Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 101 - 31. mai 2003 Annað vikuskiftið á rað máttu vágbingar lata sær lynda, at teir fingu brotsspark dømt ímóti sær í seinastu løtu FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, at vágbingar vildu koma ígongd, tá teir á heimavølli tóku ímóti FS Vágum hósdagin. Undan hesum hevði liðið ikki tapt nakran dyst, men hinvegin geva tveir javnleikir ikki nakra serliga úrtøku heldur, og tí var avgerandi við einum sigri, um kósin skuldi setast móti ovaru hálvu av stiga- talvuni. Hjá vágamonnum stóð hinvegin ikki betri til. Teir báðir fyrstu dystirnir vórðu báðir taptir, og tí skuldi helst gerast talan um sigur nú, um talan ikki skuldi gerast um veruligt botn- stríð. Trýst uttan úrslit Fyrra umfarið var tað fyri tað mesta heimaliðið, sum setti kósina, men einsa- mallir vóru teir tó langt frá um at gera mál. Alt tóktist ganga eftir vild, tá Birgir Jørgensen tíðliga í dystinum kundi leggja VB á odda, men síðani kom stígur í. Ikki tí, vágbingar høvdu møgu- leikar at økja um leiðsluna, men brádliga var alt kopp- að á høvdið, eftir at Eyð- finn Fjalsbak við tveimum málum hevði lagt gestirnar framum. VB fekk tó skil á aftur beint fyri steðgin, tá Milan Kulic sendi fríspark bein- leiðis í netið, og í seinna hálvleiki spentu teir bogan høgt. Alt meira fólk varð flutt fram á vøllin, men hóast trýst, so kom einki mál burturúr. Og so hendi tað aftur í evstu løtu. Vága- menn vóru farnir í álop, og tá bólturin varð sendur inn- fyri, togaði Palli August- inussen Bjarna Prior niður. Úrslitið var brotsspark, og og tó at beinini kanska vóru moyr eftir 93 minuttir, so var Jens Erik Rasmussen ísakaldur úr ellivu metrum, soleiðis at stigini vórðu tryggjað. Týðandi sigur Og tað er einki at ivast í, at stigini kunnu hava sera stóran týdning fyri vága- menn. Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at hópurin hjá FSV man vera hin sterkasti seinastu nógvu árini, men sum uppflytari er tað mest sum altíð ringt at standa seg, um mótburðurin verð- ur ov nógvur ov skjótt. Tað kundi hann lættliga verið eftir trý tap á rað, men við sigrinum hósdagin forðaðu vágamenn tó fyri, at so verður. Hjá VB mundi tapið hin- vegin koma illa við. Gaman í var liðið skert munandi, nú tveir leikarar vóru leik- bannaðir undan dystinum, men hinvegin er einki at ivast í, at heimadystur móti uppflytarum er nakað, sum skal geva stig, og helst trý av slagnum. Nú er kanska dekan ov tíðliga at staðfesta, hvussu tað fer at hilnast hjá vág- bingunum í ár, men tað er heilt víst, at skulu teir klintra nakað væl longur upp, so mugu teir í øllum førum sleppa sær av við óvanan, sum teir nú hava fingið sær, har brotsspørk tvær ferðir á rað eru gjørd í evstu løtu. Dysturin í tølum VB-FSV 2-3 (2-2) 1-0: Birgir Jørgensen 1-1: Eyðfinn Fjalsbak 1-2: Eyðfinn Fjalsbak 2-2: Milan Kulic 2-3: Jens Erik Rasmussen (br.) Vágamenn vunnu ein sera týðandi sigur, tá teir í evstu løtu skoraðu sigursmálið móti VB Mynd: Áki Bertholdsen Uttan at teir á nakran hátt spældu upp til sítt besta, vann HB ein sannførandi sigur á Skála, sum snøgt sagt einki vísti í sín part FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hóast tað enn ikki eru kom- in stig á kontina, so hava junglutrummurnar boðað frá, at leikliga framgongdin hjá Skála hevur verið stór seinnu umførini. Bæði móti GÍ og B68 var um reppi, at hetta kastaði stig av sær, men ein blanding av vænt- andi hepni og máltevi førdi tó við sær, at hesar royndir- nar vóru úrslitaleysar. Tí var spenningurin hampuliga stórur undan útidystinum móti HB, sum tvær ferðir í bólkaspælin- um hevði spælt Skála suður og norð, men sum síðani hevur havt sínar trupulleik- ar í kappingini, tó at úrslit- ini higartil hava verið góð. Ómaksleyst Men lat tað verða sagt alt fyri eitt, at Skála ongan tíð kom nær námind av hótta HB. Heimaliðið hevði so heldur ikki ein av sínum allar bestu døgum, men munurin á liðunum báðum var snøgt sagt somikið stórur, at teir reyð/svørtu ikki høvdu tørv á at ómaka sær alt ov nógv, og fyri stór- an part kundu hugsa meira um at goyma kreftirnar til sunnudagin, tá gøtumenn koma á vitjan. Kanska kundi bæði eitt og annað sær nakað øðrvísi út, um dómari ella linju- verji høvdu sæð álbogan, sum Bergleif Sólsker púr- asta óprovokerað gav Petur Svavarson, men so stórur sum munurin var, so er kortini ivasamt, um hetta hevði broytt nakað sum helst. Uttan at taka munnin ov fullan, so tóktist tað onk- ursvegna, sum um hevði Skála gloymt stóran part av høvdinum eftir heima. Har vóru í øllum førum eingi tekin um nakað sjálvsálit ella taktiskt umhugsni at síggja, og eitt nú var vinstra síða mest sum manntóm allan fyrra hálvleik, tí leik- arar royndu at sleppa í part í álopinum. Hetta gav høgra borðið hjá HB óvanliga góðar sømdir, og innan tveir minuttir høvdu teir báðir leikararnir her úti eisini mest sum avgjørt dystin. Fyrst var tað Hallur Dan- ielsen, sum sera hegnisliga fekk kipt bóltin framvið Skála-málverjanum, áðrenn hann av baklinjuni snaraði bóltinum í málið, og bert lítlan minutt seinni stóð Rókur F. Jespersen púra leysur, eftir at Rógvi Jacob- sen hevði sent innfyri úr høgru. Hetta punkteraði full- komuliga alla vón hjá Skála, og 3-0 málið var kanska gott dømi um, hvussu vónleys støðan var. Eins og í piltafótbólti stóðu fleiri HB-leikarar á rað og royndu seg við skotroynd- um heilt inni undir málin- um, áðrenn Rúni Nolsøe at enda kundi beina bóltin seinastu avgerandi metrar- nar inn, og so var dysturin í roynd og veru liðugur. Økonomigear HB leikararnir tóktust í øll- um førum als ikki hugaði at gera so øgiliga nógv meira við sakina eftir hetta. 3-0 mundi eisini vera ein nóg trivaligur sigur, og havandi í huga at næsti dysturin er longu sunnudagin, so var eisini væl skiljandi, at talan bleiv um økonomifótbólt. Hetta gav í seinna hálv- leiki Skála væl meira pláss at spæla á, men sæð burtur frá einum misnýttum risa møguleika fyrst í seinna hálvleiki, so høvdu gest- irnir í Gundadali einki at bjóða uppá. Meira er stórt sæð ikki at siga frá um dystin. Skála er enn stigaleyst í botninum, og gera teir sær ikki størri ómak enn tað sama, so er ilt at síggja, hvaðani stigini skulu koma. Hinvegin er einki at ivast í, at sálarliga mundi trúgvin upp á sigurin als ikki vera til staðar und- an dystinum hesaferð, og tað verður fyrst og fremst hetta, sum skal betrast, áðrenn teir mánakvøldið spæla botnuppgerð móti hinum havnarliðinum. Hjá HB mundi tað eina- mest vera stigini, sum høvdu nakað at siga hesa- ferð. At spæla ikki var fyrsta floks, hevur lítið upp á seg í so máta, og so mundi tað eisini koma væl við, at dysturin skuldi ger- ast so ómaksleysur, nú tað bert eru 72 tímar til næsta dystin. Og at enda telir tað so eisini á pluss-síðuni, at Martin Christensen nú tyk- ist vera komin rættiliga fyri seg. Hesa ferð gjørdi hann um seg á miðvøllinum fyri skadda Nico Dugaru, og tað er einki at ivast í, at HB við honum tykist hava fing- ið fatur í einum leikara, sum í nógvar mátar kann vísa seg sum ein fongur av teimum heilt stóru. Dysturin í tølum HB-Skála 3-0 (3-0) 1-0: Hallur Danielsen, 18 2-0: Rókur F. Jespersen, 19 3-0: Rúni Nolsøe, 28 Dómari: Lassin Isaksen. Hevði avgjørt ein av teim- um heldur lættaru arbeiðs- døgunum. HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Bergleif Sólsker, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Rókur F. Jespersen, Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Rógvi Jacobsen – Karsten From, Andrew av Fløtum Skála: Eugen Voda – Agnar Højgaard, Pauli Hansen, Dusan Juic, Arnhold Berg – Jonhard Frederiksberg, Sveinur Justinussen, Aleks- ander Juic, Hanus Thor- leifsson – Bogi Gregersen, Petur G. Svavarsson GK: Hanus Thorleifsson HB-Skála 3-0 (3-0): Einki at rafla um VB-FSV 2-3 (2-2): VB misti aftur við brotssparki Hóast HB fyri tað heilt nógva koyrdi í lægsta geari, so var sigurin á Skála ongan tíð í vanda hósdagin C M Y K 22 Nr. 101 - 31. mai 2003 23 Klaksvíkingar vóru greitt omaná ímóti illa skølaðum heima- liðið á Mølini, sum støðugt haltaði aftaná bræneggjaðu gestun- um FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Teir í Sundalagnum hava seinastu árini fleiri ferðir spælt KÍ stórt puss. Hós- dagin, tá ið talan var um higartil mest týdningar- miklu uppgerðina í ár millum hesi bæði liðini, endaðu klaksvíkingar om- aná ímóti EB/Streymi. Uppskriftin var púra greið. Á Mølini brúkti KÍ vápnið, sum EB/Streymur hevur brúkt, tá ið teir ferð eftir ferð hava farið illa við klaksvíkingum. Í útgangsstøðuni hjá KÍ var arbeiðssami Hjalgrím Elttør einsamallur á topp- inum, og KÍ vísti ikki stór- vegis áhuga í at hava nakað við tað helvtina av vøllin- um at gera, sum EB/ Streymur spældi út frá. Fremsta KÍ mannin møttu teir á heimaliðnum um miðstrikuna, í aðru røð vóru fimm av gestunum og fýra í aftastu røðini. Sammett við undanfarnu ferðirnar var fullkomuliga vent upp og niður upp á verjupartin hjá klaksvík- ingum. Teir dúvaðu ikki upp á rangstøðu, og har var einki tómt øki hjá mót- støðumonnunum at spæla í og at lyfta bóltin framí. Miðverjan burtur Hjá EB/Streymi kom tað rættuliga illa við, at hvørg- in av miðverjunum, sum higartil hava verið við til at gera miðverjuna so tætta, hesa ferð vóru tøkir. Egil á Bø royndi at hita upp, men tað bar ikki til, og so fór hann undir brúsu. Pazek var als ikki við, og so var neyðugt við óroyndum miðverjum. Marni Djur- huus og Esmar Eiðisgarð gjørdu tað, sum teir kundu, men tað sigur seg sjálvt, at tá ið liðið skal broytast á fleiri plássum, og tá ið miðverjan er heilt nýggj, so gongur tað út yvir heildina. Í Gundadali sunnudagin vóru Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen og Magni á Lakjuni rættuliga vanda- miklir í skjótu álopunum. Einki sást til vandamiklu álopini hesa ferð. Heima- liðið á Mølini megnaði ongantíð at seta KÍ verjuna undir trýst. Magni á Lakj- uni hevði onkran hálvan málmøguleika, men tað var barnamatur hjá Kartini Joensen at taka sær av. Hugburðurin framúr Hóast klaksvíkingar í verjupartinum vóru tættir og kompaktir, so bjóðaðu teir seg væl fram í álops- partinum, og teir vóru nær- gangandi fleiri ferðir. Størsti munurin á teimum og mótstøðumonnunum var hugburðurin. Klaksvíking- ar høvdu nógv viðhaldsfólk við sær á Mølina, og lagið á teimum var gott. Tað gleið væl niður, at teirra menn vóru so sannførandi og raskir. KÍ var við yvirlutan í stríðnum um luftbóltarnar, og teir vóru nógvir, KÍ var við yvirlutan í nærdystun- um á jørðini, sum eisini vóru nógvir, og klaksvík- ingarnir vóru nógv oftast fyrstir á returbóltunum. Á miðvøllinum var nýggi maðurin, Leon Bjartalíð, so mikið raskur, at hann av liðfeløgunum aftaná varð kosin at vera dagsins mað- ur. Einasta málið fekk KÍ, tá ið seinna umfarið var níggju minuttir gamalt. Allan Joensen, sum gekk undan á miðvøllinum, legði av miðstrikuni fríspark fram ímóti brotsteigar- markinum. Ove Nysted, sum var komin afturíaftur sum verjuálit, var hægstur og snittaði eitt sindur fram til Hjalgrím Elttør, sum eitt sindur til vinstru var leysur í brotsteiginum og smekk- aði í handaru síðuna av málinum. Seinni hevði KÍ onkran møguleika afturat. Erling Fles royndi seg tvær ferðir, men Gunnar á Steig bjargaði. Aðru ferðina hálvbjargaði málverjin, og tá sendi innskifti Arnold Joensen returbóltin dygst framvið. Men KÍ ferðalagið var væl til passar við úr- slitið, sum legði lunnar undir oddadyst á norðoya- stevnu. EB/Streymur–KÍ 0–1 (0–0) 0–1: Hjalgrím Elttør 54. EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Marni Djurhuus, Esmar Eiðisgarð, Bárður Olsen – Jákup Martin Joensen (Teitur Joensen, ), Marek Vierzbicki, Ronnie Sam- uelsen, Magni á Lakjuni – Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen Gult kort: Jákup Martin Joensen KÍ: Kartin Joensen – Har- ley Bertholdsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Ove Nysted, Símun Joensen – Atli Danielsen, Leon Bjartalíð, Allan Joensen, Jan Joensen (Arnold Joen- sen), Erling Fles – Hjal- grím Elttør Gult kort: Sámal Eyðfinn Akursmørk Fyrimunurin at spæla á heimavølli tykist ikki so stór- ur, sum hann áður hevur verið sagdur at vera, og hjá VB hevur eykatíðin higartil kostað tvey brotsspørk og trý stig 3. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Síðani útlutingin av stig- um í 1995 varð broytt, soleiðis at trý stig vórðu latin fyri at vinna í staðin fyri tvey, hevur tað kostað nógv at spæla javnt. Higartil eru sekstan dystir spældir. Í fimm førum hevur verið javn- leikur. NSÍ hevur tvær ferðir verið partur í javn- leikum, og tað hevur VB eisini. Í morgin hittast júst hesi bæði feløgini. So er spurningurin, um tað enn eina ferð verður javnleikur. Tað verður hvørgin parturin nøgdur við. At tað er stórur munur á javnleiki og teprum sigri, bera stigaposarnir hjá B68 og KÍ boð um. Hjá báðum feløgunum er málmunurin 4–2, og í báðum førum er úrtøkan sjey stig – tveir 1–0 sigrar og ein 2–2 javnl- eikur. Í øllum dystunum, sum hesi bæði feløgini hava verið annar partur- in av, hevur tað verið rættuliga tepurt, men tað hevur koppað teimum til fyrimunar. KÍ og B68 hittast í Klaksvík í morgin. Tað hevur altíð verið sagt, og hagtølini undir- strika veruleikan í tí, at tað oftast roynist betur á heimavølli, enn tað ger á útivølli. Úrslitini í teim- um sekstan dystunum higartil tosa ikki hetta málið. Fimm ferðir hev- ur heimaliðið vunnið, fimm ferðir hevur tað verið javnt, og seks ferðir eru gestirnir farnir avstað við sigrinum. KÍ hevur vunnið tvær ferðir á útivølli, men á heimavølli megnaðu teir akkurát javnleik ímóti VB. GÍ hevur vunnið, tapt og spælt javnt á heimavølli, og á útivølli vunnu teir tepurt á FSV, sum hesa ferð vann tepurt í Vági, har tað sjáldan kemur fyri, at nakar fær fult ímóti VB. Men tað gjørdi tað hesa ferð. Fyri aðru ferð í tríggjar dagar misti VB í yvirtíðini, tí brotsspark varð dømt ímóti teim- um. Í Klaksvík mistu teir tvey stig, og ímóti FSV mistu teir eitt. Um talan ikki hevði verið um eykatíð, men bara tvær ferðir 45 minuttir og einki afturat, so hevði VB havt fimm og ikki tvey stig! Hava ikki skorað enn HB hevur vunnið sann- førandi á heimavølli ímóti FSV og Skála. Javnleikurin í Runavik boðaði frá, at HB er væl fyri. Í morgin fara teir fyri triðju ferð at spæla á heimavølli, og tá kann roknast við, at mótstøð- an frá GÍ verður størri, enn hon higartil hevur verið í Gundadali. B36 er ikki væl fyri. Í aðrari grein verður tann veruleikin viðgjørdur. Her skal salt ikki streið- ast í sárið. Men tað er ein veruleiki, at B36 í trimum dystum ella 270 minuttum pluss eyka- tíðini ikki hevur megnað at skora mál. Málmun- urin hjá teimum er 1–4, og miðverjin hjá EB/ Streymi, Andrzej Pacek, syrgdi fyri B36 málinum í Gundadali. Skála er aftast. Teir eru einasta felagið, sum einki stig hevur fingið. Tað varð roknað við undan kappingarbyrjan, at tað fór at verða torført hjá Skála. Hóast spælið hevur verið á góðari leið, so hevur Skála framvegis til góða at skjóta mál. Málmunurin er 1–8. Bartal Eliasen hjá GÍ skoraði fyri teir næstsíðsta mikukvøld. Mánakvøldið fær Skála vitjan av B36. Tað verður rættuliga áhuga- vert og kanska eisini spennandi. Við úrslit- unum higartil í huga er sannlíkt, at tað ikki fara at vera nógv mál. Men tað er stórur munur á 1–0 og 0–0. Tað er stað- fest omanfyri. Verjuálitið hjá EB/ Streymi verður ikki førur fyri at spæla meiri undan summarsteðginum UPPTAKT Jóannes Hansen Vit hava áður nevnt, at fyritreytirnar at gera nakað serligt burturúr næsta um- farinum eru vánaligar, nú tað er ein og eingin útgávu- dagur millum eitt umfar og so tað næsta. Nú skal tað ikki vera tað bera grenj, men vit staðfesta hetta eina ferð enn. Tíðin og verk- fallið bera við sær, at um- røðan er rættuliga avmark- að. Norðoyastevnudysturin verður millum KÍ og B68, sum bæði eru á aldukamb- inum. B68 hevur alt fólkið tókt. Hjá KÍ er Aleksander Djordjevic framvegis skaddur. Fríðin Ziskason var skaddur ímóti EB/ Streymi. Teir rokna við, at hann verður við í morgin. Jan Andreasen var skaddur ímóti EB/Streymi og verð- ur ikki við í morgin. Eyðun Klakstein var burturstaddur hósdagin, men hann er tøkur nú. FSV fær á heimavølli vitjan av EB/Streymi. Okkum kunnugt er sama fókið tókt hjá FSV, sum í Vági var við til at vinna fyrsta sigurin í ár. Tá var Eyðfinn Fjalsbak við fyri fyrstu ferð, og tað var ikki eiti á. Hann skoraði tvey tey fyrstu málini. Hjá EB/Streymi stendur ikki so væl til við fólki, og tað kemur illa við, tí talan er um lyklaspælarar. Andrzej Pacek skuldi undir knívin hósdagin, og tann skurð- viðgerðin segðist vera so mikið stór, at tað er ikki hugsningur um, at hann verður við EB/Streymi hesu megin summar- steðgin. Egil á Bø hevði trupulleikar við fótliðnum hósdagin, men teir vóna, at hann verður tøkur í Mið- vági. Eyðfinn Joensen er eisini skaddur hjá EB/ Streymi. Hjá HB eru Eli Thor- steinsson (sjúkur) og Nicu Dogaru (knæið) ikki tøkir, men HB tykist hava nóg mikið at taka av. Í Gunda- dali vann GÍ í bólkaum- farinum í steypakappingini 1–0 á HB. Gidek var við aftur ímóti NSÍ, so gøtu- menn fara í Gundadal við øllum tí fremsta arsenalin- um. VB hevur verið nógv plágað av leikbannum. Í morgin eru Predrag Zivko- vic og Slobodan Madzer, sum vóru leikbannaðir ímóti FSV, tøkir aftur. NSÍ hevði Gert Langgaard á vøllinum síðstu tjúgu minuttirnar ímóti GÍ. Hann verður við í morgin. Kári Hansen hevur verið skadd- ur í fjúrtan dagar, og hann verður ikki við ímóti VB. Á Skála er Alexandur Johansen, sum var leik- bannaður ímóti HB, tøkur aftur. Iulian Floresco hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum,og hann er ivasamur til dystin ímóti B36, sum verður mána- kvøldið. Hjá B36 er alt fólkið tókt. Men avrikið á Toftum vísti, at tað er al- neyðugt við umskipingum og kanska manningarligum broytingum. Tróndur Vatn- hamar, Fróði Clementsen, Niels Joensen og Kenneth Jacobsen eru evni til besta liðið, meðan Heini í Skor- ini framvegis er skaddur. Tvey mál bera seks stig við sær EB/Streymur–KÍ 0–1 (0–0): KÍ var í rætta haminum Pacek burtur í átta vikur Tað var fyrst og fremst stríðsvilji og samanhald, sum gjørdu KÍ til betra liðið hósdagin, og hetta boðar helst frá góðum undan norðoyastevnuni 23