Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1993síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr 173— 14. SEPTEMBER 1993 Skutu málini — og syndadu Hóast B71 hevði at kalla allar teir kjansir, sum vóru í dyst- inum á Sandi sunnudagin móti LÍF, kom ikki nærtil so nógv burturúr, sum lagt varð upp til 2. deild, menn: B71-LIF 2-0 (1-0) Sandoyingar vunnu ein uppibornan heimasigur á leirvíkingum sunnudagin. Munurin á liðunum sást kanska ikki so sjónskur í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gjørdist dysturin eitt langt B71-álop. Dysturin var ikki meira enn eitt korter gamal, tå spælandi venjarin hjá B71, "Piotr Krakowski, tók sakina í egnar hendur og til fulnar útnyttaði, at leirvíkingar mistu bóltin í álopsupp- spæli. Piotr fekk sær ein langan driblitúr heilt afturi úr egn- um brotsteigi og fram til baklinjuna, áðrenn hann slapp sær av við bóltin. Eftir at hava rundað ikki færri enn fýra av spælarunum hjá LÍF, sendi hann innfyri til Torbjórn Jense, ið róliga kundi leggja bóltin áðrenn hann skeyt — og so var 1-0. Kundu økt beinanvegin Í næsta B71-ålopinum eftir málið kundu sandoyingar komið á odda 2-0, um hepn- ið var viðteimum. Aftur var tað Piotr, ið slapp sær í- gjøgnum og sendi til Tor- bjørn. Hesin seinni var staddur næstan inni á S- metrinum, og fekk hann haðani prikad béltin inn undir Ova Heinesen i LIF- málinum — og so trillai bólturin annars spakuliga fram við stongini ... og málinum. Í fyrra hálvleiki — aftan á málið — løgdu sandoyingar- nir seg eitt sindur longur afturi á vellinum í teirri vón at fáa lokkað leirvíkingar fram, so nakrir kontra- møguleikar kanska skuldu bjóðast, men tí fekk B71 nú ikki so øgiliga nógv burt- urúr. Leirvikingarnir, ið sjálvir høvdu ligið aftar- laga, komu longur fram á vøllin, men ikki spurdist meira burtur úr ti enn okkurt hendinga langskot. Ove Heinesen var komin upp úr Danmark at spæla dystin, ti Karten Vang hevði leikbann fyri tvinni gul kort. Hóast LÍF tapu dystin, var Ove ferðaseðilin verdur, og hansara partur lá ikki eftir. Serliga vóru tað fleiri av hansara relfeksbjargingum, ið meira ella mini gjørdu enda á góðum B71-álopum. Ov trongligt Seinni hálvleikur var sum nevnt eitt langt B71-ålop við einum átta til tiggju upp- løgdum málkjansum. Men ein av orsøkunum til, at ov lítið kom burturúr hjá B71, var yvirdnvið spæli út í síðurnar fyri síðani at fáa bóltin innfyri. Menn gjørd- ust mestsum ov grammir at sleppa upp í part i uppbyggj- andi spælinum, so midvøll- urin ikki megnaði at fylgja við fram, og so var ov tunn- ligt fyri málinum, tá bólt- urin kom inn fyri. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði LÍF ein lítlan kjans at javna út, men púra leysi Jan Olsen varð runnin aftur av B71-verjuni, áðrenn tað eydnaðist honum at koma í skotmála. Annars sástggiliga lítið til leirvíkingar, og ikki gjørdist tað frægari av, at Kristian á Reynatrød knæskaddur noyddist av vølli, tå gott og væl korter var eftir. Sandoyingar fingu vid sigrinum varðveitt vónina um í hvussu er at enda mill- um medaljutakararnar — í besta falli at sleppa upp í endaliga stríðið um gullið. Men teir kundu bert takka sær sjálvum fyri, at teir ikki vnnu ein størri sigur enn hesi bæði málini. Teir synd- aðu dúgliga, og bæði gjøgn- umspæld álop og deyðbólts- støður vórðu misnýtt í stór- um. , 1 tróttar-sosialurin i Tidindabladid Sumbingar varðveittu sina støðu 2.deild, menn: Sumba-SI 2-0 (1-0) Tad eydnadist hjá sumb- ingum at varðveita sína stóðu í kappingini um at rakka uppflyungina, tå teir leygardagin høvdu vitjan av sørvingum Hóast sørvingar stór- an part av dysunum vóru farir fyri at hava rætt liga nógv spæl á egnar vallarhålvu, gekst einki serligt hjá teimum við álopsspælinum, og tá teir so av og á komu í nánd av sumbiarverjuni, megnaðu teir ikki at fáa skapt nakrar kjansir. Einastu royndir teirra vóru nøkur langskot, 18 teireinki fingu burturúr. Talan var ikki um nakr- an opnan kjans. Ødrvisi var vorðið hjá Sumba. Liðið fekk glið á rættiliga gott álopsspæl og tvinni mál megnaði heimaliðið eisini at fáa. Málini kundu tó verið væl fleiri, tí sumbingar vóru í ikki færi enn trimum førum frír í fleinalsstødum — triggir móti einum — men hesar kanska mest opnu kjans- imarlótu teir kortini fara aftur við borðinum. Í fyrra hálvleiki fekk Sumba tað fyrra málið, tá Marlon Kjærbo fyrst spældi ul Páll Magnar Kjærbæk, ið við bring uni læt bøltin fara ul Hans Jåkup Thomsen, ið smekkaði til, so leður kúlan toygdi meskarnar hjá SI Í seinna hálvleiki var tað aftur Hans Jákup, 18 syrgdi fyri at koyra hólt in um målstrikuna hjá SI. Uppspælið framefur í høgru síðu var sera got, og tað ørkymladi verjuna hjá SI fullkomu hga, at tveir sumbingar lupu upp um bóltin, áðr- enn hann lá fyri fóunum á Hans Jåkupi, ið tó ikki læt hann fara víðari utt an at nerta hann Aftan á seinna málið løgdu sumbingar seg longur afturt á vellinum fyri at verja leiðsluna, men heldur enn at hetta gav SÍ teir stóru kjans- imar, gav hetta sumb- ingum sjålvum møgu- leika at fara í mótálop, ið við stórri nærlagni eisini kundu havt givið okkurt málið aftrat. (hj.) Ny auktion Det meddeles herved, at der på tid- ligere bekendtgjort tvangsauktion over matr. nr. 410 Klaksvik, er begæret ny auktion, der afholdes torsdag den 07. okt. 1993 kl. 10.40 Færøernes fogedret, den 09.09.93 Mette Søgaard Nielsen dtm. f Pelduskeld í viku 41, DTP-forritid: PageMaker v. 5.0 Dato: 11.- 13. oktober. Undirvisingin er frå 9 - 16. Adressan er Brekkutún 1, Hoyvík. Tekning og næmi upplýsing fer fram á tlf. 1 6173. FøroyaDataSktli Telefon 16173 | i á 4 %