Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 101 - 31. mai 2003 Nr. 101 - 31. mai 2003 27 Á Toll- og Skattstovu Føroya,Vága Øki er avloysarastarv,at byrja sum skjótast og 5 mðr fram, svarandi til fulla starvs- tíð, leyst at søkja. Arbeiðsuppgávur Talan er um tollarastarv, hvar arbeitt verður eftir vaktar- plani. Tann sum settur verður, kemur at arbeiða sum tollari og annars fjølbroytt skrivstovuarbeiði. Førleikakrøv Tað er ein fyrimunur at hava s.s. skrivstovuútbúgving e.l., navigatørútbúgving e.l., hava kunnleika til EDV, og enskt mál, annars at vera arbeiðssamur, fyrikomandi og duga væl at leggja arbeiði til rættis. Stórur dentur verður lagdur á, at viðkomandi arbeiðir sjálvstøðugt, er vanur við telduarbeiði - kunnleika til EDV er ein treyt - og skal vera førur fyri at mynda avgerðir í dagliga arbeiðnum. Tað er eisini ein fyrimunur við arbeiðsroyndum innan lóggávuna sum Toll- og skattstov- an umsitur. Setunarviðurskifti Løn og setunarviðurskifti verða ásett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið. Umsóknir Umsókn við upplýsingum um útbúgving, arbeiðsroyndir og møgulig viðmæli skulu sendast til Toll- og Skattstovu Føroya,Vága øki innan 13 juni 2003. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Elsu Brimvík, økisstjóra á tlf. 357700. Toll- og Skattstova Føroya Vága Øki 380 Sørvágur Toll- og Skattstova Føroya Vága øki Avloysarastarv á Toll- og Skattstovu Føroya,Vága Øki Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinn- krevjing hja landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Vága Øki, har viðkomandi kemur at starvast, eru 11 starvsfólk. LØGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister’s Office Umsitingarleiðari Starvið sum deildarleiðari í umsitingini á Løg- mansskrivstovuni er leyst at seta frá 1. august 2003. Starvið Umsitingarleiðarin hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av: • Fíggjar- og roknskaparmálum • Starvsfólka- og lønarmálum • Skjalaskráseting og øðrum umsitingarmálum • KT-viðurskiftum • Ognunum í Tinganesi • Stovnstrygd Harumframt skal deildarleiðarin taka sær av búskaparligum spurningum og kunna standa fyri búskaparligum verkætlanum sum til dømis at samskipa einskiljing av fyritøkum landsins. Umsitingarleiðarin hevur ábyrgdina av menning- ini á deildini og skal tryggja, at uppgávurnar verða loystar á høgum fakligum støði. Faklig førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri lærustovni innan samfelagsvísindi, heruppií bú- skaparfrøði, ella á øðrum samsvarandi útbúgv- ingarstigi. Persónlig førleikakrøv og royndir Umsøkjarar skulu vera væl fyri fakliga, hava vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting, góð samstarvsevni, vera tænastu- hugaðir, miðvísir og duga at arbeiða sjálvstøð- ugt.Tað er fyrimunur,at umsøkjarar hava arbeiðs- royndir innan tær uppgávur, sum liggja í starvinum, og hava innlit í almennu fyrisitingina. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í før- oyskum og enskum máli. Løn- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið verður settur,skal tola tillagingar og broytingar í starvinum. Setanarøkið fevnir um Løgmans- skrivstovuna og hini stjórnarráðini. Umsóknir Umsóknir við prógvum, lívsrensli (c.v.) o.ø. skulu vera Løgmansskrivstovuni, FO-100 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juni 2003. Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Marj- una Hanusardóttur, løgmansstjóra, á tlf. 35 10 10, at fáa nærri at vita um starvið. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Løgmansskrivstovan styðjar løgmanni í at stjórna landsstýrinum og hevur ábyrgdina av at fyrireika og fremja uppgávurnar, sum løgmaður hevur samsvar- andi stýrisskipanini, nevniliga at samskipa og hava eftirlit við landsstýrinum, harumframt fyrisiting og uttanríkismál. Prísbroytingar www.ssl.fo Frá 1. juni verða prísirnir ímillum Vágar og Tórshavn broyttir. Nýggir prísir fyri mánaðarkort verða: • Sandavág - Tórshavn kr. 1050,- • Miðvág - Tórshavn kr. 1200,- • Sørvág - Tórshavn kr. 1200,- r e p r o z Hús í Bø til sølu Eini sethús í Bø til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 332376 ella 332813 Lærari til Viðar- eiðis Skúla Viðareiðis Skúli søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv at undirvísa fulla tíð skúlaárið 2003-4 Umsóknir og møgulig viðmæli skulu sendast Viðareiðis Skúlastýri við Lenu Heinesen ella sendast við t-posti til vidskuli@post.olivant.fo Freist týsdagin 10.06.2002 á miðdegi. Løn smb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Viðareiðis skúlastýri v/ Lenu Heinesen Fo-750 Viðareiði Campingbilur Mercedes Benz MB100 til sølu frá 93,koyrt 137.000 km,el-spegl,wc,vask,køliboks, 6 sitipláss, 2 sovipl. + 1 barn, sleipikrók, ABS og oljufýr. 2 akkumolatorar. CD/kasette. Síðutelt. Tlf. 257360 C M Y K 27 26