Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 177 — 18. SEPTEMBER 1993 Dan Petersen, Í tingsmadur: -Vit liva I ulvatidum -Fólk. id enn hava arbeiði, kenna seg ótrygg. Solidariteturin og lovaliteturin á arbeiðsplássunum verður niðurbrotin, tí tey vita. at "kun de bedste fortsætter". Men hvor er bestur spurdi Dan Petersen, tingmadur javnaðarfloksins undir fíegjarlógarviðgerðin!! S Eru tað tey. id strúka stjórunum oman og niðan eftur rygginum, eru tað tey, sum lata sína yvirtíð ókeypis til ar- heidsgevaran, ella eru tað tey, ið kanska skylda arbeiðsplássi ella bankanum mest“ Vit mugu og skulu hava eitt samfelag, har sum brúk er fyri ollum og ikki einans teimum bestu, hvørji tey so eru segði tingmaðurin. Vit prenta 1. part av rødu hansara Ikki kann sigast annað, enn at nógv er hent, sidan vit viðgjørdu fyrra fíggjarlóg- aruppskouð fyri einum ári síðani. 6. oktober broyttust fortreyurnar soleiðis, at nýtt fíggjarlógaruppskot bleiv lagt fram efur kravi frá døn- um — tann sonevnda realist- iska fíggjarlógin, hóast allir mundu hava varhugan av, at tølini vóru órealistisk. Hetta kravið bleiv sum rímiligt var, slept seinni. Fleiri ferðir síðani eru bankarnir bjargaðir við almennum pengum. Bankadrift er ikki fyri meinigmann at skilja. Sama dag sum Sjóvinnu- bankin fór av knóranum var ætlanin at býta stáplar av friaktium út ul starvsfólkið sum > fødingardagsgåvur. Av sonnum lagnunar spei- semi. Fólk høvdu av góðum grundum væntad, at allar hesar 100 tals mill. fóru at koma vinnulívinum ul góð- ar, men pengarnir eru bert horvnir onkusvegna. Tá ið funningsbóndin á seyðar- høvd inni hjá Ormi bónda á Skála, segði hann, at tungt var at eta egið stolið. Men hesin samanburður kann valla brúkast, tí, sum danski bankastjórin segði, so var hetta »betroede midler<, sum ikki kundu nýtast til hvat sum helst. Vinnan hevur lítið sæd til pengar- nar, men Sjóvinnubanin hevdi so råd at lata størsta steyp í søguni á ólavsøku. Nósin fyllir á hvgrjum ári til gleði fyri børnini, sum øll fáa fødingardagsgåvu. Og sum rosinan f pylsuendan- um fingu allir Føroya lær- arar, eini 7-800 fólk, ein lummaroknara til gávis, samstndis sum bankin fór av knóranum, fyribils fyri seinastu ferð. So orðatakið hjá Funningsbóndanum er kanska ikki! heilt av leið. Nú skulu so bankarnir leggjast saman, við tí fylgju, at eimi 150 fólk verða kastað út í arbeiðsloysi Tað er nú ikki altíð, at:tú gledist, tá ið vi fært rætt í einum standandi trætumáli. Tað kann henda, at tú bein- leiðis blívur ólukkuligur. | sævti- og Áttatiárunum bleiv frá borgarligari síðu framført, at besta trygdin mót arbeiðsloysi var onga arbeiðsloysisuygging — at hava. At Danmark hevdi eini 300.000 arbeidsleys, var bert tí, hesi fólk vóru so dovin og heldur vildu liggja heima á sofuni og súgva al- mannahjálp. Vit fingu ann- að at síggja, og tað í ólukku- máta. Arbeiðsloysið er stórt og arbeidsloysistryggingin er bert eitt eiti av tí, hon var ætlad, av ov stårum trysti. Nú sigur løgmadur, at landsstýrið fer at undir- skriva såttmåla, um at sam- skipa donsku og føroysku arbeiðsloysisskipanina. Henda orðing er so veik, at torført er at skilja, hvat meint er vid. Er tað soleiðis, at føroyingar kunnu fáa út- goldnar danskar takstir í Føroyum? Ella skalt tú til Danmarkar, áðrenn henda samskipaða hjálpin verður veitt? Hóast tað er ein eyð- mýkjandi tanki, so er tað hóast alt betur bæði fyri Føroyar og Danmark, at ar- beiðsloysisstuðulin verður veittur her á landi, heldur enn at fjórði hver føroy- ingur endar sum sosialt til- feldi í Danmark. Ein onnur loysn er, tá ið arbeiðsloys- istryggingin fyrr ella seinni kemur í landskassan, at partar av samsýningini verður latin sum lenar- studningur ella kilostudn ingur ul arbeiði upp á fryst- an fisk. Tá verða skapt virði heldur enn passiviletur. Javnaðarflokkunn hevur altíð havt tað álit á fólki, at tey heldur vilja arbeiða enn at ganga fyri onki. Okkara danski banka- stjóri segði, at >kun de bedste fortsætter< efur sam- anleggingina, og ein vinnu- lívsmaður hevur sagt nakað tað sama. Hetta er óhugna- lig úttalilsi, sum í øllum før- um eiga at geva javnaðar- fólki nakað at hugsa um. Skulu vit hava eitt sam- felag, har einans brúk er fyri teimum bestu? Og hver skal avgera, hver ið bestur er? Tað eru úlvatíðir, vit liva í. Fólk, ið enn hava arbeiði, kenna seg ótrygg. Solidari- teturin og loyaliteturin á ar- beiðsplássunum verður nið- urbrotin, tí tey vita, at »kun de bedste fortsætter<. Men hver er bestur? Eru tað tey, ið strúka stjórunum oman og niðan eftir rygginum, eru tað tey, sum lata sína yvirtíð ókeypis til arbeiðsgevaran, ella eru tað tey, ið kanska skylda arbeiðsplássi ella bankanum mest? Hvørji fólk loysir tað seg fyri bank- arnar at halda uppá? Vit mugu og skulu hava eitt samfelag, har sum brúk er fyri øllum og ikki einans teimum bestu, hvgrji tey so eru. Menn og konur á getuni, tey ið eg rokni meg ímillum, spyrja, hví tað skal vera sum í søguni, at fólk skulu so 6- metaliga nógv ígjøgnum, áðrenn tey fáa tað gott aftur. Hví skulu vit á bom? Hvi kunnu vit ikki fóta okkum á næstnidasta trini? Saner- ingin hevur higartil verid eitt vånbrot— hon gongur alt Dan Petersen, tingmaður teimum bestu ov seint. Hetta er seigpin ing, sum politikarar onga åvirkan hava á. Ringt er, tá ið poliukarar stýra, verri er, táiðteir ikki stýra. Sagt varð at saneringin skuldi vera frí Tey, ið vildu standa uttan- fyn, skuldu fáa loyvi ul tess. Men soleiðis bleiv ikki. Eitt óhugnaligt maktstríð hevur tikið seg upp í Eysturoynni millum Bankan og flaka- virkini og gíslar í hesum 6- hugnaliga spæli er sum altíð arbeiðsfólkið. Frá tíma ul annan verður fólki á Hand- ils- og Frystivirkinum og Lynfrost uppsagt, hóast av- talan um gjaldssteðg var framlongd ul november mánaða. Soleidis er, tá ið kapitalurin ræður einsa- mallur. Fólk kann ivast um tað var rætt at bjarga bank- unum, og ongin veit at svara. Eitt er givið: Tað var skeivt ikki at seta bankunum krøv, soleiðis at teir bundu seg til at hava eii ávíst tal av arbeiðsplássum opið til saneringin var framd. Eyst- uroyggin, sjálvur forsyrgj- arin millum oyggjarnar, ið stóð fyri góðari helvt av landsins útflutningi, blødir burtur av hesum arbeiðs- loysi. Hetta er sárt at síggja. Tey uttanlandslán, sum blivu lánt upp á hálsin á ar- beiðsfólkinum, verða nú brúkt sum pressión í einum óhugnaligum maktkampi. Her má landsstýrið gera sína ávirkan galdandi. Nýggjar partafelagslógir verða eisini nevndar í løg- mansrøduni, og her megu vil seta størri krøv um moral i vinnulívslógimar. Ó- hugnaligar søgur ganga um vinnulívsmenn, sum hava drenað kapital úr virkjum við at uppskrúva parta- pening og síðan útgoldið vinningsbýti úr virkjum, ið hava verið tyngd av skuld Gamla orðatakið um, at ein maður er ein maður, og eitt ord er eitt er, er ikki gald- andi longur. Tað gav at bíta, at ein av okkara fremstu -Vit mugu hava eitt samfelag fyri øll og ikki einans fyri sakførarum bart út segði, at tað, at svara hverjum sítt í skipabyggimálum, var ikki ein spumingur um moral, men ein spurningur um jura Hvar eru vit stødd? Getuljós á Tvøroyri Hervið verður gjørt kunnugt, at frá 20. sept. 1993 verða getuljósini sløkt um nåttina. Sløkt verður kl. 00.30 og verð- ur tendrað aftur kl. 06.00. Sløkt verður tó ikki næturnar móti leyg- ardegi og móti sunnudegi. Tekniska nevnd Tveroyrar kommuna Systemfólk — Programmørar Sekt verður eftir tveimum systemfólk- um ella programmerum til útviklings- deild okkara. Arbeiðsuppgávurnar verða at útvikla og viðlíkahalda Banka- / Sparikassaskipanir. Hevur tú royndir innan økid, gevur tað ein fyrimun. Nærri upplýsingar kunnu fáast frá Ein- ar Thomassen, tlf. 14505. ELEKTRON Box 219 FR-119 Tórshavn