týsdagur 3. juni 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 3. juni 2003
15
Stuldur ella bara van-
ligur effektivitetur.
Tað kann so altíð vera
trætumálið. Men tað
er greitt, at HB langt
ífrá fekk ta úrtøku
burtur úr sunnudeg-
num, sum leikliga
yvirvágin átti at borg-
að fyri
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Sjálvt annars so trúføstu
GÍ-áskoðararnir vóru givn-
ir við sínum »hjørna-í-mál«
rópum. Tíðin á stadion-
klokkuni var eisini langt
síðani farin út um teir 90
minuttirnar, og hóast eitt
seinasta desperat trýst, so
tóktist alt vera liðugt hjá
gøtumonnunum.
Heldur
ikki
vanliga
álopsvápnið við at flyta
Bartal Eliasen niðan at
stúta nakrar bóltar, hevði
fram til hetta givið úrslit,
men so kom tað. Horna-
sparkið varð sent innfyri,
og har kom Bartal við full-
ari ferð og drønstútaði.
Bárður Johannesen hálv-
bjargaði royndini í fyrsta
umfari, men Hans Pauli
Petersen var fyrstur at
fylgja upp, og so var mál.
Løtu seinni bríkslia Jens
Petur Brattalíð fyri seinastu
ferð, og so høvdu gøtu-
menn aftur fingið eitt av
hesum stigum, sum teir í
veruleikanum als ikki áttu
at havt møguleikan fyri.
Løgdu væl út
Tá alt kom til alt, so var
hetta tó kanska ikki meira,
enn tey nógvu av HB-við-
haldsfólkunum bóru ótta
fyri undan dystinum. Við
støði í teimum báðum inn-
anhýsis dystunum í bólka-
spælinum í steypakapping-
ini sendi dagsins leikskrá
eisini eina kraftiga ávaring
til leikararnar um, at her
máttu teir fyri alt í verðini
ikki taka ov lætt upp á upp-
gávuna, tí treiskni hjá GÍ
hevði fyrr víst seg at vera
stórur biti hjá HB. Ikki
minst í dystinum í Havn,
har HB hevði alt spælið,
men har GÍ skeyt einasta
málið í evsta minutti.
Og fyrstu løtuna bendi
eisini alt á, at her ætlaði
havnarliðið ikki at lata sær
nakað sum helst lynda. Ser-
liga fyrstu løtuna tóktust
gøtumenn hava sera ilt við
at standa ímóti trýstinum
frá HB, men tó at tað fleiri
ferðir gjørdist heilt vanda-
mikið, so fór bólturin ikki
inn, og spakuliga kundu
gøtumenn so arbeiða seg
inn í dystin.
Einfalt
Og tað kann til tíðir tykjast
merkisvert, hvussu lætt tað
tykist hjá GÍ at koma til
møguleikar. Felagið stend-
ur í løtuni mitt í eini skiftis-
tíð, og tað er einki at siga
til, at krøvini ikki verða sett
eins høgt nú, sum tey vóru
fyri bara fáum árum síðani.
Mest sum eitt heilt ættarlið
av leikarum er skift út, og
teir ungu, sum nú eru á lið-
num, hava fyrst og fremst
tørv á tíð, áðrenn teir eru
búnir til oddastríð í før-
oysku kappingini.
Hetta sást eisini aftur í, at
tað leikliga vóru nógv fleiri
veikari lið hjá GÍ enn hjá
HB, og tað ger tað kanska
enntá meira merkisvert, at
liðið fekk spælt seg til so-
mikið nógvar møguleikar.
Serliga seinasta korterið
undan steðginum brendi
fleiri ferðir heilt nógv á í
HB-brotsteiginum, og upp-
skriftin var mest sum
hvørja ferð hin sama. Djúpt
spæl upp til Krzystof Pop-
czynksi, breitt út í síðuna,
og tá so bólturin kom inn,
kom ein heilur herur av
miðvallarum rennandi upp
við.
So kunnu tað rópast
gúpparí og kick and rush,
men tað er helst í veruleik-
anum bert talan um gera
tingini so einføld sum gjør-
ligt, og at gagnnýta egin
evni á bestan hátt. Og í øll-
um førum er helst einki før-
oyskt felag, sum á sama
hátt sum gøtumenn megna
at halda seg til eina taktiska
skabelón, tá spælt verður á
vøllinum. Nakað sum ger,
at liðið mest sum altíð
megnar at fáa á leið maksi-
malt burturúr.
Skuldi verið liðugt
Hetta spælið gav GÍ nakrar
heilt stórar møguleikar fyri
steðgin, og kanska hevði
hetta vakt HB nakað. Í
øllum førum byrjaði havn-
arliðið nú aftur sum eitt
óløgi, og nú var eisini
skjótt, at tað bar til hjá
teimum.
Bara sjey minuttir inn
eftir steðgin varð Tór-Ingar
Akselsen, sum hesaferð
hevði sera álopskendan
leiklut, sendur avstað. Hall-
ur Danielsen kutaði beint
inn í GÍ verjuna, tá bólturin
var stungin innum, og so
var vágamaðurin hjá HB
farin.
Anton
Skoradal
megnaði als ikki at fylgja
við, og ísakaldur kundi Tór-
Ingar rulla bóltin í málið.
Hetta broytti sjálvandi
fortreytirnar hjá GÍ at
spæla, nú teir ikki í sama
mun kundu skipa verjupart-
in fyri síðani at sláa kontra.
Og tá HB so bara fimm
minuttir seinni aftur var
upp á spæl, tóktist alt av-
gjørt. Rógvi Jacobsen fekk
við styrki síni hildið lív í
einum HB-álopi, soleiðis at
bólturin varð sendur fram
til Andrew av Fløtum.
Toppskjúttin frá í fjør hevur
kanska ikki verið heilt so
heitur í ár, sum fyri einum
ári síðani, men hesa ferð
var so eingin ivi. Eftir at
hava tikið bóltin niður, varð
eitt knasandi turt skot sent
oman móti handara mál-
horni, og hóast Jacek Przy-
bylski toygdi seg, so kundi
hann einki gera fyri at forða
hesum.
Snýr seg um treiskni
Og so skuldi alt verið lið-
ugt. Og í øllum førum
hevði tað helst verið tað
móti øllum øðrum, enn júst
GÍ.
Men gøtumenn vildu
framvegis ikki leggja seg.
Heldur tveittu teir nú fólk
fram á vøllin, so teir kanska
kundu skapa spenning í
aftur, og tó at hetta kundi
kosta, tá Tór-Ingar gjørdist
púra leysur, so gav tað úr-
slit.
Bæði verja og miðvøllur
hjá HB spældu nú alt meira
eftir hæli, og plássið, sum
hetta gav, tóktist í fleiri
førum at skula kosta. Tað
gjørdi tað eisini 13 minuttir
fyri leiklok, tá eingin tókt-
ist hava hug at fara út í
Gidek, sum legði ein bleyt-
an bólt inn um fløtu HB-
verjuna, og so kundi Símun
Samuelsen minka um mun-
in.
Restina
av
dystinum
gjørdist støðan so, sum víst
er omanfyri, og hjá HB er
helst lítið annað at gera,
enn at takka sær sjálvum
fyri avrikið. Teir høvdu
hópin av dystarbóltum í
hondini, og eina løtu tókt-
ust tað bert vera seinastu og
avgerandi
sendingarnar,
sum restaðu, áðrenn teir
heilt kundu punktera dyst-
in.
Sum so ofta fyrr, so tóku
teir úr Gøtu av høvinum,
sum hetta gav, og hetta
treiskni er uttan iva orsøkin
til, at felagið aftur í ár ætlar
sær ein leiklut heilt har
frammi, sum tað er stuttligt.
Dysturin í tølum
HB-GÍ 2-2 (0-0)
1-0: Tór-Ingar Akselsen, 52
2-0: Andrew av Fløtum, 57
2-1: Símun Samuelsen, 77
2-2: Hans Pauli Petersen,
90
Dómari: Jens Petur Bratta-
líð. Avgjørt eitt avrik undir
miðal. Hevði fyrst og
fremst sera ilt við at halda
eina greiða linju, og ein av
avleiðingunum varð, at eitt
nú Bartal Eliasen og Rógvi
Jacobsen ótarnaðir sluppu
at sýna atburð, sum als ikki
hoyrir heima á fótbólts-
vølli. Og sum frá leið vóru
teir als ikki einsamallir um
hetta. Tóktist eisini merkis-
vert, tá hann dømdi HB’ara
fyri at steðga opnum møgu-
leika við hondini, uttan at
hetta kostaði kort av nøkr-
um slag.
HB: Bárður Johannesen –
Hallur Danielsen, Janus M.
Joensen, Eli Thorsteinsson,
Símun Eliasen – Rúni Nol-
søe, Martin Christensen,
Rógvi Jacobsen – Karsten
From, Andrew av Fløtum,
Tór-Ingar Akselsen
GK: Martin Christiansen
GÍ:
Jacek Przybylski –
Leivur
Hansen,
Anton
Skoradal, Bartal Eliasen –
Jónreid Dalheim, Hans
Pauli Petersen, Súni Olsen,
Zdzislaw Janik, Bárður á
Lakjuni – Poul A. Jacob-
sen, Krzystof Popczynski
GK: Leivur Hansen
HB-GÍ 2-2 (0-0):
GÍ gevst ikki
Eftir spælbýtinum yvir 90 minuttir, so skuldi tað ikki verið gjørligt, men gøtumenn eru treiskir, og aftur hesa ferð gav tað stig í teirra part, tá teir í evstu løtu tóku
eitt við sær úr Gundadali
15
Føroyski álopsspælar-
in vónar, at tað heilt
skjótt verður greitt,
hvussu tað verður við
fótbóltsframtíðin hjá
honum
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tað hevur eingin ivi verið í
viðmerkingunum,
sum
hava verið at sæð á heima-
síðunum, sum FCK fjepp-
arar skriva. Hesar seinastu
vikurnar hevur trýstið frá
FCK viðhaldsfólkunum og
á FCK leiðsluna verið
støðugt. Tey vilja hava, at
felagið beinanvegin syrgir
fyri, at Todi Jónsson eisini
eftir summarsteðgin verður
at síggja í hvítu troyggjuni
hjá byens hold, sum FCK
verður nevnt.
Higartil
hevur
FCK
leiðslan verið stívrend, og
tað hevur á ongan hátt verið
givið til kennar, at teir hava
verið hugaðir at geva Toda
Jónsson
nakað
annað
sáttmálatilboð enn tað, sum
Todi fyrr í vár á ongan hátt
helt vera hóskandi.
Men sunnudagin beit
ítróttarstjórin í FCK, Niels
–Christian Holmstrøm í
súra súreplið, tá ið hann í
útvarpssamrøðu ásannaði,
at hann í hesi vikuni ætlar
at tosa við Toda Jónsson
um, hvussu møguleikarnir
eru fyri at leingja sam-
starvið. Tað kann ikki hava
annan týdning, enn at FCK
nú er sinnað at bjóða Toda
eitt betri sáttmálatilboð enn
tað, teir higartil hava verið
sinnaðir til.
Todi Jónsson hevur ferð
eftir ferð seinastu vikurnar
sagt, at hann avgjørt er
sinnaður at halda fram í
FCK. At Todi hevur verið
eyðsýndur, tí hann hevur
skorað rættuliga týdningar-
mikil mál, hevur bara styrkt
um hansara støðu, sam-
stundis sum tað hevur verið
við til at økt trýstið hjá
viðhaldsfólkunum á FCK
leiðsluna.
– Eg eri framvegis áhug-
aður í at halda fram í FCK.
Eg vóni eisisni, at tað heilt
skjótt verður greitt, hvar eg
fari at spæla eftir summar-
steðgin. Fleiri viðmerking-
ar havi eg ikki. Restina
mugu tit tosa við Niels–
Christian Holmstrøm um,
var snilda viðmerkingin hjá
Toda Jónsson sunnudagin,
tá ið Politiken vildi hava
hann at gera viðmerkingar
til tað, sum ítróttarstjórin
hevði sagt í útvarpssam-
røðu.
Bara ein minutt
Sunnudagin
meiri
enn
hálvsnávaði FCK í Parkini.
Í dýrdarveðrinum vóru
25.232 áskoðarar á tjóðar-
leikvøllinum. Teir flestu
teirra fóru vónbrotin til
hús. FCK hevði greiða
leikliga yvirvág ímóti OB,
men teir megnaðu ikki
meiri enn 1–1. Zuma setti
hol á í 44. minutti, og OB
javnaði tríggjar minuttir
undan leikloki.
Todi var rættuliga iva-
samur undan dystinum.
Hann var kortini í hópin-
um, men hann spældi bara
heilt lítla løtu, tá ið hann
avloysti Morten Bisgaard.
Todi sneiddi eina ferð fleiri
av, og tað var um reppið, at
sendingin hjá honum rakk
til innskifta Peter Møller
(fyri Jörgen Pettersson í 65.
minutti).
Næsta uppgávan hjá FCK
verður rættuliga torfør. 14.
juni skulu teir spæla í
Esbjerg. Vónandi verður
Todi tá heilt væl fyri, so
hann fer at fáa møguleikan
millum teir fyrstu ellivu,
sum hann átti at havt fingið
fyri langari tíð síðani.
Nr. 102 • týsdagur • 3. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Kanada legði í viku-
skiftinum rygg til 4–1
tap ímóti Týsklandi,
sum fyrireikar seg til
Føroya vitjanina
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Á middegi í gjár hevði FSF
ikki fingið nakað avboð.
Eingin av teimum átjan
landsliðsspælarunum, sum
skulu til Íslands í morgin,
hevði latið frætta frá sær.
Tað vóru góð tíðindi fyri
FSF. Í gjárkvøldið skuldu
fýra
landsliðsspælarar
syrgja fyri at koma undan
síðstu royndini uttan skað-
ar.
Um sjálvsálitið fór at
styrkna, ella um tað fór at
fáa eitt skump skeiva vegin
fekst at síggja í gjárkvøld-
ið. Tá var B36 á Skála. Á
heimaliðnum var Jónhard
Frederiksberg einsamalli
landsliðsmaðurin. Á B36
liðnum vóru tríggir spælar-
ar, sum skulu til Íslands í
morgin. Teir eru Jákup á
Borg, Julian Johnsson og
John Petersen. Pól Thor-
steinsson er eisini lands-
liðsspælari, men hann er
leikbannaður og skal tískil
ikki spæla á landsliðnum
fyrrenn ímóti Týsklandi um
eina stóra viku.
Tveir av álopsspælarun-
um, sum skulu royna seg í
Íslandi, skoraðu sunnu-
dagin. Christian Høgni
Jacobsen var á NSÍ liðnum,
har hann skoraði til 1–0
ímóti VB, og Andrew av
Fløtum skoraði fyri HB til
2–0.
Týskland á rættari kós
Rudi Völler og týska lands-
liðið royndu seg sunnu-
dagin á heimavølli ímóti
Kanada. Úrslitið var 4–1 til
heimaliðið, sum fekk ein
skelk, tá ið Kanada eftir 20
minuttir legði seg á odda.
Men Týskland svaraði
skjótt aftur. Carsten Reme-
low javnaði til 1–1 undan
steðginum, og í 2. hálvleiki
skoraði Týskland trý mál
afturat. Málskjúttar vóru
Paul Freier, Fredi Bobic og
Tobias Rau. Tað er óneyð-
ugt at siga, at Føroyar í ok-
tober taptu 2–1 í Týsklandi.
Føroyar hava tvær ferðir
roynt seg ímóti Kanada.
Tað var á heimavølli í
1989. 14. apríl vunnu Før-
oyar 1–0 í Gundadali –
Torkil
Nielsen
skoraði
málið – og tveir dagar
seinni vann Kanada 1–0 í
Klaksvík.
Týsku kanónirnar
venda rætta vegin
Todi og FCK tosa saman
C
M
Y
K
14