Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 31. mai 2003 21 Eftir at B36 beinan- vegin hevði gjørt sjálvmál, legði B68 alt meiri dent á verju- partin, og tað bar væl til, tí B36 var full- komuliga uttan hug- flog B68–B36 Jóannes Hansen Ber tað til at vinna trý stig, sjálvt um tú ongantíð hevur roynd innanfyri málkarm- arnar hjá mótstøðuliðnum. Tey flestu mundu ivaleyst svarað avgjørt nei til henda spurningin. Men ikki tey, sum vóru á Svangaskarði, tá ið B36 vitjaði hósdagin. B68 vann 1–0. Men teir høvdu onga roynd innan fyri málrammuna hjá B36! Einasta málið kom longu í 4. minutti. Bogi Petersen, sum var á beinkinum á Skála, men sum hesa ferð stríddist væl á miðvallar- plássinum í høgru, smekk- aði innfyri. Eingin heima- maður var í nánd, men sam- skiftið millum Pól Thor- steinsson og René Tórgarð, sum hesa ferð var fyrsta valið millum stólparnar, var vánaligt. Pól tamdi við bringuni inn til málverjan, helt hann. Men ólukkutíð fyri teir báðar og B36, so var málverjin á veg fram, og bólturin trillaði framvið honum og í málið. Málið var akkurát tað, sum heimaliðið hevði brúk fyri og køld pøs í andlitið á B36. René Tórgarð var ikki sannførandi næstu løtuna, og heimaliðið fekk sinni- liga yvirskotið at stríðast. Í 12. minutti átti B36 at havt javnað. Diagonalsend- ing frá Jákupi á Borg í høgru slapp at sigla fram- við allari verjuni og út til Heðin á Lakjuni, sum smekkaði flatt innfyri málið til John Petersen, sum mitt fyri var púra leys- ur, tá ið hann setti innaru síðuna á, men bólturin fór við síðuna av handara stólpanum. Høvuðleyst Sum tíðin leið, gjørdist tað alt meiri greitt, hvat tað fór at snúgva seg um. B68 innstillaði seg at verja tepru leiðsluna, og B36 slepti alt meiri í verjupartinum fyri í hvussu so er at fáa eitt stig. Sverrir Kjærbo hevði í 21. minutti góða langskots- roynd, sum Albert Sævar- son noyddist at strekkja seg so nógv eftir, at høvdið small í stólpan, og í 66. minutti stútaði Jens Krist- ian Hansen hornasparks- innlegg úr høgru í stólpan. Í síðstu løtuni av 1. hálvleiki var um reppið, at frísparkskombinatión hjá B68 bar mál við sær, men Bogi Petersen sendi fimm sentimetrar skeivu megin stólparótina. Annars var tað stríð um miðvøllin. Har hevði B68 kombinatiónssterkaru spælararnar. B36arnir áttu at verið eins óførir at renna. Men ferð eftir ferð trongdu teir seg upp í ein krók, og teir evnaðu yvirhøvur ikki at spæla seg til málmøgu- leikar, og tá ið tað einar tvær ferðir í 2. hálvleiki var tætt við, undirstrikaði Al- bert Sævarson í B68 málin- um, at tað er sannur fongur í honum. B36 royndi ofta long síðuskift, men tá fór bólt- urin oftast út av, teir oystu høgt og langt í brotsteigin í vónini at raka í høvdið á ikki eyðsýnda John Peter- sen, men tað eydnaðist ikki. Hans Fróði Hansen, sum í síðstu viku var vrakaður til landsliðið, var ógvuliga væl upplagdur og sannur brandur í høvuðsspælinum, og hann, Arnbjørn Daniel- sen og Dánial Hansen vóru ikki bangir fyri at ofra seg, tá ið teir tveittu seg niður í taklingarnar og vunnu tví- dystirnar ímóti alt meiri mótleysu og lamslignu mótstøðumonnunum. Sum dysturin leið tóktist sannlíkið at vera minst eins stórt fyri, at B68 skuldi økja um leiðsluna í snar- álopi, sum tað var fyri, at B36 skuldi megna at javna. Tað kom einki mál afturat, men tað løgdu teir á heima- liðnum vertin í. Lagið á B36 viðhaldsfólkunum, sum í góðveðrinum høvdu brúkt dýrabærar bensin- dropar upp á túrin inn á Toftir, var einki serligt. Tað var lætt at skilja út frá tí, sum tey høvdu verið vitni til. Teirra lið hevði einki víst, og mótstøðuliðið hevði onga roynd havt innan fyri málrammuna hjá B36, men kortini høvdu teir vunnið 1–0 á væntaða meistaraliðnum! B68–B36 1–0 (1–0) 1–0: sjálvmál Pól Thor- steinsson 4. B68: Albert Sævarsson – Dánial Hansen, Arnbjørn Danielsen, Hans Fróði Hansen – Bogi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 81), Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Øssur Hansen, John Heri Dam – Súni Fríði Johannesen, Øssur Jacobsen (Jóhan Petur Poulsen, 66.) Gult kort: Jóhan Petur Poulsen B36: René Tórgarð – Allan Mørkøre, Pól Thor- steinsson, Jens Kristian Hansen, Rúni Elttør – Julian Johnsson, Klæmint Matras, Sverrir Kjærbo (Sonny Johansen, 56.) – Jákup á Borg, John Petersen, Heðin á Lakjuni B68 meira enn fulla úrtøku Eftir at B36 hevði gjørt sjálvmál, legði B68 fyri tað mesta dent á verjupartin, og hetta eydnaðist til fulnar, soleiðis at trý stig komu til høldar Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 101 - 31. mai 2003 Nær verður vetur til vár og vár til summar? Ja, sambært álmanakkanum byrjar várið 1. apríl og summarið 1. juli. Men óansað, hvat álmanakkin sigur, so er tað sum oftast veðrið, sum hevur ávirkan á nær og hvussu árstíðirnar skifta. Veðrið avger nær vetur verður til vár, alt eftir, hvussu nógv sól er, og hvussu nógv avfall kemur niður. Kombinatiónin av sól og regn avger nevniliga nær náttúran gongur úr sínum vetrardvala og byrjar at spretta. Í mars og apríl mánaði í ár skein sólin hvønn dag. Tað smáreganði bert einar tveir hálvar dagar her í Oyrasundsumráðinum. Men sjálvt um sólin skein hvønn dag, so kendist luftin inn frá havinum framvegis køld, og jørðin var heldur ikki enn hitað upp. Men sólin gjørdi, at trøini og blómurnar so smátt byrjaðu at skjóta knubbar. Tá tað í seinnu helvt av apríl mánaði ikki hevði regnað í næstan tveir mánaðir, so hendi tað eisini, at luftin var so turr, at alt bleiv elektriskt. Tá tú setti teg inn í bilin ella fór úr honum, so fekk tú kraftigt stød. Ella um tú rætti út til ein annan persón, so kundu neistar standa frá. Men sum ofta er, tá várið kemur, og tað er blivið nakað líggjari, so kann tað brádliga regna av grimd. Og tað hendi eisini ein av teimum síðstu døgunum í apríl mánaði í ár. Tað kom nevniliga so nógv avfall niður innanfyri 24 tímar, at statiskiskt fór apríl mánaði frá at verða ein tann turrasti apríl mánaðin hvat regni viðvíkir, til at verða ein tann vátasti apríl mánaðin nakrantíð. Og eftir tveimum, trimum døgum var náttúran ikki til at kenna aftur. Regnið setti ordiliga ferð á "várinigina". Grasið bleiv ordiliga grønt og leyvtrøini sprungu út. Einki er vakrari enn tá trøini og blómirnar byrja at spretta og blóma og broyta ta annars vetrargráu náttúruna til eitt farvu landslag við alskins litum. Tað er, sum øll nátturan er við at sprongjast av gróðri. Men fyri pollen allergikararnar er hetta eisini ein strævin tíð. Serliga er tað birkpollen, sum ger um seg tíðliga um várið. Meðan graspollen er mest av í juli mánaði. Várið ger eisini, at vit menniskju koma til sjóndar aftur úti í náttúruni. Fólk fara út at súkkla, renna, ganga túrar ella fara skógtúrar. Tað er so vakurt í skógini hesa tíðina, tá leyvtrøini sum fura, eik og bók spretta. Vit vóru ein skógtúr við flokkinum hjá dóttir okkara í seinastu viku, og gingu ein tíma inn í skógin til ein sjógv, og har grillaðu vit kjøt og pylsur á opnum báli. Tað var ein deiligur túrur, men sum altíð, so er tað okkurt, sum man skal vera varin við. Skógarmotta ella fästningar, sum tað eitur á svenskum, kunnu nevniliga skjótt gera ein annars so hugnaligan skógartúr til eina marru. Skógarmotta er eitt lítið dýr, sum setur seg fast í húðina á menniskjum og øðrum djórum fyri at súgva blóð. Tað, sum er farligt við skógarmottu, er, at hon kann bera borella infektión við sær. Um eitt fólk fær hesa infektiónina í kroppin, so kann tað fáa álvarsligar fylgjur, um infektiónin ikki beinanvegin verður viðgjørd við pencilin. Danski politikarin og formaðurin í CD (Centrum Demokratunum) Mimi Jacobsen gjørdist millum annað lamin í andlitinum av einari slíkari infektión. Í ringasta føri kann man eisini doyggja av henni. Nakrar dagar eftir, at vit høvdu verið skógtúrin, fann eg eina sovorðna skógarmottu á beininum, men var heppin nok til, at einki hendi. Ein onnur dama var minni heppin og mátti taka pencilin eftir, at hon brádliga fekk høgan fepur. Soleiðis gongur várið. Men dagurin í dag (í skrivandi stund sunnudagur 26. mai) kendist sum fyrsti summardagur. Og hví? Tí í dag var fyrsti dagur á árinum, at bæði hitin og sólin vóru til staðar, so at tað bar til at eta morgunmat úti á terrassuni, og at sita á strondini uttan at vindurin frá havinum var ov kaldur. Út á seinnapartin var tað enntá so heitt, at tey børn og vaksin, sum bert høvdu staðið í vatnskorpuni í klæðum, hættaðu sær at tveita klæðini og leypa útí. So má man siga, at summarið so smátt er á veg sjálvt um tað — sambært álmanakkan — framvegis er ein mánaði eftir enn. Várið, veðrið, blómurnar og summarið TELDUBRÆVIÐ Frá: Chanette á Lofti, Svøríki, chanettelofti@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Høgni Hoydal, landsstýrismaður Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? - Ja, tað kann mann kanska siga. Tá eg var tólv ára gamal, arvaðu foreldrini eitt flygel frá lang- ommu míni, sum var pianistur. Pápi mín spældi klaver sum yngri, men lítið seinni. Síðani kom bæði guittari og ein lítla- trumma við bekkara í húsið, um- framt blokkfloyta. Spælir tú nakað ljóðføri? - Tá eg var yngri, spældi eg bæði trummur, blokkfloytu, guittar og klaver. Royndi enntá at vera seriøsur við guittarinum til eg var 16 og við klaverinum til eg var 19-20 ár. Gekk til klaverspæl hjá Sunnleifi Rasmussen, og hann lærdi ótrúliga væl frá sær. Hevði eg ikki lagt so nógv onnur jørn í eldin, tá eg var um 19-20 ára aldur, so hevði eg helst kunnað hildið fram. Men síðani havi eg enn ikki megnað at hildið tað við líka, sum eg dugdi tá. Syngur tú undir brúsuni? - Ja, tað geri eg. Fyrst og fremst føroyskar sangir. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? - Ja, so avgjørt. Eg vildi vera trummuspælari til eg var uml. 13 ár og spældi tá í orkestri í Hoy- vík. Mín stóra fyrimynd var Søren Berlev, trummuspælarin í Gasolin. Síðani var tað guittarin til eg var uml. 16 ár - og so klaverið, har eg droymdi um at koma víðari, men hevði ikki neyðuga viljan og nærlagni til at koma um ta gáttina, har tú veruliga skal venja og venja og aftur venja til tess at koma eitt stig víðari. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? - Hann hevur havt og hevur ómetaliga nógv at siga. Fyri alla kreativa hugsan. Fyri hugsanar- liga menning. Fyri sosiala sam- veru. Fyri kærleika og sál. Á øll- um stigum í mínum lívi hevur tónleikur havt sín avgerandi leiklut. Eg havi bara ringa sam- vitsku av, at eg ikki hava eggjað mínum børnum meira til at spæla og syngja sjálvi. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? - Platurnar og bondini, sum eg havi átt saman við systrunum hjá mær, havi eg ikki longur. Vón- andi hava systrarnar goymt tær. Og tíverri havi eg ikki bygt upp nakað veruligt fløgusavn. Vit eiga einar 100-150 fløgur heima. Hvør er tín yndisfløga? - Nei, tað hevur skift og tær eru so nógvar. Einaferð var tað Jesus Christ Superstar og Gasolin 3. Síðstu árini hevur tað mest verið føroyskur tónleikur. Og har er so nógv ólukksáliga gott, at tað ger meg ovfarnan og heitan um hjartað hvønn dag. Harkaliðið, Frændur, Terji og Føstufressar, Enekk, Glataðu Spælimenninir, Eivør og Clickhaze, Stanley Samuelsen, Tórshavnar Manskór, Skeyk, Týr og Brandur Enni hava verið mest spæld hjá mær seinnu árini. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? - "Partypláturnar" hjá Johnny Reimar. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? - "Du skulle købe dig en tyroler- hat" hjá Johnny Reimar. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? - Tað er ein fløga, sum systir mín Marita einaferð sendi mær til tess at arga meg. Haldi hon eitur "Die Lederhosenleute". T.e. tríggir týskir menn í leðurhosum, sum syngja tyrolarasangir. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? - Um eg kundi kvøðið - yrkingin hjá Janusi Djurhuus sum Stanley Samuelsen hevur sett lag til. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? - Tað veldst um so nógv. Men tær føroysku fløgurnar eg havi nevnt omanfyri, Gasolin, Beatles, Cat Stevens, The Cranberries ella Dr. Hook. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? - Klassiskan tónleik, føroyskan kórsang ella amerikanskan gospeltónleik. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? - Týskur dans-topp-tónleikur og tyrolarasangir. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? - Nú eri eg ein elendigur dansari. Men ABBA, Beatles ella Frændur hava onkuntíð lokkað meg út, tá tað líður út á náttina. Og "Piano Man" hjá Billy Joel. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? - Mamma mín átti eina plátu- samling av single-plátum. Og har var eitt danskt orkestur sum æt "Four Jacks" sum sungu "Oh, Maria jeg vil hjem til dig" og teir sungu amerikanska sangin "Tom Dooley". Teir báðar dámdi mær sera væl og teir fingu meg at gráta, langt áðrenn eg var komin í skúlaaldur. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? - Tað havi eg enn til góðar. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? - Sangurin "Rura, rura" á fløguni "Havið" hjá Anniku Hoydal og sangurin "Landið eg bar við mær". Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? - Havi tíverri ikki verið til so nógvar seinastu árini. Men hana eg minnist best, er Skansastovu- konsertin í ítróttarhøllini á Hálsi í 1979. Straight Ahead vóru fantastiskir. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? - Eric Clapton, Bono úr U2 ella Kára Sverrison. C M Y K 20