týsdagur 3. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 102 - 3. juni 2003
Nr. 102 - 3. juni 2003
9
Innbúgvið til FSF
bygningin á Tórsvølli
varð sent aftur við
Norrønu, og tískil
standa húsini
gapandi tóm til
dystin móti Týsklandi
inntil
VERKFALL
Heri á Rógvi
Innbúgvið til húsini hjá
FSF á Tórsvølli skuldi
koma til landið við Nor-
rønu mánadagin, men tað
eydnaðist ikki at fáa hetta í
land.
Einki endaligt undan-
taksloyvi var fingið til
vega, men Fótbóltssam-
bandið hevði vónir um at
fáa innbúgvið í land, so-
leiðis at húsini kundu vera
klár til dystin móti Týsk-
landi 11. juni.
Men innbúgvið varð sent
umborð aftur á Norrønu, og
tað verður í fyrsta lagi aftur
í Føroyum mikudagin.
Ìsak Mikladal, aðalskriv-
ari í FSF, sigur, at tað er
ómetaliga umráðandi, at
húsið nú verður funktion-
elt.
– Húsið er heilt liðugt og
klárt fylla innan við inn-
búgvi, sigur Ìsak.
Hann heldur tað vera sera
óheppið, um týskir leikarar,
fjølmiðlar og týðandi fólk
koma til eina tóma stovu,
sum hann tekur til. Hetta
kann gerast pínligt, heldur
hann, tí nógv eygu eru vend
móti Føroyum.
– Men vit blanda okkum
ikki upp í verkfallið, sigur
ein avgjørdur Ísak Mikla-
dal.
Innbúgvið er til so at siga
alt húsið, og tað er bæði til
leikarar og fjølmiðlar.
– Verður innbúgvið fing-
ið í land mikudagin, so fara
vit at gera alt fyri at fáa tað
upp á pláss áðrenn dystin
móti Týsklandi, sigur Ìsak
Mikladal.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerking
frá arbeiðarafeløgunum í
verkfalli.
– Høvdu vit vitað, at
Karsten Hansen ikki
fór at góðkenna
sáttmálan, høvdu vit
neyvan givið
formanninum
heimild at skriva
undir, sigur Dia
Poulsen úr Vági, sum
er stýrislimur fyri
Suðuroynna í SEV
SEV
Stefan í Skorini
Stýrislimirnir í SEV vórðu
ikki
kunnaðir
um,
at
Karsten Hansen ikki fór at
góðkenna sáttmálan mill-
um SEV og Maskinmeist-
arafelagið, tá stýrið gav
stýrisformanninum, Poul
Arna Jacobsen, heimild at
skriva undir, hóast leiðslan
í SEV hevði fingið hesi
boðini dagin fyri. Stýris-
limirnir góvu sostatt for-
manninum heimild á skriva
undir sáttmálan á skeivum
grundarlagi.
Hetta vil Dia Poulsen,
limur í stýrinum hjá SEV,
vera við.
Á stýrisfundi tann 28.
mars góvu teir seks stýris-
limirnir
formanninum
heimild at skriva undir sátt-
málan,
sum
SEV
og
Maskinmeistarafelagið
settu sínar undirskriftir á
sama dag.
Á fundi tann 27. mars
fekk leiðslan í SEV munn-
lig boð frá Karsten Hansen,
landsstýrismanni við fíggj-
armálum, um, at hann ikki
fór at góðkenna sáttmálan,
sum gav maskinmeistarum
eina lønarhækkan uppá góð
10 prosent.
Hetta fingu stýrislimirnir
hjá SEV tó ikki at vita, tá
stýrið varð savnað á fundi
dagin eftir sambært Dia
Poulsen.
Hann dugir ikki at siga,
hví stýrislimirnir ikki fingu
greið boð um hetta frá
leiðsluni, men hann er ikki
í iva um, at hetta er kleyvar-
skapur frá leiðslunnar síðu.
Enn hevur hann ikki
fingið nakra frágreiðing
um gongdina í málinum
viðvíkjandi hesum.
Sosialurin royndi mána-
morgunin at fáa orðið á
stýrisformannin Poul Arna
Jacobsen
og
Klæminti
Weihe, stjóra í SEV, at gera
viðmerkingar til málið,
men til fánýtis.
Mótsigandi
upplýsingar
Ein annar stýrislimur er tó
ikki
samdur
við
Dia
Poulsen. Kristian Fríðrik
Olsen,
stýrislimur
fyri
Norðoyggjar, sigur, at stýr-
ið fekk nøktandi upplýsing-
ar, tá tað gav stýrisfor-
manninum
heimild
at
skriva undir við Maskin-
meistarafelagið.
Hann kennir seg sostatt
ikki villleiddan á nakran
hátt, sum Dia Poulsen hin-
vegin ger.
Tað eru sostatt mótsig-
andi
upplýsingar,
sum
koma frá hesum báðum
stýrislimunum hjá SEV
viðvíkjandi fundinum tann
28. mars, tá formaðurin
fekk heimild at skriva
undir.
SEV svaraði í dag
Hesin sáttmálin hevur elvt
til mikið stríð, nú SEV
hevur valt at leggja hendan
nýggja sáttmálan til síðis
og er farið at rinda lønir
eftir tí gamla sáttmálanum.
Maskinmeistarafelagið
sendi
fríggjadagin
eitt
hvassorðað skriv til SEV og
kravdi, at lønir aftur verða
fluttar eftir nýggja sáttmál-
anum.
Mánadagin á middegi
fekk Maskinmeistarafelag-
ið svar frá SEV, men tá
blaðið fór til prentingar var
ikki greitt, hvat stendur í
hesum svari.
Vaktarskipið Brimil
liggur fyri teym í
løtuni, tí Fiskiveiði-
eftirlitið ikki fær
maskinmeistarar til
skipið. Elmar Høj-
gaard, stjóri í Fiski-
veiðieftirlitinum er tó
bjartskygdur um at
fáa manning til skipið
hóast blokadu frá
Maskinmeistara-
felagnum
ARBEIÐSTRÆTA
Stefan í Skorini
Teir ellivu maskinmeistar-
arnir umborð á Brimli, sum
søgdu seg úr starvi frá 1.
juni, eru farnir av skipin-
um, og skipið liggur nú fyri
teym orsakað av manning-
artroti.
Maskinmeistarafelagið
krevur framvegis, at allir
verða settir aftur í starv, og
so leingi Fiskimálaráðið
ikki gongur hesum kravi á
møt, blokerar felagið størv-
ini, sum Fiskiveiðieftirlitið
lýsir leys. Felagið noktar
sostatt at limum sínum at
søkja.
Hóast hetta væntar stjór-
in í Fiskiveiðieftirlitinum,
at tey fáa maskinmeistarar
til Brimil.
– Vit vænta, at vit fáa
maskinmeistarar til Brimil,
so at skipið kemur í sigling
skjótt, sigur ein bjartskygd-
ur Elmar Højgaard, stjóri í
Fiskiveiðieftirlitinum.
Eingin trupulleiki
– Henda støðan er ikki
nøktandi í longdini, men
beint nú er tað ikki nakar
trupulleiki, at Brimil liggur
við bryggju, sigur Elmar
Højgaard.
Hann sigur, at hetta er
feriutíð, og tí hevði Brimil
helst ligið við bryggju
kortini.
Elmar Højgaard vil ikki
siga nakað um, hvussu
nógvar
maskinmeistarar
Fiskiveiðieftirlitið hevur
tøkar til at manna Brimil og
Tjaldrið. Nóg nógvir eru tó
at manna Tjaldrið, tí tað er
í sigling í løtuni.
Ellivu av tólv maskin-
meistarum søgdu seg úr
starvi, og tríggir nýggir eru
settir. Tískil kann roknast
við, at Fiskiveiðieftirlitið
hevur fýra maskinmeistarar
at ráða yvir.
Fiskiveiðieftirlitið fer í
hesi vikuni at lýsa eftir
maskinmeistarum til skip-
ini bæði.
Fiskiveiðieftirlitið
væntar at fáa manning
til Brimil
Stýrislimur kennir seg villleiddan
Tómt hús á Tórsvølli
Stjórin í Fiskiveiðieftirlitinum væntar at fáa nóg nógvar maskinmeistarar at manna bæði
vaktarskipini skjótt. Sum er liggur Brimil fyri teym
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Regin av Steinum
60 ár
Í gjár, týsdagin 2. juni, fylti
Regin av Steinum í Kolla-
firði 60 ár. Hann er sonur
Niels Paula av Steinum,
kallaður Heygs-Palli, ætt-
aður av Velbastað og í
mong ár uppsitari í Kolla-
firði á garðinum, sum nú
hoyrir til Búnaðardepilin í
Kollafirði, og Jensiu, f.
Clementsen
av
Sandi.
Hann er giftur við Paulinu,
f. Joensen, úr Fámjin.
Regin tók læraraprógv á
Zahles Seminarium í 1971.
Hann var lærari í Keyp-
mannahavn 1971-72 og
síðani á Argjum. Hann tók
prógv sum skúlabókavørð-
ur í 1989. Hann var for-
maður
í
Kollafjarðar
Ítróttafelag í 3 ár frá 1977
og bygdarráðslimur á Argj-
um 1993-96.
Hann hevur verið tjóð-
veldismaður í politikki og
var formaður í Norð-
streymoyar Tjóðveldisfelag
í 1982.
Poul J. Vitalis
25 ára starvsdag
á Føroya Tele
Í gjár, 2. juni, hevði Poul
Jakki Vitalis í Havn 25 ára
starvsdag sum fjarritari hjá
Føroya Tele. Poul Jakki er
51 ára gamal, føddur og
uppvaksin í Klaksvík, son-
ur Sannu, f. Djurhuus
(1918-1976), ættað úr Por-
keri, og Vitalis E. Vitalis úr
Klaksvík.
Liðugur
við
fólkaskúlan fór Poul Jakki í
sigling hjá Skipafelagnum
Føroyar sum lættmatrósur
við Falki. Hann var eisini
ein túr í Grønlandi við tí
seinasta
Tjaldrinum
(Astreu) við útróðrarmonn-
um í 1968. Í 1969 fór hann
á fjarritaraskúla í Klaksvík,
har hann tók prógv sum
fjarritari í 1971. Frá 1971-
76 sigldi hann sum fjarrit-
ari við frakt- og oljutanga-
skipum hjá Mærsk. Frá
1976-77 var hann fjarritari
við hekkutrolaranum Nón-
hamri. Eftir tað var hann
vikarur við Argja Skúla
skúlaárið 1977-78.
2. juni 1978 varð Poul
Jakki settur í starv sum
fjarritari á Telegrafstøðini
hjá "Det Store Nordiske
Telegrafselskab" við Ting-
húsvegin í Havn. Seinni
yvirtók Telefonverkið støð-
ina, sum nú hoyrir undir
Føroya Tele. Uppgávurnar
hjá fjarritarunum á støðini
eru fyrst og fremst at hava
radiovakt
á
Tórshavn
Radio. Umframt vanligar
samrøður, hava teir ábyrgd-
ina av lurtivaktunum á
neyðbylgjunum og radio-
samskiftinum, ið hevur við
neyð- il og trygd á sjónum
at gera.
Poul Jakki er giftur við
Elin, f. Frederiksen, sjúkra-
røktara, úr Klaksvík. Tey
búgva í Havn og eiga tvey
børn, Sannu, sum er fødd í
1979, og Ova, sum er
føddur í 1983.
Dagurin
3. juni. Erasmus, Deyður í umleið 300. Biskupur í
Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð
illa píndur, men komst undan og doyði í friði og náðum.
Navnið kemur av grikskum orði, ið merkir elskar.
Norðoyingar eru
heimsins fremstu
brúkarar av um-
hvørvisvinarligari
reingerð frá ENJO
Eftir at í skjótt 10 ár at hava
umboða Enjo í Norðoyggj-
um, var Sonja Fuglø í
Klaksvík heimsins besta
einstaka Enjo umboð í apríl
2003. Har umframt bleiv
hon nr. 10 í Evropa allan
apríl mánaða 2003. Sonja
er dugnalig og ágrýtin,
sigur Tóharda Bláhamar,
Enjo aðalumboð í Føroy-
um. Í Føroyum eru tilsam-
ans 10 sølufólk, men pláss
er fyri 16. sigur hon. Før-
oyar selja mest av Enjo vør-
um í øllum heiminum fyri
hvønn íbúgva, londini sum
vit kappast við eru Ísland
og Australia. Á hendan hátt
er Enjo við til at gera Før-
oyar kendar sum eitt um-
hvørvisvinarligt land, sigur
Tórharda Bláhamar.
VW Lupo bilurin hjá
Erling Simonsen í
Havn man vera ein av
mest umtalaðu bilum
í Føroyum í nýggjari
tíð. Bilurin koyrir
upp á rapsolju. Hóast
trot er á brennievni
um alt landið, hevur
Erling nokk av
rapsolju til nakrar
mánaðir
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nú trot er á dieselolju og
bensini, spurdu vit Erling
Simonsen í Havn, sum
koyrir við rapsolju, hvussu
hann klárar seg í hesum
døgum. Hann sigur at hann
hevur nokk av rapsolju til
nakrar mánaðir. Bilurin, ein
VW Lupo 3L, bleiv bygdur
um til rapsbil í februar í ár.
Hann
hevur
nú
koyrt
umleið 2.000 km bilinum,
ið roynist sera væl. Tað
einasta hann skal hugsa um
er at hita motorin eini 15 til
20 minuttir, áðrenn hann
verður settur í gongd fyrst á
morgni. Hetta verður gjørt
við eini fjarstýring.
Við tað at bilurin var
hálvtannað ára gamal, tá
hann bleiv umbygdur til
rapsbil, kann Erling nú
úttala seg um munin. Hann
sigur, at hetta var ein góð
íløga. Bilurin trekkjur tað
sama og er líka kvikur, sum
hann var áðrenn umbygg-
ingina. Hann eigur eisini
ein Mitsubishi Pajero jeep,
sum hann hevur ætlanir um
at byggja um til rapsbil.
Erling hevur nokk av olju
Sonja Fuglø viðurkenning
frá Enjo International
Erling Simonsen við VW Lupo rapsbilinum. Her sýnir hann fjarstýringina, sum hann brúkar,
áðrenn hann startar bilin fyrst á morgni
Mynd: Álvur Haraldsen
Aðalumboðið fyri Føroyar,
Tórharda Bláhamar, h.m.,
handar Sonju Fuglø
viðurkenning frá Enjo
International
Mynd: Solby A. Eliasen
C
M
Y
K
9
8