Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 102 - 3. juni 2003 Nr. 102 - 3. juni 2003 5 – Onki samfelag kann virka undir hesum treytunum og tí mugu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum skipast betri, sigur Føroya Arbeiðs- gevarafelag VERKFALL Áki Bertholdsen – Tað ber illa til at vera ósamdur við Løgmanni. Arbeiðsgevarafelagið tekur fult undir við Løg- manni, tá ið hann í Sosial- inum sigur, at ein avleiðing av hesum verkfallinum má vera, at vit fáa betri skipað viðurskifti á arbeiðsmarkn- aðinum. Løgmaður heldur ikki, at samfelagið tolir ósemjur sum hesa, sum nú hevur vart í fýra vikur og tí má tað politiskt raðfestast framma- liga at fáa betri viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Hesum er Jan Mortensen púra samdur í. Hann vísir á, at seinastu árini eru fleiri royndir gjør- dar at skipað viðurskiftini betri. – Men higartil hevur tað víst seg, at fakfeløgini hava ikki verið sinnað at vigjørt hesi viðurskifti í álvara. Hann vísir á lógina um seming, sum er frá 1928 og tískil er ótíðarhóskandi. Hann sigur, at tað er eis- ini neyðugt at fáa eitt ella annað amboð til at loysa trætur á arbeiðsmarknaðin- um við. Hann sigur, at vit kunnu kalla tað arbeiðsrætt ella okkurt annað. – Tað, sum er ein stórt mál í hesum sambandi er spurningurin um frum- atkvøðugreiðslur, har lim- irnir í einum fakfeløg sleppa at atkvøða um sátt- málauppskot fyri at gera av, um farast skal í verkfall ella ikki. – Hetta er ein aðaltáttur í øllum londum rundanum okkum og í Danmark hava fakfeløgini tað í sínum egnu lógum, at limirnir skulu gerast. – Tað hava fakfeløgini í Føroyum ikki. Men vilja fakfeløgini í Føroyum ikki hava demokrati í sínum egnum lógum, má samfel- agið seta demokratiskar lógir í gildi fyri tey. Hann veit av, at fakfeløg- ini kalla frumatkvøðu- greiðslurnar ódemokratisk- ar tí fyri at eitt semingsupp- skot skal fella, skulu minst 75% av limunum taka lut í atkvøðugreiðsluni. Sostatt ber skipanin við sær, at tey, sum ikki taka lut í atkvøðu- greiðsluni, verða roknað at hava atkvøtt fyri semings- uppskotinum. Jan Mortensen sigur, at eru arbeiðarafeløgini ónøgd við atkvøðuháttin, ber tað til at broyta tað. – Arbeiðsgevarafeløgini hava onki ímóti at reglarnar fyri frumatkvøðugreiðslu verða broyttar- í hvussu so er eitt sindur. Hann sigur, at í Danmark eru reglarnar fyri frum- atkvøðugreiðslu øðrvísi enn í Føroyum. – Men har er tað kortini so, at er áhugin hjá fakfel- agslimunum at taka lut í at- kvøðugreiðsluni ikki nóg stórur, telur tað til fyrimun- ar fyri samfelagið og tað er at fáa ein enda á eini arbeiðsósemju, sum hann sigur. Jan Mortensen sigur, at tað er avgjørt neyðugt, at broytingar henda nú, tí tað eru vinnur, sum als ikki bera til í Føroyum av teirri orsøk at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru so ótrygg. Hann hugsar m.a. um Bitland verkætlanina, sum miðjar eftir at gera Føroyar til eina royndarstøð fyri nýmótans kunningartøkni. – Tað ber ikki til at hava eina slíka royndarstøð, sum liggur lamin í ein mánað, sigur Jan Mortensen. – Útlitini fyri at fáa ein enda á verk- fallinum eru vánalig, heldur arbeiðsgevara- felagið VERKFALLIÐ Áki Bertholdsen – Vit kunnu ikki gera meiri fyri at fáa eina enda á verkfallinum. Føroya Arbeiðsgevarafel- ag heldur, at tað kann ikki gera nógv við inniligu áheitanina frá Løgmanni í Sosialinum leygardagin. Løgmaður heitti í blaðn- um staðiliga á partarnar um at vísa samfelagssinni og at fara til samráðingar aftur beinanvegin, tí hetta tolir samfelagið ikki. – Hetta var ein áheitan frá sjálvum løgmanni og hana tóku arbeiðsgevararn- ir í fullum álvara, sigur Jan Mortensen, hjá arbeiðsgev- arafelagnum. Tí kallaðu arbeiðsgevar- arnir til fundar beinanvegin at viðgera støðuna. Men úrslitið er tað sama. Arbeiðsgevararnir hava longu svarað Løgmanni, at teir halda ikki, at teir fáa gjørt meiri fyri at loysa knútin. – Vit halda, at vit hava víst ábyrgd og samfelags- sinni. Vit hava longu slakað væl meira enn upprunaliga ætlað og vit tók undir við báðum semingsuppskotun- um, sum semingsmenninir løgdu fyri partarnar, sigur Jan Mortensen. – At vísa samfelagssinni er ikki bara at loysa ein knút beint nú. Vit skulu eis- ini liva í hesum samfelagn- um í nøkur ár afturat og tað mugu vit eisini hugsa um og amfelagið ber ikki eina stóra lønarhækking nú, leggur hann afturat. Jan Mortensen sigur, at tvørtur ímóti heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag av- gjørt, at tað hevði verið samfelagsliga ábyrgdar- leyst at slaka meira í lønar- samráðingunum. – Ótálmaður lønarvøkst- ur hóttir arbeiðspláss og skaðar kappingarførið hjá útflutningsvinnuni, sum er búskaparliga grundarlagið undir føroyska samfelagn- um. Hann sigur, at tí vera tað ikki arbeiðsgevararnir, sum fara at kalla saman aftur til samráðingar. – Vit hava góðtikið tvey semingsuppskot. Tað hava arbeiðarafeløgin ikki og tí eiga tey næsta leikin. Og hava tey nakað at tosa við okkum um, frætta vit iva- leyst frá teimum, sigur Jan Mortensen. Stongdu fyri at mótmæla Arbeiðsgevarafelagið harmast annars um, at verkfallið eisini rakar onn- ur enn fyritøkur og arbeiðs- fólk, sum eru í verkfalli. Og Jan Mortensen finst enn einaferð at blokadun- um, sum arbeiðarafeløgini hava sett í verk og um hann enn einaferð kallar bæði ólógligar og ómoralskar. – Fyri at mótmæla hes- um, varð mikudagin gjørt av stongja oljugoymslur og heilsølur – Men nú útlitini fyri semju eru so vánalig, fer arbeiðsgevarafelagið kort- ini at gera sítt til at linna tað kroystu støðuna, sum Før- oya fólk er komið í av verk- fallinum. Hann sigur, at tí varð gjørt av, at heilsølur og oljusølur, sum hava verið stongdar síðan mikudagin, skuldu lata uppaftur í gjára- morgunin. – Hetta gera vit fyri at gera okkara til at fáa fólki vørur aftur. Fara arbeiðara- feløgini so aftur at blokera, mugu tey so eisini taka skyldina á seg fyri tær vør- ur, sum fólk mangla, sigur Jan Mortensen. Hvussu bar tað til, at tit lótu uppafturm, er tað nak- ar, ið hevur kroyst tykkum til tað? – Nei, men nøkur av ringt til okkara ísambandi við, at avleiðingin av hesum hevði verið, at Smyril varð lagd- ur, sigur Jan Mortensen. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá arbeið- arafeløgunum áðrenn blað- ið fór til prentingar í gjár. Arbeiðsgevarar púra samdir við Løgmanni Fáa ikki gjørt meir fyri at fáa enda á verkfallinum Arbeiðsgevarar hava onki ímóti, at reglarnar fyri frumatkvøðugreiðslu verða broyttar fyri at gera tær meiri demokratiska, sigur Jan Mortensen á arbeiðsgevarafelagnum Vit hava latið oljugoymslur og heilsølur uppaftur fyri at vísa ein góðan vilja, sigur Jan Mortensen á arbeiðsgevarafelagnum Árið er oyðilagt fyri Kloosterboer Termi- nal í Kollafirði og Faroe Cold Stores í Vági, sum hava mist 6,5 milliónir krónur í inntøku av verkfall- inum. Nú er tíðin komin, at løgtingið loysir málið, tí land- sins virði fara fyri skeyti, og partarnir hava hvørki hegni ella viljan, sum skal til, heldur Johan Dahl, stjóri og løgtings- maður VERKFALL Ingi Rasmussen – Hetta er ein katastrofa fyri okkum og alt Føroya land. Johan Dahl, stjóri á frystivirkjunum Klooster- boer Terminal í Kollafirði og Faroe Cold Stores í Vági, er í døpurhuga í hes- um døgum. Higartil hevur fastfrysta støðan á arbeiðsmarknaðin- um kostað honum nógvar milliónir og mistar sáttmál- ar, sum annars vóru komin undir land. Og tað er pørt- unum á arbeiðsmarknaðin- um fyri at takka, sigur ein bersøgin stjóri og løgtings- maður. Árið oyðilagt Bæði virkini í Kollafirði og Vági hava verið noydd at brotið avtalur, sum longu vóru gjørdar. – Í Kollafirði høvdu vit fingið sáttmála at frysta 6.400 tons av agni í eitt heilt ár. Skip kom á Kolla- fjørð sama dag, sum verk- fallið byrjaði, men slapp ikki at landa. Vit bóðu um undantak og fingu onki. Skipið lá og bíðaði í fýra dagar, til tað fór til Noregs við lastini. Har ruku 5 milliónir krónur í inntøku í einum. – Í Vági var sama skilið. Avtala varð gjørd við Mur- mansk Trawl Fleet um at leggja 2400 tons inn á virkið, men onki undantak fekst frá fakfeløgunum í verkfalli. Í staðin varð frystigóðsið lagt um á Red- ini í Havn. Har fór 1,5 millión krónur fyri skeyti, sigur Johan Dahl. Tilsamans hevur verk- fallið sostatt kostað frysti- virkjunum hjá Johan Dahl hálva sjeyndu millión krón- ur higartil. – Árið er oyðilagt fyri okkara viðkomandi. Ársins yvirskot er burtur. Kolla- fjørður hevur mist alt, og í Vági er illa statt. Haraftrat kemur, at vit missa kundar- nar, tí teir koma ikki aftur aftaná eina slíka viðferð. Hetta sær øgiliga keðiligt út fyri okkum, sigur Johan Dahl, sum ikki torir at spáa, hvussu framtíðin nú sær út. Einki hegni Johan Dahl leggur ábyrgd- ina yvir á samráðingar- partarnar. Teir eru slopnir alt ov lætt, heldur hann. – Teir hava als ikki gjørt nóg mikið til at semjast. Partarnar hava bara sitið hvør sær og kastað runu eftir hvørjum øðrum, so tað er væl skilligt,at semings- menninir hava givið skarv- in yvir. Fyri mær at síggja er tað líka nógv fólkunum, tað er galið við. Talan er um vánaliga kemi. Tey orka ikki sýnið í hvørjum øðr- um, sigur Johan Dahl, sum er deyðatroyttur av aftur- vendandi verkføllum á ar- beiðsmarknaðinum. Skotbráið at lýsa verkfall er alt ov stutt, heldur hann. Partarnir áttu at tosa saman áðrenn sáttmálarnir gingu út, og freistin at lýsa verk- fall skuldi verið longd, so støðan í Føroyum líktist henni í grannalondunum. Inntriv neyðug Nú verður endin kanska, at løgtingið leggur uppí, og tað hevur Johan Dahl ongar trupulleikar av. Tí hetta er komið alt ov langt. – Verkfallið hevur verið ein katastrofa fyri Føroyar. Alivinnan liggur á deyða- stráð, og fiskavirkini hava ikki bara mist stór virði men eisini týðandi kundar. Tað er uppgávan hjá løg- tinginum at syrgja fyri, at landsins virði ikki fara fyri skeyti, so eg dugi ikki at síggja nakað galið við, at løgtingið tekur um endan, tá onki annað ber til. Tá til stykkis kemur heldur hann tað vera líkt til, at partarnir bara bíða eftir politiskum inntrivi. – Sjálvandi áttu partarnir sjálvir at loyst knútin, men tað tykist, sum teir ikki hava neyðuga hegni og bara bíða eftir, at løgtingið legg- ur uppí. Og tað er ov vána- ligt, sigur Johan Dahl, sum er limur Sambandsfloksins á løgtingi. Um hann atkvøður fyri einum uppskoti um at steðga verkfallinum, vil hann kortini ikki siga, tí tað er upp til samgonguna at gera av, um løgtingið skal leggja uppí. Rugbreyðið hevur gingið betur enn heitt breyð hjá Gunnleivi, har tað hevur staðið á at nøkta tørvin. Men onki er at óttast, tí bakaríið hevur nóg mikið til næstu tvær vikur- nar BREYÐNEYÐ Ingi Rasmussen Tað hevur verið sum í einum sovjetskum bakaríi síðstu vikurnar. Meginpartin av deg- num hava hillarnar ver- ið tómar fyri rugbreyð, og tá nakað er at fáa, hava langar bíðirøðir staðið út á vegin. Fólk hava staðið klár hvønn morgun, tá rug- breyð er komið á hillar- nar, og útselt hevur ver- ið eftir lítlari løtu. Tað hevur ljóðað, at nú skuldi gerið vera uppi, og tí hava fólk roynt at keypt inn undir seg. Men ongin vandi er á ferð, sigur Christ- ian Nielsen, bakari hjá Gunnleivi. – Vit hava nokk av mjøli og geri til tvær vikur afturat. Gerið var um at vera uppi, men vit hava fingið fatur á nóg mikið til, at vit kunnu halda fram at baka rugbreyð, sigur Christian Nielsen. Sosialurin skilir, at meira enn 100 kilo av geri eru fingin til vega onkursvegna. Bakarameistarin sig- ur seg ongantíð hava verið við til nakað líkn- andi, sum undir hesum verkfallinum. Bakaríið hjá Gunnleivi hevur bakað breyð sum ong- antíð áður. Eitt nú varð bakað í 21 tímar út í eitt seinasta mikudag. – Líkt er til, at fólk eta nógv meira breyð enn vanligt, kanska tí at epli ikki fáast til matna longur. Men tað kann eisini vera tí, at fólk fylla frystiboksirnar við breyði. Men um fólk annars keypa sum higartil, so hava vit til hesa vikuna og helst næstu viku eisini, og man verkfallið ikki vera av tá? spyr Christ- ian Nielsen. Breyð til tvær vikur afturat Verkfallið er ein vanlukka fyri frystivirki Eingin fiskur er farin eftir bandinum inn í Kloosterboer í Kollafirði, síðan verkfallið byrjaði. Verkfallið hevur kostað virkinum 5 milliónir krónur, sigur Johan Dahl, stjóri, sum lastar pørtunum á arbeiðsmarknaðinum fyri vánaligt samráðingarhegni C M Y K 5 4