týsdagur 3. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 3. juni 2003
19
Hvidovre er í sera
tungum sjógvi und-
an teimum teimum
síðstu umførunum
DANMARK 1.
DEILD
Jóannes Hansen
Fyri tíggju árum síðani
varð Frem tveitt úr
donsku landskappingini.
Teir vóru í vónleysum
fíggjarligum óføri.
Nú eru fleiri vikur síð-
ani, at Frem aftur næstan
var aftur í superliguni.
Leygardagin kiksaði tað
aftur hjá teimum, tí Frem
tapti 2–0 á Eysturbrúgv
ímóti Skjold. Tað var
stórt vónbrot fyri nógvar
av teimum næstan tvey
túsund áskoðarunum.
Sunnudagin flutti Frem
kortini upp. Fredericia,
sum hevur verið einasti
kappingarneytin, megn-
aði ikki meiri enn 2–2 á
heimavølli ímóti Randers
Freja, og so var Frem
flutt upp.
Fyri Johan B. Hansen
og Horsens var tað vón-
brot ikki at megna meiri
enn 1–1 á heimavølli
ímóti Brønshøj.
Óli
Johannesen
og
Hvidovre eru í sera tung-
um sjógvi. Sunnudagin
taptu teir 3–1 í Her-
følge,og nú er Hvidovre
so mikið illa statt, at tað
skal vilja heilt væl til í
tveimum teimum síðstu
umførunum, um tað skal
eydnast
at
varðveita
plássið í næstbestu deild-
ini. Teir skulu spæla á
heimavølli ímóti Horsens
og á útivølli ímóti Frede-
ricia.
HIK, sum er flutt nið-
ur, tapti 5–0 á útivølli
ímóti
HFK
Sønder-
jylland. B1909 er næst-
niðast, og teir taptu 4–2 í
Århus ímóti FC Aarhus.
Luftin er fullkomuliga
farin úr Vejle, sum hesa
ferð tapti 2–0 á útivølli
ímóti B1913, sum er eitt
av liðunum, sum Hvid-
ovre hevur havt møgu-
leika at fara framum.
B93, sum er eitt annað av
teimum niðarlaga á talv-
uni, tapti 6–1 á heima-
vølli ímóti Ølstykke.
Jákup fær dystar-
venjing á næstbesta
liðnum, sum stend-
ur seg væl betri enn
besta liðið
NOREG
Jóannes Hansen
Jákup Mikkelsen hevur
ikki verið á besta Molde
liðnum higartil í nýggju
landskappingini. Hóast
tað hevur gingið illa, so
hevur nýggi venjarin ikki
hildið tað vera neyðugt at
geva føroyska landsliðs-
venjaranum møguleikan
í staðin fyri svenska
landsliðsmálverjan.
Hósdagin tapti Molde
2–0 á útivølli ímóti
Vålerenga. Í gjárkvøldið
skuldi Molde spæla á
heimavølli ímóti Brann
frá Bergen.
Søgan frá í fjør end-
urtók seg, tá Gunnar
enn einaferð megnaði
at sleppa frá Sverra og
Eli, og tryggjaði sær
enn eitt fyrsta pláss
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Summarstevnurnar
eru
byrjaðar og súkkling mill-
um børn, ung og vaksin er
tí aftur á breddanum.
Kappast bleiv í súkklu-
greinini, ið kallast Býar-
súkkling, og eru rammur-
nar í Klaksvík sera góðar til
júst hesa grein - slætt og
breiðir vegir.
Koyrt bleiv eftir Skúla-
vegi,
Gerðagøtu
og
Biskupsstøðgøtu, har mál
og startur var við Føroya
Tele/Norðoya Sparikassa.
Meðan tey vaksnu og
unglingar koyrdu í 50
minuttir pluss eitt umfar so
koyrdu børnini ávikavist
trý, fimm og átta umfør.
Unglingar súkklaðu sum
sagt saman við teimum
vaksnu og tí vóru 8 manns
til start.
Tá koyrt hevði verið í
uml. 30 minuttir gjørdi
Gunnar enn eina roynd at
sleppa avstað. Tað eydnað-
ist og hann megnaði at
koyra hinar inn aftur við
einum umfari beint áðrenn
teir 50 minuttirnir vóru
farnir, og sostatt at vinna
tryggan sigur.
Spenningur var hinvegin
um 2. plássið, ið Sverri M.
Edvinsson, Eli Christian-
sen og Jákup Johansen
høvdu kempað um. Sverri
dró longra stráið, vann
endaspurtin og gjørdist
sostatt silvurvinnari, bert
sentimetrar frammanfyri
Eli.
Hans vann á
heimavølli
Hjá unglingum gjørdist
klaksvíkingurin
Hans
Krosstein vinnari. Býar-
súkkling er sterkasta grein-
in hjá Hans, og tí hevði
hann onga trupulleikar við
at leggja Bergur og Dánjal
aftur um seg, men kapp-
ingin hevði allarhelst verið
meira spennandi um Dánjal
ikki hevði verið so óheppin,
tá hann fyrst punkteraði og
síðan at ketan datt av.
Torkil vann
endaspurtin
Hjá dreingjum 12 til 14 ár
var kappingin sera spenn-
andi.
Ungu
garparnir
høvdu flest allir ogna sær
kappsúkklu, og tí varð sera
javnt millum teir.
Ragnar
Jákupsson
lá
leingi á odda, men var
óheppin og punkteraði í
seinasta umfari. Tað bleiv
ístaðin til ein endaspurt
millum Torkil, Rúna og
Rana sum Torkil Veyhe
vann.
Hjá dreingjum 9 til 11 ár
stóð kappingin millum Ivan
Joensen og Finnur Mellem-
gaard. Ivan lá leingi væl
fyri, men í avgerandi løtuni
fór Finnur frammum og
vann tryggan sigur.
Yngri bróður Finnur,
Jógvan, ognaði sær eisini
gull tá hann vann á Kára
Olsen úr Klaksvík, ið eisini
royndist væl á súkkluni.
Hendan kapping var ímill-
um dreingir seks til átta ár.
Genturnar kappaðust
eisini
Hjá gentum 12 til 14 ár
gjørdi Gerda Heinesen úr
Klaksvík bart og vann sær
ein tryggan sigur, framman
fyri Sáru Olsen og Elsu F.
Petersen.
Kristina á Høvdanum, í
bólkinum gentur 9 til 11, ár
vann eisini tryggan sigur,
men kappingin hevði allar-
helst verið meira spennandi
um girini hjá Elsu Kros-
stein virkaðu betur. Hon
varð noydd at koyra í 1. giri
allan túrin, og er ikki lætt at
súkkla tá.
Frem uppi
aftur
Molde tapti aftur
Gunnar Dahl-Olsen vann í
oysandi regni fyrstu
stevnukappingina í
súkklingini í ár
Vaksin:
Nr.
Navn
Felag/staður
1
Gunnar Dahl-Olsen
TSF
2
Sverri M. Edvinsson
TSF
3
Eli Christiansen
TSF
4
Jákup Johansen
TSF
5
Hans Krosstein
TSF
6
Bergur Johansen
TSF
7
Dánjal Michaelsen
TSF
8
Geyr Gilsteinsson
TSF
Unglingar:
Nr.
Navn
Felag/staður
1
Hans Krosstein
TSF
2
Bergur Johansen
TSF
3
Dánjal Michaelsen
TSF
Dreingir 6 til 8 ár:
Nr.
Navn
Felag/staður
1
Jógvan Mellemgaard
TSF
2
Kári á Høvdanum
Viðareiði
3
Gunnar Staksá
Viðareiði
4
Martin Olsen
Klaksvík
Gentir 6 til 8 ár:
Nr.
Navn
Felag/staður
1
Maria á Høvdanum
Klaksvík
Útg. Jónvør Olsen
Klaksvík
Dreingir 9 til 11 ár:
Nr.
Navn
Felag/staður
1
Finnur Mellemgaard
TSF
2
Ivan Joensen
Klaksvík
3
Niels Christensen
TSF
4
Kristian Martin Joensen Klaksvík
5
Ólavur Hansen
Klaksvík
Gentur 9 til 11 ár:
Nr.
Navn
Felag/staður
1
Kristina á Høvdanum Klaksvík
2
Elsa Krosstein
Klaksvík
Dreingir 12 til 14 ár:
Nr.
Navn
Felag/staður
1
Torkil Veyhe
TSF
2
Rúni Bláfoss
TSF
3
Rani G. Jacobsen
TSF
4
Paul Andrias Ziska
TSF
5
Sigmund Olsson
TSF
Gentur 12 til 14 ár:
Nr.
Navn
Felag/staður
1
Gerda Heinesen
Klaksvík
2
Sára Olsen
Klaksvík
3
Elsa F. Petersen
Klaksvík
Úrslit:
Summarstevnur
og súkkling
19
18
Nr. 102 - 3. juni 2003
Hóast skerdir í góðan
tíma, so megnaðu
vágamenn at fáa ein
uppibornan javnleik
til høldar móti
EB/Streymi sunnu-
dagin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir góða sigurin á VB
seinasta umfar, skuldu FS
Vágar sunnudagin royna at
økja enn meira um úrtøk-
una, tá EB/Streymur kom á
vitjan. Ikki nøkur løtt upp-
gáva,
nú
EB/Streymur
hevur gjørt somikið nógv
um seg í ár, men hinvegin
vóru gestirnir skerdir í
verjupartinum, og tað ætl-
aðu vágamenn eisini at gera
sær dælt av.
Útvísing kostaði
Og tað var eisini skjótt, at
heimaliðið hevði skapt sær
eitt hampuligt trýst á gest-
irnar. Fleiri heilt nærgang-
andi royndir vóru eisini, og
millum annað átti Eyðfinn
Fjalsbak at fingið størri
úrtøku burturúr, tá hann var
einsamallur við Gunnari á
Steig.
Men
brádliga
mistu
heimamenninir mest sum
alt á gólvið. Eftir at fríspark
varð dømt til EB/Streym
togaðust Magni á Lakjuni
og Ruslan Screlea eitt
sindur um bóltin. Tá Ruslan
at enda tveitti bóltin fyri
føturnar á Magna, metti
dómarin hetta sum hevni-
søka, og so var bert ein
vegur. Fyri flestu kring
vøllin tóktist hetta sum
harður dómur, men har var
einki at gera.
Og úrslitið av hesum
fornoktaði seg ikki. EB/
Streymur kom nú alt meira
við í spælið, og tó at teir
ikki fingu spælt seg til
nakrar
veruligar
opnar
møguleikar, so stóð í øllum
førum nakað væl betri til
seinna partin av hálvleik-
inum, enn tað hevði gjørt í
fyrra.
Mistu skiparan
Í øðrum hálvleiki ressaðust
vágamenn nakað aftur. Teir
høvdu umskipað liðið nak-
að, soleiðis at útvísingin
ikki skuldi merkjast eins
væl, og teir vóru nú nógv
meira við atftur í spælinum,
men tað vórðu so gestirnir,
sum løgdu seg á odda.
Eftir samanbrest á mið-
vøllinum, har fleiri leikarar
steðgaðu á, varð bólturin
sendir høgt og langt inn í
brotsteigin, og tá hvørki
málverji ella verjuleikari
vildu taka sær av hesum,
smeyg Hans Pauli Samuel-
sen sær framat. Í upptaktini
til málið vísti tað seg ann-
ars, at Ronnie Samuelsen
hevði meitt seg somikið
álvarsliga, at hann noyddist
av vøllinum, og fyri EB/
Streym mundi tað vera
dyggur smeitur, at teir
soleiðis máttu vera spæl-
skiparan fyriuttan.
Hóast undirmannaðir og
aftanfyri, so góvust teir hjá
FSV tó ikki. Framvegis
royndu teir at skapa nakað,
og eitt korter fyri leiklok
fingu teir eisini løn fyri
stríðið. Jóhannis Joensen
kom ígjøgnum í høgru, og
harða innlegg hansara fann
vegin fram til pannuna á
Clayton Soares, og so var
javnstøða.
Hetta helt sær eisini rest-
ina av dystinum, hóast báð-
ir partar royndu at avgera
dystin til egnan fyrimun.
Opnar møguleikar gjørdist
talan tó ikki um, og við
einum stigi í part kunnu
bæði liðini helst eisini vera
so toluliga nøgd um úrtøk-
una.
Dysturin í tølum
FS Vágar-EB/Streymur
1-1 (0-0)
0-1: Hans Pauli Samuelsen
1-1: Clayton Soares
Dómari: Eiler Rasmussen
Danska superligan
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
FCK
30
15 - 9 - 6
46
31
15
54
2
Brøndby (M) 30
14 -11 - 5
54
30
24
53
3
Esbjerg
30
12 - 9 - 9
64
55
9
45
4
Farum
30
14 - 3 -13
45
54
-9
45
5
OB (S)
30
10 -12 - 8
49
42
7
42
6
FCM
30
11 - 9 -10
45
40
5
42
7
AB
30
9 -11 -10
37
41
-4
38
8
AGF
30
10 - 8 -12
46
53
-7
38
9
Viborg
30
9 -10 -11
49
51
-2
37
10 AaB
30
11 - 4 -15
37
44
-7
37
11 Silkeborg
30
8 - 9 -13
43
44
-1
33
12 Køge
30
8 - 3 -19
41
71 -30
27
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen
(Brøndby)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Herfølge
28
21 - 3 - 4
70
35
35
66
2
Frem
28
17 - 4 - 7
58
37
21
55
3
Fredericia
28
13 - 9 - 6
48
26
22
48
4
Randers F.
28
14 - 5 - 9
60
47
13
47
5
HFK Sønderj. 28
12 - 8 - 8
60
48
12
44
6
Skjold
28
13 - 4 -11
47
35
12
43
7
Vejle
28
13 - 4 -11
57
56
1
43
8
FC Aarhus
28
12 - 3 -13
48
50
-2
39
9
Ølstykke
28
10 - 8 -10
60
54
6
38
10 AC Horsens
28
9 - 8 -11
44
47
-3
35
11 Brønshøj
28
9 - 6 -13
41
49
-8
33
12 B 93
28
8 - 6 -14
41
52 -11
30
13 B 1913
28
8 - 6 -14
35
54 -19
30
14 Hvidovre
28
7 - 7 -14
33
55 -22
28
15 B 1909
28
6 - 7 -15
48
70 -22
25
16 HIK
28
5 - 6 -17
35
70 -35
21
Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers Freja), Johan
Byrial Hansen (AC Horsens),
Óli Johannesen (Hvidovre)
Norska tippeligan
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Rosenborg
9
8 - 1 - 0
23
5
18
25
2
Stabæk
9
5 - 2 - 2
14
8
6
17
3
Viking
9
4 - 4 - 1
17
10
7
16
4
Sogndal
9
4 - 2 - 3
14
14
0
14
5
Odd Grenland 9
4 - 2 - 3
15
16
-1
14
6
Bryne
9
4 - 0 - 5
20
14
6
12
7
Bodø/Glimt
8
3 - 3 - 2
11
10
1
12
8
Lyn
9
3 - 3 - 3
15
17
-2
12
9
Lillestrøm
9
2 - 4 - 3
8
14
-6
10
10 Vålerenga
9
2 - 3 - 4
10
12
-2
9
11 Molde
7
2 - 2 - 3
8
9
-1
8
12 Brann
8
1 - 3 - 4
7
16
-9
6
13 Aalesund
9
0 - 5 - 4
12
17
-5
5
14 Tromsø
9
1 - 2 - 6
14
26 -12
5
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
Í toppinum er fram-
vegis stríð um meist-
araheitið og um, hvør
skal vinna bronsu-
krónurnar
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
FCK er framvegis oddalið í
superliguni, men alt er
framvegis púra opið, um
tað skal vera FCK ella
Brøndby, sum skal vinna
DM. Sunnudagin var tað
vónbrot fyri FCK, at teir
ikki megnaðu at fáa fult
ímóti OB. Linjuverjin koll-
dømdi eftir stóran hálvan
tíma eitt mál, sum Morten
Bisgaard skoraði. Upptøk-
urnar vístu, at talan var um
mistak, og tað iðraðu teir í
FCK seg gular og grønar
um.
Serliga harmuligur var
stigamissurin hjá FCK, tá
ið tað seinni sunnudagin
vísti seg, at Brøndby, sum
ikki hevði Jón Róa Jacob-
sen á liðnum, bara megnaði
1–1 í Viborg. Brøndby
málverjin sendi bóltin út til
Søren Frederiksen, sum
skoraði til 1–0, og stutt
undan
leikloki
javnaði
Brøndby.
Trý umfør eru eftir. FCK,
sum er eitt stig undan
Brøndby, skal næstu ferð
spæla í Esbjerg. Tað verður
rættuliga torfør uppgáva.
Esbjerg hevur verið sera
væl fyri síðstu tíðina.
Sunnudagin vunnu teir
sannførandi 3–1 á heima-
vølli ímóti FCM. Harvið
legði Esbjerg seg á odda í
stríðnum um bronsukrón-
urnar.
Farum hevur leingi verið
nummar trý. Leygardagin
vóru teir hepnir at røkka
2–2 í Århus. Heimaliðið
var á odda 2–0 og skuldi
havt tryggjað sær trý stig
og harvið so at siga rættin
at halda fram í bestu deild-
ini, men tað miseydnaðist
so at siga.
Silkeborg í klønum
tráði
AaB hevur verið í klønum
tráði.
Men
sunnudagin
styrknaði tráðurin heilt fitt,
tá ið teir á heimavølli
vunnu 1–0 ímóti Køge,
sum harvið flutti niður í
næstbestu deildina, hagani
teir komu fyri einum ári
síðani.
Silkeborg var í Gladsaxe
og vitjaði AB. Talan var so
at siga um seks stigs upp-
gerð, sum heimaliðið vann
sannførandi. Úrslitið var
3–1, og avrikini boðaðu frá,
at AB fer at halda fram í
bestu deildini, og at sann-
líkið fyri, at Silkeborg skal
flyta niður, er rættuliga
stórt.
Trý umfør eru eftir av
hesum kappingarárinum. Í
næstsíðsta umfarinum, sum
er á skránni mikukvøldið
18. juni, skal FCK spæla í
Brøndby. Tá kann tað væl
hugsast, at greiða fæst á,
um tað verður Brøndby og
Jón Rói Jacobsen ella FCK
og Todi Jónsson, sum fara
at vinna gull.
Hósdagin vann Brøndby
steypafinaluna ímóti FCM
við 3–0. Heldur ikki ta
ferðina var pláss fyri Jón
Róa Jacobsen á Brøndby
liðnum.
FS Vágar-EB/Streymur 1-1 (0-0):
Felagsliðini býttu stigini
Niðurflytingin næstan greið
Hóast ellivu
móti tíggju, so
megnaðu teir
hjá EB/
Streymi ikki
at halda fast
um leiðsluna,
sum teir
høvdu móti
vágamonnum
Mynd: Álvur
Haraldsen
C
M
Y
K
18