Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1993síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 177 — 18. SEPTEMBER 1993 Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður um bygnaðarálitið: Trúgvi ikki uppá serfrødingar og samfelagspåvar | Vandi er fyri, at allar kvoturnar enda í einum stórum felag eins og flakavirkini eru endað. Vandi er eisini fyri, at ut- lendingar fara at keypa kvotur - og tí má byrgjast upp fyri tilikum segði Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður javnað- arfloksins m.a., tá álitið frá bygnaðarneyndini varð til viðeerð á tingi herfyri. Hann segði seg ikki trúgva uppá sokalladar serfróðingar og samfelagspåvar og vísti á, at nú er komið at teimum stundum, at sporini ræða. Tad er frágreiðingin — ella tilrådingin frá bygnaðar neyndini, sum er ul við gerðar her á ung! í dag. Tað er einki at loyna, at bíðað hevur verið efur hes- ari frágreiðing ella tilråding við stórum spenningi. Men at úrslitið skuldi verða tað, sum fram er komið, tað hevði helst fáur grunað. Men, kortini kann eg siga, at eg havi als onga orsøk at gerast bilsin, tá ið havt verður í huga, hvussu henda nevndin í høvudsheitunum var samansett. Tíverri er tað ein sann- roynd, at í stóran mun eru tað teir somu knokkarmnir, sum ganga aftur og aftur á flestu økjum í samfelag- num Synd er at siga, at teirra avgerðir ella ulráðingar í øllum færum hava roynst serliga hepnar. Og tað er ógvuliga áhuga- vert ella tankavekjandi, at somu persónar kunnu teljast á aðrari hond — og eg loyvi mær at ivast i, um somu per- sónar kunnu vera serfrød- ingar á øllum økjum innan fiskivinnu ella mál, sum hava við fiskivinnu at gera. At so er, haldi eg, at vit hava fingið fullgott prógv fyri í teirri frágreiðing, sum er ul viðgerðar her á ungi í dag. Bygnaðarneyndin hevur nevniliga fullkomiliga mis- skilt ta uppgávu, sum hon skuldi gera. Ella hevur hon í grundini tað? Bygnaðarneyndin hevur helst arbeitt út frá teirri á- skoðan, at landsstýrið var bundið av teirri niðurstøðu, sum hon kom úl — og kanska vendist her ikki aft- ur. Men, eg vóni, at enn eru ikki allar súgir syftar! Eg meti málið ógvuliga álvarsamt. Tí, um løgtingid ikki er klárvakið heldur enn durvandi á varhaldi nú, so kunnu vit einsvæl takka fyri okkum og siga farvæl ul alla føroyska fiskiveidu á føroyskum hondum lang fram í tíðina. Og tað er í tílíkum førum sum hesum, at samgongan eigur at standa sína roynd. Gjørd gerð fær onga vend, sigur orðatakið, og soleiðis er eisini í hesum før. Landsstýrið var ikki á varhaldi, tá ið bygnaðar- nevndin varð vald; ú eg haldi, at tað kendi hug- burdin hjá teimum flestu av teimum, sum vald vórðu. Men er tað so nakað, sum vit her í løgunginum kunnu gera fyri at bøta um skaðan, sum gjørdur er. Jú, tað er umráðandi, at logungið roynir at seta so dyggar lógir, at eingin meguleiki = verður hjá »spekulantum« at skalta og valta við teimum sonevndu umsetuligu kvotunum, ið neyndar verða. Eg beri stórliga ótta fyri, at gongdin verður bein- leiðis, sum sagt verður: Tess meira beinleiðis verð- ur latið til reinar búskapar- ligar avgerðir, tess meira tykist stórfelags (koncern) rakstur at vinna frama. Tað er, at vinnulívið verður savnað í stór felag við sterk - an miðsavnandi leiðslu. Talan verður ofta um lodd- rætta — vertikala — saman- legging og menning verdur flutt il miðleiðsluna. Men, fyri at alt ikki verð- ur miðsavnað, eigur nevni- liga at verða skipað soleiðis fyri, ateingin, sum ikki hev- ur við sjálva veiðuna at gera, sleppur at keypa kvot- ur. Tað er jú altíð ein vandi fyri, at allar kvoturnar enda í einum stórum felag eins og flakavirkini eru endað. Tad er eisini ein vandi fyn at útlendingar fara at keypa kvotur — og ti má byrgjast upp fyri tílíkum. Um onkur hevur kvotur, men ikki skip, eigur við- komandi at lata kvoturnar frá sær. Tað eigur nevniliga at vera Omøguligt at »speku- lera« við keypi og sølu av fiskikvotum! Tað verður eisini hildið í frágreiðingini frá bygnað- amevndini, at flotin skal til- laga seg eftir marknadar- kreftunum. — Jú, men tað veldst um hvørjum korum teir ymisku veidihættirnir koma at virka undir! Men, eg síggi fyri mær ein framtíðarflota í Føroyum, sum er samansettur av okk- ara elstu og vánaligastu før- um; einum utslitnum flota, sum als ikki lýkur góðsku- krøvini, meðan øll tey fræg- astu skipini rúka av landin- um Tey gomlu, útslitnu skip- ini skoyta útlendingar sjálv- andi ikki um at keypa. Og soeru vit aftur staddir í teirn støduni, sum vit vóru í í fimtiårunum. Tað var stórt rumbul og mikil øsing í Ásgørðum á sinni, tå ið úlvurin hevði slitið. Øl ræddust hetta øgi- liga ódjór, og tí var neyðugt at binda úlvin aftur. Men, hetta var sjálvandi betur sagt enn gjørt, ú úlvurin sleit allar leinkjur ella bond. Atendahevdu gudamir tó gjørt eina leinkju, sum eing- in kundi slíta. Men nú gjørd- ist úlvurin illtonktur og kravdi at Týr skuldi leggja høgru hond í kjaftin á hon- um, meðan teir leinkjaðu hann. Ulvurin kendi at hann var fastur, og beit so fast at Tyr misti sina høgru hond. Eg kann ikki lata vera vid at samanbera hetta broud úr norrønan gudalæru við Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður Føroyum, sum er samansettur av okkara elstu og vánaligastu forum, meðan tey frægastu skipini fara av landinum støðuna í Føroyum í dag. Úlvurin er leysur. — Hann leikar leysur í føroyska sam- felagnum í dag. Og tá ið eg sigi at úlvurin er leysur, so vita tit, hvat eg meini við, og hann má fjøtrast — kosti, hvat tað kosta vil. So kann tað standa sína roynd um legungið hevur sama dirvi saman við lands- stýrinum, sum Týr sýndi á sinni! Tað eru fleiri ungmenn úr ymiskum flokkum, sum hava sagt, at ætlanin er als ikki at seta ymiskar veiði hættir upp móu hvgrjum øðrum. Stuttligt, ógvuliga stutt- ligt at hoyra. Men, tíverri er tað ein sannroynd, at somu persónar gera sítt ítarsta fyri at seta veiðihættir upp móti hverjum øðrum. Teirra lutur liggur ikki eftir, tá tað um- ræður at stoyta olju á bálið! Eg ætli mær ikki at vid gera tað, sum ymiskir fram- søgumenn hava sagt her í dag, tí teirra sjónarmið eru ikki nýggj, men sera væl tugd og tanlað, alt eftir hvagani úr landinum somu persónar koma. Men fyri at virkir og skip ikki koma at enda undir ein- ari leiðslu við einkarrætti, verður neyðugt, at skipini hava frítt at fara at selja sín fisk — uttan fyri ta skuld at missa fløgustudulin. Tað verður tí neyðugt at fremja lógarbroyting eisini á hesum øki. Sanniliga fær landsstýrið úr at gera á fiskivinnugkin- um í komandi tíðum. Fyri fyri at taka samanum, eri eg komin til ta niður- stóðu, at sokallaðar serfráð- ingar ella samfelagspávar Tíðindablaðið (EST) -Eg síggi fyri mær ein framtíðarflota í trúgvi eg als ikki uppá. Tí, nú er komið at teimum stundum at sporini ræða! Starvsfólk søkist Vit sóknast eftir dugnaligum og sjálv- støðugum fólki at arbeiða við blaðnum > TRUBODIN«. TRUBOÐIN er málgagnið hjá Heima- missiónini og hevur skrivstovu í Nes- vík. Blaðið kemur út 2 ferðir um mán- aðin í 1700 eintokum. Arbeiðið verður gjørt á teldu, tí hevur ávísur kunnleiki til telduarbeiði fyrimun. Umsekjari má taka undir við, og hava kunnleika til heimamissiónsarbeiðið og má kunna arbeiða samsvarandi hesum. Hollur kunnleiki til føroyskt er avgjørt ein fyrimunur. Lon og arbeiðstreytir sambært avtalu. Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá blaðstjóranum. Skrivlig umsókn skal skjótast møguligt sendast til: TRÚBOÐIN att. blaðstjórnin 437 Nesvík tf. 22533