týsdagur 3. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 102 - 3. juni 2003
Nr. 102 - 3. juni 2003
13
Reðin Leonsson, løg-
reglumaður í Vágum,
hevur lagt frá sær
eftir næstan 36 ár í
starvi. Á fráfaringar-
samkomu í Miðvági,
varð ymiskt havt á
lofti frá hesi tíðini
EFTIRLØN
Edvard Joensen
Miðvági: Reðin Leonsson,
sum 1. juni legði frá sær
sum løgreglumaður, fekk
ymisk ummæli, tá hann
byrjaði sum løgreglunæm-
ingur í 1967. Eitt var, at
talan var um ringasta ban-
dittin í Vágum.
Reðin Leonsson er sør-
vingur. Hann er 62 ára
gamal,
nú
hann
eftir
knappliga 36 árum sum
løgreglumaður leggur frá
sær við efitrløn.
Hann hevur verið løg-
reglumaður í Havn, á Tvør-
oyri og nógv ár í Vágum.
Nú hann legði frá sær, varð
hildin fráfaringarsamkoma
á politistøðini í Miðvági,
har nógvir starvsfelagar
vóru komnir at siga farvæl.
Uni Vestureið, politi-
kommisserur, segði frá, at
hann hevði hugt eitt sindur
í skjøl frá teirri ríðini, tá
Reðin Leonsson byrjaði
sum løgreglumaður. Mill-
um annað vóru komin eini
tvey brøv úr Vágum við
ummælum av hesum unga
manninum. Eitt av hesum
brøvum mælti beinleiðis
frá, at seta hann sum politi-
næming, segði Uni Vestur-
eið. Har stóð millum annað
í, at talan var um ringasta
bandittin í Vágum.
Men so var eitt annað -
vist frá einum gomlum
lærara - sum helt, at betri
maður var ikki at fáa. Og
tað valdi setanarnevndi so
at taka við, segði kommis-
serurin.
Reðin Leonsson hevði
eisini orðið og mintist aftur
á ymsikt, sum farið var
fram hesi árini.
Hóast nógv er broytt hesa
tíðina, hevur hann glett seg
til at fara til arbeiðis hvønn
morgun, segði hann. Og
hann gleddist serliga nógv
um at kunna siga, at tað
líkasum var gingið í arv,
hetta við at gleðast um
arbeiðið hjá løgregluni. Tí
sonurin Karl er eisini løg-
reglumaður. Einastu feðg-
arnir í løgregluni her hjá
okkum, segði Reðin. Og
Karli dámar líka væl sum
pápanum, helt tann eldri
uppá.
Men at samanbera fyrr
og nú ber ikki til, helt
Reðin Leonsson. Og til
miklan stuttleika hjá yngru
starvsfeløgunum
greiddi
hann frá, hvussu teir á
náttarvaktunum í »gomlum
døgum« kundu finna upp á
at egna eina línu ella tvær
og síðan út at seta um
morgunin. Serliga var ein
starvsfelagi, hann nevndi í
slíkum sambandi. Tað var
núverandi
landsstýris-
maðurin við fíggjarmálum,
Karsten Hansen.
– Sama slag buldrari,
sigur Reðin Leonsson um
gamla felagan.
Nú hann leggur frá sær,
fer Reðin Leonsson fyrst at
slappa av í Mykinesi, sigur
hann. Har tívist hann væl
og hevur ivaleyst at taka í.
Eisini ætlar hann at skriva
endurminningar.
– Nógv er at minnast
aftur á, greiðir hann frá.
Tað er ikki tann ólukka, ein
ikki hevur verið íblandaður
umframt sjálvandi alt ann-
að, sum farið er fram.
Tað var serliga ein persón
av
øllum,
sum
Reðin
Leonsson heðvi hug at taka
fram, nú hann helt sína
fráfaringarrøðu. Og tað var
tann persónurin, sum eftir
hansara
meting
heldur
øllum uppi á politistøðini í
Vágum. Nevniliga skriv-
stovukvinnan
Kristina
Olsen, sum bara eigur at
vera har. Henni hevði verið
størri saknur í, um hon fór
úr starvi, helt hann.
At Reðin Leonsson hevur
síni áhugamál at røkja eitt
nú í Mykinesi, nú hann fer
úr starvi, vita gomlu starvs-
felagarnir. Og teir vildu
markera tað við eini gávu.
Teir høvdu fingið Óla
Petersen at tekna Reðin,
meðan hann dregur lunda.
Eitt
sindur
alternativt
kanska. Hevur roytt velið
av ikki færri enn tveimum
lundum á tekningini. Og
tað stuttleikaði hann sær
óført um.
Ringasti bandittur í Vágum
Reðin Leonsson leggur frá sær eftir at hava verið
løgreglumaður í næstan 36 ár
Einastu feðgarnir í løgregluni. Sonurin, Karl, er eisini løgreglumaður
Reðin Leonsson sman við konuni Julionnu og varapolitikommisserinum Jóni Klein Olsen
At Reðini dámar væl at rokast, vita starvsfelagaðarnir. Teir
høvdu fingið Óla Petersen at tekna hann »in action«. Sonurin
Karl, v.m., stutteikar sær óført
Eini 300 fólk á tema-
dagi um vansorgan
VANSORGAN
Rigmor Dam
Føroya Barnaheim var í
síðstu viku vertur fyri al-
tjóða viðurkenda serfrøð-
inginum innan vansorgan
av børnum, norsku Kari
Killén, sum var her heima
og helt fyrilestrar og skeið.
Dr. philos. Kari Killén, ið
hevur doktaraheiti í van-
sorgan og vanrøktan av
børnum,
hevur
skrivað
nógvar bøkur um evnið, og
var í eitt áramál ovasti fyri
altjóða felagsskapin, sum
starvar innan hetta økið. Í
dag er Kari Killén gransk-
ari við norska stovnin fyri
gransking innan uppvøkst-
ur, vælferð og aldurdóm
(NOVA).
At hon er tiltikin góður
fyrilestrahaldari, prógvaði
hon til lítar við almenna
fyrilestrinum á læraraskúl-
anum mikukvøldið, har eini
270 fólk vóru og lurtaðu,
og aftur á temadegnum á
Hotel Føroyum leygardag-
in, har 280 fólk luttóku. Tá
leiðarin á Barnaheiminum,
Finnur Helmsdal, setti seg í
samband við Kari Killén,
var svarið hann fekk, at
álmanakkin var fullur fram
til 2005. Men tíbetur eydn-
aðist tað kortini at lokka
hana hendanvegin longu
nú.
Høvuðsboðskapurin,
sum Kari Killén ferðast
kring um í heiminum við,
er, at fólk aftra seg við at
fara inn í mál um vansorg-
an, tí tey eru bangin, og vita
ikki hvat tey skullu gera. Á
fyrilestrum greiðir hon eitt
nú frá, hvat vansorgan er,
og hvussu vit kunnu stuðla
og hjálpa einum barnið,
sum er fyri vansorgan. Hon
sigur, at vit skulu seta inn
so tíðliga sum til ber og at
vit skulu flyta fokus frá for-
eldr-unum og teirra trupul-
leikum, yvir á at hjálpa
barninum, sum livir við
ótta, harðskapi og mis-
nýtslu í gerandisdegnum.
Við einum livandi málið,
skilligum glarum og nógv-
um dømum, gevur hon
áhoyrarunum nøkur kon-
kret amboð at nýta í arbeið-
inum við børnum, umframt
eina ørgrynnu av eldri og
nýggjari vitan.
Vit hava skyldu til at
siga frá, og hjálpa
børnum, sum eru fyri
vansorgan, so tíðliga
sum til ber, sigur
norska Kari Killén,
serfrøðingur í van-
sorgan (umsorganar-
sviki) og harðskapi
móti børnum
VANSORGAN
Rigmor Dam
Ein nýføðingur roynir frá
fyrsta degi at skilja heimin.
Mamman umboðar trygg-
leikan, og hon hjálpir barn-
inum at skilja og læra um
lívið. Barnið veit at tað
altíð fær kærleika og ugga
frá mammuni, óansæð hvat
hendir. Soleiðis eigur at
vera.
Kortini eru børn, ið sum
frá líður varnast, at mamm-
an ikki letst um vón, hóast
tey av øllum alvi royna at
vekja kenslurnar hjá henni
við smíli og gráti. Har er
eingin heima. Mamman er
upptikin av øðrum enn
barninum. Kanska er hon
misnýtari, sálarliga sjúk
ella
í
svárari
kreppu.
Kanska hevur hon ongantíð
lært at vera mamma. Eftir
stutta tíð gevur barnið
skarvin yvir. Letur aftur
fyri umheiminum, gerst
apatiskt, og nøkur ár seinni
ein trupulleiki — ein upp-
gáva fyri sosialu myndug-
leikarnar.
Rópið varskó tíðliga
Seinastu dagarnar hevur ein
hin fremsti serfrøðingurin
innan vansorgan, ella um-
sorganarsvik av børnum,
norska Kari Killén, verið í
Føroyum. Kari hevur í
mong ár starvast innan
hetta økið, tikið doktara-
heiti og givið út bøkur um
evnið. Eitt av aðalmálum
hennara er at upplýsa fólk
um, hvussu týdningarmikið
tað er, at vit rópa varskó so
tíðliga sum gjørligt, um vit
kenna til børn, sum eru fyri
vansorgan.
Fyrsta tíðin leggur
lunnarnar
Kari Killén sigur, at vit
mugu ikki undirmeta týdn-
ingin av fyrsta sambandin-
um millum móður og barn,
tí tað eru hesir fyrstu mán-
aðirnir, sum leggja lunnar
undir menningina hjá barn-
inum.
- Trivnaðurin hjá barnin-
um er treytaður av at for-
eldrini
megna
hendan
nýggja leiklutin – at tey
hoyra og síggja barnið,
duga at lesa tørvin hjá tí og
hava eitt positivt kensluligt
samband við tað, sigur Kari
Killén, sum víðari greiðir
frá, at um um foreldrini
ikki megna at vera sálarliga
til staðar í lívinum hjá
barninum, fer barnið skjótt
at mistrívast og kemur í
eina sálarliga kreppu, sum
er sera torfør at bøta um
seinni, tá barnið gerst eldri.
Barnið kann fáa varandi
mein kensluliga, málsliga
og kognitivt.
Vit hava øll ábyrgd
Tí, sigur Kari Killén, er tað
so umráðandi, at øll kenna
ábyrgd mótvegis øllum
børnum og siga frá, um
okkurt ikki ruggar rætt. Her
er leikluturin hjá heilsu-
systrunum sera avgerandi,
av tí, at tær koma inn í
heimini so skjótt og sostatt
kunnu verða við til at venda
einari skeivari gongd. Tær
koma heim til øll børn, og
duga at lesa samanspæli
millum mammuna og barn-
ið, sigur hon, og greiðir frá,
at vánaligt samband mill-
um móðir og barn, ikki
bara rakar fólk sum framm-
anundan eru í vandabólk-
um, so sum misnýtarar og
sálarliga sjúk fólk.
- Hetta er ein trupulleiki
sum rakar allar sosialar
bólkar. Eitt nú fáa millum
10 og 15 prosent av øllum
mammum eina føðingar-
psykosu, sum annaðhvørt
kann bera í sær, at mamm-
an stoytir barnið frá sær
ella knýtir seg ov nógv til
tað, sigur Kari Killén, og
nevnir eisini miðalstættar-
familjurnar, sum eru so
strongdar, at tær ikki
megna at vera kensluliga til
staðar hjá barninum. Hetta
er eitt mynstur sum gerst alt
sjónligari í norðurlondum,
tí familjurnar hava úr at
gera, við at halda materiella
støðinum uppi og gloyma at
vera saman við barninum.
Fyribyrging neyðug
Síðani eru tær familjurnar
sum frammanundan hava
stórar trupulleikar at drag-
ast við, men sum allar eru
eyðkendar við at hava eitt
negativt kenslusligt sam-
band við børnini. Hesar
kunnu, eitt nú, vera fam-
iljur sum eru í kreppu, har
foreldrini eru rúsdrekka-
ella rúsevnismisnýtarar, har
maðurin bukar konuna og
viðhvørt børnini ella for-
eldur sum eru sálarliga
sjúk.
Barnaverndir
og
heilsuskipan kenna ofta
familjurnar frammanund-
an, og stig eiga verða tikin
longu meðan mamman er
við barn, soleiðis, at hon
kann fyrireika seg til
nýggja leiklutin og familjan
annars fáa allan tann stuðul
sum tørvur er á, sigur Kari
Killén, sum eisini vísir á, at
børn sum vaksa upp undir
slíkum umstøðum, hava
stóran tørv á at knýta seg til
vaksin fólk uttanfyri heim-
ið, sum tey kenna seg trygg
hjá og kunnu práta við, um
tað sum fer fram og hjálpa
barninum at skilja kaotisku
støðuna.
Vilja ikki blanda
okkum uppí
Spurd, um hví tað er so tor-
ført at siga frá, tá vit vita, at
eitt barn livir í einum heimi
við misnýtslu, harðskapi og
ótta, sigur Kari Killén, at
tað altíð er torført at leggja
seg útí viðurskiftini hjá
øðrum, og ikki minst for-
eldrauppgávuna,
sum
frammanundan er eitt við-
breki øki, sum vit øll eru
sár um. Og á smáplássum
er tað uppaftur torførari, tí
vit ræðast at gerast offur
fyri slatur og at verða úti-
hýst úr felagsskapinum.
Kortini, sigur Kari Killén,
hava vit skyldu til at lata
eyguni upp og taka stig til
at venda gongdini, áðrenn
tað gerst ov seint. Somikið
av virðing eiga vit at hava
fyri barninum og okkum
sjálvum, at vit mugu ikki
fjala yvir tað sum kennist
óhugnaligt og torført.
Rópið varskó tíðliga, tá børn verða forsømd
Kari Killén í Føroyum
Kari Killén her saman við
Finni Helmstdal, leiðara á
Barnaheiminum og Halbjørg
Lamhauge, deildarleiðara
Mynd: Jens Kr. Vang
Kari Killén
C
M
Y
K
13
12