Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 102 - 3. juni 2003 Tað var týðiligt, at hvørki Bush ella Chirac høvdu gloymt ósemjuna um kríggið í Irak, tá teir heilsað- ust á G8-fundinum ÓSEMJA Árni Joensen Teir tóku í hondina á hvør øðrum, men tað vanliga brosið fingu tey nógvu myndafólkini ikki á mynd- ina, tí hvørgin teirra bros- aði. Fyri fyrstu ferð síðani kríggið í Irak møttust George W. Bush og Jacques Chirac sunnudagin á G8- fundinum í Evian. Nøkur fá orð fullu, men løtan var stutt og øðrvísi, enn tá hinir leiðararnir heilsaðust. Í gjár skuldu Bush og Chirac halda fund, men longu undan fundinum segði talskvinnan hjá franska forsetanum, at hon hevði lítlar vónir um, at nakað stórvegis fór at koma burturúr. - Fara teir at tosa um Irak-kríggið, verður tað ikki stórt annað enn ein endurtøka av tí, sum varð sagt tá, segði Catherine Colonna og legði afturat: - Tað er heldur ikki so nógv at siga, tá tað snúr seg um framtíðina. Vit hava okkara sjónarmið, og tey eru ikki broytt. Amerikan- ararnir hava síni, og tey eru heldur ikki broytt, segði talskvinnan hjá franska forsetanum. Færri og færri bretar hava álit á, at forsæt- isráðharrin tosaði satt, tá hann segði, at Irak hevði hópoyð- ingarvápn, og at tað tí var neyðugt at leypa á landið BRETLAND Árni Joensen Tað eru ikki bara George W. Bush, forseti, og stjórn hansara, sum hava ilt við at sannføra sítt fólk um, at teir tosaðu satt, tá teir søgdu, at irakski einaræðisharrin, Saddam Hussein, hevði nógv hópoyðingarvápn, og at USA tí ikki hevði annað í at velja enn at fara í kríggj við Irak. Í Bretlandi hevur Tony Blair, forsætisráðharri, somu trupulleikar. Ein meiningakanning um viku- skiftið vísti, at bara 51 pro- sent av bretunum halda, at Blair segði satt um hóp- oyðingarvápnini hjá Sad- dam Hussein. Í einari til- svarandi kanning í februar høvdu 71 prosent álit á tí, sum forsætisráðharrin segði um hetta. Samstundis vísir hendan sama kanningin, at bara 48 prosent halda, at USA og Bretland lupu á Irak fyri at avvápna landið. Hinvegin halda 70 prosent, at tað einasta endamálið var at koyra Saddam Hussein frá, men 55 prosent halda, at Blair fór í kríggj fyri at varðveita tað góða sam- bandið við USA. Men Blair letur seg ikki ávirka. Sunnudagin segði hann við fleiri bløð, at hann er framvegis líka sann- førdur um, at Irak hevði hópoyðingarvápn, og at prógvini verða funnin. Heldur kurteisi enn vinarlag Bretar trúgva ikki Blair Ein av teimum myndunum, sum siga meiri enn mong orð Mynd: Reuters C M Y K 20 Nr. 102 - 3. juni 2003 21 Útbjóðing Við hesum verður arbeiðið við gerð av djúp- havnsbryggju í Vági boðið út í almennari lisitatión. Arbeiðið fevnir í stuttum um gerð av 194 metrum av nðggjari spunsjarnsbryggju,harav 86 metrar á 10 metra dýpi, við tilhoyrandi havnarøki og útgerð. Høvuðsnøgdirnar eru hesar: Stálspuns og -akker uml. 525 tons Grótarbeiði uml. 52.000 m3 Betong uml. 900 m3 Lisitatiónin verður á býráðsskrivstovuni í Vági mánadagin tann 30. juni kl.13.30. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast í seinasta lagi tann 10. juni 2003 og verður útflýggjað móti ein- um veðhaldi til støddar kr 10.000,00, sum verður at flyta á konto 9181 271.842.3 í Føroya Spari- kassa.Veðhaldið verður afturgoldið,um tilfarið er aftursent í seinasta lagi eina viku eftir lisititatiónina. Landsbyggifelagið P/F Grønlandsvegur 5 Tórshavn Landsbyggifelagið P/F Grønlandsvegur 5 · Postboks 228 · FO-110 Tórshavn · Føroyar Telefon +298 314744 · Telefax 298 310744 · E-mail lbf@lbf.fo Brúktar maskinur til sølu Við hesum verða hesar maskinur lýstar til sølu: GL18 Cat. 950 árg. 1976 Gummihjólslastari GL12 Cat. 950 árg. 1972 Gummihjólslastari GL17 Cat. 950 árg. 1976 Gummihjólslastari GL7 Cat. 966 árg. 1971 Gummihjólslastari GL19 Cat. 950 árg. 1977 Gummihjólslastari T26 Cat. D 4 árg. 1982 Dozari HT71 JCB 3C árg. 1983 Rennugravari HT76 JCB 3C árg. 1985 Rennugravari HT77 Ford 3910 árg. 1986 Hjóltraktor HT75 Ford 3910 árg. 1985 Hjóltraktor Maskinurnar, ið verða seldar fyri hægsta boð, standa á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, har tær kunnu roynast og eftirhyggjast. Nærri fæst at vita frá Rógva Nielsen, goymsluleið- ara, á tlf. 422420. Landsverkfrøðingurin Starvsfólk til frystigoymsluna Vit sóknast eftir dugnaligum fólki til frysti- goymslu okkara til at byrja skjótast gjørligt. Starvið: • at standa fyri frystigoymslu okkara • at skipa arbeiðið við avskiping, herundir bílegg- ing av flutningi innanlendis/uttanlanda og av- greiða avskiping sambært avskipingarætlanum • fyriskipa arbeiðið viðv. innfrysting og gera vør- una klára til avskipingar • ábyrgd fyri lasting í bingjur og frystivognar • harafturat áliggur starvinum eisini avgreiðslu/- avskiping av slógvi Vit vænta av tær: • at tú hevur góðkent trukkloyvi • at tú ert ágrýtin, nærlagd/ur og røkin • at tú hevur skil á tølum • at tú hevur góð samstarvsevni Arbeiðið er støðugt og væntast kann at nakað av yvirtíð er. Løn og setanarviðurskifti eftir avtalu. Skrivlig umsókn ynskist. Meira fæst at vita í telefon 447485 frá Martin Jakobsen, virkisleiðara. P/F Alistøðin á Bakka og P/F Bakkafrost á Glyvrum ala laks og framleiða frystan, grýtukláran døgurðamat burtur úr laksinum. Vøran fer øll sum hon er til útflutnings.Árliga útflutningsvirðið er umleið 175 mió. kr. Umleið 120 fólk arbeiða í báðum fyritøkun- um. Útibarnagarðurin Víkin í Æðuvík Hjálparfólk Vegna barnsburðarfarloyvi, verðu søkt eftir einum hjálparfólki 30 tímar um vikuna, til útibarnagarðin Víkina.Starvið er tíðaravmarkað frá 11.august og so leingi barnsburðarfarloyvi varar. Á stovninum eru 22 børn í aldrinum 5-7 ár. Vit ynskja at tú: • dámar væl at vera úti í náttúruni • ert kreativ/ur • hevur hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum • ert við til at menna tað pedagogiska arbeiði • hevur gott foreldra og starvsfólka samstarv • dugir at seta teg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Káru Løkin tlf. 214306 ella 448686. Løn smb. sátt- mála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Skrivlig umsókn, saman við upplýsingum um út- búgving, royndir og møguligum viðmælum skulu vera kommununi í hendi áðrenn 19/06-2003. Runavíkar kommuna Postboks 139 · 600 Saltangará 21 Ja til ES Alt fleiri norðmenn vilja hava stjórnina at søkja um limskap í ES. Ein nýggj meiningakanning, sum varð kunngjørd um vikuskiftið, vísir, at 51,9 prosent av veljarunum høvdu atkvøtt fyri limaskapi, var fólkaatkvøða um spurningin nú, meðan 38,2 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Kanningin vísir eisini, at tað eru serliga fólk á Oslo-leiðini og í býunum, sum eru fyri limaskapi, meðan mótstøðan er størst á bygd. Eitt nú siga 66 prosent av teimum spurdu í Oslo, at tey vilja sleppa upp í ES. Kanningarnar í seinastuni hava avdúkað, at alt fleiri veljarar hjá Sosialistiska Vinstraflokkitaka undir við limaskapi í ES, sjálvt um flokkurin er ímóti. Eftir teirri seinastu kanningini siga 40 prosent av veljarum floksins, at Noreg eigur at fara upp í ES. Andstøðuleiðari tikin Fríggjadagin handtók løgreglan í Burma enn einaferð andstøðuleiðaran og friðarheiðurslønarvinnaran Aung San Suu Kyi. Hon er formaður í einum andstøðuflokki og var á einari politiskari rundferð, tá løgreglan tók hana og flutti hana til høvuðsstaðin Rangoon. Ein kelda hjá hernaðarstjórnini segði í gjár, at fleiri aðrir leiðandi politikarar hjá andstøðuflokkinum eru tiknir. Samstundis hevur stjórnin gjørt av at lata fleiri lærdar háskúlar aftur. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hernaðarstjórnin letur teir lærdu háskúlarnar aftur. Tað er hent fleiri ferðir, síðani stríðið fyri demokratiskum viðurskiftum í Burma byrjaði fyri fimtan árum síðani. Sviar siga nei Indonesisku myndugleikarnir hava biðið Svøríki útflýggja nakrar av leiðarunum í loysingarrørsluni GAM, sum stríðist fyri at loysa landspartin Aceh frá hinum partinum av Indonesia. Nakrir av leiðarunum í GAM búgva í útlegd í Svøríki, men svenska stjórnin hevur gjørt greitt, at teir verða ikki flýggjaðir indonesisku myndugleikun- um. Anna Lindh, uttanríkisráðharri, sigur, at tað hevði verið í stríð við svenska lóg at útflýggja menninar, og tí verður tað ikki gjørt. Hesum hevur uttanríkisráðið boðað indonesisku stjórnini frá, sigur hon. Herfyri sendi indonesiska stjórnin eina stóra og væl útgjørda herdeild til Aceh at berja loysingarrørsluna niður. Myndugleikarnir halda, at rørslan hevur einar 5.000 vápnaðar menn. UTTAN ÚR HEIMI