Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 3. juni 2003 17 Men hvørki verjan hjá KÍ ella tann hjá B68 vórðu settar undir serligt trýst í tøttu norðoyastevnuupp- gerðini, har KÍ mis- nýtti brotssparkið, sum var einasti opni møguleikin KÍ–B68 Jóannes Hansen Fyri triðju ferð síðani tað í 1988 varð soleiðis, at stevnudystirnir samstundis skuldu vera landskapp- ingardystir, hittust KÍ og B68 á norðoyastevnu, og fyri triðju ferð endaði tað við javnleiki. Hinar báðar ferðirnar varð úrslitið 1–1. Hesa ferð kom einki mál. Toftamenn høvdu undan ferðini um Leirvíksfjørð fegnir viljað selt túrin fyri eitt stig, og tað var ikki verri fyri teir, at teir vunnu brotssparkskappingina og harvið stóra steypið, sum Kjølbro heilsølan hevði givið, og sum gamli mál- revurin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen, stjóri í Heil- søluni og løgtingsmaður, handaði toftamonnum. Serliga klaksvíkingar hava havt trupulleikar við at halda tætt í verjupart- inum. Nú hava teir fleiri ferðir fokuserað upp á tann partin, og tølini siga, at tað er væl tættari. KÍ er tvær ferðir farið av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevur skorað. B68 hevur spælt tríggjar dystir á rað, uttan at mótstøðuliðið hevur fingið mál. Í tveim- um dystum hevur KÍ skor- að eitt mál, og B68 hevur í tríggjar ferðir 90 minuttir fingið tvey mál – eitt brots- spark og eitt sjálvmál! Lítið trýst Tá ið bæði liðini í útgangs- støðu bara hava ein mann á toppinum, og tá ið spælar- arnir í næstu røð ikki eru altráðir at koma fram í brotsteigin, sigur tað seg sjálvt, at trýstið á málini ikki verður nakað serligt. Tá ið so nógvir eru á miðvøllinum, so kundi kanska roknast við, at spælið var rótut, men so- leiðis var tað ikki. Nærdyst- irnir vóru dyggir viðhvørt, men teir vóru ikki serliga nógvir, og ofta megnaðu liðini fleiri samanhangandi sendingar. Mest sum ong- antíð vóru long skift mill- um borðini at síggja. Tað vil siga, at javnvágin í verjuspælinum fór so at siga ikki um koll. B68 hevði onga beinleið- is roynd á málið hjá Kartini Joensen, og KÍ hevði ein møguleika ímóti Alberti Sævarson, men tað skuldi valdast møguleiki. Tríggjar minuttir eftir, at Aleksander Djordjevic, sum leingi hevur verið skaddur og ikki enn er komin heilt fyri seg, var komin á vøllin, legði hann úr høgru og í brots- teigin, har Atli Danielsen, tá ið hann royndi at temja við bringuni, varð skump- aður í ryggin. Brotsspark. Men Allan Joensen sendi ov langt til vinstru fyri seg sjálvan, so bólturin tók uttaru síðuna av stólpanum. Niklas á Líðarenda leiddi hóvliga. Hann setti ongan- tíð seg sjálvan í miðdepul- in. Fimm minuttir undan steðginum kundi hann havt reyða kortið á lofti, men hann valdi bleytu loysnina, og hon kundi eisini brúkast. Hjalgrím Elttør var komin framum B68 verjuna, og var mitt fyri og eitt lítið vet til høgru á veg í brotsteigin, tá ið Dánial Hansen kom úr høgru og royndi at takla. Hjalgrím fór um koll, dóm- arin bríkslaði fyri frísparki, og gula kortið kom úr lummanum. Radikalara loysnin hevði sjálvandi havt aðrar fyritreytir við sær fyri seinna umfarinum. Men tað er, so segði maðurin, ein hypotetiskur spurningur. KÍ–B68 0–0 KÍ: Kartin Joensen – Harley Bertholdsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Ove Nysted, Símun Joensen – Atli Danielsen, Leon Bjartalíð, Allan Joensen, Jan Joensen (Aleksander Djordjevic, 75.), Erling Fles – Hjalgrím Elttør B68: Albert Sævarson – Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Daniel- sen, John Heri Dam – Bogi Petersen, Fróði Benjamin- sen, Jann Ingi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 84.), Øssur Hansen, Øssur Jacobsen (Jóhan Petur Poulsen, 70.) – Súni Fríði Johannesen Gult kort: Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen Dómari: Niklas á Líðar- enda 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 4 2 - 2 - 0 9 3 6 8 2 HB 4 2 - 2 - 0 10 5 5 8 3 KÍ 4 2 - 2 - 0 4 2 2 8 4 B68 4 2 - 2 - 0 4 2 2 8 5 GÍ 5 2 - 2 - 1 7 6 1 8 6 EB/Streymur 4 1 - 2 - 1 6 5 1 5 7 FS V 4 1 - 1 - 2 6 8 -2 4 8 VB 4 0 - 2 - 2 4 9 -5 2 9 B36 3 0 - 1 - 2 1 4 -3 1 10 Skála 4 0 - 0 - 4 1 8 -7 0 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 ÍF 3 3 - 0 - 0 6 1 5 9 2 Sumba 3 2 - 0 - 1 10 3 7 6 3 AB 3 2 - 0 - 1 8 4 4 6 4 TB 3 2 - 0 - 1 8 6 2 6 5 KÍ 3 2 - 0 - 1 7 11 -4 6 6 VB 3 1 - 1 - 1 3 2 1 4 7 B71 3 1 - 0 - 2 2 3 -1 3 8 LÍF 3 1 - 0 - 2 4 10 -6 3 9 B36 3 0 - 1 - 2 1 4 -3 1 10 B68 3 0 - 0 - 3 3 8 -5 0 KÍ-B68 0-0: Lekarnir eru tettir Fyri tað mesta royndu báðir partar at halda nógv fólk heima, soleiðis at lekarnir í verjupartinum ikki skuldu gerast ov storir 17 16 Nr. 102 - 3. juni 2003 Máltindarnir 1. deild Birgir Jørgensen VB 3 Hans Pauli Samuelsen EB/S 2 Magni á Lakjuni EB/S 2 Eyðfinn Fjalsbak FSV 2 Krzystof Popczynski GÍ 2 Súni Olsen GÍ 2 Karsten From HB 2 Rógvi Jacobsen HB 2 Rúni Nolsøe HB 2 Hjalgrím Elttør KÍ 2 Jústinus R. Hansen NSÍ 2 Sonni L. Petersen NSÍ 2 2. deild Eirikur Joensen Sumba 5 Eyðun Samuelsen AB 4 Kaj Roest TB 3 Johan Dávur Højgaard B68 2 Hanus Eliasen ÍF 2 Høgni Zachariasen ÍF 2 Dan Mortensen TB 2 Rasmus Nolsøe TB 2 Bergur Vinter VB 2 Vágbingar spruttaðu eitt sindur fyrstu løt- una í báðum umfør- unum, men heima- liðið hevði nógv fleiri streingir at spæla uppá enn gestirnir NSÍ–VB Jóannes Hansen NSÍ lyfti seg sunnudagin upp millum oddaliðini, og teir eru ovast á støðutalv- uni, eftir at teir á heimavølli vunnu størsta sigurin í teimum tjúgu dystunum, sum higartil eru spældir. VB varð sent suður aftur við 4–0 tapi í viðførinum, og harvið eiga vágbingar framvegis fyrsta sigurin á. Bæði í fyrra og í seinna hálvleiki gjørdi VB eina roynd fyrstu løtuna at trýsta heimaliðið, men teir vóru sjáldan vandamiklir. Eftir steðgin stútaði Birgir Jørg- ensen væl ímóti málinum, eftir at innlegg var komið úr høgru, men Jens Martin Knudsen vísti landsliðs- støði. Annars var tað heima- liðið, sum væl og virðiliga setti dagsskránna. Teir høvdu fleiri góðar atsóknir, og miðskeiðis í fyrra um- farinum eydnaðist at fáa tvey mál. Christian Høgni Jacobsen, sum NSÍ hevur leigað úr Vejle fram til summarsteðgin, var meist- ari fyri tí fyrra. Úr fjúrtan metrum og mitt fyri smekk- aði hann í kassan aftanfyri Bjarna Johansen, eftir at Helgi L.Petersen hevði verið meistari fyri innlegg- inum úr vinstru. Tveir minuttir seinni skoraði Jústines R. Hansen fyri fyrstu ferð á besta NSÍ liðnum. Hann hevur vikari- erað á miðvallarplássinum í høgru, sum Gert Langgaard hevur verið burtur frá. Ungi maðurin hevur aftur og aft- ur víst, at hann hevur nøs fyri málmøguleikum, og hesa ferð eydnaðist. Sjúrð- ur Jacobsen legði innfyri úr vinstru, bólturin fór fram- við fleiri, og mitt fyri mál- inum stýrdi Jústines bóltin- um í málið til 2–0. Fleiri streingir Í 2. hálvleiki var spurning- urin bara, hvussu stórur heimasigurin skuldi verða. NSÍ hevði nógv størri breidd á sínum liði, enn mótstøðuliðið hevði. Jón- stein Petersen hevði fleiri góð gjøgnumbrot í vinstru, og einar tvær ferðir fóru royndir hjá honum dygst framvið VB málinum. Gert Langgaard og Kári Hansen hava verið skaddir, men í 2. hálvleiki vórðu teir settir inn á NSÍ liðið, og harvið er greitt, at kapping- in um tey fyrstu ellivu plássini fer at verða upp- aftur størri, enn hon hevur verið. Gert loysti Jústines R. Hansen av. Men áðrenn Jústines fór av vøllinum, hevði hann við at skora til 3–0 mint á, at tað av álvara eigur at roknast við honum. Christian Høgni Jacobsen átti uppleggið, og Jústines var púra leysur mitt fyri, tá ið hann skoraði. Tá ið VB hevði staðfest, at teir einki fóru at fáa við úr Runavík, vórðu bæði Milan Kuljic og Predrag Zivkovic skiftir út. Poul Poulsen, sum á yngru landsliðunum hevur víst, hvør dugur er í honum, kom á vøllin saman við Halli D. Joensen, sum áður hevur spælt við Sumba. Tá ið tað restaðu tveir minuttir, staðfesti Sjúrður Jacobsen við langskoti rimmar heimasigurin. Fyri NSÍ lagaðu hini úrslitini seg so mikið væl, at NSÍ eftir fjórða umfarið er topp- lið. NSÍ–VB 4–0 (2–0) 1–0: Christian Høgni Jacobsen 22. 2–0: Jústines R. Hansen 30. 3–0: Jústines R. Hansen 64. 4–0: Sjúrður Jacobsen 88. NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Jústines R. Hansen (Gert Lang- gaard, 70.), Ian Højgaard, Christian Høgni Jacobsen, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen (Rúni Rasmus- sen, 57.), Helgi L. Petersen (Kári Hansen, 80.) VB: Bjarni Johansen – Dejan Nikolic, Eyðun Ja- cobsen, Jákup Olsen – Mortan úr Hørg, Dan Djur- huus, Milan Kuljic (Hallur D. Joensen, 81.), Palli Au- gustinussen, Kári í Lágabø – Birgir Jørgensen, Predrag Zivkovic (Poul Poulsen, 75.) Gult kort: Mortan úr Hørg og Milan Kuljic Fuglfirðingar eru nú einasta liðið við full- um stigatali, og AB tykist nú fara at gera um seg 2. DEILD Jákup Mørk Hóast hóttanir um sam- ferðsluavleiðingar í verk- fallinum, so varð aftur eitt umfar í næstbestu deildini avgreitt um vikuskiftið. Og eftir hetta er nú greitt, at tað er ÍF, sum er einsa- malt á odda í deildini. Hesa ferð høvdu fuglfirðingar vitjan av B71, og heldur ikki hjá teimum eydnaðist at gera nakað við fuglfirð- ingarnar, so soleiðis fingu sín triðja sigur av trimum møguligum. Nógv elta Sumba hevur higartil verið einasta liðið, sum hevur fylgt við ÍF, men leygardag- in máttu teir fyri fyrstu ferð í ár fara stigaleysir av vøll- inum. Talan var um vitjan á Tvøroyri, og leingi hevði Sumba gott tak á dystinum, og tá Páll Magnar Kjærbæk í seinna hálvleiki legði teir á odda, sá alt gott út. Men TB vann seg aftur í dystin, og við tveimum góðum skotum frá Dan Mortensen og Kaj Roest fingu teir vent gongdini. At leikandi venjarin hjá Sumba, Robert Cieslewicz, leikaði somikið nógv í, at hann fekk reytt kort, mundi heldur ikki koma serliga væl við hjá Sumba, nú teir mugu vera hann fyriuttan í týðandi dystinum móti AB komandi umfarið. Júst AB hevur nú vunnið seg upp á triðja plássið. Teir høvdu vitjan av LÍF um vikuskiftið, og tað var greitt, at her tykist talan vera um eitt lið, sum er á veg upp í røðini. Á liðnum í ár eru eisini fleiri nøvn, sum áður hava gjørt um seg í bestu deildini, og tað er einki at ivast í, at teir í øll- um førum ætla sær at vera við frammi í stríðnum um fremstu sessirnar. Umframt Sumba, TB og AB, so eru klaksvíkingar eisini við í feltinum, sum er beint undir ÍF. Her plagar setningurin hjá KÍ fyri tað mesta annars vera at halda sær í deildini, men leygar- dagin fingu teir so sín næsta sigur í trimum dyst- um, tá B68 var á vitjan. Her var KÍ alla tíðina á odda, men móti endanum var tó um reppið, at B68 fekk skapt spenning í aftur, men teir eru tó framvegis stiga- leysir í botninum av talv- uni. Seinasti dysturin var í Vági, har B36 fekk sítt fyrsta stig. Eitt skifti vóru teir eisini á odda við einum máli frá Sigmund Mikkel- sen, men Bergur Vinter javnaði fyri VB, sum so- leiðis tók enn eitt fet upp eftir stigatalvuni, har teir fyri fyrst hava lagt seg um miðjuna. Úrslitini um vikuskiftið: ÍF-B71 2-0 (1-0) AB-LÍF 5-0 (2-0) KÍ-B68 3-2 (3-1) TB-Sumba 2-1 (0-0) VB-B36 1-1 (0-0) ÍF einsamallir NSÍ–VB 4–0 (2–0): Nú er NSÍ oddalið Runavíkingar fremstir. Tað er støðan, eftir at NSÍ sunnudagin vant burtur úr vitjandi vágbingunum C M Y K 16