Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 102 - 3. juni 2003 Nr. 102 - 3. juni 2003 7 Hóast veðrið ikki var av tí besta, og verkfall herjar kring landið á síni fjórðu viku, so varð norðoyastevnan hildin í Klaksvík um vikuskiftið. Heilt fitt av stevnugestum vóru komin til høvuðs- staðin í norðoyggjum at hugna sær NORÐOYASTEVNA Ingrid og Solby Klaksvík: Norðoyastevn- an, sum ikki er meira enn farin afturum um bak, var, sum altíð, pakkað við til- tøkum og framsýningum. Sjálvt um veðurgudarnir ikki rættiliga vistu, hvat veður teir skuldu senda stevnugestunum, so boðaði fríggjadagurin í øllum før- um frá góðum, tí tá var veðrið av tí besta. Forkvinnan í mentanar- nevnd býráðsins setti stevn- una, sum vanligt er, fríggja- kvøldið í Vágstúni. Setanin í ár var eitt sindur øðrvísti hesuferð, tí M´as Blues Band millum onnur vóru komin norður at seta dám á. Við fleiri av teirra stórhitt- um, sum øll kenna, hoyrdist tónleikurin í hvørt skot í býnum. Vanliga plagar set- anin sjálv ikki at savna so nógv fólk, men tað gjørdi hon í ár, tí nógv fólk varð komið í Vágstún at lurta. Og lítil ivi man vera um, at M´as Blues Band var tað, sum lokkaði. Fríggjakvøldið var eisini nógv annað á skránni. Sum vant var tivoliøkið opið. Har var karusell, hoppi- borg, fiskidammur og eisini nógvir básar, har tú hevði høvi at vinna tær eina bamsu ella báðar tvær. Diskotek var bæði í KÍ- høllini, Klubbanum og í Barok. Harafturat var gamlamannadansur í Logn- brá. Fyri tey, ið ikki hava áhuga fyri júst hesum slagnum av undirhaldi, var millum annað ein ung- dómsgudstænasta við Hans Eiler Hammer, presti, og opið hús var eisini í Betesda. Vindur og regn Leygardagurin var stórliga merktur av veðrinum. Sjálvt um veðrið ikki var eins vánaligt og í fjør, so var tað bæði vátt og rætti liga fitt av vindi. Hetta darvaði uttandura tiltøkunum. Millum annað skipaði Treystið fyri aftur- vendandi norðoyastevnu- renningin, sum eisini verður kallað Føroya Bjór renningin. Her var runnið í øllum aldursbólkum. Frá teimum heilt ungu og til tey trøll- vaksnu. Súkklukappingin fyri vaksin varð eisini avgreidd leygardagin. Har var tað royndi súkklarin, Gunnar Dahl Olsen, sum gjørdist fyrstur um málstrikuna. Ársins fyrsti FM-róður fór av bakkastokki, sum vant norðoyastevnuaftan klokkan 15. Veðrið darvaði eitt sindur, men tað gekk tó sum heild væl at leggja bát- arnar, men tá sjálvur start- urin skuldi flytast frá 1.000 metrum út á 1.500 kom av álvara til sjóndar, hvussu vánalig líkindini vóru til kappróður, tí tað gekk ein heilur tími millum róðrarn- ar hjá fimm-mannaførum hjá gentum og seksmanna- førum hjá monnum. Kortini so varð kappróðurin hildin til tíðina, og klokkan var knapt seks, tá allir seks róðrarnir vórðu avgreiddir, og steyp og heiðursmerki skuldu handast. Tóra við Keldu handaði steypini. Tá steypahandanin var av gekk ein góður tími, áðrenn Smyril fór avstað aftur til Havnar við øllum róðrar- fólkunum og einum parti av stevnugestunum. Tað sást aftur í býnum aftaná kappróðurin, at tað vóru fleiri, sum høvdu fingið karm, tí tá gjørdist heldur tómligt í gøtunum. So mong munnu tey vera, sum nýttu høvið at vitja Millum dropar og verkfall á norðoyastevnu Skrúgongan við Klaksvíkar hornorkestri á odda fór sunnudagin eftir Klaksvíksvegnum Mynd: Jan Müller Tivoliøkið var sum altíð væl vitjað Mynd: Rúna Sivertsen Fyrsti FM-róðurin í ár varð avgreiddur á norðoyastevnu í vánaligum líkindum Mynd: Álvur Haraldsen Angela og Hannibal drógu sum vant nógv fólk til fríggjakvøldið á norðoyastevnu, tá tey vitjaðu í fimleikarahøllini. Lýst varð bara við einari framsýning, men tá avtornaði høvdu tey ikki færri enn tríggjar NORÐOYASTEVNA Solby A. Eliasen Klaksvík: Tiltakið varð hildið í gomlu fimleikara- høllini, sum ikki verður nýtt til tað stóra longur, men hon vísti seg at vera stak væl egnað til hetta endamálið. Fyrireikararnir báðir, Finn Johannessen og Magnus Joensen, vóru ov- farnir av góðu undirtøkuni. Heili 450 atgongumerki vóru seld, og tríggjar fram- førslur vórðu hildnar. – Hetta eydnaðist betur enn vit høvdu torað at vóna, og øll, áskoðarar sum luttakarar, lótu væl at, sigur Finn Johannessen. Fólk vóru tíðliga á veg. Tey stóðu uttanfyri og bíð- aðu eina fitta løtu, áðrenn dyrnar vórðu latnar upp, men tað var ikki tí, at Angela og Hannibal vóru so sein, men heldur tí fólk vóru í sera góðari tíð. Flestu børnini sessaðust á gólvi, meðan nøkur vóru, sum heldur vildu sita hjá mammu ella babba á stól- unum, sum vórðu settir upp til tað sama. Tiltakið byrjaði við, at Finn Johannessen og Hans Michael í Mittúni sungu nakrar barnasangir saman við børnunum, sum tóku væl undir. Síðani kom Angela á pallin – sum van- ligt einsamøll. Hannibal hevði aftur sovið ov longi, og hann kom so gangandi í svøvni eina løtu seinni. Tá Hannibal var komin rættuliga fyri seg, hildu tey bæði fram við eini góðari framførslu. Onkur av teim- um smæstu børnunum høvdu hug at ræðast Hanni- bal eitt sindur, men tað bilti ikki kortini. Tey dugdu bæði líka væl at fáa børnini við í fram- førsluna, og at fáa tey at taka lut í. Tað vil siga, at hvørja ferð Hannibal, sum er tann av teimum, sum aloftast snýtur til eitthvørt, gjørdi eina roynd at snýta, kom lív í børnini, sum róptu av hjarta á Angelu. Tey bæði gjørdu ballóndjór, Hannibal spældi upp á sítt nýggja ljóðføri, tey spældu vatnkríggj og eisini fekk Hannibal lokkað eina mammu og ein pápa at blása í ballón fyri at vita, hvør var sterkari. Tá Angela og Hannibal vóru liðug við teirra fram- førslu, kom Silvi á vitjan. Og tá reistust øll og fóru at dansa í ring saman við Angelu, Hannibal og Silva til Silvasangin. Á veg út fingu børnini ein bommpakka við heim, og tað lat til, at øll fóru glað og vælnøgd heimaftur. Spurningurin er bara um tað ikki var í seinna lagi at byrja klokkan 19, tá tað skuldu verða heili tvær sýningar afturat sama kvøld. Men kanska ikki, tí norðoyastevna var, og tá eru børnini ofta seinni uppi enn vanligt. Og harafturat skal sigast, at framførslan vardi í trý korter, so tað var so passaligt í longd fyri børn. Alt í alt eitt væleydnað tiltak, sum fyrireikararnir kunnu vera vælnøgdir við. Væleydnað barnatiltak á norðoyastevnu Angela og Hannibal vóru væl uppløgd í teirra framførslu í gomlu fimleikarahøllini fríggjakvøldið. Tilsamans 450 fólk vóru til tær tríggjar framførslurnar Móti endanum av tiltakinum kom Silvi á vitjan til mikla gleði hjá teimum mongu børnunum familju, vinir ella kenning- ar, fyri at fáa hitan í seg aftur, og helst eisini ein góðan bita og okkurt gott afturvið. Ikki er ov nógv sagt, at tað gekk heldur long tíð áðrenn lív kom aftur í gøturnar. Tá klokkan nærkaðist midnátt og Klaksvíkar Hornorkestur byrjaði at spæla í Vágstúni, leitaðu nógv fólk sær aftur út – hesuferð á midnáttar- samkomu. Forkvinnan í MBF, Marjun Sigurðsdóttir, flutti fram røðu, og kyndlagong- an hjá skótunum hugnaði um. Regnskjól, regnklæðir og vognar undir regnsløg- um sóust í hópatali. Uttan iva var tað fýrverkið aftaná røðuna, sum dróg. Stórslig- ið var tað, og ikki varð spart uppá krútið, og tað hoyrdist sanniliga aftur á mannafjøldini. Aftaná var felagssangur og fólk tóku væl undir, sjálvt um eitt grovt æl kom næstan beint eftir fýrverk- ið. Mjørkadystur Norðoyastevnudagur byrj- aði væl í øllum førum, hvat veðrinum viðvíkur. Men longu áðrenn middagsleitið leitaði mjørkin sær til Klaksvíkar við nøkrum regndropum í lummanum. Hans Eiler Hammer, prestur, helt prædikuna í Christianskirkjuni. KFUM og K kórið luttók við sangi. Klokkan 14 fór skrúð- gonga við Klaksvíkar horn- orkestri, skótum, hestum og ítróttarfólki úr Klaks- víksgarðinum, har Laila Solmunde, næstforkvinna í MBF fluttu fram røðu. Stevnudysturin í ár byrj- aði ikki fyrr enn klokkan fýra, so fólk fingu høvi til at vitja tivoliøkið ella onkra av teimum mongu framsýn- ingunum, áðrenn dysturin millum KÍ og B68 byrjaði. Framsýningarnar vóru nógvar í tali, sum vanligt. Norðoya Listafelag hevði sína framsýning í Ósá- skúlanum. Í fimleikarahall- unum báðum vóru somu- leiðis framsýningar. Eisini var ein framsýning í svimji- høllini av modelskipum, har børn fingu møguleika til at sigla. Tá dómarin Niklas á Líðarenda bríkslaði stevnu- dystin í gongd, var hýrurin á øllum teimum hvítt og blátt klæddu áskoðarunum sera góður. Men sum dyst- urin leið, so sníkti mjørkin seg millum teir 22 leikar- arnar á vøllinum, og móti dystarenda sást ikki úr einum máli í annað. Dyst- urin endaði málleysur, men hetta var ein steypadystur, so avgerðin skuldi fellast. Tað bleiv gjørt við brots- sparkskapping, sum B 68 vann 4-3. Sostatt fóru tofta- menn avstað við norðoya- stevnusteypinum. Friðarligt Politiið í Klaksvík letur væl at norðoyastevnuni. Teir hava sum vanligt verið úti til tey størru tiltøkini og hildið eyguni við fólki. Men ikki hevur verið nógv hjá teimum at gera, tá ein hugsar um, at tað er ein stevna. Vakthavandi á politistøð- ini við Sandin í Klaksvík sigur, at hann metir, at tað hava ikki verið eins nógv fólk á norðoyastevnu eins og undanfarin ár. Uttan iva vegna verkfall og veður. Heldur ikki nógvir bilar eru komnir um Leirvíksfjørð, tí ferðslan í Klaksvík hevur ikki verið nógv. Fýra fólk hava verið í brummuni og sovið rúsin av sær. Nógvir fullir menn hava tó ligið runt í býnum, har politiið hevur verið og fingið teir upp á beinini aftur. Okkurt smávegis ferðslu- óhapp hevur tó verið, og onkur fekk ein frammaná. Herverki hevur verið lítið av. Ein rútur í einum bussi varð knústur og ein bilur hevði eisini fingið smáveg- is snuddir. Nakrir ungdómar høvdu eisini leitað sær upp á takið á Roykivirkinum. Teir vórðu bidnir um at koma niðuraftur áðrenn nakar teirra fekk skaða. Eini tvær fráboðanir hava eisini verið um bardaga, men tá politiið kom á staðið var onki hjá teimum at finna. Ein rútur í svimjihøllini varð eisini knústur. Talan var um norðasta dupult- rútin á eystursíðuni á svimjihøllini. Sum heild hevur talan verið um eina friðarliga norðoyastevnu. Sjálvt um veðrið ikki rættiliga vildi tað, sum fólkini vildu, so hava tey flestu uttan iva hugnað sær. Aftur ein norðoyastevna er farin afturum bak, og tann næsta verður ikki á skránni fyrr enn um eitt ár. Men inntil ta tíð, verða fleiri aðrar stevnur, og tann næsta verður Fjarðastevn- an, sum verður á Skála- fjørðinum um 14 dagar. Nógvar framsýningar hava eisini verið á norðoyastevnu. Millum annað ein listaframsýning hjá Norðoya Listafelag í skúlanum við Ósánna Mynd: Jan Müller C M Y K 7 6