fríggjadagur 17. september 1993síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 176 — 17. SEPTEMBER 1993
Oljuvirksemid
vid midlinjuna
økist i hvørjum
Um somu tíð sum ein løg
ungsnevnd viðgerð eitt
uppskot frá landsstýrinum
um at loyva seismiskum
kanningum á føroyskum
øki og ein føroysk sendi
nevnd fyrireikar seg at
fara ul London at vidgera
marknatrætuna vid bretar
fer fram évanliga nógv
virksemi beint eystan fyri
føroyska fiskimarkið.
Fýra ul fimm seismisk
skip frá fleir seismiskum
fyritðkum hava arbeitt í
økinum fyri fleiri av
heimsins størstu oljufyri
tókum, eitt nú BP og
Amerada Hess. Harum-
framt er nú ein av heims-
ins mest framkomnu
royndarboripallum komin
ul økid at bora
Økt virksemi
Virksemið er út á kant-
inum á Hetlandsrennuni
bert einar 10 fjóðringar frá
føroyska markinum ella
einar 160 fjórðingar úr
Akrabyrgi. Talan er um
linsensblokkin bretsku
megin miðlinjuna, sum
eitur 204. Tað var í hesum
blokkinu, at BP í fjør
gjørdi eitt sensationelt
oljufund. Amerikanska
fyritskan Amerada Hess
rakti eisini við eina olju
keldu stutt hagani
Eftir hesar kollveltandi
og heilt óvæntaðu upp-
dagingar broytti bretska
stjórnin mannagongdina í
lisensskipan tess, soleiðis
at BP og Shell alt fyri eitt
fingu loyvi ul at fara undir
veruligar kanningar við
oljuframleiðslu fyri eygað
Tað eru hesi góðu
fundini, sum nú eru
orsøkin ul, at eini fimm
seismikkskip hava gjørt
kanningar í økinum alt
summar, og at ein av
heimsins best útgjørdu
boripallum nú er á veg til
ekið
Kundu ikki fjala
gassloga
Hóast oljuidnadurin er ein
afturlatin heimur og alt
verdur dult sum mans-
morð, so er ilt at fjala út
yvir alt. Hetta måtti BP
sanna i fjør, tå manningin
å Smyrli kom fram vid
boripallinum "Ocean All-
tance", har gasslogin stóð
upp í loft - prógvið um, at
bretar høvdu funnid olju
og gass. Hetta fundið varð
rættiliga sensationelt, tí
ongar seismiskar kann-
ingar vóru gjørdar í øki-
num frammanundan
Komandi dagarnar fer
ein líknandi pallur "Ocean
Valiant" at bora í sama
økinum men nakað burtur
frá holinum, har olja
spríkti upp úr í fjør. Seis-
misku kanningarnar, sum
gjørdar eru í summar, vísa
nú vegin ul henda pallin
og fara helst mong eygu í
oljuidnadinum at vera
vend móti hesi boring
komandi dagarnar.
Veturin nærkast og tað
er greitt, at bretar hava
skund. Spurningurin er nú,
um Smyril verdur eins
heppin hesaferd at koma
fram å boripallin, medan
gasslogi stendur upp í loft,
sum hann var tad i fjør. Tå
var tað nærum av tilvild.
Ella hvør veit: kanska
landsstyrid, vaktartænast-
an ella onnur tridi fer at
fylgja vid, hvat henda
nyggjasta boringin fer at
visa.
jan
soll
Hetit
Orknoyggi?"
——
Bretskur olju-
"bossur” vitjar
Ein hin fremsti maðurin í
bretskari oljuvinnu kemur
í næstum ul Føroya. Tað
er John d' Ancona, ovasti
stjórin í OSO, sum stendur
fyri Offshore Supply Off-
ice. Hetta er almenna
hevuðsfelagið innan
bretska oljuvinnu og er
stjórin hjá sama d Ancona
eingin minni enn sjálvur
orkumålarådharnn Eggert.
Tað var á altjóða olju-
framsýningini í fjør, at
tåverandi føroyski orku-
målarådharrin Svend Åge
Ellefsen bjóðaði
d Ancona at koma til
Føroya. Hesin tók av
innbjóðingini og varð
ætlanin, at hann skuldi
vitja í summar. Men
landsstýrið ynskti at útseta
vitjanina ul í vetur, og nú
er dagurin so ásettur.
D' Ancona kemur til
Føroya 15. november. Við
sær hevur hann 12 fólk,
sum hver í sær umboða
allar partar av bretskari
oljuvinnu. Her er m.a. tal-
an um tey ovastu hand-
ilsfólkini innan oljuvinn-
una.
Tad skilst, at bretar eru
sera hugadir at tosa við
føroyingar við ti fyri eyg-
að at leggja lunnar undir
eitt komandi samarbeiði á
oljugkinum. Seinastu olju-
fundini á markinum mill-
um bæði londini hava eis-
ini økt um áhugan fyri
einum miðvísum
samarbeiði.
jan
Peter Philip frá Geco-seismikkfyritókuni:
Oljan av
hesta slag
-Ég skilji væl, at BP nú skundar undir kanningarnar í
økinum vestan fyri Hetland, tí oljan teir funnu har í fjór var
av besta slag sigur Peter Philip frá seismikfyritókuni Geco,
sum í summar hevur gjórt kanningar fyri amerikanska
felagið Amerada Hess á júst somu leiðum, har bretar nú fara
at bora
Nú bretar hava gjørt av at
gera eina nýggja roynd-
arboring í økinum nær-
hendis føroyska
markinum hava vit spurt
stjóran í heimsins størsta
seismikkfelag, Peter
Philip, sum herfyri varð í
Føroyum, um hann er
bilsin av, at BP - longu
áðrenn seismisku
kanningarnar eru lidnar,
fer undir enn eina
royndarboring í økinum!
-Eg eri ikki sø bilsin av
hesum, tí keldan BP fann í
fjør var rættiliga eina-
standandi. Olja varð av ti
besta kvalitetinum og lett
at fáa upp. Mær er sagt, at
manningin á einum før-
oyskum ferðamannaskipi
sá loga á boripallinum í
fjør, og tað sigur rættiliga
nógv.
That is the case
Peter Philip heldur seg
skilja, at BP ynskir at
koma víðari so skjótt til
ber. Vit spurdu hann, um
hetta at bretar longu eitt ár
eftir, at teir funnu eina
oljukeldu í økinum, fara at
royndarbora aftur, merkir,
at teir hava funnið eitt sera
áhugavert oljugki?
-Yes, Í am sure that,
that is the case. Ja er eri
vísur í, at hatta er stødan.
Eg ivist onga løtu í, at BP
heldur, at hetta er eitt sera
åhugavert øki.
Vanliga tekur tað fleiri
mánaðir at kanna og við-
gera seismiskar upplýs-
ingar. Í hesum førinum
kann eyka orka verða sett
inn - eitt nú vid at taka í
brúk nógv EDV-útgerð og
harvið fáa úrslitið rættiliga
skjótt. -Men seismiskar
kanningar er eitt rættiliga
umfevnandi fakøki, so tað
er helst ikki rætt at gera
ov skjótar niðurstøðu bara
útfrá, hvussu skjótt tað
gongur. Tað kann eisini
vera, at BP ynskir at gera
eina boring, áðrenn vetur-
in kemur. Men tað er ikki
óvanligt at skunda undir
alla gongdina, tá tú hevur
sæð okkurt áhugavert í
einum gki leggur Peter
Philip aftrat og vísir til
dómi um hetta, tá teir
arbeiddu í Vietnam.
Arbeiða fyri
amerikanskt felag
Nú er tað so, at eitt av
skipunum hjá fyritøkuni,
sum Peter Philip arbeiðir
fyri, hevur gjørt seismisk-
ar kanningar fyri ameri-
kanska felagið Amerada
Hess í júst sama øki sum
BP hevur funnið olju. Vit
spurdu hann ti, um ikki
fyritøka hansara Geco
longu hevur nógvar
áhugaverdar upplýsingar
um økid og um hetta ikki
eisini er orsøkin til, at
fyritøka hansara er so
áhugað í at gera kanningar
inni á føroyskum øki eis-
ini?
Til tad sigur hann, at
talan er um sølu av upp-
lysingum, og tf kann hann
ikki siga nakað. Heldur
ikki hevur hann loyvi til at
brúka upplýsingarnar, sum
teir hava skaffa Amerada
Hess, til at siga føroy-
ingum, at økid her møgu-
liga eisini kann vera
áhugavert.
-Eg havi tagnarskyldu
mótvegis kunda okkara.
Men ein sannroynd er tað
kortini, at vit fegnir vilja
sleppa at gera seismiskar
kanningar við Føroyar
leggur Peter Philip aftrat.
jan
Fe