týsdagur 21. september 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 178 — 21. SEPTEMBER 1993
Tíðindablaðið (ET,
ítróttar-sosialurin“
Gøtumenn halda stevið
Komu uppiborðið á odda 2-0, men vóru um at søpla annað
stigið burtur móti endanum
1. deild. GI--B36 2-1 (1-0)
Tað gekk eina ferð aftur at
hjá oddaliðnum úr Gøtu.
Teir megnaðu at halda tørn
um oddasessin, tá teir fyri
fimtu ferð í ár vunnu eitt
máls sigur. Hesa ferð var
tað móti B36, ið er annað av
liðunum, sum hverki hevur
heiðursmerki ella niður-
flyting at hugsa um, og
tískil ikki hevur fyri neyðini
at nýta selar og reim á
útivelli, men kann loyva
sær at spæla fyri at vinna og
har við vága at tapa.
Havnamenninir høvdu
avrátt, at teir skuldu lata
heimaliðið koma fram á
vøllin fyri síðani at royna at
taka teir á bóli við skjót-
ålopum. Men avtalurnar
komu líuð ul sjóndar á
vellinum, tí ofta í 1. hálv-
leiki, tå B36 hevði nógva
vindin inn á stynbords-
loringina, fluttu teir fólkið
langt fram á vøllin. Soleiðis
vóru vongverjarnir báðir,
Jan Poulsen í høgru og Bogi
Midjord í vinstru, ofta við i
royndunum at mynda ålops-
spæl, uttan at stórvegis
møguleikar spurdust burt-
urúr.
Væl skipað oddalið
Hóast vånaligu umstødur-
nar og tískil ofta ov lítið
neyvar sendingar, so var við
hvert gott samanspæl. GÍ
stóð fyri tí mesta, men ofta
vóru tað ov nógvar flytingar
og ov lítið beinleiðis spæl,
og tað bar aftur við sær, at
B36 verjan kom í rætta
stóðu, og so var meiri trup-
ult at koma ígjøgnum.
Tað hevur gingið aftur í
fleiri av undanfarnu dystun-
um, at GI hevur vunnið móu
liðum, sum so at siga hava
leikt javnt mót teimum. Ein
av høvudsorsøkunum til
hetta er, at gøtumenn eru
sera væl skipadir å vøllinum
og megna alla tidina at røk ja
skyldurnar, sum eru av-
ráddar undan dystarbyrjan.
Hetta kom eisini til sjónd-
ar hesa ferð. Allir triggir
midvallaramir hava álops-
lyndi. Såmal tykist vera
tann, sum hevur fægst
verjuskyldur, meðan Pauli
og Magni Jarnskor eru stak
góðir ul at tetta, tá onkur av
aftaru monnunum sníkir
sær fram við.
Verjuleikarar
við í málunum
Vongverjarnir royndu seg
báðir í álopsparunum, og
hóast allar royndirnar ikki
vóru neyvar og góðar, so
áttu teir sín lut í málunum
báðum.
Tað vóru 35 minuttir
leiktir, tá Henning Jamskor
stútaði innlegg frá vinstra
vongverja, Peturi Páll
Mikkelsen, inn um Wiczek,
sum noyðist taka stóran part
av ábyrgdini av málinum á
seg. Innleggið varð sent yvir
35-40 metrar, og í staðin
fyri at renna móti bóltinum,
stóð málverjin og bíðaði eitt
sindur åt frá málinum.
Slíkan møguleika letur so
væl upplagdur leikari sum
Henning Jarnskor ikki fara
aftur við borðinum.
2-0 málið skoraði vong-
verjin í hinum borðinum,
Rúni Justinussen, tá hann i
56 minutti púra óansaður
fyri opnum máli setti høvdid
undir innlegg frá Símun:
Petur Justinussen. Alops-
veteranurin = loysti eftir
stedgin Heina Heinason av.
Havnarmenn trýstu
síðstu løtuna
GI gjørdist eitt sindur varðið
eftir øktu leiðsluna, og tað
gjørdi, at B36 fekk størn
leiklut, enn teir høvdu havt
langa løtu. Dånial P. Johan-
sen minkadi, tå hann eftir
innlegg úr høgru og eitt
sindur av aftur og fram í
brotsteiginum potaði um-
vegis handara stólpan og í
netið.
Tá vóru 64 minuttir leikt-
ir, B36 helt á at trýsta, og í
síðsta álopinum var tað um
reppið, at teir javnaðu. Bogi
Midjord gjørdist púra leys-
ur, hann tóktist ætla sær eitt
sindur betur umstødur,og so
Jóan Pauli Olsen, GI,
rundar Rógva Thor-
steinsson, B36. Mynd-
ir: Jens Kr.istianVang
varð hann taklaður í skot-
royndini.
GI er framvegis oddalid,
men teir vilja ikki hoyra
grett um FM heiti enn. Teir
eiga tveir torførar dystir å.
Sunnudagin skulu teir á
Svangaskarð at leika móti
svongum B68 liði, sum
undan summarsteðginum
greiddi javnleik í Sarpi-
gerði, og annan sunnudag
kemur KI á vitjan. Teir eru
einasta lið, sum higartil
hevur vunnið móti GÍ. Tað
verður = spennandi, men
sjálvandi hava gøtuf6lk tað
álit á sínum monnum, at teir
fara at megna setningin,
sum er minst try stig hesar
bådar dystirnar.
-nn-
— NSÍ aftur i
fremstu rød
2. deild. MB--NSÍ 0-2 (0—1)
NSI gjørdi sina skyldu,
tá teir vóru í Miðvági, og
tað hóast Ólavur Olsen
og Um Hansen, sum
hava verið stuðulsleik-
arar mesta parun av år-
inum, sótu skaddir uttan
fyri. Heimaliðið hevur
stórt fólkatrot. Tað kom
m.a. ul kennar við, at
Mikkjal Danielsen, sum
fleiri = dystir = síðani
summarfrítíðina hevur
verið við, gekk skaddur
uttan fyri, og at Eirikur
Joensen, sum ikki hevur
verið við í fleiri ár, kom
inn í 2. hálvleiki.
NSÍ hevði bóltin meiri
í 1. hálvleiki, men teir
megnaðu ikki at skapa
flótandi og samanhang-
andi leik. Bæði liðini
tóktust darvaði av vind-
inum, soleiðis at send-
ingarnar ikki vóru nóg
neyvar, og midvøllurin
hjá oddaliðnum vísti ov
lítið hugflog ul at koma
gjøgnum tøttu miðverj-
una hjå midvingum.
Jack Jakobsen hevur
havt gott kappingarár, tá
tað ræður um at skjóta
mál. Hann gjørdi fyrra
málið í Miðvági, tá 27
minuttir vóru leiktir.
NSI spældi fram i
vinstru síðu, haðani Jack
sneiddi ein av, dróg móti
málteiginum og smekk-
aði til úr spískum. Bólt-
urin støkk í verjuleikara,
snýtu Trúgva Fagraberg
í málinum og fór inn við
handara stólpa.
Eftir steðgin hevði
heimaliðið bóltin meiri,
men teir fingu ongar
rættiligar målmøguleik
ar burtunir. Jens Erik
Rasmussen sást ikki
serliga nógv til. Hann var
á miðvellinum 1
hålvleik, men eftir hvild-
ina flutti hann eina løtu í
álopið, men har megnaði
Oddfríður Gaardbo væl
at ansa honum. Eina
ferðina vildu miðvingar
hava brotsspark, men
dómarin metti Jens Erik
at spæla sjónleik.
Tað, sum NSI vísu 2.
hålvleik, var ikki upp-
flytara ul 1. deild verd-
ugt Kanska komst tað
av, at teir vóru noyddir at
broyta um liðið, tí Kári
Hansen fór skaddur út,
men slíkt eigur ikki at
bera við sær, at oðdalið
móti botnliði fullkomu-
liga missir takið.
Men hóast alt fekk
oddaliðið eitt mál aftur-
at. Tað var, tá dysturin
var um at vera liðugur,
og heimaliðið hevði flutt
seg langt fram fyri at
javna. Elian Hansen pot-
aði í kassan, tå nakað av
klumpspæli stóðst av
eftir innkast í høgru.
NSleigur EB/Streym á
heimavølli komandi
leygardag, og bæði tann
dysturin og móu SI i
sidsta umfari verda ikki
avgerandi fyri uppflyt-
ingina. MB tekur móti
Royn leygardagin.
Vinna miðvingar hava
teir so at siga tryggjad
sær atgongd ul 2. deild
eisini komandi år. Tapa
teir, er illa vordid.
(-nn-)