Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 102 - 3. juni 2003 Nr. 102 - 3. juni 2003 3 Ung frá drama verkstaðnum í Havn spæla í hesari vikuni sjónleikin Valhøll í Sjónleikarhúsinum SJÒNLEIKUR Heri á Rógvi 20 børn úr Dramaverk- staðnum í Havn spæla hesa vikuna ein sjónleik í Sjón- leikarhúsinum í Havn. Leikurin við heitinum Valhøll er um tær væl kendu persónarnar í Nor- rønu gudalæruni. Tað er leiðari fyri Dramaverkstað- ið, Hjørdis Johansen, sum sjálv hevur skrivað leikin. Leikararnir eru millum 12 og 16 ára gamlir. Og teimum dámar at standa á palli og spæla sjónleik. Onkur teirra hevur gingið á verkstaðnum í næstan seks ár, og onnur eru á fyrsta sinni á palli, eftir at hava gingið á Dramaverk- staðnum í vetur. Hjørdis Johansen sigur, at áhugin er stórur millum børn og ung at spæla sjón- leik. – Eg havi verið noydd til at siga nei til nógv. Hesi, sum spæla í sjónleikarhús- inum, eru bert ein partur av teimum, ið ganga á verk- staðnum, sigur Hjørdis Johansen, sum hevur ein langan bíðilista við fólki, sum vilja sleppa at spæla sjónleik. Eisini eldri fólk ganga til undirvísing í Dramaverk- staðnum – frá átjan ára til hálvtrýss. Vant verður vanliga eina- ferð um vikuna nakrar tím- ar. Roynt verður at fram- føra fyri fólki einaferð um árið, men hetta er ikki tað, sum hevur týdning, sigur Hjørdis. Heldur leggja tey orku sína í at venja og mennast sum leikara og hava tað stuttligt saman. Vant verður í gamla Orgulverkstaðnum á Hálsi. Leikurin verður spældur hvønn dag til og við hós- dagin, grundlógardag. Tey hugna sær í Valhøll Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaða mamma okkara Julia Motzfeldt doyði og varð jarðað. Hjartans tøkk til Frelsunarherin, prest, sangarar og øll, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Eisini ein seinkað tøkk til øll, ið hjálptu til, tá okkara elskaði pápi Niels Edvin doyði. Hjartaliga tøkk øll somul. Ongin nevndur ongin gloymdur. Børnini Leikurin Valhøll er um kendu persónarnar og søgurnar úr Norrønu gudalæruni. Her verður Kvark floyngdur av Loka. Mynd: Hjørdis Johansen. - Tað er ógjørligt at siga, um nakað spyrst burtur úr á hesum fundinum ella ikki, sigur landsstýrismað- urin í fiskivinnu- málum, sum kortini ásannar, at partarnir tosað betur saman nú, enn teir hava gjørt STONGSUL Vilmund Jacobsen Í døgunum, 16.-18. juni, verður fundur í Halifax millum fiskimálaráðharr- arnar í londunum, sum liggja í Norðuratlantshavi. Hetta er ein árligur fund- ur, sum skiftir millum lond- ini, og hesaferð eru tað so kanadiarar, sum eru vertir. Stongdar havnir Nú kanadisku myndugleik- arnir hava havt sínar havnir stongdar fyri føroyskum fiskiskipum í langa tíð, tí londini eru ósamd um veiðirættindi føroyinga á Grand Bank, hevur Jacob Vestergaard, fiskimálaráð- harri, biðið kanadiska fiskimálaráðharran um ser- stakan fund at umrøða støð- una, sum er millum londini. Fundurin er ásettur at verða eftir almenna fundin millum norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnar. Jacob Vestergaard sigur, at høvuðsevnið á hesum fundi verður óvanliga støð- an, sum er millum londini, har føroysk fiskiskip ikki sleppa inn í kanadiskar havnir. Grand Bank Stríðið botnar í trætuni um Grand Bank, har føroyingar kenna seg at vera fyri van- býti, tí føroysk rækjuskip vóru millum tey fyrstu, sum byrjaðu at fiska rækjur á hesi leið. Tískil halda tey seg eisini hava nøkur rætt- indi fram um onnur lond, sum vóru nógv seinni á sjóvarfallinum. Tað er NEAFC, sum um- sitir rækjuveiðina í altjóða sjógvi á Grand Bank. Í hesi skipan fáa føroysk rækju- skip millum rækjuskip úr fleiri øðrum londum bert tillutað nøkur fá tons av rækjum. Sambært søguligum tøl- um og við atliti til samlaðu kvotuna á hesi leið, meta føroyingar seg at hava rætt til at fiska 1344 tons av rækjum í altjóða sjógvi á Grand Bank. - Hetta er tað tal, sum føroyskir myndugleikar í samráð við rækjuvinnuna halda seg hava søgulig rættindi til, men her eru NEAFC og kanadisku myn- dugleikarnir ikki samdir við okkum. Stríðið stendst eisini av, at kanadiumenn halda, at føroysk rækjuskip, sum tíðin leið, fiskaðu nógv meira á Grand Bank enn hesi 1344 tonsini. Óvanlig støða Jacob Vestergaard sigur, at tá ið føroysku rækjuskipini seinni fingu eygleiðarar umborð, sum høvdu eftirlit við, at veiðan á Grand Bank ikki fór yvir hesi 1344 tons- ini, broyttist tónalagið hjá kanadisku myndugleikun- um nakað, og síðan hava partarnir kunnað tosað saman um viðurskiftini. - Vit vónaðu, at tað fór at uploysa stongsulin, tá ið vit settu eygleiðarar umborð, men tað hevur ikki víst seg. Samskiftið, sum verið hev- ur millum londini bæði, hevur mest verið á embæt- ismannastigi, leggur hann aftrat. Landsstýrismaðurin sigur seg duga illa at meta um, hvørt nøkur loysn fer at spyrjast burtur úr á fund-in- um í Halifax, tí málið tykist kortini so fastlast. - Men tað er í øllum før- um ein sera óvanlig støða, at eitt land stongir sínar havnir so leingi fyri skipum úr einum øðrum landi, sig- ur hann. Fyri og ímóti Jacob Vestergaard vísir á, at enn hava føroyskir myn- dugleikar ikki alment boð- að frá, at rækjuveiðan á Grand Bank verður tikin uppaftur, men tað liggur í kortunum, at landsstýrið ætlar at geva føroyskum rækjuskipum loyvi at fara innaftur á Grand Bank eftir 1. juli. - Vit fara tó í fyrsta lagi at bíða eftir, hvat spyrst burtur úr fundinum við kanadiska fiskimálaráðharran, sigur hann. Seinni í hesi vikuni fer landsstýrismaðurin eisini at hava fund við Felagið Rækjuskip um støðuna. - Rækjumenn eru mis- javnir á máli um týdningin av, at kanadisku havnirnar eru stongdar. Summir vilja hava, at vit halda okkum til NEAFC-ásettu kvotuna á Grand Bank, soleiðis at kanadiumenn vilja lata sín- ar havnir uppaftur. Aðrir halda, at tað hevur størri týdning fyri rækjuskipini, at tey sleppa innaftur á Grand Bank. Jacob sigur, at hetta eru spurningar, sum hann fer at taka upp til viðgerðar við vinnuna fyri fundin í Hali- fax, tí hann heldur tað vera umráðandi, at vinnan er við í teimum avgerðum, sum tiknar verða um framtíðina. Eingin tøkk Nú rækjuflotin er í svárari kreppu, skilir landsstýris- maðurin væl, at skipini vilja sleppa innaftur á Grand Bank at fiska, tí prísurin fyri hesar rækjurn- ar er betur enn fyri rækj- urnar á eitt nú Flemmish Kap. - Hjá teimum, sum kenna søguna um føroysku rækju- vinnuna, er tað svárt at síggja, at NEAFC og kana- diumenn ikki vilja taka hædd fyri, at tað vóru føroyingar, sum vóru við til at byggja upp kanadisku rækjuvinnuna, sum í dag hevur veldugar veiðimøgu- leikar í egnum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jacob Adrian Hansen Leirvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, sangarar, til Essa fyri góðan sang, Regin, Petur Adrian, kokkarnar og berarar. Tøkk til tey, ið komu inn á gólvið, ella ringdu, og luttóku í stór sorg okkara. Tøkk fyri kransar og peningagávur til Missiónshúsið, og fyri hjálp á allan hátt. Vit vilja eisini fegin takka øllum, ið vóru um Jacob til tað seinasta. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á B5 og B7, heimarøktina og heimahjálpina. Familjunnar vegna Solveig, Edvard, Sanna, Fríðborg, Olaf og Anker Jacob Vestergaard á fund við kanadiska fiskimálaráð harran: Umrøða stongsulin - Vit fara at bíða eftir, hvat spyrst burtur úr fundinum við kanadiska fiskimálaráðharran, áðrenn endalig støða verður tikin til, um føroysk rækjuskip sleppa aftur á Grand Bank, sigur Jacob Vestergaard Nakrir ungdómar knústu í farnu viku ein stolnan bil í Øravík. Teir vóru edrúuir, men tó bert 17 ára gamlir STULDUR Ingrid Bjarnastein Suðuroy: Í farnu viku var ein bólkur á vitjan úr Dan- mark í Vági. Í bólkinum vóru ungdómar við atferð- artrupulleikum, og teir fóru ikki heilt stillisliga um hurðarnar. Tann eina dagin høvdu nakrir dreingir stolið ein bil, sum teir koyrdu avstað við, og knústu í Øravík. Teir vóru allir edrúuir, men tó bert 17 ára gamlir. Í Vági høvdu teir eisini brotið gøtulyktir runt í bygdini, men teir vóru kendir, og sak verður skrivað um herverkini. Av politistøðini á Tvør- oyri upplýsa teir, at sakin verður viðgjørt, sum eitt vanligt mál, har krav verður um endurgjald. Síðani verður hon send fútanum, sum sendir alt niður til Danmarkar. Annars verður upplýst úr Suðuroy, at vikuskiftið hev- ur verið ógvuliga friðarligt. Politiið sigur, at tað merkist væl, at ferðslan er nógv minni. FERÐKANNINGAR Ingrid Bjarnastein Havn: Fríggjadagin gjørdi politiið í Havn nakrar ferðkanningar Yviri við Strond í Havn. 12 bilar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tann eini koyrdi 95 km/t, sum er alt ov skjótt á bygdum øki. Annars letur politiið væl at vikuskiftinum. Tað hevur verið friðarligt, og bert tveir hava verið í brumm- uni og gist. Nøkur smærri herverk hava verið í miðbýnum, og onkrir bilar høvdu fingið snuddir. Knústu bil í Øravík Ferðkanningar Yviri við Strond C M Y K 3 2 Ársaðalfundur Við hesum verður innkallað til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Føroyum týsdagin tann 17. juni 2003 kl. 18.00 við fylgjandi fundarskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi fyri 2002 til góðkenningar 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskap og ársfrágreiðing 4. Val av nevnd.Tríggir nevndarlimir standa fyri vali. 5. Val av grannskoðara, ið stiur til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin. 6. Ymiskt. Tórshavn, tann 2. juni 2003 Nevndin A t l a n t i c P e t r o l e u m