Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 102 - 3. juni 2003 Nr. 102 - 3. juni 2003 11 Í samband við verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum og óskilið, sum Fiskiveiðueftirlitið og Fíggjar-málaráðið eru upphav til, fáa vit dag og dagliga at vita, hvat ikki má ella kann gerast. Vit hava ein her av embætisfólki og øðrum úr sama ættar- liði, ið eru kvik at fortelja politikarum og øðrum, hvat ikki má ella ikki kann gerast. Størvini á Brimli kunnu ikki setast aftur, uttan menninir søkja tey. SEV sáttmálin má ikki góðkennast. Høgni Hoydal veit at siga okkum, at man ikki politiskt má leggja upp í verkfall o.s.fr. Mynstrið, ið gongur aftur, er at øll vita, hvat ikki má ger- ast ella góðtakast, men eingin veit, hvat gerast skal. Hvat ætlar landstýrið sær at gera, fyriuttan sjálvandi at senda Fíggjarmálaráðharran til hús, um SEV slóknar av klossutheit fíggjarmálaráðharrans? Tá nyttar einki at sita í myrkri og halda uppá okkurt prinsipp, ið er útsprungið av væntandi praktiskum royndum í problemloysing. Eitt lærubókasamfelag er lætt at stjórna, tí har siga tænastumenn ikki upp vegna alment drál, har megna partarnir á arbeiðsmarknaðinum at samráða seg fram til eina lønarjavnvág á privata arbeiðsmarknaðinum, ið er í tráð við inflatiónina og búskapargongdina annars, og har skriva kommunalir felagsskapir ikki undir lønarsáttmálar, uttan heimild. Generelt sæð er tað eitt slíkt samfelag, nýklæktir akademikarar verða utbúnir til, og tað er eitt slíkt samfelag, ið fólk uttan praktiskar royndir halda seg kunna liva alt lívið í, og gera so tilmæli ella taka avgerðir hareftir. Tað er bert tann evarska lítli vansin, at eitt slíkt lærubóka- samfelag finst ikki. Veruleikin er fløktur og fólk handla ikki altíð í tráð við ástøðum um tann økonomiska mannin, ella hvørji onnur ástøði, man nú einaferð grundar seg á. Í tí veruliga lívinum, má man onkuntíð taka avgerðir, ið bert hugsa um tíðina frá nú av og frameftir, uttan at heingja seg í, hvør gjørdi skeivt upprunaliga. Tað kann verða við ringum tannabiti og nógv prinsipp kunnu verða svølgd, men soleiðis má tað verða viðhvørt, og neyvan er nakar royndur stovnsleiðari ella vinnulívsmaður, ið ikki hevur roynt hetta viðhvørt. Hjólini mugu haldast koyr- andi, tí ongastaðni – heldur ikki hjá Fiskiveiðueftirlitinum ella Fíggjarmálaráðnum – kann man loyva sær tað luksus, at lata aktivitetin steðga fullkomuliga av prinsippum, ið kanska enntá eru malplaceraði vegna egið drál. At hugsa sær, um The Royal Navy ella Kongelig Dansk Marine høvdu verið noydd at lagt síni skip, vegna eina arbeiðsósemju. Slíkt kemur bert fyri í bananrepublikkum. Tað er altíð ein loysn á trupulleikum, men slíkar loysnir krevja diplomatiskt snildi - ein eginleiki, ið vit ikki júst verða undirdíkt av í hesum døgum. Vónandi situr onkur onkustaðni í hesum landinum og hugsar um, hvat má gerast, heldur enn at koma við ting- um, ið ikki mugu gerast. Óansæð hvat, so kann samfelagið ikki steðga upp. Onkur má geva seg, og tað er eingin automatikkur í tí veruliga lívinum, at tað er tann, ið hevur flestu teoretisku argumentini, ið vinnur. Vit hava brúk fyri fólki, ið duga at síggja fimm loysnir fyri hvønn trupul- leika, men tíverri sær út til, at vit verða stýrd av fólki, ið síggja fimm trupulleikar til hvørja loysn. DAGSINS MEINING Sosialurin Øll vita, hvat ikki má gerast VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Mangan verður henda forskriftin brúkt, at gong- ur tað, so gongur tað, og so er alt fínt. Og tíverri sleppa fólk - eisini vit politikkarar - alt ov ofta ígjøgnum við hesum, tí mótparturin tímir ikki at blíva við at vísa ávísum viðurskiftum aftur. Jóannes Eidesgaard Nú er tað nakað síðani, at Finnur Helmsdal hevði eina grein, sum tók støðið í ein- um munnligum fyrispurn- ingi, sum eg setti Høgna Hoydal seinasta dagin, hesin møguleikin var í hesi tingsetuni. Men vinkulin, sum Finnur Helmsdal tók fram, var ikki júst tann vinkulin, sum eg brúkti, tá eg setti spurningin fram, so lat okkum rógva eitt sindur afturáaftur. Um páskirnar vóru tvær útvarpssendingar, sum við- gjørdu ríkisstuðulin. Or- søkin til hesar sendingar vóru nøkur úttalilsir frá for- manninum í Búskaparráð- num, har hesin segði, at nú var lagaliga løtan at taka restina av ríkisstuðulinum burtur, tí annars var vandi fyri, at hesin fór at verða brúktur til m.a. at gera gott við í samfelagnum. Í hvønn mun hesar viðmerkingar høvdu búskaparpolitiskar ella bert politiskar undir- tónar, kann lesarin sjálvur meta um. Tjóðveldismenn vóru sum teir einastu umboðaðir í báðum hesum sendingum, og í báðum førum varð ført fram, at vit brúka bert 10% av ríkisstuðulinum. Lurtar- in kundi kanska fingið ta fatan, at so má lagaliga løtan vera komin til at kuta írestandi 10% burtur, tí 10% er ikki øll verðin. Og lurtarin kundi kanska eisini fingið ta fatan, at tá vit bert brúka 10%, so vil tað eisini siga, at heili 90% standa óbrúkt. Við hesum í huga setti eg spurningin fram: Munnligur fyrispurning- ur til Høgna Hoydal, lands- stýrismann. Tá tað bert eru brúkt á leið 10% av ríkisstuðulin- um seinasta árini, hvar eru so tey resterandi 90%? Viðmerking: Tað hevur verið ført fram so mangan og seinast í sendingini í ÚF um ríkisstuðulin, sum var báðumegin páskirnar, at vit bert brúka á leið 10% av ríkisstuðulinum. Hetta má so alt annað líka merkja, at vit so ikki hava brúkt tey eftirverandi 90%. Nú veit eg ikki, um talan bert er um einstakt ár ella fleiri. Hugsa vit um alt tíðar- skeiðið síðan 1998 (tá henda samgongan tók við) og siga, at vit taka hálvt 1998 við og síðani árini 1999, 2000, 2001 og 2002 og triðingin av 2003, so hevur samlaði ríkisstuðulin hesi árini verið á leið 4.200 mió. kr. Um vit nú siga, so- leiðis sum tjóðveldismenn vilja hava tað til, at bert 10% eru brúkt, so hava vit brúkt 420 mió. kr hesi árini, men so hava vit sam- stundis ikki brúkt 3.780 mió. kr. Um henda upp- hædd varð sett í Lands- bankan, og innistandandi har í 1998 var á leið 1,2 mia. kr., so skuldi staðið í dag á bók á leið 5 mia. kr., men tað ger tað so ikki. Um talan bert er um stakt ár, og ríkisstuðulin í dag er 630 mió. kr., so brúka vit tær 60 mió. kr., men sam- stundis brúka vit ikki tær 570 mió. kr. Og hvar er so henda góða hálva milli- ardin? Svarið, givið var, var av sera akademiskum og kanska eisini nationaløko- nomiskum slag. Men fólk uppfata spurn- ingin alt annað enn aka- demiskan. Brúka vit 10%, so brúka vit ikki 90%, tað er tann logikkurin, sum fólk flest enn brúka, tíbetur. Tá stendur eftir, at pástand- urin um, at bert 10% av ríkisstuðulinum verða brúkt, hann passar ikki. Tí var hesin pástandur rættur, so áttu tey eisini at fingið svarið upp á, hvar hini 90% so eru. Tað er nú einaferð ikki altíð, tað gongur, hóast roynt verður. Annars samsvara hesar viðmerkingar um ta laga- ligu løtuna til at kuta restina av ríkisstuðulinum burtur, og at vit bert brúka 10% av ríkisstuðulinum ikki serliga væl við útsagn- irnar frá m.a. Karsteni Hansen,lansstýrismanni um, at nú má rættiliga táttast í, og at vit als ikki hava ráð til nakra sum helst lønarhækking, soleiðis sum búskaparligu útlitini eru. Går den, så går den..... TÍÐINDASKRIV Karisma Tey síðstu 20 árini eru sera mong menniskju komin til trúgv í tí Arabiska heimin- um. Tey flestu av hesum menniskjum eru vunnin gjøgnum radio og sjón- varpssendingar. Mong av hesum menniskjum hava verið noydd at flíggja úr síni egnu heimbygd orsaka av forfylging, meðan onnur hava verið so heppin at funnið sær eina samkomu at hava felagskap í. Í mong ár varð kannað hvussu hjálp kundi fáast til tey mongu í onga samkomu høvdu at koma í, og sum búðu fjarskotin og uttan møguleika at koma saman við øðrum trúgvandi. Ì 1996 fingu nøkur trúgvandi eitt hugskot um at stovn- seta samkomur gjøgnum radiosendingar. Hetta vísti seg seinni at verða eitt sera gott hugskot og blivu nógv- ar samkomur stovnsettar sum úrslit av hesum radio- sendinum í 1997 og 1998. Ùrslitið varð so gott, at fólk byrjaðu at tosað um at flyta royndirar frá radio- sendingum yvir til sjón- varpssendingar. At byrja við vóru 26 sendingar gjørdar sum kallaðus " Eg og heim mítt". Ùrslitið gjørdist so gott, at tann egyptiski framleiðarin byrjaði at leita eftir figging til 26 sendingar afturat so allar 52 vikurnar í árinum kundu brúkast. Karisma fær á hvítu- sunnu vitjan av svenskaran- um Tore Pansell sum kanska serliga er kendur fyri sín virkna leiklut á kristna blaðnum "Dagen" og annars í kristnum sjón- varpsarbeiði í Svøríki. Tore Pansell kemur at greiða frá arbeiðinum í arabiska heiminum og bjóða Føroy- ingum at luttaka í hesum arbeiða við at hjálpa til við fíggingini av teim síðstu sjónvarpssendingunum. Karisma vónar at hetta tiltak verður væl móttikið av føroyingum og at vit á henda hátt kunnu verða við til at boðað gleiðiboðskap- in í arabiska heiminum, sum annars er sera trupul at sleppa inn í við evangeli- inum. Karisma luttekur í samkomustovnan í arabiska heiminum Andras L. Samuelsen Alt tykist anda friðsælt í skúlunum; einki hoyrist til lærararnar, men tað prutlar undir lokinum. Lærarar kjakast á einari ráðstevnu á alnótini og har er ónøgdin komin á eitt støði sum illa ber til at liva við. Ein arbeiðsnevnd hevur í 3 ár skula arbeitt við at gera eina nýggja skipan fyri ar- beiðstíð hjá fólkaskúlalær- arum. Arbeiðið hevur ligið stilt fleiri ferðir, upp í meira enn hálvt ár ísenn, og helvt- in av limunum í arbeiðs- nevndini eru útskiftir. Í apríl varð eitt uppskot brád- liga klárt og nevndin í Før- oya Lærarafelag setti hetta uppskot til uratkvøðu 12. mai. Úrslitið av uratkvøð- uni varð eitt klárt nei til uppskotið. Hetta tekur landsstýrismaðurin við skúlamálum, Høgni Hoy- dal, ikki so tungt, tí hann ætlar at seta uppskotið í verk frá 1. august í ár kort- ini. Fyrst er at siga, at ar- beiðsnevndin hevur full- komiliga misskilt sína upp- gávu. Umframt at umskipa arbeiðstíðina, hevur ar- beiðsnevndin álagt lærar- um upp ímóti tveimum tímum afturat á skúlanum hvønn tann einasta skúla- dag. Tað hevur ongantíð verið ætlanin at slept vunnin rættindi við umskipanini av arbeiðstíðini. Tað hevur heldur ongantíð verið ætl- anin at taka samráðingar- rættin frá nevndini í Føroya Lærarafelag. Tað vísir manningin av arbeiðs- nevndini eisini: Hvørki for- maðurin ella næstformað- urin í Føroya Lærarafelag vóru yvurhøvur við í ar- beiðinum. Tí er tað ófatiligt at nevndin í Føroya Lærara- felag ikki klárt meldaði út, áðrenn uratkvøðuna, og mælti limunum til at avvísa fyriliggjandi uppskot. Hóast hetta ikki varð gjørt, fall uppskotið kortini. Nevndin í Føroya Lærara- felag hevur tvørturímóti sagt, at hon einki ger; held- ur ikki nú landsstýrismað- urin ætlar at seta uppskotið í gildi, hóast at limirnir hava avvíst tað við urat- kvøðu. Nevndin í Føroya Lær- arafelag sum, meira ella minni, hevur valt seg sjálvan aftur á aðalfundi 3. mai, við ikki at melda út um arbeiðstíðaruppskotið fyrr enn freistin at stilla upp til nevndarvalið varð úti, stendur sum flongdur hundur og bara eygleiðir, meðan limirnir frá 1. august, sambært Høgna Hoydal, skulu arbeiðað umleið, 25% meira á skúl- anum, uttan at nakað sæst aftur í lønarposanum. Nú hava limirnir talað og bæði arbeiðsnevnd og nevndin í Føroya Lærara- felag hava sostatt fingið missálit. Sambært høvuðsavtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið ber ikki til einvegis hjá lands- stýrismanninum við skúla- málum at áseta lønar- og onnur setanarviðurskifti. Dugir nevndin í Føroya Lærarafelag ikki at gera landsstýrismanninum ta greitt, eigur hon at lata onnur sleppa framat at gera tað! VIÐMERKINGAR Landsstýrismaðurin við skúlamálum, Høgni Hoydal, herjar á lærarar og skúlastjórar Arbeiðarafeløgini í verkfalli Á heimasíðuni hjá FAG verður upplýst, at fakfeløg- ini undir seinnu semings- royndunum høvdu slakað og høvdu góðtikið at fáa kr. 4,00 afturat lønini í ár og kr. 4,00 aftur komandi ár. Hesi tíðindi siga arbeiðs- gevararnir seg hava frá semingsmonnunum, sum aftur skuldu hava upplýs- ingarnar frá umboðum fyri fakfeløgini. Vit høvdu ikki ætlað okkum út í alment kjak um innanhýsis samrøður mill- um semings-menninar og umboð fyri fakfeløgini, og so als ikki um samrøður, sum semingsmenninir hava sagt seg hava við samráð- ingarmótpart okkara. Tá FAG tó er komið al- ment fram við slíkum upp- lýsingum, og hesar upplýs- ingar eru beinleiðis skeivar, so er neyðugt hjá okkum at koma við einari rættleiðing. Tað sum semingsmenn- inir spurdu umboð fyri fakfeløgini um var, um feløgini vildu fara niður um kr. 8,00 yvir tvey ár, tí FAG ikki vildi førka seg uppeftir yvirhøvur, og svarið var, at feløgini høvdu boðað frá, at tað var so langt frá, at fak- feløgini vildu fara niður um kr. 8,00 yvir tvey ár. Tað skal tí gerast greitt, at einki umboð fyri fakfe- løgini hevur sagt ella meld- að út, at fakfeløgini vildu góðtaka kr. 4,00 í ár og aftur kr. 4,00 komandi ár. Hvat endamál FAG hevur við at koma við skeivum tíðindum hava vit ilt við at skilja, men hetta er so enn eit dømi um, at tíðindini á heimassíðuni hjá FAG eru ikki eftirfarandi. Í gjár frættist, at nakrir limir í Havnar Arbeiðs- mannafelag hava tikið stig til at kallað verður inn til eykaaðalfundar í felagnum. Sum vit skilja, ynskja hesir limir, at Havnar Arbeiðsmannafelag skal avlýsa verkfallið, og hetta merkir, at hesir limir leggja upp til, at limirnir í Havnar Ar- beiðsmannafelag skulu hava eina lønarhækking, sum sambært seinasta semingsuppskotinum bert er umleið helvtin av tí, sum aðrir starvsbólkar hava fingið. Gangið ikki ørindi fyri arbeiðsgevarafeløgini Tað er sjálvsagt lætt hjá einum løntakara, sum frammanundan fær eina væl hægri løn enn van- ligu sáttmálalønina at siga, at ikki er neyðugt hjá feløgunum at fáa somu lønarhækking sum aðrir løntakarabólkar í landinum. Slíkt sjálvsøkni, har bert verður hugsað um egin áhugamál, er sera hættisligt, tí slíkur hug- burður ger, at vit, sum umboða tey lægstløntu í landinum, bert mugu standa og hyggja at, með- an lønarmunurin millum limir okkara og tey hægstløntu alsamt økist. Tað, sum hesir limir í Havnar Arbeiðsmanna- felag tó neyvan hava hugsað um, er at teir í veruleikanum ganga ør- indi fyri arbeiðsgevara- feløgini, tí tað er ein sannur gloypibiti hjá arbeiðsgevarunum at fáa, um tað eydnast nøkrum fáum limum í einum av teimum 5 fak-feløgun- um, sum eru í verkfalli, at skapa spjaðing innan fakfelagsrørsluna. Uttan at vit kunnu prógva tað, so hoyrist at ávísir arbeiðsgevarar hava ein fingur við í spælinum, nú nakrir lim- ir í Havnar Arbeiðs- mannafelag hava tikið stig til, at samstarv okk- ara skal sindrast, og hetta vóna vit, at limir felag- sins hava í huga. Samanhaldið millum fakfeløgini er í vanda Vit fara sjálvsagt ikki at leggja okkum út í, hvat limirnir í Havnar Ar- beiðsmannafelag gera, tí ein og hvør limur kann taka stig til at royna at fáa kallað inn til eyka- aðalfund. Hinvegin síggja vit tað sum skyldu okkara at gera vart við okkum, tí um tað eydnast at skapa spjaðing millum feløgini, so koma limir okkara eisini at kenna sviðan av hesum. Tí vilja vit staðiliga heita á limirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag um at standa saman við hin- um fakfeløgunum í verk- falli, tí bert á hendan hátt kunnu vit tryggja limum okkara eina sømuliga lønarhækking. Tað verður ein lítið virðiligur varði hesir limir í Havnar Arbeiðs- mannafelag koma at seta sær sjálvum, um tað eydnast teimum at skapa spjaðing millum fakfe- løgini, tí ein slík spjaðing kemur bert at tæna áhugamálunum hjá ar- beiðsgevarafeløgunum. Tí vóna vit, at limirnir í Havnar Arbeiðsmanna- felag síggja vandan við tí stigi, teir nú hava tikið, og at limirnir framvegis vilja standa saman við teimum túsundtals løn- takarum, sum undirrit- aðu feløg umboða. Saman standa vit sterk. Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðs- kvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Átta skúlaflokkar í Føroy- um fingu í fjør pengar at ferðast fyri til onnur Norð- urlond. Norrøna Felagið í Føroyum umsitur stuðul til næmingaferðir. Í 2002 fingu 108 næmingar í átta flokkum tilsamans 235.000 kr., so tey kundu vitja javn- aldrar í onkrum øðrum Norðurlandi. Higartil í ár hava longu seks flokkar fingið slakar 140.000 kr. at ferðast fyri. Men enn eru pengar eftir at ferðast fyri í ár ella næsta ár. Fyri at fáa lut í hesum pengunum er neyðugt at søkja fyri tann 1.november 2003. Eftir 1. november verður støða tikin til um- sóknirnar og pengarnir, sum eru eftir, verða býttir millum teirra. Til ber at lata upp til helvtina av ferðaútreiðslun- um í stuðli. Høvuðstreytin fyri at fáa stuðul er tann, at flokkurin vitjar ein flokk í einum øðrum Norðurlandi, sum so eisini vitjar føroyska skúla- flokkin. Næmingarnir skulu búgva heima hvør hjá øðrum. Tað vil siga, teir skulu vera bæði gestir og vertir. Hendan skipanin er gald- andi fyri fólkaskúlan og fyri miðnámsskúlarnar. Skrivlig umsókn við fíggj- arætlan skal sendast til Norrøna Felagið í Føroyu- m, J. Paturssonargøtu 24, 100 Tórshavn fyri tann 1.november 2003. Harafturat kunnu fólka- skúlanæmingar, 11 til 17 ára gamlir, fáa stuðul frá Nordplus Mini, sum danska Norrøna Felagið umsitur. Her ber til at fáa upp í 2000 kr. til hvønn næming, sum fer av stað. Serligt umsókn- arblað til Nordplus Mini fæst frá Norrøna Felagnum í Føroyum. Arbeiðarafeløgini í verkfalli Nú frættist, at Føroya Ar- beiðsgevrafelag boðar frá, at tey titøk sum FAG hevur sett í verk, um at steingja heilssølurnar og at leggja Smyril er verkfall framt av fakfeløgunum. Hetta er prógv um, at nú er als einki skil í teimum tíðindum, sum Vinnuhúsið sendir út, tí tá FAG vil geva fakfeløgunum ábyrgdina av, at FAG steingir heilsøl- urnar og leggur Smyril, so skilja helst øll, at her er tal- an um ósannindi av ring- asta slag, og helst er hetta tekin um, at arbeiðsgevara- síðan í sínum ráðaloysi ikki vil standa við ábyrgdina av teimum tiktøkum, sum teir sjálvir hava sett í verk. Tí skulu vit sláa fast, at øll tey tiltøk, sum arbeiðs- gevarafeløgini seta í verk eru at meta sum VERK- BANN og tað er tí at vill- leiða fólk, tá arbeiðsgevara- feløgini royna at billa fólk- ið inn, at tey tiltøk sum teir fremja eru at skilja sum verkfall framd av arbeiðar- feløgunum. Hetta við at villleiða fólk er tó einki eindómi tá tala n er um "tíðindi" frá Vinnu- húsinum. Setið ikki kílar í samanhaldið millum fakfeløgini Áheitan á limirnar í Havnar Arbeiðs- mannafelag Fakfeløgini hava ikki góðtikið kr. 4,00 upp á lønina Arbeiðsgevarafelagið kemur aftur við skeivum tíðindum Enn eru pengar eftir til skúlaflokkar Nú hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag fullkomuliga mist skil á hugtøkunum C M Y K 11 10