin undir land
(innandura) í tí fagra mai,
og nakað út í juni.
Kortini fingu vit aftur í ár
tað summarteknið, ið ber av
øllum. — Hálvolympiala
verkfallið!
Tí hvat tekin er sikrari
sum boðberi um, at summ-
arið er í nánd, enn tað?
Tann tímalønta fjøldin er
leitað út úr frystihallunum á
landsins framleiðsvirkjum at
heilsa sólini og ganga verk-
falsvakt og leggja blokadur.
Meðan føroyingurin hamstr-
ar sum frægast — epl, kjøt,
wc-pappír, bensin, sigarettir
og brennivín. — Man skuldi
næstan trúð, at landið var í
undantakstøðu! — Men
hinvegin, nú kanska boksir-
nar verða tømdar, so man
kann avríma tær, tá farið
verður suðureftir í summar.
Og kanska tað fjarar nakað í
alneyðugu grindakøggunum
runt umkring, so minni av tí
gamla endar á brennistøðu-
num, tá ið grindirnar koma í
heyst.
Tú fagri mai, teir vistu,
hvat teir gjørdu teir gomlu
fakfelagsmenninir, tá ið teir
løgdu samráðingarnar í mai.
Tað er tann besti mánaðin.
Allastaðni blómar vársins
vøkstur, reiðrini eru næstan
øll full, og tey seinastu smá-
lombini seta stetlandi føtur-
nar fyri seg.
Børnini fáa frí úr skúlu-
num, tá ið teir ikki vera
vaskaðir longur, vøggustov-
ur og barnagarðar lata eisini
aftur, og mong munnu tey
foreldur vera, sum nú kunnu
fáa nakrar tiltrongdar kval-
itativar dagar við børnum
sínum. — At so onnur
noyðast at sita heima uttan
løn, ella noyðast at draga
elskulingin aftaná sær til
arbeiðis, er so ein onnur
søga!
Hvat er rangt og rætt við-
víkjandi hesum verkfalli-
num, hvørki skal eg ella
kann eg gera meg klókan
uppá, tí eg veit heilt erligt
ikki, hvat vinnulívið hevur
ráð til ella ei, men tað undr-
ar meg eitt sindur, at einki
hoyrist frá teimum faklærdu
um verandi lønartrætuna á
privata arbeiðsmarknaði-
num.
Kanska sita teir spentir og
bíða eftir at vita, hvussu
nógv teir kunnu krevja í ok-
tober?
Tað er í hvussu er ógvu-
liga bláoygt at vænta sær, at
fólk, sum hevur lært í fleiri
ár nevnliga fyri at sleppa
undan teirri óvissuni, sum
liggur í ófaklærdum arbeiði,
fara at góðtaka, at hini, ið
ikki hava brúkt orku uppá at
nema sær tann eyka kunn-
leikan, skulu fáa næstan líka
nógv í lønarposan.
Men denn tid denn sorg,
ella hvat?
Góða Norðoyastevnu, øll
somul!
»Móðurmálið gjørdist
100 ÁRA MINNI
Eirikur Lindenskov
Í hesum døgum hátíðar-
halda skopuningar, at liðin
eru 100 ár síðani, at loyvið
varð givið til fyrstu før-
oysku prædikuna í eini før-
oyskari kirkju. Tað vóru
skopuningar sum í august í
1902 savnaðu saman undir-
skriftir til tess at fáa A. C.
Evensen, prest, at halda
prædiku á føroyskum, sum
hann fekk loyvi til árið eft-
ir.
Í Skúlablaðnum hjá Før-
oya Lærarafelag er í des-
ember í 1974 grein eftir
Mariu Mikkelsen um A. C.
Evensen. Har skrivar hon
m. a., »…at stórur meiriluti
av fólki í Skopum søkti um
loyvi til hansara at hava
føroyska hámessu upp ím-
illum, aftan á at hava sagt
frá tí, at prestur vanliga bert
prædikaði seks ferðir um
árið har í bygdini. Kirkju-
málaráðið játtaði, fyri fyrst
í trý ár, at hann prædikaði
aðruhvørja ferð á føroysk-
um, »medens forrettelsen
af hele altertjenesten såvel
som oplæsningen af den
bibelske tekst også ved
disse gudstjenester bør ske
på dansk, dog at det ikke er
ham forment derefter at til-
føje en færøsk oversættelse
af samme«
Tað var Fríðrikur Peter-
sen, sum um hetta mundið
var próstur, og tí hann, sum
formilga gav A. C. Evensen
loyvið, ið komið varð frá
kirkjumálaráðnum danska.
Vit koma ikki nærri inn á
prædikuna í hesi grein,
men vit fara at dvølja við
megnarmannin, Andreas
Christian Evensen og ætt
hansara.
Føddur í Ónagerði
A. C. Evensen varð føddur
á Viðareiði tann 6. desem-
ber í 1874. Pápi hansara var
Jens Christian Evensen,
sum um hetta mundið var
prestur í Norðoya presta-
gjaldi við bústaði í Óna-
gerði á Viðareiði, og sum
seinni var Føroya Próstur
við bústaði á Nesi. Mamm-
an var Anna Evensen, fødd
Lützen úr Havn.
Jens Christian Evensen
var føddur í Hvalba 21. mai
í 1840. Pápi hansara var Jo-
han Christian Evensen,
sum var sýslumaður í Suð-
uroy. Hann var sonur hin
fyrsta av Evensenættini í
Føroyum, Ole Even Olsen,
nevndur Ole Nordmand,
sum var úr Kongsberg í
Noreg. Hann var eisini
sýslumaður, men kom higar
sum ein av teimum fyrstu at
kanna, um vinna kundi fá-
ast úr kolinum.
Jens Christian Evensen
kom sum smádrongur til
Havnar at búgva, tí bæði
foreldrini doyðu, tá hann
var smádrongur. Mamman
doyði
av
lungnabruna
nýggjársaftan í 1843, með-
an pápin doyði í 1846. Tá
herjaði ein kikhostafarsótt í
landinum, og sýslumaðurin
mátti hjálpa læknanum - og
varð smittaður. Hann doyði
fáar dagar eftir tað.
Børnini vóru trý í tali,
Jens Christian og Joen Pet-
er, sum var eldri, fóru til
Havnar, har teir vuksu upp
hjá mentamanninum, Jens
Davidsen, ið starvaðist á
Amtskrivsstovuni.
Kona
hansara og móður Jens
Christian vóru systkina-
børn. Systirin, Elsebeth
Kristine, vaks upp hjá ein-
um presti (?).
Jens Davidsen (1803-
1878) var ein maður við
miklum
gávum.
Hans
Jacob Debes, professari,
sáli, skrivar í bókini »Polit-
iska søga Føroya 1814-
1906«, at neyvan nakar ein-
staklingur sum Jens David-
sen, mundi í sínum stillføri
verða so víðfevnandi og
hava so stóra mentunarliga
ávirkan tað mesta av øldini,
sum hesin sjálvlærdi ment-
amaður. Føddur í Suðuroy
kom hann sum gávuríkur
drongur til Havnar, har
hann gekk í skúla hjá
Svabo.
Fjurtan ára gamal fór
hann at arbeiða á amts-
skrivstovuni. Ikki bert var
hann eggjari hjá øðrum før-
oyskum
mentamonnum,
hann setti teir eisini í sam-
band við útlendskar menta-
menn. Hann var íbirtari til
stovnanina av Færø Amts
Bibliotek (Føroya Lands-
bókasavni), har hann mill-
um so nógv onnur samfel-
agsstørv sjávlur var bóka-
vørður.
Útlendingar undraðust á,
hvaðan hann hevði allan
tann kunnleika, hann hevði
á so mongum økjum. Jens
Davidsen var ofta settur
amtmaður, fúti og sorin-
skrivari, og virðingin fyri
honum var stór.
Abbin kom av
tilvild til Føroya
Móðir A. C. Evensen var
Anna. Hon var dóttir
Andreas Christian Lützen,
lærara í Havn.
A. C. Lützen var dani,
sum av tilvild kom til Før-
oya. Anna Evensen skrivar
um pápan í endurminning-
um sínum – sum eru skriv-
aðar í trimum eintøkum –
um hendingina, sum førdi
til, at pápin kom til Føroya.
Sum nýútbúgvin lærari
starvaðist hann sum hús-
lærari hjá einum greiva.
Einaferð, hann var á veg
heim at halda jól, hitti hann
nakrar læraraskúlafelagar á
eini krógv. Tá sigur ein við
hann: »Tú, Andreas Lüt-
zen, eitt lærarastarv við
urguspæli er leyst uppi í
Føroyum, tá átti at verið
nakað fyri teg…«
A. C. Lützen helt tað
vera nyttuleyst at søkja, tí
tað tók so langa tíð at fáa
post til Føroya, at tá mátti
starvið langt síðani vera
sett. Men hann helt tað
kortini ikki saka nakað, at
hann søkti, og soleiðis end-
aði hann í Føroyum, higar
hann kom tann 5. mai í
1837.
Andreas Christian Lüt-
zen er soleiðis tann fyrsti
Lützen í Føroyum, og eru
øll av hesi ættini í Føroyum
í dag undan honum.
Hann giftist við Evu
Margrethu Jakobsen úr
Baianstovu í Havn árið eftir
– í 1838. Hon var dóttir
Jacob Poulsen í Baianstovu
– ella Jacob Baia og Annu
Mariu Hansdatter, ið var
ættað úr Fjósi í Havn.
Jacob Baia var sonur
Poul Jacobsen, sum var sol-
dátur í Havn.
Anna Evensen skrivar í
endurminningum
um,
hvussu húsini fingu navnið
Baianstova. Hon sigur, at
langabbin, Poul, »rejste
med en bayersk Turist der
kom til Færøerne og som
vilde have en Færing til
Fører. Han lod bygge et
Hus, der blev kaldet Baj-
ernstue, og det fik Poul eft-
er ham.«
Doyði í føvningi
Kristians kongs
Andreas Christian Lützen
fekk nógv álitisstørv í
Havn. Hann var urguleikari
og deknur, men hann var
eisini politikari. Hann sat
bæði á tingi og á ríkisdegi,
og so var hann eisini borg-
arstjóri í Havn. Hann doyði
brádliga júst meðan hann
sum borgastjóri beyð Krist-
iani kongi IX vælkomnum,
tá kongur á fyrsta sinni vitj-
aði Føroyar um ólavsøku
mundið í 1874. Fyri ta tíð
hevði eingin danskur kong-
ur verið í Føroyum og held-
ur ikki í Íslandi, so hetta var
ein stórhending, sum stóð
fyri. Um ta hendingina tann
25. juli í 1874 skrivar Anna
Evensen:
»Tá vit harheima hoyrdu
fólk rópa, at nú kemur
kongaskipið, fór pápi upp
at rista.
– Tú ert ikki nervøsur,
Á vári í 1903 fekk Andreas Christian Evensen loyvi sum
tann fyrsti presturin at halda prædiku á føroyskum. Í sín-
um virki hevði hann stórt árin á mál okkara – ikki minst
við skúlabókum sínum og útgávuvirkseminum annars. A.
C. Evensen doyði í 1917, bert 42 ára gamal. Hann var
prestur á Sandi frá 1902-1917. Frá apríl í 1917 til hann
doyði í oktober sama ár var hann Føroya próstur
A. C. Evensen fekk fyri 100 árum síðani, sum
fyrsti prestur í Føroyum, loyvi at halda
gudstænastu á føroyskum í Skopunar kirkju
C
M
Y
K
18